mánadagur 21. oktober 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. oktober 2013 · Nr. 119
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Leo Poulsen
Upp á spurningin, Hevur tú
verið í barnaburðarfarloyvi?,
svara 75% av monnunum
nei. Tað merkir, at bert 25%
av monnunum hava verið í
barnsburðarfarloyvi, og tað
er ikki nógv.
Tilsamans hava 46% av
monnum og kvinnum verið í
barnsburðarfarloyvi, meðan
54% ikki hava verið.
Talvur vísa eisini, at 61%
av monnunum, sum hava
verið í barnsburðarfarloyvi,
hava verið tað einaferð. 17%
hava verið ávikavist tvær
og tríggjar ferðir, meðan 6%
hava verið fýra ferðir.
Ein onnur talva vísir, at
44% av monnunum, ið hava
verið í barnsburðarfarloyvi,
hava havt frí í 0-14 dagar. 17%
hava verið í barnsburðarfar
loyvi í 9-12 mánaðir.
Spurd, hvussu barsils
skipanin átti at verið, siga
meiri enn helmingurin, 51%,
at mamman og pápin sjálvi
frítt skulu avgera, hvussu tey
býta farloyvið millum sín.
24% halda, at skuldi verið
longt við sama kynsbýti sum
í dag, meðan 14% halda, at
tríggir mánaðir skuldu verið
eyðmerktir til mammuna, og
tríggir mánaðir eyðmerktir
til pápan, umframt tríggjar
mánaðir, ið mamman og
pápin frítt kunnu býta ímill
um sín. Teir tríggir eyðmerk
tu mánaðirnir kunnu ikki
flytast millu partarnar.
2% av teimum spurdu
halda, at mamman og pápin
skulu hava eins langt barns
burðarloyvi.
Ein onnur talva vísir,
at
48%
av
kvinnunum
vilja
hava,
at
mamman
og pápin sjálvi skulu frítt
gera av, hvussu tey býta
barnsburðarfarloyvi millum
sín, 34% av kvinnunum vilja
hava longt barnsburðarfar
loyvi við sama kynsbýti, sum
í dag, meðan 8% vilja hava
tríggjar mánaðir í part til
hvønn partnaran, og tríggjar
mánaðir at býta.
Letur seg ikki gera
Spurd, um tey høvdu tikið
av tríggjar mánaða pápafar
loyvi, í fall tað hevði komið
í gildi, svara 63% ja, 22% nei,
meðan heili 15% siga seg ikki
vita.
Tølini svinga eitt lítið
sindur, tá tey verða býtt út
á kynini, tí tá høvdu 61%
av kvinnunum og 65% av
monnunum svarað ja, 24% av
kvinnunum og 20% av monn
unum svarað nei, meðan 15%
av bæði kvinnum og monn
um siga seg ikki vita.
Um orsøkina til, at fólk
ikki høvdu tikið av tilboð
num um pápafarloyvi, siga
41%, at tað ikki letur seg gera
í arbeiðinum hjá pápanum.
27% siga, at mamman
dugir betri at ansa børn
unum, meðan 11% siga, at
tey ikki ætla sær at fáa fleiri
børn, meðan 5% siga, at tað
er ikki vanligt, at pápar taka
farloyvi.
14% geva aðra grundgev
ing, meðan 3% siga seg ikki
vita.
Býtt út á kynini siga 52%
av kvinnunum, at tað letur
seg ikki gera í arbeiðinum,
sum pápin er í, meðan 21%
av monnunum siga tað sama.
43% av monnunum og
17% av kvinnunum siga, at
mamman dugir betri at ansa
børnunum, meðan ávikavist
9% og 14% av kvinnum og
monnum ikki ætla sær fleiri
børn.
9% av kvinnunum siga, at
tað er ikki vanligt, at pápar
taka farloyvi, meðan eingin
maður sigur tað sama.
Ávikavist 13% og 14% av
kvinnum og monnum geva
arðar orsøkir.
25.000 passaligt
Heili 60% av teimum spurdu
halda, at barnsburðarfar
loyvið er ov stutt, meðan
30% halda, at tað er passaligt.
Hartil kemur so 1%, ið heldur,
at barnsburðarfarloyvið er
ov langt.
Tað kemur kanska ikki
óvart á, at tað eina prosentið,
ið heldur barnsburðarfar
loyvið er ov langt, eru menn.
74% av kvinnunum halda,
at barnsburðarfarloyvið er
ov stutt, meðan talið fyri
menn er 41%.
Ávikavist 19% og 46% av
kvinnum og monnum halda,
at farloyvið er passaligt.
Í verandi barsilsskipan
verður einki eftirlønargjald
goldið til teirra, sum eru í
barnsburðarfarloyvi undir
barsilsskipanini, tað vil siga
tey, sum fáa vanliga løn und
ir barnsburðarfarloyvi. Og
her halda 71%, at hetta má
broytast, so viðkomandi ikki
verður fyri mismuni i mun til
sínar starvsfelagar, orsakað
av barnsburðarfarloyvinum.
13% halda, at so má vera,
meðan 16% siga seg ikki vita.
Býtt á kvinnur og men eru
tølini ávikavist 77% og 62%,
meðan tølini eru ávikavist
9% og 18% ið siga, at so má
vera. 13% av kvinnunum og
20% av monnunum siga seg
ikki vita.
Hinvegin eru tey flestu
væl nøgd við hægst gjaldið,
ið er 25.000 krónur um mán
aðin. Har siga 74%, at tað er
passaligt, 13% halda tað vera
ov lágt, meðan 5% siga, at tal
ið er ov høgt.
Talið er rættiliga eins
millum kvinnur og menn,
ávikavist 74% og 73%, 13%
og 11%, meðan bara 3% av
kvinnunum halda, at upp
hæddin er ov stór, meðan
8% av monnunum halda tað
sama.
Av inntøkum undir 10.000
krónur halda 11%, at upp
hæddin er ov stór, meðan
bert 2% við somu inntøku
halda, at talið er ov lágt.
Áleið somu tølini, uttan
mun til inntøku, halda, at
hægsta útgjaldið á 25.000
krónur um mánaðin, er
passaligt.
Bert fjórði hvør maður í
barnsburðarfarloyvi
Tað vísir ein kanning, ið Javnstøðunevndin hevur latið
gjørt. Tað er Gallup Føroyar, ið hevur gjørt kanningina
við at spyrja 549 tilvildarliga útvaldar føroyingar