mánadagur 21. oktober 2013síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 16. oktober 2013 · Nr. 119
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Eirikur Lindenskov
Eftir trýst frá fjølmiðlunum
fer løgmaður í næstum at
leggja fram uppskot um at
taka av »gyltu eftirlønirnar«
hjá landsstýrismonnum, sum
løgmaður sjálvur orðar seg.
Løgmaður hevur sagt, at
hann er samdur við álitinum,
sum ein nevnd hevur gjørt
um, hvussu landsstýrisfólk
skulu lønast og eftirlønast.
Har verður millum annað
skotið upp, at løgmaður fær
eina lønarhækking upp á
200.000 krónur árliga.
Men hóast álitið eisini
sigur, at løgmaður og lands
stýrisfólk skulu eftirlønast
sum onnur fólk við at fáa 15
prosent í pensjónsinngjaldi,
so fer tað ikki at raka Kaj
Leo Holm Johannesen og
hansara fólk í Tinganesi.
Um vit rokna um tænastu
mannapensjónina,
sum
landsstýrisfólk fáa, til vanligt
pensjónsinngjald, so svarar
tað til eitt pensjónsinngjald
upp á upp til 300 prosent.
Hetta er tí, at politikararnir
hava lagt sær tað so væl til
rættis, at tey tjena sær fulla
pensjón eftir at hava sitið í
landsstýrisnum í bara átta
ár. Eisini hava tey lagt sær
tað so væl til rættis, at um
tey kunnu fara frá við fullari
eftirløn sum 60 ára gomul,
um tvær ferðir starvsaldur
teirra í løgtinginum og lands
stýrinum tilsamans, pluss
teirra egni aldur, er 95 ár.
Tað merkir, at um ein 60 ára
gamal politikari hevur sitið
í landsstýrinum og løgtingi
num í tilsamans 17,5 ár, so
kunnu tey fara frá við fullari
pensjón sum 60 ára gomul.
Útrokningar hjá Sosial
inum vísa, at hvørt valskeið
kostar komandi ættarliðum
upp í 55,5 milliónir krónum
í eftirlønum til landsstýris
fólk.
Hesar 55,5 milliónir kundi
Kaj Leo Holm Johannesen,
løgmaður havt spart kom
andi ættarliðum, um hann
var fyrr á sjóvarfallinum við
hesum broytingum. Tá hann
tók við sum løgmaður í 2008
lá eitt álit á borðinum, sum
varð gjørt, tí fjølmiðlarnir
tóku málið upp. Ta ferðina
hendi einki. Seinni varð
málið tikið uppaftur, og so
varð aftur eitt álit skrivað
og handað Kaj Leo Holm
Johannesn í 2009. Ta ferðina
hendi heldur einki. So var
málið enn einaferð tikið upp
í fjølmiðlunum, og aftur varð
nevnd sett at skrivað álit,
sum varð handað løgmanni
nýggjársaftan í fjør. Einki
hendi kortini. Men eftir at
málið aftur varð frammi, tók
løgmaður tað við á løglistan
á ólavsøku.
Men
meðan
hesi
trý
álitini eru skrivað og hava
ligið og savna dust í onkrari
skuffu í Tinganesi, so hevur
taksametrið koyrt hjá øll
um landsstýrisfólkunum. Tí
hava Kaj Leo Holm Johan
nesen og næstan øll lands
stýrisfólkini hjá honum lon
gu uppspart sær fulla »gylta«
pensjón.
Kundi spart
skattgjaldarunum
nógvar milliónir
Kaj Leo Holm Johannesen
2008-2013 (2015) 5 ár +2
Tá hetta valskeiðið er av, manglar Kaj Leo Holm
Johannesen bara eitt ár í at fáa fulla løgmanspensjón upp
á 35.000 krónur um mánaðin. Men hann hevur eisini rætt
til eftirløn úr tinginum. Tí er honum longu tryggjarð full
løgmanspensjón.
Johan Dahl
2008-2013 (2015) 5 ár +2
Manglar bert eitt ár í fulla landsstýrispensjón upp á góðar
30.000 krónur um mánaðin tá hetta valskeiðið er av.
Saman við løgtingspensjónini hevur hann longu nátt fulla
pensjón.
Bjørn Kalsø 6 ár +2
2004-2008
2011-2013 (2015)
Hevur longu vunnið sær fulla pensjón upp á góðar 30.000
krónur um mánaðin, tá hetta valskeiðið er av.
Jørgen Niclasen 9 ár
1998-2003 (4ár)
2008-2011 (3 ár)
2011-2013 (2015) (2ár)
Hevur longu nátt fulla landsstýrispensjón og fulla
løgtingspensjón. Hann fær tó bara aðra og tilsamans í
mesta lagi eina løgmanspensjón. Tí hevur hann longu
upptjent sær fulla løgmanspensjón upp á umleið 35.000
krónur. Politikarar kunnu leggja landsstýris-, løgtings- og
fólkatingspensjónir saman, men fáa ikki meira útgoldið,
enn fulla løgmanspensjón.
Jacob Vestergaard 7,5 ár +2
2003-2004 (1 ár)
2005-2008 (2 ár)
2008-2011 (2,5 ár)
2012-2013 (2 ár)
Hevur longu vunnið sær fulla pensjón upp á góðar 30.000
krónur um mánaðin, tá hetta valskeiðið er av. Tað sum
restar í fyri at fáa løgmanspensjón upp á 35.000 hevur
hann nátt við løgtingspensjónini.
Annika Olsen 4,5 ár +2
2008-2011 (2,5 ár)
2011-2013 (2 ár)
Manglar hálvt annað ár í fullari landsstýrispensjón, tá
hetta valskeiði er av.
Karsten Hansen 8 ár
1998-2003
2008-2008
2011-2013 (8 ár)
Hevur longu vunnið sær fulla pensjón upp á góðar
30.000 krónur um mánaðin. Tað sum restar í fyri at
fáa løgmanspensjón upp á 35.000 hevur hann nátt við
løgtingspensjónini.