mánadagur 21. oktober 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. oktober 2013 · Nr. 121
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rannvá G. Fossaberg
– Tað tók mær trý ár at fáa
hárið at verða ta longdina,
sum krevst. Sjálvt um tað
til tíðir hevur verið strævið
at ganga við hári niður á
lendarnar, so eri ótrúliga glað
fyri at kunna hjálpa á henda
hátt.
Soleiðis sigur Beinta Bir
gitta H. Jensen úr Havn, sum
í næstum fer at senda langa
hesthalan, ið bleiv kliptur av
í summar, til Amerika.
Hesthalin verður síðani
brúktur til at gera parúkkar,
sum sjúk fólk yviri í Amerika
hava fyri neyðini.
– Felagsskapurin, sum eg
lati hárið til, letur parúkkar
til fólk, ið hava mist hárið
av eitt nú krabbameini ella
sjúkuni Alopecia. Í Amerika
eru tað ikki øll, ið hava ráð til
parúkkar, og tí gevur hesin
felagsskapurin parúkkar til
sjúk fólk, uttan at tey skulu
betala fyri tað, sigur Beinta
Birgitta H. Jensen, ið dagliga
lesur til djóralækna í Dan
mark.
Fekk hugskotið
á netinum
Hugskotið at lata hár til sjúk
fólk, ið hava mist hárið, fekk
Beinta Birgitta H. Jensen fyri
trimum árum síðani, tá hon
sat á netinum og hugdi eftir
ymsum brotum á Youtube.
– Eg kom tilvildarliga
inn á eitt video, har eg sá
eina gentu klippa hárið, og
har tað bleiv greitt frá, at
avklipta hárið skuldi latast
til sjúk fólk, sum hava mist
hárið, og ynskja sær parúkk.
Eg hugsaði alt fyri eitt, at tað
hevði verið stuttligt, um eg
undi gjørt tað sama, greiðir
Beinta Birgitta H. Jensen frá,
sum alt fyri eitt fór at leita
eftir einum slíkum felags
skapi at senda hár til.
– Á Google frann eg fram
til tveir felagsskapir, sum
kalla seg Pantene Beautiful
Lenghts og Locks of Love.
Tann fyrri er amerikanska
krabbameinsfelagið
og
sjampoframleiðarin,
Pan
tene, ið samstarva um at gera
parúkkar til krabbameins
raktar amerikanarar og fólk,
sum hava mist hárið orsakað
av sjúku. Locks of Love ger
parúkkar til børn, ið hava
mist hárið av sjúku. Mær
dámdi væl tað, eg kundi lesa
um hesar báðar felagsskap
irnar, so eg avgjørdi, at eg
vildi lata hár til tey, fortelur
Beinta Birgitta H. Jensen og
leggur afturat, at henni dám
ar væl at kunna gera okkurt
fyri at hjálpa øðrum.
– Eitt nú eri eg samarittur
hjá Reyða Krossi og plagi
eisini at ganga við bússum,
tá innsavnan er, og tá eg sá
henda møguleikan at hjálpa,
hugsaði eg bara ”hví ikki?”
Má sendast til Amerika
Tá Beinta Birgitta H. Jensen
fyri trimum árum síðani tók
avgerð um at lata hárið vaksa
so mikið, at tað kundi latast
einum av felagsskapunum,
fór hon undir at kanna, um
slíkir felagsskapir vóru í Dan
mark, har hon býr, meðan
hon er í lestrarørindum.
– Eg forhoyrdi meg hjá
danska Krabbameinsfelag
num, men tey søgdu, at eing
in føst skipan er við slíkum
í Danmark. Og tað er so tí,
at mítt hár verður sent all
an tann langa vegin yvir
til Amerika, sigur Beinta
Birgitta H. Jensen, sum síð
ani setti seg í sambandi við
hárfríkanarkvinnuna, Guð
run Magnusardóttir, ið eisini
er trímenningur við Beintu
Birgittu H. Jensen.
– Guðrun helt, tað var eitt
fínt hugskot, og hon hugdi og
metti um hárið og helt, at tað
var væl egnað til endamálið.
Hon visti heldur ikki um
henda møguleikan at lata
hár til sjúk fólk, men dámdi
væl tankan, sigur Beinta
Birgitta H. Jensen.
Á netinum hevði hon lis
ið, at hárfríðkanarstovur í
Amerika klippa langt hár
ókeypis, um kundin velur at
lata hár til felagsskapir, ið
gera parúkkar til sjúk fólk.
– Tað haldi eg avgjørt
eisini, at hárfríðkarar í Før
oyum kundu gjørt. Tað hevði
ivaleyst eisini verið við til at
eggjað fleiri kvinnum at lata
hár til slíkar felagsskapir
sum teir, eg lati mítt hár til.
Eisini børn lata hár
Tá Beinta Birgitta H. Jensen
fyri trimum árum síðani
valdi at lata hárið vaksa,
var hon ikki tann einasta í
familjuni, ið skuldi lata hár.
Hárið hjá systirdóttir henn
ara, Jasmin, sum tá bert var
eitt ára gomul, skuldi eisini
vaksa og latast til Locks of
Love, soleiðis at okkurt barn
í Amerika, ið hevur krabba
mein ella Alopecia, kann fáa
gleði av hárinum.
– Tá hon bleiv klipt í
summar, var tað fyrstu ferð,
hon var til frisør. Hárið hevði
tá vaksið í trý ár og var komið
niður á lendarnar, so tað
bleiv til ein vakran, langan
hesthala, sum bleiv kliptur
av, sigur Beinta Birgitte H.
Jensen og heldur fram:
– Men eg haldi, at hon var
glað, tá hárið bleiv klipt, tí
henni dámdi einki av verða
greidd og hevði onkuntíð
hug til at ilskast inn á síða
hárið, fortelur Beinta Birgitta
H. Jensen.
Lokkarnir, ið verða latnir
Locks of Love, skulu vera
minst 25 sentimetrar til
longdar. Hárið, sum verður
latið
Pantene
Beautiful
Lenghts kann vera eitt sindur
styttri, 20 sentimetrar.
– Tað er ivaleyst tí at smá
gentur helst vilja hava par
úkkar við sindur av longd,
meðan kvinnurnar aloftast
velja parúkkar við styttri fri
syrum, sigur Beinta Birgittta
H. Jensen, sum í næstum let
ur sín hesthala, ið er 38 senti
metrar til longdar.
Krøv til hárið
Fyri at kunna lata hár, sum skal
brúkast til parúkkarnar, eru
ymisk krøv, ið skulu haldast.
Annars kann hárið ikki nýtast.
Lata sjúkum
fólki hár
Føroyskir lokkar verða í næstum sendir til Amerika, har teir verða
nýttir til parúkkar ætlaðum sjúkum fólkum. – Eg haldi, at hetta
er ein frálíkur máti at hjálpa øðrum, sigur 26 ára gamla Beinta
Birgitta H. Jensen úr Havn. Hon og systirdóttirin, ið er fýra ára
gomul, lata sínar hesthalar til vælgerandi endamál í Amerika
Í Amerika eru tað ikki øll, ið hava
ráð til parúkkar, og tí gevur hesin
felagsskapurin parúkkar til sjúk fólk,
uttan at tey skulu betala fyri tað