mánadagur 21. oktober 2013síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 21. oktober 2013 · Nr. 121
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
– Eg las á heimasíðuni hjá
Pantene Beautiful Lenghts,
at hárið skuldi ikki vera kem
iskt viðgjørt á nakran hátt.
Tað vil siga, at hárið skal eitt
nú ikki vera litað ella per
menentað
nakrantíð.
Og
annars ber heldur ikki til at
lata grátt hár, greiðir Beinta
Birgitta H. Jensen frá.
Hárið, sum verður nýtt
til parúkkar, er natúrligt
hár, og eingi kemikalium
skulu vera ella hava verið í
hárinum, sum verður latið
inn. Orsøkin er, at viðgjørt
hár mangan kann vera illa
viðfarið og hóskar tískil illa
til endamálið.
Hesthalarnir hjá Beintu
Birgittu H. Jensen og lítlu
systirdóttrini, Jasmin, verða
sendir við posti til Californien
ein av fyrstu døgunum.
– Vit kliptu hárið seint í
august í summar, men vit
náddu ikki at senda tað til
Amerika tá. Nú eri eg komin
heim í heystfrítíð, so nú
verða halarnir sendir ein
av nærmastu døgum, sigur
Beinta Birgitta H. Jensen,
sum tó ikki fær at vita ná
greiniliga, hvar hennara hest
hali endar.
– Eg veit, at eg fái eitt
takkarbræv sendandi, men
hvør persónur fær parúkkin
við mínum hári á, og hvussu
tað endaliga úrslitið verður,
tað fái eg ikki at vita, fortelur
Beinta Birgitta H. Jensen.
Í løtuni kemur hárið niður
á akslarnar.
– Eg havi ikki avgjørt enn,
um eg aftur skal lata hárið
vaksa og lata enn ein hala til
amerikanska felagsskapin.,
tí tað var til tíðir strævið at
ganga við so longum hári.
Men eg eri glað fyri tann
hesthalan, sum eg nú kann
lata sjúkum fólkum.
Til ber at lesa meira á hes
um heimasíðum:
www.locksoflove.org
www.pantene.com/en-US/
PanteneBeautifulLengths/
Pages/default.aspx
Hesthalarnir hjá Beintu
Birgittu H. Jensen og
lítlu systirdóttrini,
Jasmin, verða sendir
við posti til Californien
ein av fyrstu døgunum
Mynd: Álvur Haraldsen
Eg havi ikki avgjørt enn, um eg aftur skal lata
hárið vaksa og lata enn ein hala til amerikanska
felagsskapin., tí tað var til tíðir strævið at ganga
við so longum hári. Men eg eri glað fyri tann hest
halan, sum eg nú kann lata sjúkum fólkum