mánadagur 21. oktober 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. oktober 2013 · Nr. 121
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
10
Politikkur vs serfrøði
Teitur Vágadal
sjúkrarøktarfrøðis-
lesandi
”So sigur hægsti løgfrøð
ingurin í landinum!” Nøku
lunda
soleiðis
hava
vit
hoyrt løgmann úttala seg,
í verju um alt málið við
víkjandi óskilinum í Skála
fjarðatunnlinum. Og nú vil
løgmaður eisini fylgja til
mælinum hjá tí, og eg siteri,
”óheftu nevndini” viðvíkj
andi
lønarviðurskiftunum
hjá landstýrissfólki.
Egin uppskot ella
serfrøðisuppskot?
Havi sagt tað fyrr og eg
endurtaki tað bara: Politikk
ur er løgin! Fyrst hava vit
valevni, ið lova gull og grøn
ar skógir og siga hvat skal
gerast. Tað manglar ikki við
loysnum, og vit fella fyri tí
hvørja ferð við at velja nøku
lunda tey somu inn aftur. Hví
velja vit tey, og hví gerast tey
knappiliga so fantasileys, tá
tey eru komin innum gáttina?
Hetta eru ikki spurningar eg
ætli mær at viðgerða í hesari
meinginini,
men
heldur,
hvat tað so gevur okkum.
Tit kunnu bara fáa svarið
beinavegin: Óáhugaverdar,
óhugsandi og ónýskapandi
politikkarar. Sum ikki koma
við nøkrum konkretum hug
skotum sjálvir, ið ikki fylgja
tað ein skuldi trú var teirra
politisku sannføring, verið
hon seg høgra ella vinstra
vend. Nú skjóti eg kanska
nakað breitt, men hetta er
so mín fatan. Latum okkum
taka nøkur dømi.
”Nýskipanir”
Tað trýtur ikki við útsøgn
um um at tað almenna er ov
stórt og ineffektivt og akad
emikarar
í
Kóntórshavn.
Ákærir um at er tað alment,
so er tað ikki gott. Seinasta,
tó óhepna dømi, er at í Tórs
havnar kommunu skal um
sitingin eisini sparast. Hví
hon skal tað, skilji eg ikki
heilt, tí at 90 % av skatta
peninginum fer beinleiðis
til tænastur, ið borgarin fær
gott av.
Nú vóni eg bert at hetta
er sannar rationaliseringar,
og ikki bert politikara fjáka
lótir, uttan nakra fakliga
grundgeving. Tí at hetta er
tað, vit síggja á landsplan.
Sagt verður at sparast skal
uttan nakra sum helst grund
geving.
Ikki megna politikkarar
sjálvir at siga, hvar skal spar
ast.
Annika Olsen visti ikki
hvar í røktini hjá teimum
eldru, tað skuldi sparast. Hon
gjørdi bara eftir harraboðum
úr landstýrinum, og visti ikki
um tað var sápan, klútarnir,
pappíri ella leiðarnir, ið eru
ov dýrir.
Men kanska tað mest
tragiska dømi um vant
andi
(ný)hugsan
er
hjá
fíggjarmálaráðharranum.
Skatturin skal umskipast
verður tað sagt. Vit mugu
lækka skattin og ”breiðka”
inntøkugrundarlagið
hjá
landinum. Hvat so enn tað
merkir?
Tí at fíggjarmálaráðharrin
veit ikki sjálvur. Hann hevur
sett embætisfólkini til at
koma við uppskotum.
Síðani nær er tað embæt
isfólk, ið skal avgerða hvat
skal setast í verk?
Er tað ikki tað vit hava valt
Løgtingi til at finna útav? Til
at koma við konkretum upp
skotum í okkara stað og at
útinna tey?
Um embætisfólkini skulu
koma við loysnum, hvat í
allari víðu verð skulu løg
tingsfólk so gera? Burtur
sæð frá at spæla við nýggjar
Ipaddar? Tað funnu tey útav!
At gera tað lættari fyri seg
sjálvi. Og tað er ikki nøkur
sparing kann eg líka heilsa
og siga. Eini 40 Ipaddar
kosta nógv meira enn alt
pappiri, sum verður prentað
til Løgtingsfólkini. Í árunum
´08-10 brúkti Løgtingi eini
7-17 túsund kr/árið til prent
ingar av pappíri. So har er
eingin sparing.
Samgonguslit
Og nú hevur løgmaður givið
samgonguni hálvt ár til
at koma við nýskipanum.
Heilt erligt! Er tað nú ikki at
leiðarin skal koma við visjón
um og hugskotum? Løgmað
ur er róðri fyri Føroyar og
tað er hann, ið skal seta út
í kósina hvar vit fara. Sjálvt
um hann javnan sigur seg
ikki vera løgfrøðing, so er
tað hansara ábyrgd at hava
og halda skil á landsins lóg
um og koma við teimum
broytingum, ið hann sær
neyðugar. At bara blaka
tað frá sær, at hann ikki er
løgfrøðingur gongur ikki.
Hyggur ein í søgubøkurnar,
so var løgmaður millum tey
fólk, ið dugdi lógirnar best.
Upprunaheiti var løgsøgu
maður. Hann kundi endur
geva tær.
Tíanverri hevur okkara
løgmaður bert havt eina
visjón, og hevur tað ikki ein
gong verði nøkur serlig visjón:
At halda samgonguna sam
an í mininum 4 ár. Vit hava
ikki fingið nakað hugskot
um
nýggja
skattaskipan,
nýggja heilsuskipan, nýggja
vinnuskipan, nýggja fiski
vinnuskipan. Bert hvussu
hann skal leiða, hvussu
hann er persónliga útspiltur,
og hvussu keðilig andstøð
an er. Tað, ið løgmaður
tíanverri ikki hevur skilt, at
tann krittikkur hann fær er
ikki persónligur. Hann er
fakligur. Løgmaður hevur
fingið kritikk í kraft av sínum
embæti, og tað er løgmaður,
sjálvur sum hevur gjørt seg
fortjentan til kritikkin. Um
løgmaður ikki megnar at
siga annað enn at hann er
persónliga útspiltur, so hevur
hann bert prógva, at hann
hevur eingi mótprógv.
Kom við onkrum
konkretum
Vil bara so til síðst heita á
okkara landsins valdu: Kom
við tykkara hugsjónum, verið
seg hvat tær vera vilja. Skulu
vit hava brúkaragjøld ístaðin
fyri skatt? Privatskúlar ella
ikki, privathospital ella ikki,
fríar marknaðarkreftir at
ráða á øllum vinnuøkjum,
trý sjúkrhús, framhaldandi
privatar læknar ella ikki?
Kom við onkrum! Borgarligu
megna ikki at koma við
nøkrum borgarligum hug
skotum vit kunnu fyrihalda
okkum til. Andstøðan tían
verri kemur alt ov ofta við
ókonkretum
uppskotum,
sum t.d. at lækka prísstøði.
Hvat er tað fyri eitt diffust
uppskot?? Kom við tykkara
egnu
uppskotum,
avtaka
MVG, oljuavgjald, íbúðar
stuðul. Er tað veruligani so
ringt at leita til eins egnu
upprunahugsjónir og hvørj
ir uppskot per automatikk
so fylgja? Ella hava tit yvir
høvur nøkur uppskot ella
hugsjónir? Spurningar bæði
til samgonga og andstøða.
Tí at koma tit ikki við
uppskotunum sjálvi, so verða
tað serfrøðingarnir og emb
ætisfólkini, ið verða tvinga
at koma við uppskotum
(av tykkum). Og so hava tit
forsømt tykkara skyldu sum
fólkavald. Embætisfólk skulu
tæna fólkinum, meðan fólka
vald skulu umboða fólkið.
Himmalvíður munur.
Rós til bæði landsliðhópin og venjari teirra
Frank Davidsen
Mítt
størsta
fótbóltskick
nakrantíð fekk eg á Svanga
skarðið, tá Todi Jónsson
streyk framvið tí russisku
verjuni, sum tóktist ar hava
blyggj í reyvuni. Isakaldur
leysur av russunum kýndi
Todi bóltin frá nokk so stór
ari fjarstøðu umdir tvørliggj
arin og í mál.
Við tað at venjarin ikki
dugdi at síggja, at fleiri av
verjuspælarnum onga orku
høvdu eftir og fekk frískar
kreftir inn í verjuna, aftaná
at føroyska liðið hevði spælt
upp ímóti tí russisku bjørnini
í 80 minuttir, so eyðnaðist tað
ikki, sum kundi verið størsta
fótbóltsbragd Føroyinga nak
rantíð.
Tað vóru veruligar fót
bóltskempur, ið Todi hevði
aftan fyri, men hinvegin um
Todi Jónsson, (tað størsta
fótbólts ikoni, ið Føroyar
hava fostra) ikki var við á tí
landsliðnum, hvat so. Sjálv
ur vildi eg mett at tað er ein
stórur spurningur, um liðið
við so góðum spælarum
sum Tummas Eli, Abraham
Løkin, Jákup Mikkelsen og
Jens Martin og aðrir fram
úr góðir spælarar, høvdu
fingið tey úrslit, um teir ikki
høvdu føroya besta áleyp
ara nakrantíð við á liðnum.
Tá varð spælt meira verju
kent , men tað var eitt sera
homogent lið, teir vór sera
kropssterkir, eins og teir
høvdu ein vinnaramental
itet sum fáur. Ja, tað er helst
tað besta landsliðið í Føroy
ar hava havt, til teir so smátt
vegna aldur settu gaggurnar
á hylluna.
Ikki bara í kvøld, undir
landsdystinum í móti Eyst
urríki, men næstan til hvønn
landsdyst, rennur mær til
hugs um hvussu ómetaliga
føroyskur fótbóltur seinastu
árini hevur skríggja eftir ein
um spælara, sum í skjótleika,
teknikki, og hartil krops
styrki, kundi komi upp á tað
støði sum Todi var á.
Hinvegin so er eingin
sum helst ivi um, at okkara
landslið í kvøld, eins og teir
spælarar sum hava verið í
hópunum til hesa EM und
ankapping, eiga at fáa rós,
og eitt orduligt herðaklapp.
Støðið er so høgt, at hevði
hetta liðið havt "ein Toda"
so ivist eg onga løtu í, at vit
kundu tikið stig frá flest
øllum liðum, til hesa undan
kapping.
Tá ið okkara landslið í
flestu dystum hava tilspælt
sær upp til 10 hálvar og heil
ar málmøguleikar, í kanska
tí sterkastu puljuni til hesa
EM undankapping, so er
eingin grund til hanga við
høvdinum hjá føroysku spæl
arnum.
Harra Gud, vit tapa 3-0 í
móti heimsmeistarnum og
Champions legue vinnar
num.
Spæla
upp
ímóti
Svøríki, og vóru sera óhepnir
ikki at fáa stig í móti teimun:
Áttu eftir røttum 3 stig á
útivølli ímóti Kazakstan, og
Eysturríki fekk 3 kloddamál,
annars var ikki tann stóri
munurin. Okkara unglingar
góvu teirra týsku javnlíkum
ein skarpan geng, og var tað
ein altjóða dómari, ístaðin
fyri ein nýklaktan dómara,
so høvdu føroyingar helst
vunni tann dystin.
Ivist onga løtu í, at var
tað ein tyskur leikari sum
varð jarðlagdur, soleiðis sum
okkara leikari var, so hevði
føroyski
verjuspælarin
í
staðin fyri fingið reyða korti,
og Tyskaland fingið frí
spark.
Latið okkum verða real
istar, tí at spæla tildømis í
móti eini fótbólstjóð við 60
milliónum íbúgvum, meðan
vit manna 48000 íbúgvar, tá
er tað ikki realistiskt, men
órealistiskt at vit skulu vinna
eitt sovorðið lið.
Hinvegin hava vit ikki
bara eitt sera gott landslið,
við nógvum ungum leikar
um. Tí tað sum sum fór fram
í Týskalandi í kvøld, var ikki
minni enn størsta bragdi
í føroyskari fótbóltssøgu,
Nakrir
unglingaleikarar
sum óimponeraðir vóru við
at knúsa tí so nógv umtalaðu
týsku fótbóltsmaskinuna.
Tað var ótrúligt, at síggja
tysku spælarnar sum spæla
í Bundesligaini, verða so
bebbaræddir fyri føroysku
unglingaleikarnum, at teir
royndu øll kynstur, at fáa
tíðina at ganga, við at spæla
aftur til málmannin. Sam
stundis stóð føroyski venj
arin og gav tekin til spæl
arnar um, at herja á týsku
fótbóltsmaskinuna. So venj
aratoymi hjá Føroyum eigur
eitt 13 við + uppeftir fyri
hatta bragdið.