Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. oktober 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. oktober 2013 · Nr. 121 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur ítróttartoymi www.hb.fo: At eitt so nógv umdiskuterað mál skuldi verða tungan á vágskálini, er eitt sindur keðiligt, men hinvegin, vit fingu tey neyðugu stigini og tí greiddu vit setningin og vunnu Føroya Meistaraheitið. www.b36.fo: Til stuttleikar kunnu vit so eisini nevna, at einasta liðið, sum HB ikki fekk bast í ár, var B36, tí allar tríggjar grannauppgerðirnar endaðu við javnleiki. Somikið væl skulu teir ikki sleppa næsta ár, men her og nú skulu vit í B36 ynskja HB hjartaliga tillukku við gullinum. www.viking.fo: Felagið fegnast yvir, at Súni er »komin heim aftur«, har hann skal hjálpa felagnum at røkka uppá ovastu rók í føroyskum fótbólti. www.if.fo: Stóran heiður av frálíku gongdini eiga blaðungu Ari, Dánjal og Leivur. Felagið er ikki sørt errið av hesum leikarum, og tí fegnast vit eisini um, at teir nú hava skrivað undir nýggjan sáttmála fyri 2014. www.ab.fo: Ein dystur, sum vit settu okkum á frá byrjan og vunnu uppiborið. www.07vestur.fo: Nú er eisini greitt, at Jens Erik Rasmussen verður hjálparvenjari okkara komandi trý árini. Jens Erik skal eisini standa á odda fyri unglingaliðinum. www.svimjing.fo: Magnus varð eisini heiðraður fyri besta mannliga avrik á stevnuni, fyri vinnaratíðina 52.63 í 100 metra ryggsvimjing í gjár, sum gevur 804 FINA stig. www.h71.fo: Nýggj dómaragreipa: Gert Hansen og Arnar Dam (KÍF) dømdu (mær vitandi) fyri fyrstu ferð í bestu deildini í dag. Hetta er stak gott, nú so fáir eru um boðið. Teir komu stak væl frá uppgávuni, og yvirhøvur var lítið at finnast at. Væl komnir tit báðir !!! www.kyndil.fo: Álopsspælið riggaði ongantíð reiðiliga, og mistøkini vóru ov mong. Tí fingu kyndilsmenn bara 20 mál ímóti StÍF á Hálsi í dag, og tað rakk ikki til sigur, tí StÍF skoraði 21 mál. www.nordlysid.fo: Tað var ikki til at síggja á vøllinum, at KÍ spældi fyri lívinum, tá Víkingur og KÍ møttust í Sarpugerði. Heimasíðurnar skriva: Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen Pætur Eyð. Jensen Birgit Guttesen og Sofía Purkhús fingu eina góða byrjan upp á kappingarárið í nýggja felagnum, tá Frederiksberg vann 3-0 á Fortuna T að var tað eisini heilt ótrúligt. Enn eina ferð verða vit snýttir. Hesa ferð er tað U21 landsliðið, sum hevði Týskland á knøunum í farnu viku. Hevði maðurin í miðjuni, dómarin Dennis Antamo úr Finnlandi, tora at dømt líka fyri báðar partar, so stóð Týsklandi eftir við ongum. Dysturin endaði við 3-2 sigri til Týskland, eftir at Føroyar vóru á odda 1-0 og 2-1. Eitt er, at bólturin fer í hondina á týska liðskiparanum í samband við 1-1 málið. Tað var ilt at síggja í sjónvarpinum og spælararnir tóktist iki varnast tað heldur. Men verri er, tá Dennis Antamo ikki hevur dirvið til bríkslað, tá Gunnar Zachariasen verður hálaður niður av sama liðskipara, tá hann er púra leysur móti málinum. Tað var so heilt ótrúliga klárt fyri øll at síggja. Tað vóru bara tveir persónar í øllum heiminum, sum ikki sóu hatta sum neyðbremsu og reytt kort. Tað var hesin vælsignaði Dennis Antamo og danski frásøgumaðurin á Eurosport. Til lukku tit báðir! At Bárður Hansen so verður trýstur umkoll í 2-2 málinum, ger heldur ikki støðuna betri. Hetta ber ikki til og vit kunnu ikki bara lata standa til. Eg meini so við, hava tit sæð brotssparkið, sum Kasakstan fekk í Astana? Verri døming havi eg næstan ikki sæð! Hvat skal gerast? Tað loysir ongar trupulleikar at verða ódiplomatiskur við UEFA. So einki ljótt bræv frá hjartanum, men tað er eftir hondini átaluvert, at Føroyar eru fyri skerdan lut, tá tað kemur til døming í altjóða dystunum. Eitt annar máti kundi verið, at spælararnir læra at vísa meiri ónøgd á vøllinum, men uttan at tað kostar gul og reyð kort. Í staðin fyri at einkultir spælarar vísa sína ónøgd, sum dómarin so lættliga kann pilka burturúr og geva kort, so mugu vit í felag gera vart við alvarsligu skeivleikarnar í dømingini, sum vit hava verið fyri í seinastuni. Tá hugsi eg um spælarar, miðlar og ikki minst FSF. Eg veit satt at siga ikki hvat FSF kann gera, men onkursvegna má trýst leggjast á fyri at fáa rætta skeivleikarnar. At leggja eftir dómarunum er ein bíligt undarførsla og heldur ikki ein siðilig loysn, men aftaná Zlatan Ibrahimovic, Johnny Casanova og nú Dennis Antamo, so er also tíð upp á, at vit standa saman vía at vit ikki lata okkum blíva snýttar hvørja ferð ein óroyndur ella bangin dómarin kemur hendan vegin! Hvussu oftan skulu vit verða snýttir? Ítróttar klumman Tróndur Arge Góð føroysk byrjan í Frederiksberg Tróndur Arge Í summar fóru tvær av fremstu flogbóltsspælarunum í Før­ oyum til Danmarkar at spæla flogbólt. Tað hevur verið ein kollvelting, men báðar lata væl at nýggja felagnum og øktu kappingini um at sleppa á vøllin. – Vit hava vant hart og nógv tær seinastu mán­að­ irnar. Vit hava spælt nógvar venjingardystir, so vit vóru sera spentar at byrja uppa kappingarárið. Fortuna, sum vit spældu ímóti, vóru tær, ið Fredriksberg tapti til í fjórðingsfinaluni í fjør. Tí vóru vit eisini sera upsettar at vinna akkurát henda dyst­ in, sigur Sofía Purkhús. Frederiksberg vann dystin 3-0. Sofía Purkhús byrjaði inni, meðan Birgit Guttesen kom inn seinni í dystinum. – Eg haldi at tað gekk fínasta­slag. Tú skal líka venja seg við, at tað er kapping um plássini. Tað er ikki ein sjálv­fylgja at byrja inn. Tað er ikki nakað sum vit eru so vanar við, sigur Birgit Guttesen, sum saman við Sofíu Purkhús hevur verið ein av berandi kreftunum á alt vinnandi liðnum hjá Mjølni. – Sum Birgit sigur, so er tað løgið at fáa so nógva kapp­ing um plássini, men tað ger eisini, at eg til hvørja venj­ing og dyst royni at spæla upp til mítt allar besta. Tað er positivt, sigur Sofía Purkhús Nógvir føroyskir áskoðarar Frederiksberg byrjaði dyst­ in væl og var betra liðið. Um­støðurnar vóru sum til eina steypafinalu í før­oysk­ um flogbólti við tónleiki, hallarspeakara og nógv áskoðarum. – Tað var skeg at spæla, og har vóru faktiskt heilt fitt av føroyskum áskoðarum, so tað er eisini skeg at síggja at fólk framvegis tíma at fylgja við, sigur Birgit Guttesen. – Stemningurin runt um vøllin var sera góður. Tað minti næstan um eina før­oyska steypafinalu við speakara og tónleiki og nógv­ um áskoðarum. Og serliga við øllum teimum føroysku áskoð­arunum, ið vóru komnir. Eitt gott upplivilsi alt í alt, sigur Sofía Purkhús at enda. trondur@sosialurin.fo