Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. oktober 2013síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 21. oktober 2013 · Nr. 121 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Tróndur Arge Tað vísti bæði gott spæl í álops­støðu, men eisini í mót­ álop­unum móti endanum av dystinum, har millum ann­að Anja Heinadóttir varð spæld leys í fleiri førum. Góða gongdin hjá Kyndli held­ur fram og tær liggja nú numm­ ar eitt við 7 stigum. StíF hev­ ur framvegis síni fyrstu stig til góðar. trondur@sosialurin.fo Ein dystur hevur verið í Elektron-deildini hjá kvinnunum. Gestirnir royndi at bíta frá sær tíðliga í seinna hávleiki, men so skjótt Kyndil fekk fatur á rætta endanum, so var einki at koma eftir hjá StÍF Føroyski landsliðsleikarin, Henrietta Nielsen, hevur havt góð avrik í Týsklandi seinastu tíðina og uppflyting er í eygsjón Kyndil á odda Kyndil - StíF 29-17 (14-9) Mynd: Álvur Haraldsen Bæði havnar liðini komu nið­ ur aftur á jørðina, eftir góð úrslit. Neistin hevur fingið eina framúr byrjan upp á kapp­ingarárið, men nú gekk ikki longur. Vestmenningar vunnu stórsigur í høllini á Hálsi sunnudagin. Filip Jojic vísti seg frá síni bestu síðu og skor­aði ikki færri enn tíggju mál. Sostatt hevur Neistin ikki longur fult stigatal. Kyndil megnaði ikki at byggja víðari upp á sigurin í Kollafirði. Teir tóku leygar­ dagin móti StÍF, sum hevði fingið rætt upp á bein. Sveinur Justinussen var besti spæl­arin á vøllinum, til hann mátti út við skaða. Alíkavæl megnaði StÍF at halda fast og fáa avgerandi málini, sum tryggjaði StÍF sigurin. Team Klaksvík hevur fram­vegis sítt fyrsta stig til góðar. Teir fingu leygar­ kvøldið vitjan av H71, sum vann dystin við seks málum. Fyri heimaliðið skoraði nýggi bakkurin, Igor, flest mál við níggju, meðan Bogi G. Davidsen skoraði flest fyri H71. Hann skoraði 8 mál. Øll liðini í Atlantic Airways deildini hava spælt millum tríggjar og fýra dystir. Fyri uttan Team Klaksvík, sum ikki hevur nakað stig, so er tætt millum hini. Neistin er fremst við seks stigum, með­ an øll hini hava fýra stig. trondur@sosialurin.fo Pætur Albinus Feløgini kring landið og Frælsur Ítróttur Føroya hava syrgt fyri, at rennarar als ikki nýtast at keða seg í vetur. Renna í Kerjum Hvirlan boðar á heimasíðu sínari frá, at tað aftur í ár fer at skipað fyri renning í Kerjum. Renningin verður skip­að sum eitt tiltak, ið er fyri øll, tað verið seg fam­ iljur við børnum, eldri og yngri, rennarar og gongu­ fólk. Kappingin verður leygar­dagin 23. novembur kl.13.00. Byrjað verður við upp­hiting í Kerjum og síðan er møguleiki at velja ímillum 3 rutur: 1,5 km, 5,5 km ella 10,5 km. Vetrarkappingar Rennarar hava annars úr at taka seg til í vetur, tí Frælsur Ítróttur Før­ oya og tey ymisku feløg­ ini skipa nevniliga fyri nógvum tiltøkum og ser­ liga kappingum í vetur. Tað er serliga røðin av vetrar­kappingum, ið fylla kalendaran. Vetrar­kapp­ ingin er býtt upp í átta kapp­ingar frá 9. novembur fram til 22. mars næsta ár, og verða tær runnar í Tórshavn, Toftum, Runavík, Vági, Hvannasundi og Sørvági. albinus@sosialurin.fo So bleiv Neistin sett upp á pláss Henrietta góð avrik í Týsklandi Nógvar renni­ kappingar í vetur Pætur Albinus 19 ára gamla Henrietta Nielsen, sum er partur av før­oyska landsliðnum, hevur av­rikað væl í Týsklandi seinastu tíðina, har hon spælir fyri felagið Flensburg TSB í fjórðbestu deildini. Um vikuskiftið hava Henrietta og liðfelagar hennara vunnið tveir liðdystir. Leygardagin vunnu tær 8-4 ímóti Neukölln Berlin og í gjár, sunnudagin, vunnu tær 8-3 ímóti Siemenstadt Berlin. Var væl við Henrietta, sum er uppvaksin í Fuglafirði, men havt sín borð­tennisuppvøkst í Horsens í Danmark, spælir sum sokallaður 2-ari á liði hennara. Hetta merkir, at hon er styrkismett sum næstbest á liðnum og spælir nógvar dystir. Í báðum liðdystunum um vikuskiftið vann hon ein einmansleik, tapti ein og vann báðar dystir sínar í tvímansleiki. Eini dysturin, sum hon tapti tepurt 2-3, var ímóti týskari kvinnu, sum er styrkismett nr.20 í Týsklandi. Týskland metist at vera ein hin fremsta borðtennistjóðin í Evropa, so góðu úrslitini boða frá góðum. Uppflyting í eygsjón Tað hevur gingist væl hjá Henriettu og Flensburg TSB hetta kappingarárið. Higartil hava tær vunnið tríggjar dystir og bara tapt ein. Hetta merkir, at tær eru í topp fýra og hava uppflytingina til triðbestu deildina í eygsjón. Henrietta býr í Husum í Týsklandi, har hon venur fýra tímar um dagin um­ framt at venja smærri børn í felagnum. Hon plagar at ferðast heim til Føroya at luttaka í FM, umframt at hon er greitt sterkasti leikarin á føroyska kvinnulandsliðnum. Næsta uppgáva verður – um tær fáa mannað lið – HM í Tokyo komandi summar. albinus@sosialurin.fo