Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. oktober 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 21. oktober 2013 · Nr. 121 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur spælari og sum málskjútti. Hann er toppskjútti við ellivu málum. Christian R. Mouritsen og Símun Samuelsen, sum ikki hevur spælt síðani 18. august í 20. um­fari í Klaksvík, hava skor­ að níggju ferð í part. Allir hinir hava gjørt sítt til, at tað í landskappingini gekk upp í eina hægri eind. Veteranurin Andrew av Fløtum var skaðaleysur og røkti týdningarmiklan leik­ lut, Kristin R. Mouritsen og Heini Vatnsdal lyftu seg ordu­liga saman við Bárði Olsen, og í verjuni røkti Santos leiklutin í vinstru og Jógvan Rói Davidsen og Tróndur Jensen í høgru, með­an Gunnar Haraldsen og síðani Pál Mohr Joensen stóðu seg væl undir liðini á Jóhan Troest Davidsen. Higar­til í landskappingini er HB tíggju ferðir farið av vøll­ inum, uttan at mál er skorað ímóti liðnum. Og so vóru tað hinir, sum arbeiddu fyri søkini, tá ið teir fingu møguleikan – eitt nú Bárður Johnson Heinesen, Páll Mohr Joensen, Jógvan Andrias Nolsøe, Rógvi S. Holm og Magnus Egilsson. Klekingin HB formaðurin Finnbogi Arge hevur fleiri ferðir sagt, at málið er, at besta liðið skal vinna FM fyrst og fremst við spæl­arum, sum eru uppaldir í felagnum. Seinastu árini hava nógv­ ir, sum ikki eru uppaldir í HB, verið á besta liðnum, og soleiðis hevur tað eisini verið í ár. Millum teir sekstan, sum vóru á dómaraseðlinum í gjár, eru sjey uppvaksnir í HB og harvið níggju í øðrum fel­øg­um. Sammett við onnur feløg plagar HB ikki at hava nógvar blaðungar spælarar á besta liðnum. Í ár hevur tað verið øðrvísi. Oddbjørn Joensen hevur givið trimum 16 ára gomlum møguleikan – Bartal Wardum, Heri H. Mohr og Hilmar Leo Jakobsen, sum allir í løtuni eru í Georgia við U17 landsliðnum. Framtíðin Hóast tað so at siga er vorðin gerandiskostur at vinna FM heitið, so var fagnaðurin stór­ur í HB leguni í gjár, og tey verða ivaleyst fleiri, sum leygardagin fara til Runa­ víkar at vera eygnavitni, tá ið steyp og gullkrónur verða handað. Næsta málið hjá felagnum verður at spæla seg víðari úr fyrsta innleiðandi um­far­ inum í europeisku meistara­ kappingini. Tað hevur HB ikki megnað higartil. Og so er tað einki at liggja omaná, at tað ikki líkar teimum í HB, at tað ikki síðani 2004 hevur eydn­ast at vinna kappingina um løg­manssteypið. Við metnógvum málum eydnaðist tað at vinna 22. FM heitið, og tað er við fagnað­ inum um tað, at nevndin í hesum døgum arbeiðir við at fyrireika næsta kappingarár, tá ið málið verður sett eitt vet hægri enn í ár, tá ið tað so sannførandi eydnaðist at vinna meistaraheitið. joannes@sosialurin.fo fótbóltur Ár Felag Stig V J T VM TM MM 2005 B36 54 15 9 3 38 17 21 2006 HB 55 16 7 4 61 36 25 2007 NSÍ 61 19 4 4 52 24 28 2008 EB/Str. 55 17 4 6 54 33 21 2009 HB 55 16 7 4 59 37 22 2010 HB 54 16 6 5 49 32 17 2011 B36 67 21 4 2 63 28 35 2012 EB/Str. 58 17 7 3 50 27 23 2013 HB 1) 54 16 6 4 66 30 36 1) HB restar ein dyst - leygardagin ímóti NSÍ á útivølli FM vinnararnir 2005-2013 27 umfør kapping FM heiti síðani 1942 HB................................22 KÍ.................................17 B36................................9 TB..................................7 GÍ...................................6 B68................................3 EB/Streymur................2 SÍ....................................1 ÍF....................................1 B71................................1 VB..................................1 NSÍ.................................1 HB meistari: 1955, 1960, 1963, 1964, 1965, 1971, 1973, 1974, 1975, 1978, 1981, 1982, 1988, 1990, 1998, 2002, 2003, 2004, 2006, 2009, 2010, 2013 mál-Met Nýklæktu føroyameistararnir eru mest skorandi liðið í bestu deildini nakrantíð, og enn restar eitt umfar av hesum kappingarárinum Myndir: Álvur Haraldsen