mánadagur 21. oktober 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. oktober 2013 · Nr. 121
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur fótbóltur
Fingu 9 mál og 9 stig ímóti TB Dystirnir ímóti TB í ársins effodeild gjørdu
sítt til, at HB vann føroyameistaraheiti í ár. HB vann allar dystirnar ímóti TB við
samanlagt 9-1, og vunnu harvið eisini 9 stig ímóti TB. Í 9. umfarinum vann HB
3-0 á TB, og í 18. umfarinum vunnu teir 5-1 á TB á útivølli, og ígjár fullførdu
HB´arnir setningin ímóti TB við einum 1-0 sigri á ovara vølli í Gundadali.
H E S A V I K U N A
Teitur M. Gestsson: 4
Tekur tað hann skal, men sjálvt um
TB kemur í nakrar góðar støður, so er
tað sjáldan at hann verður trýstur til
nakað meiri enn vanligar bjargingar,
sum hann skal gera.
Tróndur Jensen: 4
Átti lut í málinum og stóð seg betri
á bakkinum enn hann hevur gjørt
onkran annan dyst. Tóktist ikki
ávirkaður av U21 landsdystinum í
Týsklandi.
Jóhan Troest Davidsen: 4
Sjónligur í verjupartinum. Vann
nógvar tvídystir og royndi at halda
skil á. Sleppur sær eisini væl av við
bóltin.
Pál M. Joensen: 3
Hevði einar tvær kroystar støður, har
hann var um at senda bóltin í beinini
á TB spælarum. Kom annars væl frá
uppgávuni í miðverjuni.
Alex José dos Santos: 3
Brendi nokk størsta møguleikan í
dystinum, tá hann rakti síðunetið úr
stuttari fjarstøðu. Spældi annars væl
og var nógv á bóltinum í TB hálvuni.
Bárður Olsen: 4
Spældi á verjukenda miðvøllinum
og kláraði seg væl. Átti fleiri góðar
sendingar til Christian R. Mouritsen
í fyrra hálvleiki. Fordeildi annars
spælið væl.
Heini Vatnsdal: 4
Kom til nakrar stórar møguleikar,
men var ikki kaldur í avgerandi løtuni.
Var annars sjónligur á miðvøllinum
og gjørdi fleiri góðar renningar.
Fróði Benjaminsen: 4
Vann teir tvídystirnar hann skal. Tað
var ikki til at síggja, at hann hevur
spælt tveir fullar dystir fyri landsliðið
upp til dystin.
Christian R. Mouritsen: 5
Dagsins spælari. Bjóðaði av frá
byrjan. Hevði tvær skotroyndir og ein
stútara í fyrra hálvleiki og skotaði av
gerandi málið. Er í holt við at blíva
ein bestu spælarunum í landinum.
Kristin R. Mouritsen: 4
Táttar eisini í eitt 5-tal, men tað
manglar eitt lítið sindur í. Bjóðaði
eisini nógv av og átti lut í flestu av
álopunum . Við í uppspælinum til
málið.
Andrew av Fløtum: 4
Bleiv fleiri ferðir sendir í gólvið av
taklingum, sum honum ikki dámdi.
Band annars álopsspælið hjá HB
saman.
Gunnar Haraldsen:
Kom inn í miðverjuna og fall væl til
beinanvegin. Var ov lítið íblandaður
til at gera ein meting.
Páll M. Joensen:
Kom inn seinastu minuttirnar.
Bárður J. Heinesen:
Kom eisini inn seinastu minuttirnar
Avrik: tøl 1 til 6
HB
1 (0)
TB
0 (0)
Tróndur Arge
Avgerandi løtan kemur góð
ar tjúgu minuttir fyri tíð.
Tróndur Jensen er leysur í
høgru síðu og leggur bóltin
innfyri. Har fær Christian R.
Mouritsen fótin á og skorar.
Á veg í málið stendur Fróði
Benjaminsen í rangstøðu og
spælararnir hjá TB vilja verða
við, at Fróði ávirkar spælið
somikið, at hjálpardómaran
skal veittra fyri rangstøðu.
Meðan HB spælararnir
fegnast undir HB húsinum, so
vísa spælararnir hjá TB sína
ónøgd við hjálpadómaran –
so mikið, at Martin Tausen
fær gula kortið og hjálparfólk
mugu koma til hjálpar.
Sjónbandamyndir
vísa
greitt, at Fróða Benjaminsen
hevur
stóra
ávirkan
á
hendingina og ger, at Ivan
Stojkovic ikki fær fatur á
bóltinum.
Støðan lýsir eisini kapp
ingarárið hjá feløgunum báð
um. Meðan HB vinnur FM, so
má TB tungu leiðuna niður í
næstbestu deildina.
Páll hevði gjørt
heimaarbeiði
Páll Guðlaugsson, venjari
hjá TB, hevði heilt víst gjørt
sítt heimaarbeiði til dystin.
Vónin um at yvirliva var ikki
stór undan dystinum, men
TB spældi spælt sum eitt lið,
ið veruliga hevði eina ætlan.
HB hevði bóltin nógv, men
tað var sjáldan at teir komu
fram til nakað. HB hevði
tríggjar royndir á málið hjá
TB í fyrra hálvleiki. Christian
R. Mouritsen átti allar, meðan
Heini Vatnsdal kom í góða
støðu, men málverjin hjá TB
var knappur á honum.
Í seinna hálvleiki byrjaði
TB við at trýsta HB í løtum og
tað riggaði. Í hinum endanum
bleiv eitt sindur meiri pláss.
Tað gav HB møguleikan
spæla aftur um verjuna. Tað
var líka við, at Alex José dos
Santos legði HB á odda, eftir
at Kristin R. Mouritsen varð
spældur leysur í høgru.
Løtu seinni kom so málið,
sum fekk øði í spælararnar
hjá TB.
Í løtuni aftaná málið vóru
nógvar harðar taklingar og
Lars Muller, dómari, fekk eitt
sindur av yvirarbeiði.
HB hevði fleiri góðar støð
ur at økja, men seinastu min
uttirnar hevði TB fleiri góðar
møguleikar, men tók ikki av,
tá teir fingu møguleikan.
HB spældi sítt spæl
HB spælir ein eyðkendan stíl,
har tað eru nógvar nertingar,
nógvar flytingar og spælið
skal setast í gongd skjótt. Tað
er lætt at hoppa frá tí, tá tað
gongur illa og bara sparka
langt. Tað ger HB tó sjáldan.
Tað var heldur ikki tilfeldið
hesaferð.
Jóhan Troest Davidsen
vann sínar nærdystir í mið
verjuni. Bárður Olsen kom
til sín rætt á verjukenda
miðvøllinum. Avleveringar
Sunnudagin gjørdist tað greitt, sum
tey flestu bara hava bíðað eftir.
HB vann føroyameistaraheitið,
eftir at hava verið oddalið
meginpartin av árinum, men tað
var ikki uttan slit og hepni, at
tað endaliga kom upp á pláss
HB Føroya
meistari
fyri 22. ferð