Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. oktober 2013síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 21. oktober 2013 · Nr. 121 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur nar hjá honum vóru í fleiri før­um góðar og settu gongd í vong­spælið, har Christian og Kristin húsast. Fróði vann sínar nærdystir og sman við Heina Vatnsdal, so settu teir seg á miðvøllin. Á vengrunum spældu Kristin og Christian væl. Teir bjóð­ aðu av við bóltinum og skap­ ut møguleikar. Andrew av Fløtum bleiv sendur í gólvið nakrar ferðir, men kom upp aftur hvørja ferð. HB helt fram við sama spælinum og tað gav úrslit til seinast. Meistari uttan kapping HB hevur í ár samlað sær 54 stig saman. Tað er ikki bein­ leiðis nógv í mun til okkurt annað ár, men alíkavæl er HB greitt meistari. Tað skal einki takast frá HB, sum eisini tyk­ ist kunna hava fingið fleiri stig, um tað veruliga stóð á. Men í ár hevur ein avbjóðari manglað. ÍF hevur havt eitt framúr ár, men teir hava alla­tíð verið hatta eina fetið aftanfyri, sum hevur tikið spenn­ingin úr kappingini. Eitt skiftið var HB á odda við tíggju stigum og tey eru fá, sum ikki hava verið vís í, at HB fór at vinna FM. Tí var tað líka so nógv ein lætti, sum tað var ein gleði fyri HB, at teir blivu meistarar í gjár. Miðvøllurin lykilin Skal orð setast á ein ein­ stakan part av liðnum hjá HB, sum hevur havt stóran týdning, so er ilt at koma uttan um miðvøllin. Fróði Benjaminsen hevur verið á sama høga stigi í ár, sum tá hann okkurt ári hevur fingið heitið »ársins spælari«. Bárður Olsen er sum endur­føddur á miðvøllinum. Hann hevur prógvað, at hann hevur framvegis nógv at geva føroyskum fótbólti. Sterkur á bóltinum og góður í av­spæl­ inum. Ókendasti faktorurin á liðnum var Heini Vatnsdal. Tað hevur ongantíð verið nakrar ivi um evnini hjá hon­ um, men tað var altíð eitt iva mál, um hann fór at kunna um­stilla seg til HB. Tað hevur hann gjørt fram­úr gott í teimum flestu dyst­unum. Tá hann so hevði nakrar minni góðar dystir, so bleiv hann eisini settur á bonkin. Samanlagt hava teir trígg­ir verið høvðuslyklin til FM-heitið. Afturat tí, so kunnu spælarar sum Teitur M. Gestsson, Jóhan Troest Davidsen, Andrew av Fløtum, Símun Samuelsen, Kristin og Christian R. Mouritsen nevn­ ast. HB hevur í ár verið besta liðið og hevur fult uppiborið heitin sum FM vinnari 2013. trondur@sosialurin.fo Ivan Stojkovic: 5 Stóð sum ein brandur. Tók øll skotini og alt sum HB kom við – uttan málið. Her er talan um rangstøðu. Einki at seta fingurin á. Teitur Olsen: 3 Er lítil av vøkstri, men fyllur alíkavæl nógv tá spælir. Lesur spælið væl og skal ikki undirmetast. Hevði úr at gera við at renna aftaná Mouritsen beiggjunum. Dan Mortensen: 4 Hvør skuldi trú tí? Dan í miðverjuni. Sannleikin er tó, at Páll Guðlaugsson hevur sæð okkurt í honum, tí hann kom nú bara heilt væl frá uppgávuni. Babacar Ndiour: 4 Stóð seg eisini væl í miðverjuni. Tað stóð nógv á í løtum, men hann var mangan maðurin, ið fekk ruddað vekk. Kundi havt bjargað TB eitt stig í evstu løtu, men bólturin fór upp um úr stuttari fjarstøðu. Teitur W. justinussen: 3 Umskúlaður áleypari, ið spælir á bakkinum. Hevði ringt við at halda skil á Christiani R. Mouritsen í fyrra hálvleiki. Varð fluttur fram í álopið móti endanum og tað mundi givið úrslit. Martin Tausen: 4 Eitt ordans stríðsavrik á miðvøllinum. Gav seg einki í nærdystunum sjálvt um teir blivu nakað harðir. Rógvi Joensen: 4 Liðskiparin var ikki so sjónligur, sum hann hevur verið onkrar aðrar dystir. Orkar at spæla í samfullar 90 við fullari ferð og fylti nógv á miðvøllinum. Ndende: 4 Tryggur á bóltinum og ger sjáldan feilir. Megnaði ongantíð ordiliga at seta seg á dystin. Torført at ímynda sær, at hann heldur fram í TB, so nú spurningurin hvar hann endar? Poul Ingason: 3 Hevur spælt væl betri dystir. Spældi á høgra vongi og tað var bara í løtum, at vit sloppu at síggja nógvu ferðina, ið Poul hevur. Ragnar Tausen: 3 Gjørdi eisini lítið um seg. TB hevði fá gjøgnumspæld álop og var millum annað tí liðið lá so langt afturi á vøllinum. Hetta gjørdi umstøðurnar hjá vengrunum torførar. Aron Sørensen: 2 Hevði torførar umstøður at arbeiða í. Mangan var hann einsamallur móti verjuni hjá HB, og alt hann fekk at arbeiða við, var ein langur bóltur frá verjuni. Nicholas F. Diverdics: 3 Kom inn tíðliga í seinna hálvleiki og fekk ein gyltan møguleika at javna, men rakti í HB verjuspælara. Eirikur Magnusarsson: Kom eitt lítið korter á vinstra bakk, men ov stutt tíð til at geva honum eina meting. Avrik: tøl 1 til 6 Christian R. Mouritsen skoraði avgerandi málið og hevur spælt eitt framúr kappingarár. Hann hevur leingi strídst við at liva í skugganum av tíðini í Manchester City, men hevur í ár prógvað seg sum fótbóltsspælara og hevur víst sítt virðið á landsliðnum. Málið hjá HB. Talan er um rangstøðu og tað má smakka nakað illa í hópinum hjá TB. Avrikið var á góðari leið, men eitt stig hevði hildið eitt sindur av lívi í vónini um at yvirliva. Ivan Stojkovic Babacar Ndiour Dan Mortensen Teitur Olsen Teitur Justinussen ■ Poul Ingason ■  Martin Tausen ■ Ndende A. Guéye ■ Rógvi Joensen ■ Ragnar Tausen (Nicholas F. Diverdics, 56.) Aron Sørensen (Eirikur M. Ellendersen, 76.) Teitur M. Gestsson Pál M. Joensen Jóhan T. Davidsen Tróndur Jensen Alex J. dos Santos Fróði Benjaminsen Bárður Olsen (Gunnar Haraldsen, 90.) Heini Vatnsdal Chr. R. Mouritsen Kristin R. Mouritsen (Páll Mohr Joensen, 90.) Andrew av Fløtum (Bárður J. Heinesen, 90.) HB - TB 1-0 (0-0) 1-0: Christian R. Mouritsen 68. Dómari: Lars Müller Myndir: Álvur Haraldsen Til lukku við meistaraheitinum, og takk fyri hjálpina. Ein serlig heilsan til klaksvíksjingarnar á HB liðnum Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki: Fróði spælt flestar minuttir Fróði Benjaminsen er tann spælarin hjá HB, sum hevur spælt flestar minuttir. Hann hevur spælt 2321, meðan Christian R. Mouritsen hevur spælt næstflest, 2310.