Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. oktober 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. oktober 2013 · Nr. 121 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur ÍF 3 (1) NSÍ 1 (0) Hilmar Jan Hansen Kappingarárið í fjør var tað besta hjá ÍF síðani meist­araheitið í 1979, og nú hetta kappingarárið er mestsum liðugt, er eyd­nast fuglfirðingum at varð­veita støðuna, so talan bleiv um silvur annað árið á rað. Tað kundu tey so fegnast um eftir 3-1 sigurin á NSÍ í gjár, sum ein runavíkingur syrgdi fyri. – Ein runavíkingur er besti maður hjá okkum í dag, stað­festi ein fuglfirðing­ur, tá dysturin í Fløtugerði var farin at halla, og ikki var torført at skilja, hvønn hann sipaði til, tí Øssur M. Da­l­ búð, sum hevur fingið sín fót­bóltsuppvøkstur í NSÍ, var við málunum til 1-0 og 2-0 høvuð­sorsøkin til, at ÍF vann. Fyrra málið fekk hann ellivu minuttir inn í dyst­in, tá hann eftir miðásini slapp inn í brotsteigin hjá NSÍ, eftir fyrst at hava sneitt ein spælara av sær, og tá eingin var eftir honum beinanvegin, gjørdi Øssur skjótt av og smekk­aði til, so bólturin smeyg sær inn um aðra stong­ina. Seinna málið kom, tá eitt kort­er var eftir av dysti­num, og í mun til tað fyrra, so var hesa­ferð talan um sam­starv millum fleiri spælarar, ið endaði við, at Øssur bara skuldi seta fótin á. Og fimm min­uttir seinni tók so Høgni Mad­sen sakina í egnar hend­ ur og avgjørdi dystin við málinum til 3-0. Ikki nóg støðugir Sigurin merkti fyri ÍF, at hóast liðið ikki kann røkka upp til HB, sum vann á TB og í tryggjaði sær meistaraheit­ ið, so kann heldur eingin røkka upp til ÍF, ið sostatt eig­ur silvurið aftur í ár. Men tví­faldi málskjúttin hjá ÍF var ikki so øgiliga fegin um at fáa silvurheiðursmerki um eina lítla viku: – Nei, eg spæli altíð fyri at vinna, og tað er eisini gald­ andi fyri eina heila kapping, so eg hevði vónað meira. Í dag var tað fínt at vinna og spæla væl, men ígjøgnum alt árið hava vit ikki verið nóg støðugir, og tí røkka vit ikki allan vegin, sigur Øssur Dalbúð, ið tó ásannaði, at møguleikin kanska ikki var so stórur at stinga av við tí heila ímóti endanum á hes­ um kappingarárinum. – Vit kundu bara hugsa um okkara dyst og royna at fáa trý stig. Vit kundu ikki av­gera tað sjálvir. HB hevði bestu kortini á hondini, so vit kundu bara gera okkara. Fyri at venda aftur til dyst­in í Fuglafirði í gjár, so var hann ikki ein av teim­ um best spældu hetta kapp­ ingarárið, tí til tað vóru alt ov nógvir persónligir feilir hjá báðum pørtum. Ein orsøk til tað var kanska, at menn høvdu hug at skunda sær í so nógv, og ofta stóðust vandamiklastu støðurnar av, at annað liðið streyk avstað í álop, men misti bóltin, so hitt kundi svara aftur við skjótum mótálopi. Teir báðir undanfarnu lands­kappingardyst­irn­ar mill­um liðini blivu skor­að ell­ivu mál, og hóast dygdin á spæl­inum ikki ordiliga var har, bleiv tað til fýra mál hesa ferð, so við fimm málum í miðal fyri hvønn dyst, hava upp­gerð­irnar millum ÍF og NSÍ tó verið tær mál­rík­astu í ár. Brotssparksstøða Einsamalla málið hjá NSÍ skor­aði liðformaðurin og topp­skjúttin, Klæmint Olsen, eftir hornaspark fimm min­ uttir fyri tíð, tá NSÍ longu í einar tíggju minuttir hevði spælt við tíggju monnum ímóti ellivu, tí Jens Joensen fekk seinna gula kortið eitt korter fyri tíð. Allíkavæl fekk NSÍ sett nøkur álop í gongd síðstu løtuna og var heilt nær við í onkrum føri – um ikki annað, fyri at pynta um úrslitið. Spurningurin var so, um tað ikki skuldi verið ÍF, sum longu fyri steðgin skuldi havt mist ein mann, tá Høgni Zachariasen sum síðsti maður í verjuni tók beinini undan Andy Olsen inni í ÍF-brotsteiginum, men Páll Augustinussen valdi bæði at at lata vera við døma brots­spark og at geva reyða kortið! At tað endaði við tapið í Fuglafirði, samstundis sum B36 vann á EB/Streymi, merk­ ti fyri NSÍ, at møguleikin fyri heiðursmerki og europ­ eiskum fótbólti svann eitt sindur. Men Klæmint Olsen hevur ikki givið upp enn: – Vit hava ein dyst eftir, og tað kann ymiskt henda tað síðsta umfarið. Kanska vit kunnu fáa hjálp frá ÍF nú, nú vit hava hjálpt teimum at fáa silvurið. Teir fara inn fyri at vinna síðsta dyst, so vit kunnu bara vóna tað besta. Vit hava eisini nógv at prógva ímóti HB, tí teir hølv­ aðu okkum av seinast, so vit fara at gera okkara besta fyri at vinna tann dystin, sigur hann. fótbóltur Fýra stig í part Tað var stórt sæð undirhaldandi og málríkt millum ÍF og NSÍ hetta kappingarárið. Fyrsti dysturin millum liðini í 9. umfari í Fuglafirði endaði við javnleiki 3-3. Dysturin í 18. umfarinum á heimavøllinum hjá NSÍ endaði við 3-2 sigri til NSÍ, og ígjár vann ÍF, so 3-1. Tað endaði sostatt við fýra stigum í part millum ÍF og NSÍ hetta kappingarárið. Kristian Joensen Jens Joensen ■ Einar Tróndargjógv ■ Jónhard Frederiksberg Pól J. Justinussen Karl Løkin ■ Magnus Olsen ■ (Haraldur R. Højgaard, 83.) Árni Frederiksberg Jann Martin Mortensen (Sjúrður Jacobsen, 77.) Andy Olsen (Andras Brixen Vágsheyg, 83.) Klæmint A. Olsen Jákup Mikkelsen Bartal Eliasen Høgni Zachariassen Leivur Joensen Jan Ó. Ellingsgaard (Áki Petersen, 23.) Dánjal á Lakjuni Høgni Madsen (Fritleif í Lambanum, 75.) Øssur Dalbúð Ari Ó. Ellingsgaard Nenad Saric (Bogi R. Petersen, 46.) Clayton Soares ÍF - NSÍ 3-1 (1-0) 1-0: Øssur Dalbúð 11. 2-0: Øssur Dalbúð 75. 3-0: Høgni Madsen 80. 3-1: Klæmint A. Olsen 90.+2. Dómari: Páll Augustinussen Flott ÍF; silvurið er tryggjað annað árið á rað! Leygardagin banka vit B36 - og næsta ár taka vit gullið! Vit eru stolt av tykkum. Kom so, ÍF! Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki: Við sigrinum gjørdi ÍF sítt, skuldi HB snávað í evstu løtu, og fuglfirðingar kunnu aftur í ár fegnast um silvurmerki. Hinvegin kostaði tapið NSÍ bronsuplássið og fyribils møguleikan fyri fótbólti úti í Europa Aftur silvur í Fuglafirði