mánadagur 21. oktober 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 16. oktober 2013 · Nr. 119
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Sjey ár síðani seinast
Seks til B36 og trý til EB/Streym Við at vinna 2-1 við Margáir í
Streymnesi ígjár vann B36 eisini ta samlaðu uppgerðina ímóti EB/Streymi í
ársins effodeild. EB/Streymur vann annars rættiliga sannførandi 4-1 á B36
á heimavølli í 9. umfari. Dysturin í Gundadali í 18. umfari endaði við einum
2-0 heimasigri til B36, sum sostatt fekk seks stig ímóti EB/Streymi í 2013.
Arnbjørn aftur Fyri fyrstu ferð síðani
steypafinaluna tann 24. august var Arnbjørn
Hansen at síggja millum teir fyrstu ellivu á
liðnum hjá EB/Streymi, men hann kom ikki
nærri málinum enn ein stútara á tvørtræið
B36 kann sjálvt avgera, um tey ynskja at spæla altjóða fótbólt
næsta ár. Í Sundalagnum mugu tey hinvegin venja seg við,
at tey ikki skulu út í Evropa fyri fyrstu ferð í sjey ár
EB/Str.
1 (1)
b36
2 (1)
Rólant Waag Dam
Síðani EB/Streymur tapti
FM-heitið í 2006, hevur liðið
spælt evropeiskan fótbólt
á hvørjum ári. Í 2014 verður
øðrvísi. Tá kunnu sundalags
menn halda summarfrí. Tað
kunnu teir møguliga gera við
at hyggja eftir B36 spæla al
tjóða fótbólt.
Árstalsfelagið tók í gjár
eitt stórt og tíðandi fet
móti evropeisku luttøkuni,
tá teir bastu EB/Streym við
Margáir og soleiðis øktu um
fjarstøðuna niður til felags
liðið, sum nú ikki hevur
møguleika at fáa B36 ella NSÍ
aftur. Tað vóru annars hesi
liðini, EB/Streymur kapp
aðist við um eitt evropeiskt
pláss, men hesin dysturin er
nú av fyri EB/Streym, hóast
tað enn restar eitt umfar í
deildini.
Hjá B36 sær munandi
hugaligari út. Teir kunnu
nú triðja árið á rað fara og
dystast í Evropa – hetta um
teir ikki tapa fyri NSÍ leyg
ardagin.
Tann dysturin er ein
finala um seinasta altjóða
plássið til føroyskan fótbólt,
tí tað eru júst NSÍ og B36, ið
hittast og sum annars eru í
beinleiðis kapping um hetta
plássið.
Aftur Adeshina
Seinast
tá
B36
og
EB/
Streymur
hittust
var
í
Gundadali tann 4. august. Tá
skrivaðu vit á hesum síðum
um ljóspunktið Lawal, ið
við sínum tveimum málum
var hæddarpunktið í einum
ógvuliga
lítið
spennandi
dysti, sum endaði 2-0 til B36.
Aftur í gjár var Adeshina
maðurin,
sum
avgjørdi
dystin. Fyrst fekk hann ein
stikkning inn um verjuna,
har hann setti bóltin í kass
an við uttaru síðu. Og í yvir
tíðini slapp hann at renna
ein hálvan vøll púra einsa
mallur við bóltinum, áðrenn
hann dróg framvið René
Tórgarð og trillaði bóltin í
tóma málið.
- Teir hava ein kontra
kjans, har vit satsa alt. Vit
hava eitt innkast, har vit
missa bóltin frammanfyri
feltið hjá B36. Eg vendi mær
við og síggi ikki ein bláan
leikara,
greiðir
Arnbjørn
Hansen frá um heldur marg
háttligu støðuna.
- EB/Streymur kann ikki
brúka javnleik til nakað og
yvirsatsa so. Vit hava ein
17 ára gamlan drong, sum
fangar bóltin, spælir hann til
Lawal, sum so sleppur avstað,
lýsti Tórður Thomsen støð
una, tá innskifti Benjamin
Heinesen sendi Lawal avstað,
sum síðani avgjørdi dystin.
Soleiðis hevur Adeshina
Lawal gjørt fýra av sínum
tíggju málum í ár í móti EB/
Streymi.
Í millum hesi bæði málini
hevði Hans Pauli Samuelsen
beint bóltin í netið einaferð,
tá hann við beinleiðis frí
sparki krúllaði kúluna í
kassan.
Kjansir til mangt slíkt
Dysturin endaði sostatt 1-2
til B36, men tað kundi verið
mangt slíkt. Rasmus Dan
Sørensen brendi í sera góða
ri støðu eitt skot á stong
ina í seinna hálvleiki, og í
hinum endanum hevði Arn-
bjørn Hansen ein stútara á
tvørtræið og ein onnur roynd
frá EB/Streymi tók í stong
ina, umframt at liðið hevði
fleiri aðrar góðar møguleikar
at koma á odda.
- Ein Arnbjørn Hansen
í toppformi hevði fingið
eini trý-fýra mál í dag, var
niðurstøðan hjá Tórði Thom
sen.
Við øðrum orðum var
tað í stóran mun ógvuliga
undirhaldandi at vera til
fótbóltsdyst við Margáir í
gjár. Fyrsta løtan eftir steðg
in var eitt sindur friðarligt,
men so vaknaðu bæði fót
bóltsspælarar og fjøld, sum
fingu ein ógvuliga lívligan
og spennandi endabrest.
rolant@sosialurin.fo
EB/Streymur-B36
1-2 (1-1)
0-1: Adeshina Lawal 10.
1-1: Hans Pauli Samuelsen 23.
1-2: Adeshina Lawal 90.
Dómari: Ransin N. Djurhuus
Synd EB/Streymur. Men so er gott at vit kunnu
"trøstespise" á Oyri
Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki:
Tórður Thomsen
Robert H. Brockie ■ Hørður Askham
Súni Olsen Gilli Sørensen
Róaldur Jacobsen Evrard Blé
Høgni Midjord Lukasz Cieslewicz
(Jákup á Borg, 57. ■)
Adeshina Lawal Rasmus Dan Sørensen
(Benjamin Heinesen, 81.)
René Tórgarð
Pætur D. Jacobsen ■ Marni Djurhuus
Gert Hansen Rógvi E. Nielsen
Levi Hanssen Arnar Dam ■
Gunnar Zachariassen
Leif Niclasen Hans Pauli Samuelsen
(Niels P. Danielsen, 83.)
Arnbjørn Hansen