mánadagur 21. oktober 2013síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. oktober 2013 · Nr. 121
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur fótbóltur
Eftir lítlari løtu í 1. hálvleiki skoraði Víkingur trý mál, meðan tað vóru væl
fleiri myrkabláir í verjustøðu, enn tað vóru ljósabláir í álopsstøðu
Víkingur 3 (3)
KÍ
0 (0)
Jóannes Hansen
Tey, sum høvdu roknað við,
at klaksvíkingar í Sarpugerði
í gjár fóru at seta tingini upp
á pláss, vístu seg at hava
roknað skeivt.
Meðan tað undan fráferð
ini um fjørðin valdaði óvissa,
um KÍ eisini næsta ár verður
partur av bestu deildini, so
var trygd fyri hesum, tá ið
spælararnir og fáu áskoð
ararnir, sum hildu út til síðsta
bríksl, fóru norður aftur.
Men tað var avgjørt ikki
avrikið hjá KÍ, sum var orsøk
til, at atgongumerkini til
bestu deildina eru tryggjað.
Eftir lítlum korteri und
an steðginum tryggjaði Vík
ingur sær trivaligan 3-0 sig
ur. Merkisvert var tað, at øll
málini vórðu skorað í støðum,
har tað vóru fleiri klaksvík
ingar í egnum brotsteigi ella
í verjustøðu, enn tað vóru
heimamenn í álopsstøðu.
Skotinum bilti einki, tá ið
Hanus Jacobsen, sum man
vera gott boð at vera ársins
maður í Víkingi, eftir hálvan
tíma av brotsteigarmarkinum
smekkaði bóltin upp undir
nettakið aftanfyri Meinhardt
Joensen. Støðan var góð
staðfesting av, hvussu iva
samt verjuspælið hjá KÍ
er. Eftir horna í vinstru
vunnu gestirnir bóltin, sum
varð beindur út frá. Høgri
vongverjin
hjá
Víkingi,
Bárður Hansen, legði innfyri
aftur, og millum fleiri mót
støðumenn
fekk
Finnur
Justinussen høvi at temja og
leggja bóltin aftur til Hanus,
sum takkaði fyri, og so var
stórur
fagnaður
millum
heimafólkið.
Víkinga leiðslumálið fult
og heilt kortsluttaði gest
irnar. Inntil tá hevði hug
burðurin kenst góður, og
hugflogið í álopsspælinum
hevði verið, sum tað so ofta
fyrr í summar hevur verið
fyrstu løtuna hjá KÍ. Tað
eydnaðist at bróta ígjøgnum
í borðunum, innleggini vóru
vandamikil, og í tveimum ella
trimum førum var tað um
reppið, at Páll A. Klettskarð
fekk stýrt bóltin í málið.
Níggju
minuttir
eftir
fyrsta málið var støðan 3-0!
Uppskriftirnar upp á tvey
tey seinnu málini mintu í
høvuðsheitunum um fyrsta
málið. 2-0 málið skoraði mið
vallarin Hans Jørgen Djur
huus, eftir at Atli Gregersen
av egnari hálvu hevði lagt
bóltin flatt og langt fram á
mótstøðuhálvuna. Ein av
heimamonnunum hoppaði
um bóltin, og brádliga var
veteranurin á miðvøllinum
púra leysur innanfyri tveir
mótstøðumenn.
Triðja málið kom eftir
hugflogsríkt
uppspæl
í
vinstru, har Filip Djordjevic
og Hanus Jacobsen áttu
sín lut. Tað endaði við, at
Kaj Leo í Bartalsstovu legði
innfyri, og millum tríggjar
mótstøðuspælarar
stakk
Finnur Justinussen seg fram
og stýrdi bóltin í málið.
Trivaligi sigurin ber við
sær, at steypavinnararnir í
Víkingi nú eru á fimta plássi,
og at teir í Trongisvági leyg
ardagin hava møguleika at
staðfesta hesa støðuna og
harvið ein eyka heimadyst í
2014.
Setningurin
Eftir steðgin royndi KÍ fyrstu
løtuna at oppa seg, og tað
vóru einstakar nær við og
næstan støður, men tá ið einki
spurdist burturúr, fjaraði
tað burtur, og sum tíðin leið
varð talan um alt meiri tóm
gongd, har møguleikin fyri
einum heimamáli aftrat var
eins stórur ella størri, enn at
munurin skuldi tódnað.
Álvur F. Christiansen hjá
KÍ hevði bóltin á tvørtræn
um aftanfyri Geza Turi, og
í hinum endanum bjargaði
Meinhardt
Joensen
sera
væl, tá ið Filip Djordjevic úr
stuttari fjarstøðu royndi seg
við fluktara.
Longu nú ber til at ímynda
sær, at Sigfríður Clementsen
og Víkingur hava møguleika
næsta ár at lyfta seg longri
upp á støðutalvuni.
Tað er eisini møguleiki
fyri, at KÍ næsta ár skal
lyfta seg longri fram enn 8.
plássið, sum nú er veruleiki,
tí tað hevur hilnast so illa
hjá TB. Um tað skal eydnast,
so verður neyðugt at fáa skil
upp á verjupartin. Tað eru
bara fýra feløg, sum hava
skorað fleiri mál í ár enn KÍ.
Tølini siga, at tað í hinum
endanum er heilt galið. 54
mál eru farin ígjøgnum. Tað
er bara hjá 07Vestur, at mál
verjin oftari hevur verið í
meskunum.
Setningurin hjá Eyðuni
Klakstein er fyrst og fremst
at tetta í verjuni. Har bíðar
eitt rættuliga stórt arbeiði, tí
aftur í gjár sást, at tað lekur
sum sáldið.
joannes@sosialurin.fo
Víkingur - KÍ 3-0 (3-0)
1-0: Hanus Jacobsen 31.
2-0: Hans Jørgen Djurhuus 36.
3-0: Finnur Justinussen 40.
Dómari: Dagfinn Forná
Um KÍ hevði brúkt meir tíð uppá at spæla fótbólt
heldur enn at hevna seg inná Philip, so høvdu teir
kanska havt fingi meir enn 1 stig ímóti Víkingi í ár
Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki:
KÍ fekk bert eitt stig ímóti Víkingi Ígjár tapti KÍ 0-3 ímóti Víkingi í Sarpugerði í
Norðragøtu, og tað hevur í heila tikið ikki gingið væl ímóti Víkingi hetta kappingarárið.
KÍ fekk sítt einasta stig ímóti Vìkingi við einum 1-1 javnleiki í Norðragøtu í 9.
umfari. Í 18. umfari tapti KÍ á heimavølli við Djúpumýru við 1-2 ímóti Víkingi,
so tað var ikki ímóti Víkingi, at KÍ bjargaði sær enn eitt ár í effodeildini.
Tað lekur sum sáldið í Klaksvík
Meinhardt Joensen
Atli Danielsen Sørmundur Kalsø
Jóhan Jacobsen Heðin á Lakjuni
(Jógvan Isaksen, 64.)
Kristoffur Jakobsen Henry Heinesen
(Ivan Joensen, 57.)
Álvur F. Christiansen ■ Heðin Klakstein
(Ísak Simonsen, 75.)
Hjalgrím Elttør
Páll A. Klettskarð ■
Geza Turi
Atli Gregersen Erling Jacobsen
Bárður Hansen Hanus Jacobsen ■
Hans J. Djurhuus Jann I. Petersen
(Heðin Hansen, 59.) (Martin Olsen, 76.)
Kaj L. í Bartalsstovu ■ Sølvi Vatnahmar
(Gunnar Vatnhamar, 85.)
Filip Djordjevic ■
Finnur Justinussen
Savnsmynd: Álvur Haraldsen
Tveir KÍ spælarar hava
verið á vøllinum í øllum 26
landskappingardystunum í
ár. Teir eru Heðin á Lakjuni,
sum hevur spælt allar
dystirnar á tamb, og Páll A.
Klettskarð, sum eina ferð
er skiftur inn, men annars
hevur verið millum teir
fyrstu ellivu.
Eisini hjá Víkingi eru
tað tveir spælarar, sum
hava verið við í øllum 26
landskappingardystunum.
Teir eru Finnur Justinus
sen, sum hevur spælt allar
dystirnar á tamb, og Bárður
Hansen, sum eina ferð er
útskiftur í 2. hálvleiki.
joannes@sosialurin.fo
Hóast
Víkingur
við
sigrinum í gjár lyfti seg
fram á fimta plássið, so
er málmunurin framvegis
negativur. Undan ferðini
suður
til
Trongisvágs
hevur Víkingur 40 stig.
Víkingarnir hava skorað
40 mál, og 41 mál eru farin
ígjøgnum.
joannes@sosialurin.fo