Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-21, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. oktober 2013síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 21. oktober 2013 · Nr. 121 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur AB fekk 7 stig ímóti 07 Ígjár bjargaði AB sær endaliga við einum 3-0 sigri á 07 Vestur vesturi í Sørvági. Stigini AB hevur fingið ímóti 07 Vestur hava munað væl hetta kappingarárið. Í 9. umfarinum misti AB síni einastu stig ímóti 07 Vestur hetta kappingarárið við einum 1-1 javnleiki. Heima á Argjum vann AB 2-0 á 07 Vestur í 18. umfarinum. AB sostatt 7 stig ímóti 07 Vestur. fótbóltur 07 Vestur 0 (0) AB 3 (2) Pætur Albinus Sunnudagin hittust 07 Vest­ ur og AB í Sørvági. Tvey lið, sum hava verið í tyngra end­anum størsta partin av kappingarárinum, men sum hava fingið hvør sína lagnu. AB hevur nevniliga eftir eitt frálíkt tíðarskeið tryggjað sær luttøku í Effodeildini aftur komandi ár, og kundu teir einans spæla um at stað­ festa sítt 7. pláss og halda KÍ aftanfyri seg. 07 Vestur hevði hinveg­in einki at spæla fyri. Sein­asta leik­umfar varð staðfest, at teir skulu spæla í 1. deild kom­andi kappingarár. Reytt kort Tað var AB, sum legði betur fyri í dystinum í Sørvági, har – eins og kring alt landið – var fitt av vindi. Umstøðurnar hjá heimaliðnum gjørdust ikki betri, tá ið Tehe Aristide fekk beinleiðis reytt kort eftir bara einum korteri, tá ið hann gjørdi sokallaðu neyð­bremsuna og eisini gav AB brotsspark. Brotssparkið umsetti Jónas Stenberg til mál. 1-0 til AB. Eftir hetta gekk spælið eitt sindur aftur og fram, hóast AB hevði greiða fyrimunin av at vera ein maður í yvirtali. Tveir minuttir fyri leiklok bríksl­aði Petur Reinert aft­ ur fyri brotssparki til AB, og aftur hesaferð var Jónas Sten­berg tryggur úr 11 met­ rum og tryggjaði AB eina 2-0-hálvleiksleiðslu. Tryggur sigur Í seinna hálvleiki dovnaði dysturin nakað eftir at hann mest sum var avgjørdur, men hóast hetta, so hevði 07 Vestur nakrar skotroyndir. Tað hevði AB eisini, og tað vóru nevniliga gestirnir, sum fingu staðfest ein 3-0-sigur í sjálvari yvirtíðini. Málskjútti var Rógvi Poulsen eftir ein frálíkan fluktara. Tað er nú greitt, at AB endar á 7. plássi. Eitt úrslit, sum má sigast vera nøktandi fyri AB, sum hevur verið í tungum sjógvi og havt sum mál at verða verandi í Effo­ deildini. Hetta málið er nú rokkið. 07 Vestur fer hinvegin í 1. deild eftir at vera greitt á aftasta plássi við higartil bara 14 stigum í 26 dystum. Fyrstu málini hjá Jónasi Tað er ikki júst fyri at skjóta mál, liðskiparin hjá AB, Jónas Stenberg, er kendur fyri. Hann hevur skotið nøkur mál fyri AB í næstbestu deildini, men tey bæði brotsspørkini hjá Jónasi Stenberg í Sør­ vági sunnnu­dagin vóru tvey tey fyrstu hjá honum í Effo­ deild­ini. AB fær 7. pláss eftir sigur í Sørvági Tað er nú greitt, at AB endar á 7. plássi. Stigamunin ímóti KÍ vunnu teir sær eftir tryggan 3-0-sigur ímóti niðurflytarunum úr 07 Vestur sunnudagin 07Vestur - AB 0-3 (0-2) 0-1: Jónas Stenberg br. 16. 0-2: Jónas Stenberg br. 43. 0-3: Rógvi Poulsen 90.+2. Dómari: Petur Reinert Puha 07. Hatta var eitt SERA vánaligt avrik. Um eg skal geva tykkum ein karakter, so má tað vera... Ja 03! Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki: Jens Erik verður hjálparvenjari 07 Vestur boðaði fyri einum mánaða síðani frá, at Hegga Samuelsen verður høvuðsvenjari hjá 07 Vesturi komandi kappingarár. Nú boðar felagið frá, at Jens Erik Rasmussen verður hjálparvenjari. Hann skal somuleiðis venja U18-dreingirnar í felagnum. Símun Rógvi Hansen Rói Danielsen Morten Overgaard Jónas Stenberg Beinir Ellefsen ■ (Gert Drangastein, 59.) Mikkjal T. Hentze Dion B. Splidt (Karstin Højgaard, 78.) Kári Nielsen ■ Jobin Drangastein (Hørður Mohr, 59.) Rógvi Poulsen  Sorin Anghel Andras Gango Emil Mikkelsen Téhé Aristide ■ Torstein Mýlingstind Gunleif Olsen Holgar Durhuus Tór-Ingar Akselsen Eli F. Nielsen Jovan Radinovic-Panic (Hørður H. Johansen, 69)) Jákup S. Olsen Ibrahima Camara (Ásmund Hansen, 68.) (Petur G. Dalbø, 76.) Umboð fyri nevndina í 07 Vestur hava váttað, at út­ lendsku leikararnir í fel­ag­ num, Andras Gango, Tehe Aristide, Jovan Radino­vic- Panic og Ibrahima Cam­ara, hava fingið frítt at fara frá fel­agnum. Teimum dáma øll­u­m væl í Føroyum, og tí­skil er sannlíkt, at flestu teirra finna sær annað felag í Føroyum. 07 Vestur gongur aðrar leiðir og ætlar at byggja liðið á egið fólk. Í hesum sambandi hevur felagið skrivað undir sáttmála við fleiri av ungu leikarunum í felagnum. Tað er ein møguleiki fyri, at Jovan Radinovic-Pan­ ic verður verandi í fel­ag­ num. Honum dámar væl vesturi í Vágunum og nú hann er áttanda kapp­ing­ ar­árið í føroyskum fót­bólti er møguleiki fyri, at hann á pappírinum gerst før­ oyingur og fær føroyskt pass. albinus@sosialurin.fo Útlendingarnir hava frítt at fara Mynd: Álvur Haraldsen