Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-21, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. oktober 2013síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. oktober 2013 · Nr. 121 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Árið í ár hevur roynst væl á virkinum Rock Trawl Doors í Vági. Fyrraárið royndist einki ser­ligt, men í fjør var góð gongd í aftur, og í ár hevur byrð­ur­in verið góður. Stjórin á virkinum, Hans Joen­sen, róptur Hans í Líðini, letur væl at gongdini í ár. - Jú, vit hava nógv at gera, og vit eru 15 mans til arbeiðis. Í løtuni er eftirspurningurin eftir okkara trollemmum so stórur, at neyðugt hevur verið at arbeitt í skiftivaktum. Hann sigur, at felagið gjøg­num árini hevur selt nógvar lemm­ar í Íslandi, Grøn­landi og Kanada, men eisini til meira fjarskotin lond sum eitt nú Ný Sæ­ lands. - Men, í løtuni hava vit størs­ta eftirspurningin í No­ regi. Norðmenn hava bygt nógv nýggj skip og av seks skip­um, sum nýliga eru farin til fiskiskap, hevur Rock Trawl Doors selt lemmar til fýra av hesum. Hans í Líðini sigur, at felagið javnan lut­teku­r uttan­lands á fiski­vinnu­ stevn­um, og tað er ikki minst á slíkum stevnum, at felagið fær fyrispurningar og fær møguleikan at senda tilboð upp á føroysku lemmarnar. - Jú, hetta árið hevur verið rættiliga gott eftir okkara mátistokki, og hetta er ein spennandi tíð hjá okk­um, har vit eisini arbeiða við at menna nýggj snið av lemm­ um. Rock Trawl Doors hevur eisi­ni ein verkfrøðing til hjálpar, sum er við í menn­ ing­ini av nýggjum sniðum av lemmum. Føroysk undirtøka Hans í Líðini sigur, at flestu før­oysk skip, sum fiska við lemm­um, hava lemmar úr Vági. Tað eru tó nøkur einstøk smæ­rri skip, sum keypa lemm­ar úr útlandinum. Hann vísir á, at felagið í Vági leggur dent á dygdina, og tað eru skip, sum hava brúkt somu lemmar hjá Rock Trawl Doors í fleiri ár. - Okkurt av teimum stóru før­oysku skipunum man hava fiskað fyri tað mesta av einari miljard krónum við sama setti av lemmum frá okk­um. Stjórin sigur, at tað er ser­ liga í snið og dygd, at felagið í Vági bjóðar seg fram á mark­ nað­inum og vinnur í kapp­ ing við aðrar - og eisini fjar­ skotnar - útbjóðarar. - Sjálvandi er tað ikki lætt at kappast við lágu tíma­løn­ina í eitt nú Kina, men tað er í dygdini og drúgvu royndunum við hesi framleiðslu, at vit hava okk­ ara styrki, sigur Hans í Líð­ ini. Teir hava úr at gera á lemmmavirkinum í Vági - Sjálvandi er tað ikki lætt at kappast við lágu tímalønina í eitt nú Kina, men tað er í dygdini og drúgvu royndunum við hesi framleiðslu, at vit hava okkara styrki, sigur Hans í Líðini, stjóri - Noreg er okkara størsti marknaður í løtuni, sigur stjórin í Rock Trawl Doors í Vági, Hans í Líðini Tað er misjavnt, hvat menn halda um miðal­ vektina á seyði­num í ár. Í onkr­um økjum siga menn, at vektin er betri enn í fjør, og aðra­ staðni verður sagt, at vektin er undir miðal. Sum skilst, eru menn norðan fyri nøgd­ir, meðan seyðurin sunn­an fyri hevur ver­ ið heldur lakari í vekt. Í Sandoynni lata teir sum heild ikki so væl at, og sama er í Suður­ oy. Kortini siga teir, at í summum hag­um í Suðuroy er miðal­vekt­ in í ár á leið hin sama sum í fjør, og í onkrum hava er hon betri. Samanumtikið er helst rætt at siga, at miðal­vekt­in norðan fyri er betri í ár, meðan hon sunnan fyri - sum heild - er heldur lakari. Misjøvn miðalvekt Vilmund Jacobsen Herfyri BankNordik frá, at avtala var gjørd við Arti­con, sum verður høvuðs­arbeiðs­ takari, nú farast skal undir at gera nýtt høvuðssæti til bank­an. Talan er um stóra verk­ ætlan, men kortini skal nýggi bygn­ingurin verða klárur at taka í nýtslu longu í 2015, og hetta er eisini orsøkin til, at tal­an er um sonevnda par­ta­ lags­avtalu. - Vit miða eftir at fremja verk­ætlanina óvanliga skjótt, tí vit seldu verandi bygningar til býráðið við treyt um út­ flyta­n í fyrra hálvári 2015, og tí er byggitíðin ein avgerandi paramet­ur. Vit miða eftir at flyta inn um hálvtannað ár. Við at innganga í partalag, ber til at framskunda byggitíðina, tí byggifyritøkurnar kunnu fara undir fyrireikingarnar longu nú, áðrenn pro­jekt­er­ ing­in er endaliga liðug. Við hesum spara vit fleiri mán­ að­ir í byggitíð, sigur Janus Peter­sen forstjóri. Í samband við al­manna­ kunn­gerð­ina av sølu­ni av bygningunum til bý­ráð­ið, boðaði bankin frá, at sølu­ uphæddin fyri bygn­ing­ar­nar skal fíggja nýggja bygningin íroknað mvg, og hetta er fram­vegis málið, sigur Janus Peter­sen, sum leggur afturat, at søluprísurin fyri verandi bygningarnar hjá bankanum er 92 miljónir krónur. Í mesta lagi 92 milliónir Forstjórin í BankNordik sigur, at nýggja høvuðssætið ikki skal kosta meira enn tað, sum bankin selur hinar bygningarnar hjá sær fyri - Vit miða eftir at fremja verkætlanina óvanliga skjótt, tí vit seldu verandi bygningar til býráðið við treyt um útflytan í fyrra hálvári 2015. Tí er byggitíðin ein avgerandi parametur, sigur Janus Petersen, stjóri í BankNordik Tað er ikki bara í Vestmanna, at kvinnur leypa á bláman. Hetta er eisini vorðin ein "dilla" í Nólsoy, og henda dagin vóru tær fleiri í tali Tað er týdningarmikið fyri Bókasavnið við Løkin at kunna bjóða innihald, vitan og mentanarligar upplivingar til borgaran, sigur leiðarin, Svend Højgaard