fríggjadagur 14. mai 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 91 - 14. mai 2004
Nr. 91 - 14. mai 2004
3
Høvdið
á blokkin
Leiðarar innan
politikk og búskap
verða við, tá
Norðuratlanst-
bólkurin skipar fyri
stórari ráðstevnu
um føroyskan bú-
skap á Christians-
borg 25. mai, sum
Norðuratlantsbólk
urin skipar fyri
RÁÐSTEVNA
Tíðindaskriv
Tað, sum verður við-
gjørt á ráðstevnuni,
verður m.a.: Gongdin í
íslendskum
búskapi
eftir at landið gjørdist
sjálvstøðugt; gongdin í
føroyskum og grøn-
lendskum búskapi í
løtuni; politiska hugs-
anin undir blokkstuð-
ulsskipanini; peninga-
renslið millum Dan-
mark og Grønland/
Føroyar; búskaparligi
týdningurin av strateg-
isku støðu Føroya og
Grønlands; gjaldoyra-
felagsskapur
ella
nýggj
gjaldoyru;
nýggir
vinnumøgu-
leikar í Føroyum og
Grønlandi.
Tey, sum fara at
leggja fram, verða
m.o.:
Thorvaldur
Gylfason, professari í
búskapi á Reykjavíkar
Universiteti;
Bodil
Nyboe
Andersen,
Tjóðbankastjóri í Dan-
mark;
Jørn Astrup
Hansen, stjóri í Føroya
Banka; Hermann Osk-
arson, formaður í Bú-
skaparráðnum; Trónd-
ur Djurhuus, umboð
fyri tiltakið Bitland;
Marianne Jelved, for-
maður
í
Radikala
flokkinum og fyrrv.
danskur
búskapar-
málaráð-harri;
og
Frank Jensen, fram-
søgumaður
danska
Javnaðarfloksins
og
fyrrv. danskur løg-
málaráðharri.
Ráðstevnan verður í
felagssalinum
á
Christiansborg týsdag-
in 25. mai frá kl.9.00
til 17.00. Øll er eru
vælkomin, men áhoyr-
araplássini eru av-
markað.
Tilmelding fer fram
hjá Norðuratlantsbólk-
inum, Lotte Symes, á
e-mail adressuni:
lotte.symes@ft.dk
eller við brævi til:
Den
Nordatlantiske
Gruppe, Folketinget,
Christiansborg, DK-
1240, København K.
Danmark.
Freistin at melda til
at mikudagin 21. mai.
Frá hósdegnum 13. til
leygardagin 15. mai
fer SMS, saman við
fimm fyritøkum, sum
eru knýttar at ferða-
vinnuni, at varpa ljós
á fyribrigdini frítíð
og ferðavinna
FERÐAVINNA
Tíðindaskriv
Tær fimm fyritøkurnar,
sum luttaka á framsýning-
ini á Torginum í SMS
nevndu dagar, fara at vísa
fram og selja ferðir í Før-
oyum og til og í útlandin-
um. Í upprunaliga álma-
nakkanum fyri árið hevði
SMS ætlanir um slíkar
evnisdagar. Tó varð ikki
endaliga avgjørt, hvussu
framsýningin skuldi skip-
ast, og hvør skuldi bjóðast
við. Tá ið ein fyrispurn-
ingur kom frá Ferðaráð
Føroya, um at nýta Torgið
til kunnandi tiltak um
ferðavinnuna í Føroyum, og
at ferðast í Føroyum, fullu
brikkarnir upp á pláss.
Avgjørt varð, at málið við
framsýningini skuldi verða,
at nøkta tørvin hjá øllum
ferðandi á einum og sama
stað. –Ynskt varð nevnliga,
at á framsýningnin skuldu
umboð fyri ferðavinnuna í
Føroyum; t.e. kunningar-
stovur og ferðamál kring
landið, og fyri tey, sum
selja ferðir úr Føroyum og í
útlandinum,
t.e.
ferða-
mannastovur og flogfeløg,
verða við.
Nú framsýningin letur
upp hósdagin hevur tað
eydnast at røkka málinum.
Tað hevur nærum eydnast
at savna alla ferðavinnuna í
Føroyum undir einum og
sama takið. Ferðaráðið,
sum umboðar kunningar-
stovurnar kring landið og
teirra lokalu áhugamál,
hevur ein stóran bás. Á bás-
inum fara tey at kunna tey
vitjandi um ferðamál í
Føroyum. Annars liggur
upplýsandi
faldari
frá
Ferðaráðnum í miðsíðunum
í SMS blaðnum hesaferð.
Umframt Ferðaráðið verða
Maersk Air, Smyril Line,
Atlantic Airways og MB
Tours, sum allir selja ferðir
úr Føroyum og í útlandin-
um, við á framsýningini.
Teir hava allir minni básar,
har teir fara at kunna um
ferðamál í útlandinum.
Framsýningin letur upp
hósdagin 13. mei kl. 10.00
og er opin til kl. 17.30.
Fríggjadagin er opið til kl.
18.30 og leygardagin til kl.
14.00. Hvønn dag, umleið
hálvan tíma áðrenn latið
verður aftur, verður drigið
millum innkomnar svar-
lepar í stóru kappingini,
sum fer fram ísambandi við
framsýningina. Leygardag-
in verður, umframt dagliga
dráttin, drigið ímillum teir
svarlepar, sum vit hava
fingið allar tríggjar dagar-
nar framsýningin hevur
verið. Vinningarnir í hesum
dráttinum eru flogferða-
seðil fyri tvey við Maersk
Air til Danmarkar, flog-
ferðaseðil fyri tvey frá
Atlantsflogi til eitt av teirra
ferðamálum, gávukort á kr
2.000,- frá Ferðaráð Føroya
at nýta til gisting, útferðir
ella líknandi, sum Kunn-
ingarstovurnar kring landið
skipa fyri, eitt gávukort á
kr. 3.000,- frá MB Tours og
ein ferð fyri tvey vaksin og
tvey børn við bili til Hanst-
holm og aftur við Norrønu.
Umborð verður gist á 4
koyggjukamarið við wc og
bað.
Dagvinningarnir
eru
hesir:
Hósdagin 13. mei: gávu-
kort á 1.000,00 frá Ferða-
ráð Føroya at nýta til gist-
ing, útferðir ella líknandi,
sum Kunningarstovurnar
kring landið skipa fyri,
flogferðaseðil frá Atlantic
Airways til eitt av teirra
ferðamálum og ein mini-
cruise ferð fyri tvey til
Bergen
og
aftur
við
Norrønu í 2-koyggjukamari
(innv.) við wc og bað
Fríggjadagin 14. mei:
gávukort á 1.000,00 frá
Ferðaráð Føroya at nýta til
gisting, útferðir ella líkn-
andi, sum Kunningarstov-
urnar kring landið skipa
fyri, flogferðaseðil frá At-
lantic Airways til eitt av
teirra ferðamálum og ein
mini-cruise ferð fyri tvey til
Bergen
og
aftur
við
Norrønu í 2-koyggjukamari
(innv.) við wc og bað
Leygardagin 15. mei:
gávukort á 1.000,00 frá
Ferðaráð Føroya at nýta til
gisting, útferðir ella líkn-
andi, sum Kunningarstov-
urnar kring landið skipa
fyri og ein flogferðaseðil
frá Atlantic Airways til eitt
av teirra ferðamálum
Á Torginum frá hósdeg-
num 13. til leygardagin 15.
mei.
Við góðum undir-
haldi og einari rúgvu
av framsýnarum
bjóðar NSÍ um viku-
skiftið til stóru sølu-
stevnuna Lýsing ’04 í
ítróttarhøllini í Runa-
vík. Hetta er fyrstu
ferð, at felagið skipar
fyri hesi sølustevnuni
SØLUSTEVNA
tíðindaskriv
Lýsing ’04 letur upp leyg-
ardagin 15. mai klokkan
14, og ein tíma seinni fer
borgarstjórin í Runavík,
Rodmundur Nielsen, at seta
sølustevnuna. Sunnudagin
16. mai letur stevnan upp
klokkan 15, og báðar dag-
arnar er opið til klokkan 22.
Her verður høvi hjá teim-
um vitjandi at síggja eitt
fjølbroytt úrval av básum,
ið framsýnararnir leggja
stóra orku í at gera snoti-
ligar og innbjóðandi, um-
framt felags fyri allar fram-
sýnararnar er, at teirra
bestu tilboð, tænastur og
vørur kunnu upplivast á
sølustevnuni.
Sum vanligt ber alla
tíðina til at keypa sær ein
drekkamunn og okkurt gott
afturvið, um brúk er fyri at
seta seg niður eina løtu,
áðrenn farið verður víðari
at vitja teir næstu básarnar.
Yvirhøvur minnir Lýsing
’04 sera nógv um Marko-
sølustevnurnar, sum NSÍ
tey seinnu árini hevur skip-
að fyri um mánaðarskifti
november-desember. Men
av tí at fleiri hava ynskt
eina sølustevnu ta ljósaru
tíðina eisini, hevur felagið
eisini tikið stig til Lýsing
’04.
Fleiri av framsýnarunum
á sølustevnuni eru klædna-
handlar og tí verður skipað
fyri einari stórari mótasýn-
ing hvønn dagin. Hesa ferð
eru
mótasýningarnar
klokkan 19 báðar dagarnar,
og har ber so til at kunna
seg um aktuella klædna-
mótan.
Nógv hendir á
pallinum
Tað eru tó ikki bara móti og
klæði, ið kunnu upplivast á
pallinum hesar báðar dag-
arnar, tí tað hevur eydnast
okkum at sett saman eina
spennandi skrá við hópin
av undirhaldi, ið bæði
vendir sær til børn, ung og
vaksin.
Nakað er fyri børnini
báðar dagarnar klokkan
17.30. Leygardagin kunnu
tey gleða seg til klovnarnar
Kaktus og Albinus, og
sunnudagin fara Glotti &
Gleimur at borðreiða við
búktaling, gykli og øðrum
kynstrum.
Tónleikurin eigur eisini
sín part, og klokkan 16
báðar dagarnar eru tón-
leikaframførslur. Leygar-
dagin ber til at hoyra Nes
Sóknar Musikkfelag, sum
júst hevur verið á musikk-
stevnu í Vestmanna, og
sunnudagin
fer
Kári
Sverrisson at syngja og
spæla.
Aftur um kvøldið, klokk-
an 20.30, eru tónleikafram-
førslur á skránni. Bólkurin
Salt, ið júst er afturkomin
av væleydnaðari konsert-
ferð í Skotlandi, verður at
hoyra leygarkvøldið, og
sunnukvøldið fer Eivør
Pálsdóttir at seta prikkin
yvir i’ið við einum brot-
parti av tí nógva, hon hevur
á síni kendu og góðu sang-
skrá.
Umframt alt hetta, so eru
atgongumerkini eisini sam-
stundis lutaseðlar, ið fevna
um vinningar frá framsýn-
arum og góðar ferðir við
Norrönu. Bæði kvøldið
verður
drigið
klokkan
21.45, leygarkvøldið mill-
um atgongumerkini tann
dagin og sunnukvøldið
millum
atgongumerkini
báðar dagarnar.
Sølustevna í Runavík
um vikuskiftið
Talan verður eisini um tiltøk fyri børnini báðar dagarnar, sum sølustevnan varar
Frítíð og ferðavinna í SMS
Arbeitt verður við at
skráseta øll staðar-
nøvn í Sandavágs
Kommunu. Arbeiðið
er komið væl áleiðis,
og ætlanin er at geva
úrlsitið út í bók og
møguliga eisini
elektroniskt
STAðARNØVN
Edvard Joensen
Sandavági: Staðarnøvn í
Sandavág Kommunu eru
seinnu árini savnað og
skrásett. Myndir eru tiknar,
har nøvnini eru fest á, og
ætlandi verður savnið givið
út í bók og helst eisini elek-
troniskt.
Tað eru teir báðir sanda-
vágsmennininir
Jóannes
Heinesen og Heini F. Peter-
sen, sum hava gjørt hetta
stóra arbeiðið. Á samkomu
í Sandavági mikukvøldið
løgdu teir úrslitið fram fyri
heimildarfólki og øðrum.
Hetta er stórarbeiði, teir
báðir hava gjørt. Og tað er
ikki løtuverk heldur. Tað
munnu vera út móti 30 ár-
um, síðan byrjað varð, siga
teir. Tó hava teir ikki arbeitt
áhaldandi alla tíðina, men
havt hetta sum ítriv.
Gjølla eru teir farnir til
verka. Hava tosað við eldri
fólk í Sandavági og á
Slættanesi. Tikið upp á
band og goymt. Síðan hava
teir fingið myndir og kort
frá
Matrikulstovuni
og
eisini privatpersónum, eins
og teir sjálvir hava tikið
myndir av ymsu støðunum.
Nøvn eru so sett á mynd-
irnar, soleiðis at til ber at
síggja nágreiniliga, hvar
hesi ymsu støðini eru, sum
nevnd verða.
Nøvnini eru nógv, teir
hava savnað, og ikki er heilt
liðugt enn, siga teir báðir,
Jóannes og Heini. Sum er,
hava teir savnað 1.288
nøvn, men vænta, at tá
endaliga liðugt er, fer talið
at liggja oman fyri 1.300.
Men
staðarnøvnini
í
Sandavági og á Slættanesi
við tilhoyrandi høgum eru
ikki bara fest á blað og
myndir, uttan eisini skrásett
á teldu. Tað er felagið
Munin, sum hevur gjørt
eina telduskipan, har til ber
at leggja slíkt á.
Skalt tú finna eitthvørt
navn aftur, ber til at spyrja
telduna eftir navninum. So
finnist myndin, har navnið
er skrásett á. Tú trýstir á
prikkin, sum er settur við
navnið. Har kemur so fram,
hvussu og nær skrásett er,
hvør heimildarkeldan er,
eins og til ber at fáa eina
stakmynd av júst tí steini
ella hyli, spurt verður um.
Er so einhvør søga ella
søgn í samband við hetta
staðið, til dømis eitt seiða-
bergspláss, er tað eisini at
finna í skipanini. Og fyri at
gera tað heilt livandi, er
eisisni møguligt at leggja
bandupptøkurnar við, so tú
á telduni hoyrir hesi gomlu
heimildarfólkini greiða frá.
Eisini hava teir fingið
góðan stúðul og ráðgeving
frá
Fróðskaparsetrinum,
har serliga Eivind Weihe
hevur verið hollur í ráðum,
siga Jóannes Heinesen og
Heini F. Petersen.
Staðarnøvn eru við at
hvørva úr gerandisegnum
hjá fólki, halda teir báðir
sandavágsmenninir. Fyrr
var tað ein sjálvsagdur
partur av dagliga arbeið-
num,
at
staðarnøvnini
vórðu brúkt. Og tann, sum
visti nakað um slík nøvn,
segði frá teimum, soleiðis
at tey vórðu borin víðari til
tey, sum eftir komu.
Nógv staðarnøvn hvørva
eisini, so hvørt sum eitt nú
bygdirnar vaksa, og menn-
ingin breiðir seg. Tí er
neyðugt at bjarga teimum,
meðan onkur enn er, sum
minnist tey. Og ber so til at
fáa eina mynd av einum
staði, áðrenn ein útgrevstur,
ella ein brimgarður verður
lagdur, er tað virðismikið at
goyma. Hetta er mentanar-
arvur, sum hvørvur, vísa
teir báðir, Jóannes og
Heini, á.
Skráseta staðarnøvn
í Sandavági
Millum teirra, sum vóru á samkomuni í Sandavági miku-
kvøldið, vóru eisini heimildarmenn, sum hava latið upplýsing-
ar til stóra staðarnavnasavnið
Mynd: Edvard Joensen
Jóannes Heinesen
og Heini F.
Petersen hava í
skjótt eitt manna-
minni savnað
næstan 1.300
staðarnøvn í
Sandavágs
Kommunu. Støðini
eru avmyndað og
nøvn sett á mynd-
irnar. Á samkomu í
Sandavági
mikukvøldið vístu
teir arbeiðið fram
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
3
2