fríggjadagur 14. mai 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 91 - 14. mai 2004
Nr. 91 - 14. mai 2004
5
100 ára merkir
Umframt at HBog KÍ bæði gerast 100 í ár, fyllir
altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, eisini runt.
Og á Postverki Føroya hava tey so gjørt av, at hetta
er nakað, sum skal markerast.
24. mai verða tvey nýggj frímerki givin út, sum mar-
kera 100 ára dagarnar. Annað merkið er áljóðandi 5
krónur, og avmyndar hetta teir báðar, Kurt Mørkøre og
Hans á Lag í dysti millum HB og KÍ. Hartil eru nýggju
100-ára búmerkini hjá teimum báðum feløgnum av-
myndað á frímerkinum.
Hitt merkið - sum altso markerar dagin hjá FIFA –
er áljóðandi 6,50 kr., og er motivið her ein dystarmynd
frá fótbóltslandsdystinum millum Føroyar og Týsk-
land, sum varð leiktur á Tórsvølli í fjør.
Tað er Símun á Høvdanum í Klaksvík, sum hevur
tikið myndirnar, sum verða nýttar á frímerkjunum.
-jm
Til gongu til Vestmanna
á Bátastevnu
Gongufeløg fara aftur í ár at skipa fyri
gongutúri til Vestmanna í sambandi við
bátastevnuna, sum verður har 15. mai.
Hesaferð verður gingið eftir gomlu varða-
gøtuni úr Saksun
GONGUTÚRUR
Tíðindaskriv
Gongufeløgini í Vágum, Havn og Eysturoynni gjørdu
í fjør ein gongutúr til Vestmannar í sambandi við Báta-
stevnuna Kjalarvatn.
Hetta varð ein góður túrur. Stuttligt var at fylgjast
við gongufólkum úr øðrum feløgum, og hugnaligt var
at koma til Vestmannar, síggja bátarnir og hitta fólk, so
semja varð um at endurtaka tiltakið.
Bátastevnan Kjalarvatn verður aftur nú leygardagin
15. mai. Tá ætla gongubólkarnir at ganga til Vest-
mannar, so vit síggja bátarnir, tá teir stevna norður
gjøgnum Vestmannasund.
– So komið øll gongufólk og latið okkum aftur
stevna móti Vestmanna hesaferð eftir gomlu varðagøt-
uni úr Saksun. Neyðugt er at melda seg til á kunn-
ingarstovunum, so vit kunnu skipa fyri farti til Saks-
unardalin, haðani byrjað verður at ganga kl. 11. Buss-
ur fer úr Havn kl. 10, og er áhugi fyri tí, verður eisini
skipað fyri bussi aftur úr Vestmanna. Vágafólk og
Eysturoyingar í bili sleppa upp í bussin við tunnils-
munnan í Kollafirði.
Tilmelding fer fram á kunningustovunum kring
landið.
Bárður Nielsen,
landsstýrismaður við
fíggjarmálum, sigur,
at hann fer ikki at
biðja um meira pen-
ing, nú fíggjarnevnd-
in hevur gjørt av at
skerja seks milliónir
netto á hansara máls-
økjum
FÍGGJARLÓG
Hans Kárason Mikkelsen,
hans@sosialurin.fo
- Vit mugu royna at tillaga
okkum teimum broyting-
um, sum fíggjarnevndin er
komin við, segði Báður
Nielsen, landsstýrismaður
við fíggjarmálum, í tingi-
num týsdagin, tá fíggjar-
lógin var til viðgerðar.
Men hann leggur afturat,
at nøkur ting verða helst
trupul at liva upp til. Til
dømis vísir hann á rentu-
stuðulin.
- Tað sum eg serliga havi
gjørt vart við, tað er rentu-
stuðulin, sum er ein játtan,
ið eg ikki vænti kemur at
halda, sigur Bárður Niel-
sen.
Men hann ætlar sær ikki
at biðja um fleiri pengar, tá
Løgtingið hevur triðju og
síðstu viðgerð hósdagin.
- Eg ætli mær ikki at
biðja um fleiri pengar. Tað
liggur ikki til landsstýris-
mannin við fíggjarmálum
at biðja um fleiri pengar, so
eg má royna at halda meg
til tað, sum eg nú einaferð
fái játtað, sigur Bárður
Nielsen.
Hann sigur tó eisini, at
tað kann væl verða, at rent-
an fer upp. Um tað hendir,
fær Bárður Nielsen brúk
fyri eykajáttan til rentu-
stuðulin. Fíggjarnevndin
metir ikki, at stórvegis
rentu-hækking er á veg.
- Hetta er ein meting.
Tað kann verða, at teir fáa
rætt, og tað kann verða, at
eg fái rætt, sigur Bárður
Nielsen.
Bárður Nielsen svaraði
eisini í Løgtinginum upp á
tær viðmerkingar hjá fíggj-
arnevndini um, at ávísir
grunnar og landsstovnar
ikki eru tiknir við á fíggjar-
lógina, og at hetta "er í stríð
við stýrisskipanarlógina."
- Trupulleikin við grunn-
um og landsstovnum er ein
gamal trupulleiki, sigur
landsstýrismaðurin
og
leggur afturat, at hann
væntar ikki, at hann klárar
at fáa hesi tingini upp á
pláss til komandi fíggjar-
lóg, sum fíggjarnevndin
annars eftirlýsir. Hetta tí
fíggjarlógin fyri 2005 skal
leggjast fram um einar
fimm mánaðir.
Løgtingsgrannskoðarar-
nir og løgtingsnevndirnar
hava nú í fleiri ár víst á tru-
pulleikarnar, uttan at nakað
er tikið til eftirtektar.
Triðja viðgerð av fíggj-
arlógini er í Løgtinginum
hósdagin.
Í næstum fer kórið
Tarira, undir leiðslu
av Sunleivi Rasmus-
sen, á konsertferð í
Føroyum
KONSERTFERÐ
tíðindaskriv
Konsertirnar verða hildnar
í fýra ymiskum kirkjum
kring landið, og skráin
bjóðar uppá 3 sera spenn-
andi verk, sum ikki hava
verðið framførd áður her á
landi. Talan er um eitt verk
eftir Robert Whyte og tvey
verk eftir Arvo Pärt, og
skráin er sostatt samansett
av heilt gomlum enskum
renesansu-tónleiki
eftir
Whyte, sum livdi i tíðar-
skeiðnum 1535-1574 og so
nýggjum estoniskum tón-
um eftir Pärt, sum er føddur
í 1935, júst 400 ár eftir
Whyte. Tað er ikki av tilvild
at hesi 3 verkini eru á somu
konsertskrá, tí hóast heilar
4 øldir eru imillum tey, so
hava tekstirnir felags evni,
nevnliga
páskirnar
og
hvítusunnuna. Hartil nýtir
Pärt í hesum báðum verk-
unum
tey
kirkjutonalu
tónasløgini, sum eisini
vórðu nýtt í renesansuni.
Fýra tónleikarar eru við í
ferðini, teir eru Sámal Pet-
ersen violin, Nicolas Kap-
nas bratsch, Jens Chr.
Guttesen cello, og Heðin
Kambsdal, orgul.
Konsertirnar, sum verða
hildnar á ferðini eru:
Sunnudagin 16. mai í
Sandavágs kirkju kl. 15.00
Sunnudagin 23. mai í
Gøtu kirkju kl. 16.00
Fríggjadagin 28. mai í
Húsavíkar kirkju kl. 19.00
Sunnudagin 31. mai í
Vesturkirkjuni í Havn kl.
19.30
Konsertirnar vara ein
tíma uttan steðg og eru
ókeypis. Hetta er ein frálík-
ur
og
einanstandandi
møguleiki at hoyra nýggjan
og góðan gamlan kórtón-
leik.
Tarira á konsertferð kring landið
Eg biði ikki um meir
Tey bæði fótbóltsfrímerkini, sum markera 100 ára dag-
arnar, verða givin út 24. mai
Eg ætli mær ikki at biðja um
fleiri pengar. Tað liggur ikki
til landsstýrismannin við
fíggjarmálum at biðja um
fleiri pengar, so eg má royna
at halda meg til tað, sum eg
nú einaferð fái játtað, sigur
Bárður Nielsen
Frá sunnudegnum komandi og tey bæði eftirfylgjandi vikuskiftini fer Tarira at hava framførslur
kring landið
Eftir leiðandi arbeiðs-
royndir í bankaverð-
ini, politisku fyrisit-
ingini og vinnuni skal
40 ára gamla Mathea
Hilduberg nú royna
seg millum penslar,
málningar og stand-
myndir sum nýggjur
leiðari á Listasavni
Føroya. – Eg elski
nýggjar avbjóðingar,
og tað fjølbroytta og
skapandi við hesum
starvi er lokkandi,
men eg fari ikki at
royna meg sum lista-
kvinnu, sigur Mathea
Hilduberg flennandi
LIST
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Hon hevur starvast m.a.
sum
projektleiðari
og
marknaðarleiðari í Føroya
Sparikassa, búskaparfrøð-
ingur á Løgmansskrivstov-
uni og fíggjarstjóri á p/f
Snodd, og frá 1. juli er
karrierukvinnan
ovasti
myndugleikin á Listaskál-
anum. Eftir tíggju um-
sóknir fall valið og stóra
ábyrgdin á 40 ára gomlu
Mathea Hilduberg, sum
eftir royndir í bankaverðini,
politisku fyrisitingini og
vinnulívinum nú skal leiða
listarliga heimin víðari.
Sjálv metir hon tó ikki, at
munurin er so stórur á nú-
verandi starvi samanborið
við
áðurevndu
arbeiði
hennara.
Gamlar royndir í
nýggjum yrki
– Leiðarastarvið á Lista-
savninum hevur nógv til
felags
við
áðurnevndu
royndir mínar í t.d. Spari-
kassanum, tí í báðum før-
um er nýskapan og ný-
hugsan ein fortreyt fyri
menning, eins og nýggja
starvið í Listaskálanum
eisini er projektorienterað,
sigur Mathea Hilduberg.
Hon greiðir frá, at eitt
neyðugt kynstur er støðugt
at finna fram til nýggj
konsept, og at hetta eisini er
ætlanin í nýggja starvinum.
– Eg síggi hópin av
menningarmøguleikum fyri
Listaskálan, og m.a. tí er
starvið attraktivt, greiðir
Mathea frá. Hon sigur seg
elska nýggjar avbjóðingar,
og tí er nýggja starvið ein
náttúrlig gongd í persón-
ligu menning hennara.
– Hóast eg nú taki við
einum
nýggjum
starvi,
kunnu royndirnar frá fyrr-
verandi størvum takast við
og í stóran mun nýtast, sig-
ur nýggi leiðarin á Lista-
skálanum.
Listfrøðingur afturat
Hóast hon verður ovasti
myndugleiki Listaskálans,
verður talan á fyrsta sinni í
føroyskum høpi um eina
tvístreingjaða leiðslu við
Matheu og einum nýggjum
listfrøðingi, sum í nærm-
astu framtíð skal setast.
– Hóast tað ikki er ókent
uttanlands, hevur hesin
bygnaður ikki verið roynd-
ur áður í Listaskálanum, og
meðan eg skal taka mær av
tí fíggjarliga, marknaðar-
liga
og
umsitingarliga,
verður uppgávan hjá list-
frøðinginum at hava sjálva
listina undir hond, greiðir
Mathea frá. Við hesum
sipar hon til, at listfrøð-
ingurin fyrst og fremst skal
hava ábyrgdina av savnin-
um,
framsýningum
og
listarligum raðfestingum.
– Eg ímyndi mær, at hetta
uppgávubýtið bert kann
verða til fyrimuns fyri
Listaskálan, tí fyrr hevur
ein einsmallur stjóri havt
alt undir sær, hóast talan er
um tvey heilt ymisk øki,
sigur Mathea Hilduberg.
Hon sigur, at ein av fyrstu
uppgávum hennara er at
ogna sær betri innlit í og
vitan um føroyska listar-
lívið.
Heldur seg til tað
fíggjarliga
Fyri Matheu Hilduberg er
Listaskálin tó ikki eitt
ókent umhvørvi, tí fyrst í
árinum hevur hon í tveir
mánaðir arbeitt við eini
verkætlan við aðalenda-
málinum at fáa skrásett alla
føroyska list, sum er tengd
at Listaskálanum. Umframt
hetta eru myndir tiknar av
øllum verkum, og data-
grunnur Listaskálans er
ajourførdur. Hetta megnar
arbeiði hevur Mathea stað-
ið fyri, og tí er hon ikki
heilt ókend í mentanarhá-
borgini í Gundadali.
– Hesa tíðina havi eg
upplivað eina sera góða
atmosferu og umhvørvi á
Listaskálanum, og tað hev-
ur jú eisini verið ein orsøk
til, at eg søkti um leiðara-
starvið, sigur nýklakti leið-
arin á Listaskálanum.
Spurd, um hon sjálv hev-
ur gjørt nakað við list, ella
um nýggja starvið fer at
eggja hana sjálva at royna
seg sum listakvinnu, er
Mathea avgjørd.
– Nei nei, eg kenni mínar
avmarkingar, og eg fari so
neyvan at gera meg gald-
andi sum nakar listarligur
meistari,
sigur
Mathea
Hilduberg flennandi. Hon
sigur, at hennara uppgáva
fyrst og fremst verður at
skapa karmar fyri einum
blómandi mentanarlívi í
Listaskálanum, men so fer
hon altso ikki longur, held-
ur hon smílandi fyri.
Tey ungu skulu við
Viðvíkjandi endamálum og
nýggjum ætlanum, Mathea
saman við listfrøðinginum
ætlar at fremja, liggur
henni nógv á hjarta, men
fyrst og fremst nevnir hon,
at listin skal gerast attrak-
tivari fyri unga ættarliðið.
– Hetta kann m.a. fremj-
ast við nærri samstarvi
millum
Listaskálan
og
skúlar kring landið, og
størri dentur skal leggjast á
gransking innanfyri list,
sigur Mathea Hilduberg.
Aðalendamálini eru um-
framt hetta at savna og
varðveita listarligu fram-
leiðsluna, at gera føroysku
listina sjónligari uttanlands,
at fáa fleiri vitjandi um vet-
urin, tá Listaskálin mangan
stendur tómur, og til seinast
at betra um kunningar-
viðurskiftini á Listaskál-
anum, so vitjandi vit øktari
upplýsing fáa eina so kvali-
tativa uppliving sum gjør-
ligt.
- Ymsir hættir eru at
røkka hesum endamálum,
og tað er uppgávan, eg og
ein komandi listfrøðingur
skulu finna fram til, sigur
Mathea.
Stór ábyrgd
Karrierukvinnan við roynd-
um úr bankaheiminum,
politisku fyrisitingini og
vinnulívinum setir sostatt
hol á eitt nýtt tíðarskeið,
hesaferð á listarliga økin-
um, og sær hon eina stóra
ábyrgd fyri framman.
– Listin hevur so ómeta-
ligan týdning, tí hon av-
speglar á ein ella annan hátt
samfelagsligu gongdina og
menningina, og so hvørt
sum mentan okkara broyt-
ist, avmyndast hetta í list-
ini, heldur Mathea. Hon
metir seg tí hava eina stóra
ábyrgd sum ovasti mynd-
ugleikin á Listasavni Før-
oya, og hóast hon neyvan
sjálv tekur pensil í hond,
men heldur seg til tað
fíggjarliga, tykist leiðarin
vera tilvitað um tann heim,
hon í næstum skal føra
víðari.
Fer ikki at taka pensil í hond
Aldur: 40 ár
Hjúnastøða: Gift og trý børn
Bústaður: Í Havn
Útbúgving: Búskaparfrøðingur við sergrein í
marknaðarføring
Starv: Fimm ára sáttmáli við Listasavn Føroya
Fyrrverandi størv: Føroya Sparikassi,
Løgmansskrivstovan, Granskingarráðið, P/f Snodd,
Bikuben (danskur peningastovnur)
Fakta um Matheu Hilduberg
- Listin hevur so ómetaligan týdning, tí hon avspeglar á ein ella annan hátt samfelagsligu gongdina og menningina, og so hvørt sum mentan okkara broytist,
avmyndast hetta í listini, heldur Mathea Hilduberg, nýggjur leiðari á Listasavni Føroya
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
5
4