fríggjadagur 14. mai 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 91 - 14. mai 2004
Nr. 91 - 14. mai 2004
7
– Úrslitini av túrinum
til Moskva síggjast ikki
beinanvegin; nakrar
føroyskar fyritøkur
eru longu bidnar um
at koma við tilboðum.
Vit fáa at síggja, hvat
spyrst burtur úr
teimum. Men eitt er so
komið burtur úr. Før-
oyskar fyritøkur
funnu saman í
Moskva, og líkt er til,
at tær fara at taka seg
saman í áhugabólkar
at gera framhaldandi
átøk at fáa dyggara
samvinnu við russisk-
ar keyparar. Menn-
ingarstovan er sjálv-
sagt til dystin fús at
stuðla hesum bólkun-
um við sínum sam-
bondum og vitan, og
sama fer russiski kon-
sulin í Føroyum at
gera
SKERJINGAR
Jan Müller
Dagurin í morgin verður
lagnudagur fyri Menning-
arstovuna og møguliga
eisini fyri menning av før-
oyskari vinnu. Tá skal
løgtingið taka støðu til eina
munandi skerjing av játtan-
ini til Menningarstovuna,
sum mong meta føroyska
samfelagið ongantíð hevur
havt so nógv brúk fyri sum
júst nú. Verður stovnurin
skerdur fer hetta eisini at
skerja møguleikar okkara at
bróta upp úr nýggjum og
royna nýggjar vørur, nýggj-
ar marknaðir og nýggja
vinnur. Ein orsøk til at
skerja Menningarstovuna
er ónøgd yvir eitt nú ferð til
Moskva herfyri. Vit spurdu
Kjartan Kristiansen, stjóra,
nú atfinningarnar frá ávís-
um politikarum hava verið
so harðar, um Menningar-
stovan yvirhøvur ger nakað
til nyttu, og um hann ikki
skammast við at hava lokk-
að føroyingar á framsýning
í Moskva, eftir tí sum frætt-
ist á skeiva framsýning?
Stjórin á Menningarstov-
uni sigur, at gamalt er, at
rørt tú ikki út, fiskar tú
heldur ikki. – Tað nyttar
ikki at liggja heima við hús
og vænta, at fiskurin kemur
til tín. Vilt tú selja, mást tú
fara har, keyparin er. Tú
mást hitta keyparan og vísa
honum tað, tú hevur at
bjóða. Sum eitt útflutnings-
ráð er tað uppgávan hjá
okkum at gera Føroyar og
føroyskar fyritøkur sjón-
ligar og áhugaverdar hjá út-
lendskum
keyparum.
Royndirnar hjá okkum í
Føroyum og hjá øllum út-
flutningsráðum eru, at tú
fært mest burtur úr við at
fara á framsýningar uttan-
lands, har keyparin kann
sammeta tað, sum tú hevur
at bjóða við tað, sum aðrir
seljarar hava at bjóða. Øll
árini frá 1995 til 1999 stóðu
føroyskar fyritøkur seg væl
á fiskivinnuframsýningum
í Skotlandi og Íslandi. Tær
vóru framúr kappingarførar
bæði í góðsku og prísi.
– Jú, men hetta eru stórar
framsýningar, har nógvir
bjóða seg fram, og sum
verða væl vitjaðar. Hví fara
tit so á eina so lítla
framsýning í Moskva?
– Framsýningin í Skot-
landi er tíverri við at gerast
lítil. Fiskivinnan í Skot-
landi og í øllum ES londum
er í kreppu, og tí verður lít-
ið keypt har. Í dag er størsti
básurin á Fishing í Skot-
landi tíverri ølbarrin.
Men rætt er tað, at fram-
sýningin í Moskva var ein
lítil framsýning, og hon var
lokal, v.ø.o.. russisk. Men
framsýningin var ein fiski-
vinnuframsýning.
Hin
framsýningin,
Seafood
Russia, varð hildin knappa
viku frammanundan Og var
fyrstu ferð hildin í ár. Sum
navnið sigur, var hon ein
fiskasøluframsýning
og
varð fyriskipað av einari
enskari fyritøku, meðan
framsýningin,
sum
vit
valdu - FISH 2004 - varð
hildin 4. árið í ár. Hon
verður fyriskipað av The
State Fisheries Committee
of the Russian Federation
og stuðlað av vinnunevnd-
ini hjá dumuni og býráð-
num í Moskva.
Kjartan Kristiansen sigur
víðari, at teir seint í fjør
heyst fóru undir at kanna
møguleikarnar fyri at bjóða
føroyskar fyritøkur fram í
eysturevropéisku londun-
um og serliga í Russlandi.
Fiskaprísirnir í Evropa eru
vánaligir, og hugurin hjá
evropéisku fiskivinnuni at
keypa útgerð og tænastur er
ikki tann stóri í dag. -Vit
hava ein hóp av russiskum
fiski- og flutnings-skipum
rundanum Føroyar, bæði úr
Norður Russlandi og úr
Kaliningrad. Tvær fram-
sýningar vóru at velja ímill-
um. Seafood Russia fór
helst at verða lítil, tí ongir
framsýnarar teknaðu seg til
hana. Í samráði við russiska
umboðsmannin í Føroyum
og við føroysku vinnuna
valdu vit so at fara á FISH
2004.
Lítil og kortini stór
framsýning
– Men hví valdu tit so
yvirhøvur at fara á eina
lítla
framsýning?
Eina
framsýning sum eftir tí, sum
frættist, mest var at líkna
við ein sight-seeing túr?
– Allar framsýningar í
Russlandi eru lítlar. Sjálvt
um russiski búskapurin er í
menning, og sjálvt um
marknaðarbúskapur er við
at taka seg upp, er Russland
enn rættiliga merkt av síni
kommunistisku og mið-
stýrdu fortíð. Tú kanst so
bíða, til viðurskiftini eru
vorðin sum í vestur Evropa,
ella tú kanst royna møgu-
leikarnar í dag. Vit valdu at
royna møguleikarnar, og vit
høvdu góð fólk at hjálpa
okkum.
Russiska konsulátið í
Føroyum visti at siga, at
fiskivinnuframsýningin fór
at vera frægasta høvi hjá
okkum at fáa reiðaríini í
Murmansk og Arkangelsk
at koma at hitta føroysku
veitararnar av útgerð og
tænastum.
Konsulátið
gjørdi eitt megnar arbeiði at
fáa umboð fyri reiðaríini at
koma. Teinurin at koma úr
Murmansk og Arkangelsk
til Moskva er sum at fara úr
Trónd-heimi til Milano,
men kortini komu í hvussu
so er 3 reiðarí á fram-
sýningina at hitta føroysku
fyritøkurnar, og fleiri onnur
komu, sum høvdu frætt um
føroysku fyritøkurnar.
Føroyskar
fiskasølur
høvdu eisini áhuga í at
koma við á føroyskan bás á
hesari fiskivinnuframsýn-
ingini. Fleiri høvdu longu
selt til Russlands og vildu
royna at menna síni sam-
bond. Óneyðugt at siga,
gongst illa at sleppa av við
smáttfallandi hýsu og upsa,
og russiski marknaðurin
fyri laksi er áhugaverdur.
Gjøgnum donsku sendi-
stovuna í Moskva fingu vit
samband við fleiri fiska-
keyparar í Moskva-økinum,
sum
beinanvegin
vóru
áhugaðir í at koma at vitja
føroysku fiskasølurnar á
framsýningini.
So ístaðin fyri at standa á
einari framsýning og bíða
eftir, at ein møguligur
keypari kom fram við,
gjørdu allir partar, konsu-
látið, luttakandi fyritøkur-
nar, sendistovan og Menn-
ingarstovan, eitt stórt ar-
beiði at fáa áhugaverdar
keyparar at koma á fram-
sýningina at vitja føroyska
básin. Líka til framsýningin
endaði
komu
russiskar
fyritøkur at hitta tær føro-
ysku.
Ein fiskivinnuframsýn-
ing í Moskva dregur ikki
ein hóp av vanligum fólki,
sum hevur áhuga í fiski-
vinnu, sum t.d. í Íslandi og
í Føroyum. Til FISH 2004
komu bert fólk, sum høvdu
handilsligan áhuga í fiski
og fiskivinnu. Tí er eitt
vitjunartal upp á 3.000 eitt
stórt tal í Moskva. Hetta
fingu vit upplýst sum vitj-
unartalið, og vit eru sann-
førd um, at øll hesi 3.000
vitjaðu føroyska básin. Til
samanburðar kann verða
sagt, at Seafood Russia
hevði "bert" 2.000 vitjandi
- eisini eitt stórt tal, tá
hugsað verður um, at eisini
hetta eru vitjandi við hand-
ilsligum áhuga.
Ætlað burturav sum
handilsligt átak
– Tað frættist, at føroyska
ferðalagið var rættiliga
stórt, og at mong ikki vistu,
hvat tey skuldu gera í
Moskva?
– Frá byrjan ætlaði
Menningarstovan, at luttøk-
an á FISH 2004 skuldi fyri-
skipast sum ein handilsferð
og luttøka á framsýningini.
Men áðrenn vit óraðu,
var tað sum um fleiri hildu,
at vit høvdu longu funnið
miðið og nýggjar veiði-
møguleikar. Hugsa tær, um
fyrstu royndartúrarnir hjá
John Dam høvdu fingið
fleiri skip í fylgi. Fyrsti
túrurin hjá Vesturvarða eftir
rækjum gav ikki nógv, og
høvdu fleiri skip verið við,
sum væntaðu sær fong,
høvdu tey so sanniliga mett
tað sum ein bummtúr.
Vit kunnu als ikki sam-
meta okkum við John Dam,
men ferðin til Moskva
hevði sama langsiktaða
endamál
sum
royndar-
fiskiskapur. Vit vita longu,
at tað ber til at selja til russ-
ar - eina rúgvu av tænastum
og vørum á reduni í Havn
og laks og annað til Russ-
lands. Ongin av teimum,
sum bjóðaðu seg fram á
FISH 2004, fekk færri enn
tríggjar fundir við áhuga-
verdar russiskar fyritøkur,
og fleiri av teimum, sum
vóru lagstir afturat ferða-
lagnum, fingu bæði ein og
tveir fundir. Russiska kon-
sulátið í Føroyum gjørdi
eitt ótrúliga stórt arbeiði
fyri síni mongu sambond í
Føroyum, og nógv av tí
eydnaðist, um ikki alt. Og
framvegis kemur hópur av
fyrispurningum.
Úrslitini av túrinum til
Moskva síggjast ikki bein-
anvegin; nakrar føroyskar
fyritøkur eru longu bidnar
um at koma við tilboðum.
Vit fáa at síggja, hvat spyrst
burtur úr teimum. Men eitt
er so komið burtur úr.
Føroyskar fyritøkur funnu
saman í Moskva, og líkt er
til, at tær fara at taka seg
saman í áhugabólkar at
gera framhaldandi átøk at
fáa dyggara samvinnu við
russiskar keyparar. Menn-
ingarstovan er sjálvsagt til
dystin fús at stuðla hesum
bólkunum við sínum sam-
bondum og vitan, og sama
fer russiski konsulin í Før-
oyum at gera.
Minni játtan til
Menningarstovuna
fer at raka meint, og
nógvar ætlanir mugu
sleppast um somu tíð
sum roynt verður at
menna aðrar vinnur
SKERJINGAR
Jan Müller
Íslendingar hava í mong ár
miðvíst arbeitt við at
menna aðrar vinnur. Tað
hevur ikki gingið illa hjá
teimum, men nústaðni er
verulig gongd komin á.
Síggja vit burtur frá alu-
miniums framleiðsluni, var
útflutningurin av fiski og
fiskavørum í 2001 82 % av
øllum
útflutninginum.
Onnur ídnaðarframleiðsla
stóð fyri 8 % og landbún-
aðarvørur fyri 2 %. Verður
hugt at, hvar Ísland fær
útlendskt gjaldoyra, sæst
tó, at einans 40 % stavar frá
fiski. Aluminium gav 15%,
ferðavinnan 12%, flutn-
ingsvinnan 12% og tænast-
ur 11%.
Fyrstu tíðina eftir kreppu
-árini, mentist onnur vinna
í Føroyum, men tá fiska-
meingi,
fiskaprísir
og
laksaprísir bara fóru upp
eftir, gloymdu vit aftur
framtíðina. Eisini tá vórðu
játtaninar til gransking og
vinnu-menning skerdar, og
nú mest ræður um at menna
framtíðarvinnur, halda vit á
fram at skera niður upp á
gransking og vinnumenn-
ing.
– Fíggjarárið er meira
enn triðingsgingið, nú tit
missa hálva millión. . Tað
er kanska ikki sum at siga
tað, at spara hálva miljón í
eftirverandi 7 mánaðunum
av árinum?
– Nei, tað verður ikki
lætt. Í 1993 vórðu vit skerd
við 300 tús. kr., men tá
vóru Føroyar í størstu
kreppuni nakrantíð, og alla
staðir varð skorið niður. Nú
tykist tað meira sum um vit
ætla at gera kreppuna
størri, drýggja okkum hana.
Sjálvsagt fer tað at kenn-
ast meint hjá okkum, og
nógvar ætlanir mugu slepp-
ast. Men vit fara framhald-
andi at royna at skapa før-
oyskum fyritøkum nýggjar
marknaðir
og
nýggjar
avbjóðingar - tað er okkara
størsta avbjóðing.
Íslendingar hava nústaðni fingið ferð á
Væl
nøgdur
við
Menn-
ingar-
stovu
SKERJING
Jan Müller
Verður tað upp til
Bjarna
Djurholm,
landsstýrismann,
so
verður Menningarstov-
an ikki skerd, soleiðis
sum ein meiriluti í
Fíggjarnevndini mælir
til. Men hann fær einki
gjørt við tað, um
meiriluti av tinginum
tekur undir við hesum.
–
Menningarstovan
hevur eftir øllum at
døma eitt orð á sær
millum fleiri løgtings-
menn, sum eg haldi
kundi
verið
betri.
Sjálvur havi eg verið
sera væl nøgdur við
Menningarstovuna, tá
vit hava havt brúk fyri
henni. Kjartan Krist-
iansen, stjóri er ein
nærlagdur maður, og
tað, sum er sagt um
hann eitt nú á tingi,
hevur hann ikki for-
tjent. So kann man
altíð tjakast um antin
konseptið er rætt ella
skeivt. Í skrivandi løtu
vita vit ikki, hvørja
lagnu Menningarstov-
an fær.
Mugu
menna
aðrar
vinnur
– fyri at vaksa um
okkara útflutning
SKERJINGAR
Jan Müller
Í gjár var triðja og
endaliga viðgerðin av
fíggjarlógini, og varð
álvari gjørdur av ætl-
anini
hjá
Fíggjar-
nevndini, so verður
Menningastovan skerd
við hálvari millión
krónum. Vit spurdu
Kjartan Kristiansen,
um hetta er úrslitið av
túrinum til Moskva
herfyri!
– Nei, tað trúgvi eg
ikki. Vit eru ikki ein-
asti vinnuframastovn-
ur, sum er skorin nógv
á
hesi
fíggjarlóg.
Skerjingarnar gera tað
sera torført hjá okkum
og øðrum at gera átøk
og arbeiði, sum kunnu
vera við til at finna
føroyingum
nýggjar
vinnuvegir ístaðin fyri
teir, sum nú hvørva.
Við ársskiftið løgdu
vit saman við TK Stov-
uni, sum hevði fýra
fólk í arbeiði. Játtanin
til henda stovn varð tá
skorin við 1,3 mió. kr.
Kortini vónaðu vit
onkursvegna at varð-
veita trý teirra í ar-
beiði. Við skerjingini
nú fer hetta ikki at bera
til.
Ikki allur útflutning-
ur úr Føroyum er fisk-
ur, verri enn so. Men
okkara hagtalsskipan
telur bert stertar. Vørur
og tænastur til fiski-
og alivinnu verða ikki
skrásett, telduskipanir
og tænastur frá KT
vinnuni síggjast heldur
ikki.
Ferðavinnan
roynir sjálv at fáa sær
hagtøl. Men tað heilt
nógva av okkara út-
flutningi er fiskur, og
vit fáa ikki vaksið um
annan útflutning, um
vit ikki menna aðrar
vinnur.
Menningarstovan til dystin fús:
Úrslitini síggjast ikki altíð beinanveg
Seinastu tíðina hevur Menningarstovan verið fyri hørðum atfinningum, bæði í sambandi
skerdar játtanir á fíggjarlógini og í sambandi við framsýning í Moskva.Tingmenn úr
ymsum flokkum hava funnist at arbeiðinum hjá Menningarstovuni. Men hvat sigur leiðslan
á hesum stovni, nú tað brýtur í bæði borð. Sosialurin hevur hitt Kjartan Kristiansen, stjóra á
Menningarstovuni. Hann og Menningarstovan hava verið í andgletti í seinastuni. Fyrst var
tað formaðurin í Vinnunevndini, Hendrik Old, sum spurdi: "Hvat Menningar-stovan hevði
gjørt hesi mongu árini,hon hevur verið til.Onki var broytt í útflutninginum til tað betra,tí enn
var fiskur okkara høvuðsútflutningur,ja kanska meira enn tá stovan varð sett á stovn.Hann
hevði trúð,at Menningarstovan skuldi menna annað virksemi."
Síðan kom Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður og varafólkatingslimur úr
Tjóðveldisflokkinum, og spurdi landsstýrismannin í vinnumálum, sum varar av
Menningarstovuni: "um stovan veruliga hevði skipað fyri luttøku á fiskivinnuframsðning í
Moskva,ið mest mundi líkjast eini einkis-sigandi sight-seeing ferð - partvíst upp á landsins
besta,og eftir øllum at døma til eina skeiva framsýning."
Seinast hevur so fíggjarnevnd løgtingsins mælt til, at skarvað verða 500 tús.kr.av ætlaðu
játtanini til stovuna á fíggjarlógini fyri 2004.
FAKTA
Kjartan Kristiansen: – Hann,
ið ikki rør út, fiskar einki
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
7
6