Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mai 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 91 - 14. mai 2004 Nr. 91 - 14. mai 2004 9 Løgfrøðingurin Annfinn V. Hansen sigur, at tað ber ikki til hjá tí almenna at áseta, hvørji hjástørv fólk í føroysku fjøl- miðlunum kunnu røkja og ikki TRÚVIRÐIÐ HJÁ FJØLMIÐLUM Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Í Sosialinum í farnu viku fekk stjórin í Útvarpi Før- oya, Jógvan Jespersen, av grovfílini frá fjølmiðla- fólkunum Una Arge og Brynhild Thomsen, tí hann situr sum stjóri á ÚF, með- an hann samstundis røkir nevndarsess í Føroya Banka. Bæði fjølmiðlafólkini róðu fram undir, at fremsta uppgávan hjá fjølmiðlunum er at hava eftirlit við valdsharrunum, og tí kann stjórastarvið hjá Jógvani Jespersen í Útvarpi Føroya als ikki sameinast við nevndarsessin hjá honum í Føroya Banka. Stýrisskipanin vísir veg Í 1995 varð Stýrisskipan Føroya sett í gildi. Eitt av aðalmálunum við nýggju stýrisskipanin var at fáa eitt greitt býtið millum lóg- gevandi løgtingið og út- innandi landsstýrið. Ein av uppgávunum hjá løgtinginum er at hava eitt vakið eyga við, at lands- stýrið røkir sítt vald á haldgóðan hátt. Fyri at tryggja, at løgtingslimir veruliga kunnu hava eftirlit við landsstýrinum, eru greiðar ásetingar í Stýris- skipanini um, at limir í løgtinginum skulu niður- leggja øll álitisstørv í nevndum og ráðum, sum eru undir eftirliti lands- stýrisins. Løgtingslimur hevur eitt nú ikki loyvið til at røkja ein nevndarsess í Atlantic Airways, sum er stovnur undir landsstýrinum, með- an hann situr í løgtinginum. Henda áseting tryggjar, at løgtingslimir eru skikkaðir at viðgera landsstýrið, uttan at ivi verður sáddur um teirra gegni. Lógleysir fjølmiðlar Meðan greiður skilnaður er ásettur í Stýrisskipanini um, at løgtingið skal verða óheft av landsstýrinum, er støðan heilt øðrvísi í før- oysku fjølmiðlunum. Í Sosialinum í farnu viku varð víst á óhepnu ognar- viðurskiftini á Dimmalætt- ing, Sosialinum og Fregn- um. Eisini varð nevndar- sessurin hjá útvarpsstjóran- um havdur á lofti. Saman- umtikið kundi staðfestast, at ongar greiðar reglur eru fyri fjølmiðlarnar, hvørki tá tosað verður um ognar- viðurskiftið ella leiðsluvið- urskiftið í føroysku fjøl- miðlunum. Tað er undrunarvert, at ongar greiðar ásetingar eru fyri føroysku fjølmiðlar á hesum økjum. Í prinsippin- um røkja løgting og fjøl- miðlar somu uppgávu, tí orðið eftirlit er kjarnuhug- tak hjá báðum pørtum. Vit hava spurt ein av fedrunum til Stýrisskipan Føroya, Annfinn V. Hansen, um ikki greiðar ásetingar áttu at verið fyri føroyskar fjølmiðlarnar, sum tryggj- aðu, at starvsfólk í før- oysku fjølmiðlunum, eins og løgtingslimir, halda fingrarnar burtur frá nevndarsessum og øðrum valdspostum, sum kunnu seta fjølmiðlafólk í eina óskikkaða støðu. Einki formelt vald Ein av hornasteinunum í vesturlendsku samfeløgun- um er trýbýtið av valdinum. Grundhugsjónin handan trýbýtið er, at lóggevandi, útinnandi og dømandi vald- ið skulu hava eftirlit við hvørjum øðrum. Hugtakið, tað fjórða statsvaldið, hevur síðan stungið seg upp. Meðan ting, stjórn og dómstólar eru tey trý statsvøldini, hava fjølmiðlarnir fingið heitið sum fjórða stats- valdið. Omanfyri varð víst á, at meðan greiðar ásetingar eru fyri ting, stjórn og dómstólar í Stýrisskipanini, so valdar lógloysi í Føroy- um fyri fjórða statsvaldið, fjølmiðlarnar. Skuldu greiðar ásetingar ikki eisini verið fyri fjøl- miðlarnir ? – Hóast vit vanliga kalla fjølmiðlarnar fyri fjórða statsvaldið, hava fjølmiðl- arnir formelt einki vald. Tað ber tí ikki til at áseta almennar reglur fyri fólk innan fjølmiðlarnar um hvørjar nevndarsessir, tey ikki skulu røkja, sigur Ann- finn V. Hansen. Hann vísir á, at hóast fjølmiðlarnir formelt einki vald hava, so er veruleikin øðrvísi. – Føroysku fjølmiðlarnir hava ómetaliga stórt vald, og fleiri dømið eru um, har fjølmiðlarnir stýra viðgerð- ini av málum. Løgfrøðiliga sæð ber kortini ikki til frá almennari síðu at lóggeva fyri einum ávísum bólki (fjølmiðlunum, blðm) um, hvørji størv starvsfólkini kunnu røkja og ikki, vísir Annfinn V. Hansen á. Innanhýsir lógir Útvarp – og Sjónvarp Før- oya eru bæði fevnd av lógunum um public ser- vice. Public Service áset- ingin áleggur báðum stovn- unum at hava eina ávísa breidd í tíðindaflutinginum. Spurdur, um onnur løg- dømi ikki hava greiðar reglur fyri, hvørji hjástørv skattagjaldarans fjølmiðla- fólk kunnu røkja, svarar Annfinn V. Hansen, at van- liga hava almennir fjøl- miðlar í øðrum londum innanhýsis lógir á hesum økinum. Í leygardagssosialinum greiddi stjórin í SVF, Mikkjal Helmsdal frá, at stovnurin um ársskiftið 2001/2002 setti slíkar regl- ur í gildið fyri starvsfólkini í SVF. Í hinum almenna fjøl- miðlunum, Útvarpi Føroya, eru ikki nakrar fastar mannagongdir um, hvørji hjástørv starvsfólkini á stovninum kunnu røkja. Privat frítikin Meðan ÚF og SVF mugu lúka Public Service treytir- nar, hava privatu miðlarnir eitt størri frælsi. Annfinn V. Hansen greiðir frá, at løg- frøðiliga hava privatu miðl- arnir nógv størri frælsi enn almennu miðlarnir-eisini tá tað kemur til starvsfólka- politikk Hann vísir á, at tað er nógv torførari at áleggja privatu miðlunum reglur enn almennu miðlunum. Velur tað almenna at gera reglur fyri starvsfólkini á privatu miðlunum um, hvørji størv tey kunnu røkja, so ger tað almenna seg inn á grundlógartryggj- aða rættin hjá borgaranum, og tað er ógvuliga vanda- mikið, sigur Annfinn V. Hansen løgfrøðingur at enda. Føroyskt brúdleyps- øl Í samband við øl- stevnu í Valby um vikuskiftið, hevur Føroya Bjór gjørt eina serliga Fríð- rik og Mary øl BRÚDLEYPSØL Páll Holm Johannsen pall@sosialurin.fo Um vikuskiftið verður árliga øl-stevnan í Valby-høllini. Seinastu árini hevur Føroya Bjór luttikið á stevn- uni, og aftur í ár fer Føroya Bjór at hava ein bás. Bryggjaríini á stevnuni koma úr fleiri ymiskum londum, og góð 400 sløg av øli verða at fáa á stevnuni. Í samband við kongaliga brúdleypið fríggjadagin, hava fyrireikararnir á øl- stevnuni eggja luttak- arunum at bryggja eina serliga Fríðrik og Mary øl. Á Føroya Bjór tóku tey av møgu- leikanum, og við sær í viðførinum til Dan- markar verður ein før- oysk brúdleypsøl. Av Føroya Bjór verður sagt, at ølin minnir nógv um páskabryggið, sum hevur verið heiðrað fleiri ferðir. Sum skilst hava eini 30 bryggja- ríir gjørt eina konga- liga øl, og sunnudagin er ætlanin at kjósa bestu ølina á stevnuni í Valby-høllini. Spenn- andi verður at fylgja, hvussu føroyska brúd- leypsølið fer at standa seg. Brúdleypsølið frá Føroya Bjór Mynd: Jens Kristian Vang Fjølmiðlar í leysum lofti Løgfrøðingurin, Annfinn V. Hansen, sigur at tað ber ikki til hjá tí almenna at áseta, hvørji hjástørv fólk í føroysku fjølmiðlunum kunnu røkja og ikki. Mynd: Savnsmynd Nógv tiltøk byrja við, at einstaklingar ganga á odda og draga tað almenna aftaná sær og tað er at fegnast um, sigur Landsstýrismaðuri n í almanna- og heilsumálum UNDANGONGU- FÓLK Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tá ið Hans Pauli Strøm fekk umsóknina frá Alz- heimer felagnum um at fíggja eina miðstøð fyri minnisveik í Havnini, saman við Tórshavnar Kommunu, var tað skjótt at niðurstøðan varð at hetta var eitt tiltak, sum tað var vert at stuðla. Talan er um eina tvey ára royndarverkætlan og hvat víðari hendir, verður so tikið upp aftur, tá ið royndartíðin er liðug í 2006. Eins og greitt er frá í hinari greinini, er talan um at gera eina miðstøð fyri minnisveik og teirra avvarðandi. – Eg kann ikki annað enn fegnast um, at tað eru einstaklingar, sum ganga á odda og taka stig til ymisk tiltøk, sigur Hans Pauli Strøm. Hann sigur, at veru- leikin er, at tað eru nógv góð tiltøk, sum eru byrj- að við, at einstaklingar hava gingið á odda og hava síðani drigið tað almenna aftaná sær. – Sostatt eru nógv til- tøk fingin á føtur, sum annars kanska ikki høvdu sæð dagsins ljós, ella í øllum førum høvdu verið seinkað. Men sjálvandi skal støða í hvørjum einstøk- um føri takast til um tal- an er um eitt gagnligt til- tøk, tí vit mugu eisini hava í huga, at tað er skattaborgarans pening- ur, vit umsita. Hans Pauli Strøm leggur kortini dent á, at hóast tað í mongum før- um eru einstaklingar, sum ganga á odda, má hetta ikki brúkast sum ein umbering hjá tí al- menna at sleppa sær undan teimum skyldum, tað almenna hevur. – Men við tiltøkum sum hevur, eru einstakl- ingar við til at vísa á gongdar leiðir og tað er ikki annað enn at fegnast um, sigur landsstýris- maðurin. Vánaligar umstøður Hann ásannar, at um- støðurnar hjá teimum minnisveiku eru alt ann- að enn góðar. – Tað eru alt ov fá røkt- arheimspláss og støðan hjá teimum, sum búgva heima, eru eisini sera vánaligar. – Tí er tað at fegnast um, at Alzheimer felagið tekur stig til eitt dagtil- boð, har endamálið er at stimbra tey minnisveiku, fyri at royna at varðveita tann førleika, tey hava og fyri at tey kunnu hava samband við onnur. Samstundis letur eitt dagtilboð til minnisveik upp á Tjarnargarði, og tað fær eisini fígging á fíggjarlógini, sigur Hans Pauli Strøm. Fegnast um at ein- staklingar ganga á odda Umstøðurnar hjá teimum minnisveiku, eru alt annað enn góðar og tí er tað at fegnast um, at Alzheimer felagið vil ganga á odda, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýris- maður í almanna- og heilsumálum Árið í ár verður eitt rættiligt frambrot fyri tey, sum eru minnisveik í Havn og teirra avvarðandi MINNISVEIK Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Táið tosað verður um eldrarøkt, verða tey minnis- veiku oftani tikin fram, sum ein bólkur, ið krevur heilt serligar umstøður. Men árið í ár verður eitt rættiligt frambrot fyri tey minnisveiku í Havn og teirra avvarðandi. Ì ár lata nevniliga ikki færri enn tveir dagstovnar upp í Havnini, sum eru ætlaði minnisveikum og teirra avvarðandi. Tað hevur fyrr verið frammi, at Tórshavnar Býráð ætlar at gera dag- umlætting til minnisveik á Tjarnargarði, sum er gamla Marinustøðin. Har verður pláss fyri 12 fólkum og tað letur upp í september. Men nú hevur Alz- heimer-felagið eisini tikið stig til at lata eina miðstøð upp í Havn fyri minnisveik og teirra avvarðandi. Eisini á tí heiminum verða pláss fyri umleið 10 fólkum. Felagið hevur søkt býráð- ið og Landsstýrið um fígg- ing til ætlanina. Sosiala nevnd hjá Býráðnum hevur mælt býráðnum til at sam- tykkja málið. Og landið er eisini sinnað at betala sín part, tí peningur er eisini settur av á fíggjarlógini hjá løgtinginum til endamálið. Tað einasta, sum kundi broyta tað, er at Løgtingið feldi málið, tá ið fíggjarlóg- in fekk sína seinastu og endaligu viðgerð seinna- partin í gjár, eftir at blaðið var farið til prentingar. Men tað var tó ikki vænt- andi. Sigrún Mohr, forkvinna í Alzheimerfelagnum, sigur, at felagið hevur bæði hús og starvsfólk tøkt til sína ætlan. Hon sigur, at verður ætl- anin góðkend, hevur felag- ið fingið tilsøgn um at fáa húsini á Dalavegnum 4 til leigu til endamálið. Tvey ára royndarverkætlan Ætlanin hjá Alzheimer fel- agnum er ein verkætlan, sum gongur yvir tvey ár og tað, sum liggur í kortunum, er, at Tórshavnar Kommuna og landið betala hvør sína helvt. Býráðið fer at taka endaliga støðu til málið seinni, men sosiala nevnd hevur mælt til at samtykkja tað, so tað verður tað allar- helst. Og hendi ikki okkurt heilt óvæntað, samtykti løgtingið seinnapartin í gjár, at landið skal eisini betala sín part. Tilsamans er talan um eina ætlan sum kostar undir tríggjar milliónir hesi bæði næstu árini og talan verður sostatt um eina útreðslu uppá undir hálvaaðru milli- ón tilsamans til landið og kommununa í part. Ætlanin er at byrja beint eftir summarfrítíðina. Bróta upp úr nýggjum Serliga spennandi er ætlan- in hjá Alzheimerfelagnum, tí felagið sigur, at tað tiltak- ið, tey fara undir, er at bróta upp úr nýggjum á hesum øki. Talan er um eina tvey ára royndarverkætlan og ætlan- in er at leggja úrslitið av royndini fram á norður- lendskum Alzheimer-fundi í Føroyum í 2006, tá ið før- oyska Alzheimerfelagið verður vertur. Sigrún Mohr sigur, at endamálið hjá felagnum er at lata upp eina miðstøð fyri minnisveik og avvarð- andi. Hon sigur, at ein partur av hesi miðstøðini verður eitt dagheim, har pláss verður fyri umleið 10 fólk- um. Men ætlanin er eisini at hava eina ráðgeving í hús- inum, bæði fyri avvarðandi og fyri fakfólk. Í vikuskiftunum er ætlan- in at kafé skal vera í húsun- um, har. At enda er ætlanin at hava ein samskipara við serligari útbúgving at vera um minnisveik og teirra avvarðandi knýttan at heiminum. Men hesin samskiparin skal eisini fara til húsar hjá fólki, har minnisveik búgva, at ráðgeva og veg- leiða. – Endamálið við húsin- um er at geva minnisveik- um fólki eitt veruligt inni- hald í lívinum, tí ætlanin er eisini stimbra tey við ser- ligari røkt og sostatt er hetta eisini eitt tiltak, sum fer at gera, at minnisveik kunnu vera longri heima. – Men endamálið er eis- ini at hetta skal vera ein umlætting hjá teimum avvarðandi at minnisveik- um, tí at vera avvarðandi hjá einum minnisveikum er 24-tíma arbeiðið hvørt ein- asta samdøgur og tí er tað ómetaliga krevjandi. Hon sigur eisini, at støð- an á økinum er sera vána- lig. – Tað er ruðuleiki á økin- um. Tað standa eini 150 fólk á listanum yvir tey, sum hava bráðneyðugan tørv á røktarheimsplássum og mett verður, at ein fittur partur av hesum eru minn- isveik, tó at vit ikki kenna talið. Hvørja lagnu miðstøðin fær, tá ið royndartíðin er liðug í 2006, verður tikið upp tá. Skulu gera miðstøðir til minnisveik í Havn Í hesum húsunum á Dalavegi 4, fer Alzheimer felagið í summar at skipa eina miðstøð við nógvum ymsum tilboðum fyri minnisveik og teirra avvarðandi C M Y K 9 8