fríggjadagur 14. mai 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 91 - 14. mai 2004
Nr. 91 - 14. mai 2004
11
Hesar seinastu dagarnar hava vit hoyrt um nakrar sera
løgnar útmeldingar frá Fíggjarnevndini í sambandi við
fíggjarlóg fyri 2004. Hesar útmeldingar boða ikki frá
góðum, tá hugsað verður um, at týðandi stovnar í sam-
felagnum bráddliga verða skornir inn at beini – uttan mun
til avleiðingar. Her er talan um skerjingar uttan mál og
mið, reint kliniskar, kaldar og kyniskar skerjingar, sum als
ikki taka hædd fyri ætlan, vilja og anda í tí skjali, ið sam-
gongan hevur sett út í kortið ella tí tilgongd og menning,
ið er í gongd í samfelagnum.
Vit hava hoyrt um stórar skerjingar á sjúkrahúsøkinum.
Vit hoyra, at einasti lærdi háskúlin er tikin á bóli og
verður steðgaður í síni náttúrligu og spennandi menning.
Vit hoyra, at Menningarstovan, ið trúliga hevur gingið á
odda at síggja nýggjar møguleikar og harvið stuðla undir
at skapa samfelagnum nýggj virði og øktan útflutning,
skal skerjast munandi. Vit hoyra um eina frammanundan
skerda Oljufyrisiting, sum nú – eftir at samgongan og
landsstýrið hava boðað umheiminum frá, at leiting og
orkuspurningar eru raðfestir høgt – skal skerjast uppaftur
meira. Og soleiðis kundi tú hildið fram.
Vit eru als ikki ímóti, at tað verða framdar sparingar, men
at Fíggjarnevndin nú við fyrrv. løgmanni og fíggjar-
málaráðharra á odda, nær sagt taka teppið undan nýggja
landsstýrinum er ovboðið.
Hví skal Menningarstovan skerjast, hví skal Oljufyrisiting
niður í knøðini, hví skal Fróðskaparsetrið stingast í rygg-
in, júst um somu tíð, sum hetta landsstýrið og henda sam-
gonga hava lovað Føroya fólki, at tað vil raðfesta vinnuna
og gransking og nýggjar vinnuvegir hægri! Tað man vera
ein gáta ikki bert fyri tey góðu fólk, sum manna hesar
stovnar men eisini tey mongu, ið hava sett sítt álit til, at
hetta landsstýrið fór at halda síni lyfti og liva upp til sínar
hugsjónir um at gera íløgur í eina langtíðarsiktaða menn-
ing ikki minst innan vinnulív, hægri útbúgving og gransk-
ing.
Tí eru ætlaðu skerjingarnar á Menningarstovuni, Oljufyri-
sitingini og Fróðskaparsetrinum, burturvið og verða tær
framdar, eru tær ein fallitterklering til landsstýrið og
samgonguna á tingi. Hvussu ber tað til, at formaðurin í
Fíggjarnevndini, tykist at kúvenda og tekur saman hendur
við teimum – sum vit vita sum andstøða náttúrliga vilja
royna at seta kílar millum samgonguflokkarnar. Føroya
fólk hevur krav uppá at fáa at vita, hvør orsøkin er og hví
formaðurin í Fíggjarnevndini heldur enn at tryggja sær, at
lyftini í samgonguskjalinum verða sett út í lívið, skapar
totalan forvirring og mistreysti og í veruleikanum skapar
split millum landsstýrismenn og teirra bakland á tingi.
Harfyri er ikki sagt, at tingmenn ikki skulu hava aðrar
meiningar og metingar enn valdu landsstýrisumboðini,
men kann Fíggjarnevndinin skalta og valta sum hon vil
uttan at síggja til, at politikkurin, sum meirilutin í somu
nevnd hevur valt, verður gjøgnumførdur, so hava vit einki
minni enn politiskt kaos., og tað var nettupp tað, sum eitt
nú annars skilagóði núverandi formaður í Fíggjarnevndini
vildi sleppa burtur úr. Tí spyrja vit: hvat er orsøkin til, at
Fíggjarnevndin lokar seg inni í eini dreymaverð og við
knívi í hond tykist geva tí ætlaða politikkinum hjá sam-
gonguni mønusting!
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Her ruggar ikki rætt
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Súsanna Holm
Eg eigi eina 83 ára gamla
mammu, sum síðani hon
var 18 ár hevur búð í Tórs-
havnar Kommunu. Hon
hevur verið ein góður borg-
ari ongantíð ligið nøkrum
til last. Treyðugt vildi hon
taka ímóti heimahjálp, tá ið
hon fyri umleið 5 árum síð-
ani gjørdist sjónligari veik-
ari og staðfest varð at hon
hevði Parkinson. Síðani
hevur hon verið brúkari í
heimarøktini, hjálpin varð
so líðandi økt sum sjúkan
beit fastari og fastari á, tó
oftani ikki fyrr enn man tal-
aði at, vísti á og argumen-
teraði fyri hesum.
Alt hetta gekk til miðan
januar í ár, tá ið mamma
mín datt heima í køkini.
Orsøkin var, metti man
smáar heilabløðingar. Hon
var innløgd á Landssjúka-
húsið, kom í viðgerð og tey
royndu eisini við upptren-
ing. Men mamma mín var
broytt og vorðin so pleygu-
krevjandi at møguleikarnir
fyri at hon kundi koma
heim aftur vóru ikki til
staðar. Sum einasta dóttur í
býr í Føroyum, einkja og
við børnum í skúlaaldri og
undir útbúgving havi eg úr
at gera við at klára dagin og
vegin.
Vit fóru beinanvegin í
hernað við at royna at fáa
eitt
røktarheimspláss.
Mamma mín varð upp-
skrivað fyri nøkrum árum
síðani til Ellisheimið. Men
her var sagt at nú í sjúk-
lingurin ikki var mobilur
longur, ja so var hon ikki
kanditatur til eitt pláss har..
Á Láargarði var mamma
blivin uppskrivað seinni og
hon var eisini komin uppá
akuttlistan beint áðrenn jól
2003.
Deildin á Landssjúkra-
húsinum royndi alt sum tey
vóru ment at pressa á, eg
sjálv havi leypandi verið í
samband við Lágargarð og
víst á støðuna og roynt at
argumentera, fái altíð for-
stáilsi men eg komi ikki
longur. Eg havi verið og
tosað vil leiðandi sosialráð-
gevara
í
Tórshavnar
Kommunu, fyri at fáa
mammu mína upp á akutt-
listan og aftur nú, fyri at
kunna um støðuna enni
aftaná fallið í januar. Eisini
her møti eg forstáilsi, men
onga hjálp.
Alla staðni verður sagt
hevur tú roynt at ringt til
Sandoyar til Vágarnar, royn
tað........ og síðani turka tey
sínar hendur uppí eitt
handklæði og tú stendur
sum
avvarðandi
einsa-
mallur eftir við ábyrgdini at
fylgja uppgávuni upp.
Samstundis
gjørdust
støðan meira og meira
trupul, mamma mín var
ikki nakar lættur sjúklingur
á eini meddicinskari deild,
har í álvarsama sjúkir sjúk-
lingar koma og fara og ofta
liva sína síðstu tíð. At enda
var eg biðin at koma til eina
samtalu, har í eg fekk at
vita, at klagur vóru komnar
orsakað av hennara ófrið og
rópan. Orsakað av hesum
og orsakað av at mamma
mín ikki hevði útlit til at fáa
eitt
røktarheimspláss
í
bræði, var tann avgerð tikin
at mamma mátti doyvast
niður so hon ikki longur var
til ampa fyri hinar sjúkling-
arnar.
Enn eina ferð royndi
deildin at tosa við Tórs-
havnar Kommunu og eg
sjálv fór enn eina ferð at
tosa við Lágargarð og
Sosialu Deild og segði
teimum frá hesi ólukkuligu
støðu, men uttan úrslit.
Í neyð míni setti eg meg í
samband við Landsstýris-
mannin í Almannamálum
kunnaði hann um støðuna.
Hann royndi at fáa eitt av
sínum embætisfólkum at
hyggja uppá sakina, men í
skrivandi stund eru vit ikki
komin nærri einum úrsliti.
Síðani leygardagin 1. mai
havi eg ikki verið í kontakt
við mammu mína. Hon
liggur í eini song, verður
tikin upp í bað um morg-
unin, fær at eta men síðani
doyvd niður. At henda
viðgerð skjótt fer at geva
álvarsamar fylgir fyri likam
og sál havi eg fingið at vita.
Men nú er hon ikki til ampa
fyri eina flugu.
Eg má sum borgari í hes-
um landi og sum menniskja
tala at hesi framferð móti
einum menniskja. Hetta er
at taka ræðið av einum
menniskja ið hevur verið
ført fyri at tala sína egnu
søk. Hetta er átaluvert og
skammiligt at slíkt skal fara
fram í einum demokratiskt
kristnum samfelagið. Eg
kann ikki lasta nøkrum
stovni ella nøkrum starvs-
fólki, tí øll hava gjørt ta ið
tey vóru ment og innan fyri
tær rammur ið vóru teim-
um álagdar av landsins
myndugleikum.
Eftir stendur at hetta er
ein politiskur spurningur,
her er talan um eitt menn-
iskja ið ikki er pláss fyri í
okkara samfelagi og sum
tískil má beinast til at tiga
og verða friðarligt. Tá ið
hetta kann bera til í okkara
demokratiskt kristna sam-
felagið, er tað mín meting
at ikki er langt til at vit
gloypa tí bita, sum gevur
loyvi til at taka lívið frá
fólki ið eru óynskt, besver-
lig, ið ikki passa inn í tær
av okkara politikarum skip-
aðu rammum.
Eg veit hvat í mamma
mín ynskir, hon ynskir at
sleppa heim, men skilir at
tað ber ikki til og at hon má
fáa hjálp til næstan alt. Eg
fái tað argument frá Tórs-
havnar Kommunu at so
nógv onnur eru í somu tøðu
sum vit - eg má spyrja um
man metir at tað legimen-
tarar trupulleikan at so
nógv onnur miðalaldrandi
fólk í bæði arbeiða, hava
børn heima og í útbúgving,
fyriuttan ommubørn, eisini
skulu passa teirra gomlu
foreldur í áravís. Hevur
nærkar hugsa um hvussu
tey gomlu hava tað við at
verða uppá skift hjá sínum
børnum - hevur nakar polit-
ikari mett at tað var neyð-
ugt við einum eldraráðið í
fekst við annað enn bingo
og at skipa fyri útferðum?
Eftir stendur at vit hava
eitt samfelag ið als ikki
virðir síni gomlu. Vit hoyra
ferð aftaná ferð politikarar
argumentera fyri at fleiri og
fleiri og fleiri eldri verða,
tvs. at tey verða ein størri
og størri útreiðsla fyri sam-
felagið. Eg spyrji hvussu
nógv prosent av árgang-
inum frá 1904 og niðureftir
liva enn? Hevur okkara
samfelag ikki ráð til at geva
hesum aftaná at tey hava
búð sum longst heima og
gerast sjúk og veik eitt
virðiligt lívskvøld? Vilja tit
sum sita í Løgtinginum
flytast uppá skift millum
tykkara børn tí onki pláss
er fyri tykkum?
At eitt gamalt hampa-
fólk, ið dettur um í køkini
hjá sær sjálvum skal enda
sum eitt fløskuhálspro-
blem, niðurdoyvt so at tað
ikki er til ampa fyri sam-
felagið má eg sum dóttur
og ikki minst menniskja
tala at.
Hetta er okkara land
Johan Dahl
løgtingsmaður
Tórshavn 12.05.2004
Tað hevur verið við ávísum
millumbilum tosað aftur og
fram um fyrimunir og vans-
ar við ES og møguligum
framtíðar limaskapi fyri
Føroyar og í hvørjum líki
hesin so kemur at verða.
Tær
kanningar
sum
gjørdar eru hvørt vit vilja
verða partur av hesum fe-
lagskapi ella ikki, hvat víst
at meirilutin av føroyingum
ikki ynskir limaskap í ES -
í hvussu so er ikki enn.
Kundi hugsað mær, at ein
av orsøkunum til at flestu
føringar siga nei, ivaleyst er
grundað á manglandi vitan
um ES og so tann ræðu-
myndin, sum verður sett
fram, at vit verða nærmast
etnir av hesum øgiliga
bureaukratii og fáa lítla og
onga ávirkan framhaldandi
á okkara heimligu viður-
skifti, tað verið seg tey
politisku,
fíggjarligu,
vinnuligu og sosialu.
Hin, og ivaleyst tann
størta orsøkin er, at okkara
fiskivinnupolitikkur
als
ikki er í trá við ES fiski-
vinnupolitikkin, men tað
sær út til, at fleiri ES lond
m.a. Bretland og Danmark
eru við fáa eyguni upp fyri
hesum alt vaksandi trupul-
leika fyri teirra fiskivinnu
bæði á sjógvi og landið og
koma at krevja broytingar,
eins og Noreg og Ísland, um
tey skulu gerast limir koma
at seta krøv hesum við-
víkjandi um tey skulu inn-
imast í samveldið.
Okkara útflutningur -
hvar fer hann?
Stórt sæð allur okkara út-
flutningur - 95% av fiska-
vørum fer til ES - tvs. ES er
okkara størsti avtakara-
marknaður og er harvið
eisini við til at ávirka okk-
ara samfelag meir enn vit
dagliga geva okum far um.
Við teimum londum sum
nú eru løgd afturat ES sam-
veldinum so eru uml. 500
milliónir ES borgarar - vit
eru 48000 borgarar í Føroy-
um og áttu tíkil at kunna
livað sera væl av at gagn-
nýtt hendan marknað um
rætt verður fram farið.
ES- veterinærlóggávan
galdandi í Føroyum
ES veterinærlóggávan hev-
ur verið galdandi í Føroy-
um síðan febr. 2001 og ger
hendan tað, at føroyskir
fiskaúrdráttir tá teir eru
farnir um góðkenda land-
ingarstøð eru at kalla í ES
heimamarknaðinum.
Sama ger seg galdandi
við 3. lands vørum, sum tá
tær hava verið yvir sokall-
aða BIP støð eisini eru at
betrakta sum verðandi í ES.
Ein kann so tosa við og
ímóti, um hendan avtalan er
tann besta fyri okum ella
ikki - tað veldst um eygað,
ið sær.
Vit kunnu ikki renna
undan veruleikanum, tað
hava vit sæð hesar seinastu
dagarnar viðvíkjandi okk-
ara útlfutningi av laksi, har
ES ætlar at áleggja revsitoll
í 200 dagar – vit eru smáir
og sera sárbærir.
Fortreytirnar í samvinnu
okkara við útheimin broyt-
ast støðugt, og tær stóru
búskaparligu og handils-
politisku broytingarnar í
londunum rundanum okk-
um seta føroyskum vinnu-
lívi nýggjar og størri av-
bjóðingar
Hendan gongin er partvís
eitt úrslit av, at samansjóð-
ingin i ES er víðkað, til at
fevna um fleiri samfelags-
øki og lond, tey fyrstu 10
londini av 25 komandi ES
limalondum, eru just nú 1
mai løgd afturat
Tey lond sum ikki eru
limir í ES hava fingið ser-
ligar avtalur, sum knýta tey
nærri at samansjóðingini í
ES.
T.d. londini í Mið og
Eysturevropa hava inntil
tey gerast limir gjørt sam-
vinnuavtalur, sum bera í
sær at tey koma nærri ES
búskaparliga og politiskt.
Hesar avtalur er sum
oftast eitt stig fram á veg-
num móti ES innliman.
Noreg og Ísland - EBS
avtalu við ES
Noreg og Íslands hava t.d.
við teirra EBS (Evropeiska
Búskaparliga Samstarvið)
avtalu fingið nógv tættari
samvinnu við ES á nógvun
týðandi økjum og væntast
kann, at báðir hesir grannar
okra verða limir í ES innan
heilt fá ár - ivaleyst 2-3 ár
frá nú.
Okur hoyrdi fyri kortum,
at Noreg nú umhugsar at
lata vinnulivið í ES fáa
loyvið at eiga upp til 49%
av kapitalinum í fiskiskip-
um, hetta fyri m.a. fram-
haldandi at hava góð viður-
skifti við ES - tó uttan at
verða limir.
Hvar eru Føroyar
staddar í hesum høpi?
Føroyar hava valt at verða
uttan fyri meginrákið í
Evropeiska samstarvinum.
Vit eru ikki við hvørki í
ES, EFTA ella EBS.
Okkara viðurskifti við
ES eru í staðin skipað í eini
handilsavtalu og eini fiski-
veiðuavtalu.
Fyri onnur øki eru ongar
avtalur millum Føroyar og
ES.
Av hesum eru vit blivnir
eftirbátur í handilspolitisku
samansjóðingini í Evropa.
Tann handilsavtalan, sum
vit hava í løtuni, hevur alt
ov trongar karmar viðiv
samskifti við ES og møgu-
leikarnir fyri gagniligari
marknaðartilgongd í gald-
andi avtalu eru avmarkaðir
og ivaleyst fulltroyttir og
hon kemur ikki í longdini at
nøkta tørvin hjá vinnuni.
Tað er tó at gleðast um, at
PAN Europeiska avtalan
væntandi verður góðkend
av ES og kemur at virka frá
1 januar 2005.
Marknaðaratgongdin í
framtíðini alt avgerandi
fyri vinnulívð
Tað at ynskja sær gagn-
ligastu marknaðaratgongd
til ES, uttan at hetta ber í
sær grundleggjandi broyt-
ingar í viðurskiftum okkra
við ES, - minnir ikki sørt
um tá Jacob Haugaard á
sinni lovaði veljarum sínum
undanvind á súkklubreyt-
unum
Ein frí marknaðartil-
gongd, har ongar toll-og
ella tekniskar forðingar eru,
er neyðug fyri kappingar-
føri okra á ES marknaðin-
um.
Tað er neyðugt at gera ser
greitt, at skal gagnligasta
marknaðartilgongdin gerast
veruleiki, er neyðugt við
ørðum samstarvshátti, sum
er víðfevndari enn galdandi
handilsavtala.
Við vunnum rættindum
mugu vit eisini átaka okk-
um skyldur, litið er at ivast
í tí.
Hjá einum samfelag, har
størstiparturin av fram-
leiðsluni verður útfluttur er
sera umráðandi av sam-
vinnan fevnur um annað
enn marknaðarsømdir í
keyparalondunum.
Kappingarføri snýr seg
eisini um, hvussu vit eru
við í ørðum altjóða sam-
starvið, eitt nú um arbeiðs-
marknað, tænastur, sam-
skifti, útbúgving, gransk-
ing, heilsufrøðislig viður-
skifti, útbúgving osv.
Hetta hevur eisini alstór-
an týdning fyri teir karmar
vinnulívið virkar innanfyri.
Vit eru eisini greið yvir,
at tað eru samstarvsformar
sum
geva
gagnligari
marknaðaratgongd
fyri
smátjóðir/lond bæði sjálv-
støðug og tey sum eru knýtt
at einum limalandi við
ávísum sjálvstýrisheimild-
um.
Hesi lond hava vanliga
fingið serskipanir ella und-
antøk í limaskapinum hjá
høvuðslandinum.
Tann nevndin sum gjørdi
tað sokallaða Bláa Álitið
kom til ta niðurstøðu, at
fortreytirnar fyri tey lond,
sum høvdu hesar avtalur og
Føroyar vóru so ymiskar tí
teir búskaparligu og ríkis-
rættarligu
fyritreytirnar
vóru so ymiskar.
Dialogur og samráðingar
eru vegurin fram
Dialogur og samráðingar
eru vegurin fram fyri at fáa
eina góða avtalu við ES,
men vit mugu heldur ikki
verða so bláoygd at halda,
at vit kunnu lata eyguni
aftur fyri umheiminum og
liva sum um verðin stendur
í stað og onki gera við
okkara støðu, tí eitt er púra
greitt - skulu vit gera okum
nakra vón at at virka saman
við ES í kapping við Noreg
og Ísland, sum ídag hava
væl betri avtalur enn vit, so
mugu vit takað annað skinn
um bak og tað skjótt.
Limaskapur - ella hvat er
alternativið?
Skulu vit, sum tað ultima-
tiva taka stigið til ES lima-
skap gjøgnum Ríkisfelags-
skapin í eini avtalu eftir td.
»Álendskum leisti«, har vit
stremba eftir at hava fullan
ræðisrætt
framhaldandi
yvir okkara fiskatilfeingi
og kanska eisini einari
komandi oljuvinnu - ella
skulu vit framhaldandi
royna at hava sokallaða
assosieraða avtalu við ES,
har vit royna at fáa sum
frægast burturúr, men har
okur vita, at tað altíð verður
tað næst ella triðfrægasta
vit fáa burturúr - valið
verður kanska í seinasta
enda als ikki okkara, men
kunnu vit vænta at verða
drigin eftir reyv inn í ES
um Noreg og Ísland velja at
gerast limir.
Í ES samveldinum koma
vørur og tænastur at flóta
ótarnað tvørturum landa-
mørk uttan forðingar av
nøkrum slag fyri limalond-
ini.
Rætt til lesnað arbeiði og
sosialar o.a. tænastur hava
øll somuleiðis.
Tað verður eisini givin
bæði hollur fíggjarligur
stuðul og ráðgeving til
átøk/verkætlanir,
sum
verða mettar at hava vinnu-
frama við sær eins og
mentan, list, gransking o.a.
verður høgt prioriterað.
Ráðstevnan um breiða
kunning um ES -
fyrimunir og vansar
Sambandsflokkurin legði í
2003 uppskot fyri løgtingið
um at skipa fyri ráðstevnu
um fyrimunir og vansar í
samstarvinum við ES, men
hetta uppskot bleiv felt av
tásitandi samgongu.
Tí er tað gleðiligt at
Høgni Hoydal og eisini
vinnan sjálv nú tá trupul-
leikarnir stinga seg upp,
vakna og vilja hava kjak og
kunning um ES og okkara
framtíðarsamskifti við ES
samveldið.
Lat okkum seta okkum
sum mál at fáa hesa ráð-
stevnu skjótast tilber.
Jón Ellendersen
Siti her við einum máli,
sum snýr seg um ein smá-
drong, sum er vorðin kasti-
bløka
hjá
Tórshavnar
kommunu, eins og lítli Pet-
ur er vorðin.
Pápi dreingin, sum er
kendur fyri at nýta harð-
skap bæði móti børnunum,
mammuni at dronginum og
hevur dóm fyri harðskap,
samstundis sum hann hevur
fingið fleiri ávaringar, er
vorðin hetja og hin stóra
stjørnan hjá Tórshavnar
kommunu og Barnavernd-
arnevndini.
Tað løgna, og tragiska í
málinum er, at kommunan
bert hevur lurtað eftir páp-
anum og yvirhøvur ikki
givið mammuni ella for-
eldrum hennara gætur. Páp-
in fær tað sum hann vil
hava.
Men, at drongurin í fleiri
ár hevur vantrivist, er sálar-
liga illa fyri og helst vil
vera hjá mammuni og
ommuni,
hevur
ongan
áhuga
hjá
Tórshavnar
kommunu. Væl vitandi, at
sosiala umhvørvið, drong-
urin livir í, er beinleiðis
hóttandi fyri uppvøskturin,
hevur kommunan lurtað
eftir lygisøgur hjá pápanum
um, at tað er hjá mammuni,
at sosiala umhvørvið er
"konfliktkent"
–
hóast
kommunan ongantíð hevur
gjørt sær ómak at eftir-
kanna, um so er.
Nú vita tey flestu, sum
kenna heimi hjá mammuni
og ommuni, at har eru ikki
fleiri konfliktir enn í flest
øðrum heimum, tvs. heilt
vanligt. Tey vita eisini, at
drongurin hvørja ferð hann
er hjá mammuni og omm-
uni, bønar og biðir um at
sleppa at vera har. Hann vil
ikki heim aftur til pápan.
Men okkara kæri lands-
stýrismaður, Strømmurin
hevur, sum tað ljóðar úr
Tinginum, lagt linjuna: Um
alt er farið rætt fram um-
sitingarliga, so er alt í lagið.
So vertin á, at lívið, bæði
hjá Peturi og dronginum, er
her sigi frá, verður lagt í
skeljasor’.
Vóru vit stødd í Irak,
Rumeniu ella í Týskalandi
undir 2. heimsbardaga, var
tað skiljandi. Men at tílík
mannminkandi
framferð
gongur fyri seg í einum
landi, sum kallar seg demo-
kratiskt og reypar av, at vit
fylgja mannarættindarboð-
unum hjá ST, er einki
annað enn ein ræðusøga.
Vit kunnu bara, øll sum
ein, gera okkum tað niður-
støðu, at:
– Tórshavnar kommuna
hugsar meiri um manna-
gongdir og rættin hjá
starvsfólkinum, enn hon
hugsar um lívið hjá teimum
børnum, sum eru borgarar í
kommununi.
– Hans Pauli Strøm er
ikki verdugur at sita sum
landsins hægsti myndug-
leiki í almennamálum, tí
hann hevur lítlan og ongan
áhuga í teimum, hann er
settur at vera tænari hjá:
børnunum, teimum veiku
og brekaðu. Tað er ringt at
ímynda sær, at hann skal
vera javnaðarmaður og ikki
úr Dansk Folkeparti.
– Bæði kommunan og
landsstýrismaðurin uppføra
seg sum tænastumenn í
teimum nú falnu eystur-
evropeisku diktaturunum.
Og neyvan er seinasta
orðið sagt í hesum málum.
Gud vitið um ikki fleiri
mál av hesum slag fara at
koma fram í ljósmála?
Í øllum føri, fari eg at
takka SvF fyri, at tey so
trúgv hava fylgt málinum
um Petur og ikki lata seg
noyða við, at Hans Pauli
Strøm gevur okkum ein
slutur fyri ein slatur.
VIÐMERKINGAR
Havnar kommuna og Hans P Strøm: Vit búgva ikki í Rumeniu
ES – Fyrimunir og vansar
C
M
Y
K
11
10