fríggjadagur 14. mai 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 91 - 14. mai 2004
Nr. 91 - 14. mai 2004
13
Leygardagin 8. mai
var stór kvinnuráð-
stevna í Falkoner-
teatret í Keypmanna-
havn, har Anne
Graham Lotz, dóttir
heimskenda evangel-
istin Billy Graham,
talaði. Nógv føroysk
andlit vóru at síggja á
hesi ráðstevnu
Øssur Berghamar
Keypmannahavn
Ikki kemst uttanum, at
heimskendi evangelisturin,
Billy Graham, hevur havt
eina ómetaliga stóra ávirk-
an á okkara samtíð. Hann
hevur talað til túsundtals
skarar í stórbýum kring all-
an heimin, og sjálvur minn-
ist eg fundarrøð hansara í
Keypmannahavn í 1965, tá
fleiri túsund fólk - harímill-
um nógvir føroyingar -
savnaðist fyri at hoyra Billy
Graham tala.
Tí hevði tað eisini ser-
stakan áhuga, at dóttirin,
Anne Graham Lotz, skuldi
vitja her í býnum og tala í
Falkonercentrinum. Talan
var um ein stevnudag, sum
nakrir kristnir felagsskapir
skipaðu fyri. Dagurin var
serliga ætlaður kvinnum,
men eisini mennirnir kundu
vera við. Og hendan møgu-
leikan nýtti undirritaði og
aðrir við honum.
Gleddist um føroysku
luttøkuna
Hósdagin var tíðindafund-
ur, har Anne Graham Lotz,
sum er 54 ára gomul,
greiddi eitt sindur frá bak-
grund síni og svaraði
spurningum. Tað var eyð-
sæð, at hon líktist ikki sørt
pápa sínum – bæði í út-
sjónd og framførslu. Væl
fyrireikað, skjótt hugsandi
og greitt talandi.
Eg fekk høvi til at heilsa
upp á Anne Graham Lotz,
og greiddi henni frá, at
nógvir føroyingar fóru at
koma at lurta eftir henni.
Jú, hetta hevði hon fingið at
vita og hetta gleddi hana
nógv. Hon var eftir øllum at
døma greið yvir, at teir
komu langa leið. Seinni
skilti eg, at hon mátti
hyggja í heimskortið fyri at
fáa greiði á, hvar Føroyar
vóru.
Ein blandaður flokkur
Annars var flokkurin, sum
savnaðist í Falkonercentrin-
um leygardagin ein sera
blandaður skari. Har vóru
fólk úr ymiskum kirkjum
og samkomum – talið segð-
ist at vera um 800 fólk. Og
teirra millum vóru nógvir
føroyingar.
Einstøk føroysk ferðaløg
høvdu lagt leiðina til Keyp-
mannahavnar. Eitt nú vóru
nakrar kvinnur úr samkom-
uni Lívdin í Hoyvík. Men
eisini vóru fleiri kvinnur úr
Klaksvík og úr Eystur-
oynni. Harumframt var eis-
ini eitt fitt tal av útisetum
við, so tú sást føroyskar
bólkar standa í ymiskum
krókum og samtala – bæði
áðrenn og aftan á fundirnar.
Ein viðkomandi
boðskapur
Anne Graham Lotz helt
tríggjar talur hendan leyg-
ardagin. Hon talaði út frá
seinastu bók bíbliunnar,
Opinbering
Jóhannesar.
Evnið var »Lítandi inn í
framtíðina við Jesusi.«
Afturvendandi boðskap-
urin var, at eitt livandi sam-
band við Jesus er lívsneyð-
ugt fyri eitt satt andaligt lív.
Nógvar kirkjur og samkom-
ur eru stívnaðar í siðum og
ritalum. Og úrslitið er har-
eftir – eingin verulig kraft.
Áhoyrararnir vóru mintir
aftur og aftur á, at krossur
Kristusar er ein týðandi
miðdepul í lívi hins kristna.
Tí tað er bert har syndafyri-
geving og reinsan er at fáa.
Eisini undirstrikaði hon
týdningin av dagligari bøn
og bíbliulesnaði. Hóast
Anne Graham Lotz umtal-
aði seg sjálva sum eina van-
liga húsmóðir, var tað skill-
igt, at júst hetta er ein ber-
andi partur av hennara egna
lívi.
Evangeliskur tráður
Fruktin fellur ikki langt frá
trænum – plaga vit at siga.
Og tað var eins og orðaval-
ið hjá Anne Graham Lotz
stundum minti meg á tað,
sum eg havi hoyrt pápa
hennara siga. Men uttan at
tað tók nakað av boðskap-
inum. Tvørturímóti – tú
vart mintur á tað grund-
leggjandi í evangeliinum.
Og Anne Graham Lotz var
eisini sera erlig og opin-
skárað, tá ið hon talaði um
egnu royndir sínar.
Tað kom eisini fram á
tíðindafundinum, har hon
m.a. segði: »Fyri at eg
kundi vera ein kristin, so
var tað ikki nóg mikið, at
eg var dóttir Billy Graham.
Eg mátti sjálv sum ein lítil
genta koma til Harran og
siga, at eg var hørm um
mínar syndir - og biðja
Jesus um at koma inn í
hjarta og lív mítt.«
Anne Graham Lotz í fótafetum faðirsins
Um vikuskiftið
vóru umleið 30-40
føroyingar í Dan-
mark og lurtaðu
eftir Annu Graham
Lotz, sum talaði fyri
umleið 800 áhoyr-
arum í Keypmanna-
havn. Teirra millum
vóru Unn Zach-
ariassen og Lív
Clementsen úr
Lívdini í Hoyvík
Vit eru samdar um, at
boðskapurin var greiður
og viðkomandi. Evnið,
sum hon tosaði um, var
hvussu vit kunnu brúka
tíð í gerandisdegnum, at
vera saman við Jesusi, og
at hava eyguni vend á
Jesus í øllum lívsins um-
støðum. Tað var eisini
sera
inspirerandi
at
hoyra, hvussu Anne Gra-
ham Lotz, út frá Opin-
beringini, við eldhuga
tosaði um himmalin og
hvat bíðar teimum, sum
hava sett sítt álit á Jesus
her.
Undirvíst var eisini í
hvussu trúgvandi kunnu
læra at lesa og granska
Bíbliuna sjálv. Umframt
sera eggjandi talu og
undirvísing var tíð til
góðan lovsong og gott
samfelag.
Unn Zachariassen og Lív
Clementsen um kvinnuráðstevnuna
Anne Graham Lotz (h.m.) á
tíðindafundi í
Keypmannahavn hósdagin 6.
mai. Saman við henni er
Bitten Schriver, leiðari fyri
OM-felagsskapin í Danmark
Nakrar av føroysku kvinnunun í Falkonerteatret leygardagin 8.
mai, f.v.
Unn Zachariassen, Ása Bech, Anna av Rana, Evi
Poulsen, Anja Hansen, Rakul Eysturtún, Lív Clementsen, Anna
Háberg og Jona Nielsen
Her heilsar Unn Zachariassen upp á Annu Graham Lotz
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
14. mai. Kristjan. Teir vita einki um nakað
halgimenni við hesum navni. Navnið er latínskt, gjørt
eftir grikska navninum Kristos, sum aftur er týðing av
tí hebráiska Messiah, ið merkir salvaður.
Minningarhald
Minningarhald fyri Jens Frederiksen,
ið hvarv 6. apríl 2004, verður í Vesturkirkjuni
leygardagin 15. mai kl. 16.
Tey ið ynskja at minnast Jens,
kunnu geva eina gávu til sonin, Kára,
á konto í Føroya Sparikassa.
Familjunnar vegna
Connie og Kári
Tøkk
Øllum tykkum, sum á ymsan hátt gleddu
meg á 80 ára føðingardegnum sendi eg mína
hjartans tøkk og Harrans signing.
Blíðar heilsanir
Petra Holm
Í dag, fríggjadagin 14.
mai, fyllir Elise Holm
í Vági 60 ár. Hon er
ættað úr Vinding í
Danmark,
dóttir
Børge Kokholm úr
Vinding og Else Marie
Kragelund
úr
Tanderup Kjær.
Í 1968 tók Elise
læraraprógv í Nørre
Nissum. Hon var lær-
ari í Spjold í eitt ár, í
Vági í tvey ár, í Santa
Jørgen Skole í Holste-
bro í tvey ár, og síðani
1973 hevur hon aftur
verið lærari í Vági.
Elise
møtti
Óla
Holm, tá eisini
hann las til lærara
í Nørre Nissum.
Tey giftust og eru
búsett í Vági.
Sunnudagin 16. mai
2004 kl. 15.30 letur
Pól Skarðenni
listamaður upp máln-
ingaframsýning í
Glarsmiðjuni í
Bøgøtu 16 í Havn
Á framsýningini vera um-
leið 30 oljumálningar, har
høvuðsevnið er Tórshavn.
Allir málningarnir eru
málaðir úti og á staðnum
framman fyri myndaevnið.
Hesin háttur við at mála úti
verður nevndur »plain-air«
og verður brúktur nógva-
staðni – serliga í USA.
Pól er klaksvíkingur og
útbúgvin
verkfrøðingur,
hann arbeiðir sum lista-
maður og býr í Vatnsoyrum.
Ferniseringin
verður
sunnudagin frá kl. 15.30-
17.30, annars verður fram-
sýningin opin alla viku 21
soleiðis: Mánadag 15.00 -
17.30, týsdag – fríggjadag
10.00 - 17.30, leygardag
10.00 - 12.30.
Elise Holm 60 ár
Pól Skarðenni, listamálari:
Listaframsýning í Glarsmiðjuni
Pól Skarðenni listamaður
málar har sum myndaevnið
er, her málar hann í gomlu
Havnini
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
13
12