Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mai 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 91 - 14. mai 2004 15 Við nýggjastu tøknini ber betur til at síggja niður gjøgnum ba- saltið og bjóðar WesternGeco, sum gjørdi fyrstu seis- misku kanningarnar undan 1. útbjóðing, seg fram til at loysa basaltknútin. Nú er so eftir at okkurt felag setir borin í basaltið OLJURÁÐSTEVNA Jan Müller Millum mongu útlendsku luttakarar á oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum vóru umboð fyri fleiri al- tjóðan seismikkfeløg, teirra millum tveir gamlir kenn- ingar frá føroyska land- grunninum, nevniliga Western og Geco Prakla. Hesi feløgini eru í dag eitt felag men arbeiddu hvør í sínum lag, tá farið av álvara varð undir at skjóta seis- mikk á landgrunninum undan 1. útbjóðing. West- ern stóð fyri tí stóra seis- miska kanningarprojektin- um miðskeiðis í 90-unum, sum hevði til endamál at rudda slóð fyri tí fyrstu útbjóðingini. Hesaferð hevði eitt av WesternGeco umboðunum framløgu á ráðstevnuni og varð eisini eitt stórt seis- miskt kort av føroysku undirgrundini lagt á gólvið í Norðurlandahúsinum. Tað eru nýggjastu tulkingarnar av einum parti av land- grunninum, har tað m.a. ber til at síggja botnin á basaltinum og somuleiðis strukturar í fláunum undir basaltinum. Phil Schearer, sum stend- ur fyri marknaðarføringini av seismiskum vørum hjá WesternGeco sigur, at ráðstevnan vísti, at stórur áhugi er fyri føroyska land- gruninum og er tað eisini í tráð við metingarnar hjá WesternGeco. – Vit hava gjørt nógv arbeiði fyri oljufeløgini her og hóast fýra brunnar eru boraðir, og teir fyri tað mesta hava verið turrir, so finst kortini ein framtíð á landgrunninum. Vit vóna sjálvandi at fáa nýggjar uppgávur frá oljufeløgun- um, men vit hava so eisini nakað at bjóða av seismikki sigur Phil Schearer, sum leggur dent á, at tað hevur borið til at síggja betur gjøgnum basaltið við lág- frekvensum. Felagið hevur so eisini gjørt uppskot til serstakar kanningar á havnbotninum, sum eisini kunnu vera við til at svara týðandi spurningum. Hjá WesternGeco halda tey, at verður hildið fram við miðvísum kanningum, so kann Føroyar sum land ganga eini spennandi fram- tíð á møti. – Vit vóna, at stór oljufund verða gjørd og vilja so bjóða okkum fram til at vera partur av hesi framtíð við okkara virksemi. Her verður so sanniliga nógv at gera, um oljufeløgini ynskja tað. Phil Schearer heldur fyri, at nú brunnar bara eru bor- aðir í einum avmarkaðum øki við nærum teimum somu arbeiðsskráunum og playmodellunum, so fara oljufeløgini, tá tey seinni fara at bora gjøgnum ba- saltið at møta nýggjum og spennandi avbjóðingum. Fyrr ella seinni fer onkur at bora gjøgnum basaltið og finna fram til, hvat er undir har. SKERJINGAR Jan Müller Fíggjarnevndin ætlar at skerja játtan til Oljufyri- sitingina við eini millión. Keldur blaðið hevur tos- að við halda tað vera sera løgið, at Fíggjarnevndin kemur við slíkum upp- skoti, stutt eftir at Olju- málaráðið er niðurlagt og eftir at landsstýrismaður- in í oljumálum staðiliga hevur víst á, at oljufyri- sitingin fer ikki at vera lægri raðfest, men at man fer at brúka nógva orku uppá at fáa altjóða olju- feløg at vísa eini kom- andi rundu ans. Nú skilst, at Fíggjarnevndin hevur tikið avgerð um at skerja Oljufyrisitingina við eini risaupphædd, uttan so mikið sum at tosa við hvørki landsstýrismann og stjóra á Oljufyrisiting um avleiðingarnar av hesum. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður sigur, at hann sá ikki tølini frá Fíggjarnevndini, fyrr enn øll onnur sóu tey. Tvs. at hann var ikki kunnaður um, hvat nevndin fekst við, – Tá eg sá tølini gjørdi eg viðmerkingar til tey og gjørdi greitt, at tað ber ikki til, at Olju- fyristingin verður so nógv skorin.Eg bað tí sum eitt minimum um at fáa eina hálva millión oman á aftur. Sakliga sæð kann man siga, at tað eiga tey at klára seg við, tí tey hava uppgávur, sum kanska fáa minni rað- festing, nú meðan upp- gávur sum hava við 2. Útbjóðing at gera, hava somu raðfesting sum frammanundan. – Men hvat nú um tað kortini fer at mangla í? – Eg havi sagt, at tað er í bestu sannføring, at uppskotið fór úr lands- stýrinum á sinni. Eg skal gera, hvat eg kann fyri at rætta meg eftir løgting- sins vilja, men er tað so, at tað er ikki nokk, so tilskili eg mær rætt at venda mær aftur til landsstýrismannin í fíggjarmálum við tí fyri eyga at venda sær til løgtingið. – Undrar tað teg ikki, at tín partamaður í Fíggjarnevndini, sum sjálvur hevur lagt stóran dent á oljutilgongdini í undanfarna landsstýri nú uttan at tosa við hvørki teg ella leiðslu á Olju- fyrisiting strikar eina millión av hesum øki við einum pennastroki? – Eg haldi ikki, at tað er serliga umhugsið. Eg má bara staðfesta, at Fíggjarnevndin hevur gjørt nakrar upppriori- teringar á íløguøkinum. Og fyri at gera tað út- reiðsluneutralt, so hevur man klipt av ymsa staðni. Men eg hevði hildið tað verið rætt, at skuldu sparingar verið framdar, so átti tað at verið lands- stýrismaðurin á økinum, sum kom við uppskotin- um og ikki Fíggjar- nevndin. – Hóast alt má eg halda, at vit í Vinnu- málaráðnum eru meira inni í rakstrarviðurskift- unum hjá hvørjum stovni sær enn hvat Fíggjar- nevndin er. Raðfestinganar á íløgusíðuni eru m.a. keikantur í Vági, kanning av tunli í Borðoynni, vegastubbi til Rituvíkar, keinkantur í Dímun osfr. Vilja skerja Olju- fyrisiting meira WesternGeco: Halda seg framat at loysa basaltknút Phil Schearer, marknaðarstjóri hjá seismikkfelagnum WesternGeco : -Okkara royndir við at brúka lágfrekvens í seismikkinum ger tað møguligt at síggja betri gjøgnum basaltið Mynd Jan Müller WesternGeco legði fram á gólvið í Norðurlandahúsinum sera áhugaverd seismisk kort av lovandi strukturum í føroysku undirgrundini Mynd Jan Müller Partamenninir, Bjarni Djurholm og Anfinn Kallsberg, eru ikki samdur um játtanir til eitt nú Oljufyrisiting 15 14 Nr. 91 - 14. mai 2004 Týsmorgunin vóru føroysku klæðini handað krúnprinsa- parinum. Tað var Trúgvi Johansen, sendimaður á bryggj- uni, sum var til audiens og gav parin- um brúðargávuna úr Føroyum KRÚNPRINSA- BRÚDLEYP Eydna Skaale Eydna@sosialurin.fo Soleiðis síggja tey út, før- oysku klæðini, sum krún- prinsaparið týsmorgunin fekk í brúðargávu frá føroy- ingum. Nógvar hendur hava ver- ið um arbeiðið. Astrid Andreasen hevur við góðari hjálp frá dóttrini Katrin, teknað mynstrið til fyri- klæðið og turriklæðið hjá Mary og til vestin hjá krún- prinsinum. Astrid hevur eisini broderað. Umframt hetta, hevur hon eisini tekn- að silvurið til búnan hjá komandi brúðurini. Bæði mynstrið á fyri- og turri- klæði, vesti og silvuri, mynda sjálvsomu føroysku blómuna fjallabrúður. Jenny Simonsen hevur prikkað mynstrið og fryns- að turriklæðið. Poula Sør- ensen hevur seymað fyrri- og turriklæði. Silvurið er smíðað hjá Niels L. Arge. Mynstrið á silvurinum hjá henni er sjálvsamt, tí umframt at vera einasta eintak, so hava bæði brosjan og belti ein lítlan grønan stein í. Hosur og troyggju til hansara hevur Hanna Ja- cobsen í Sørvági bundið, meðan Elsa Paturson hevur bundið troyggjuna til henn- ara. Løgmansskrivstovan hevur vent sær til tær, sum hava virkað klæðini og bí- lagt arbeiðið. Og týsmorgunin var so úrslitið av nógva stríðnum givið parinum. Einki hevur tó verið at frætt um, hvussu gávan varð móttikin. Í langa tíð hevur sernámsdepilin verið niðurprioriteraður. Depilin, sum skal taka sær av øllum teimum við serligum tørvi, hevur ikki megnað at arbeitt til fullnar undir verandi umstøðum. Skiftandi stjórar, lítil peninga- játtan, slitnir skúla- hentleikar og overvað arbeiðsfólk hevur verið gerandiskostur á Trøðni. Men nú er ætlanin at fara undir arbeiðið at bøta um korini SERNÁMSDEPILIN Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Poul Nolsøe á mentamála- ráðnum sigur, at arbeitt hevur verið við eíni loysn til sernámsdepilin leingi. Nú verður so uppskot lagt fram um at broyta bygnaðin á skúlanum. Sernámsdepil- in og skúlin á Trøðni skulu eftir ætlan ikki vera ein og sami stovnur longur, men skulu skiljast sundur og verða tvær eindir, óheftar av hvørji aðrari. – Sum er, fungerar skúlin ikki sum hann skal. Skúlin á Trøðni, sum hevur til upp- gávu at undirvísa børnum og ungum við serligum tørvi, er lagdur undir Ser- námsdepilin, sum skal taka sær av og ráðgeva øllum við serligum tørvi. Hendan samanleggingin gongur út yvir skúlan, og tískil útyvir undirvísingina. Fyrsta og fremsta uppgávan verður sostatt forsømd, vegna bygnaðin á deplinum. Hetta er nú ætlanin at fara undir at broyta, sigur Poul Nol- søe. Broytingar Sum skilst, er ætlanin at skilja skúlan á Trøðni og sernámsdepilin sundur, so teir verða tvær sjálvvirk- andi eindir. Síðani skal eitt skúlastýri setast, har for- eldur at børnum við ser- ligum tørvi koma at hava nógv at siga. Ein skúlastjóri verður settur, sum kemur at virka beint undir lands- stýrismanninum. Skúlin skal býtast upp í deildir, har deildarleiðarar koma at hava høvuðsábyrgdina. Fleiri fólk skulu setast, serliga sálarfrøðingar. Ætl- anin er at seta eina nevnd at kanna, hvussu hetta best verður skipað. – Ætlanin er eisini, at fáa nakrar serstovur ella ser- tænastueindir kring alt landið. Hesar eindir skulu virka í samstarvi við skúlan á Trøðni og skulu m.a. vera ráðgevnadi. Á hesar stovur skal fólk setast í starv, t.d. er tørvur á fleiri sálarfrøð- ingum. Vit ætla at savna fakbólkar kring landið, og fáa hesar at samstarva við serstovurnar, greiðir Poul Nolsøe frá. Hetta fer at gera sítt til, at børnini á bygdun- um ikki verða noydd at fara til Havnar, men kunnu fáa hjálp og ráðgeving nærri heimbygdini. Hann sigur, at arbeitt verður fram ímóti at fáa eina heildarætlan til børnini við serligum tørvi, so for- eldrini ikki noyðast at farta runt millum ymsar stovnar við børnunum. – Tað hevði verið ynski- ligt at fingið eina heildar- ætlan fyri barnið, sum er fyri allan dagin í eitt longri tíðarskeið. Soleiðis at for- eldrini vita akkurát hvar barnið er og hvat tað ger. Tað fara vit at royna at áseta við lóg. Tað hevði gjørt gerandisdagin trygg- ari hjá bæði foreldrum og børnum, sigur hann. Væl móttikið Poul Nolsøe greiðir frá, at mentamálaráðið hevði ein kunnandi fund um ætlanina úti á sernámsdeplinum mikudagin, og at ætlanin tyktiskt verða væl móttikin av starvsfólkinum har. – Vit ætla ikki at smoyggja nakað um høvdið á teimum, og tískíl verða allar broytingar gjørdar í samráð við starvsfólkið á Sernámsdeplinum, leggur Poul dent á. Hetta verður sum skilst eitt stórt stig at fara undir, tí nógvir partar skulu semjast áðrenn nakað kann henda á økinum. Bæði tað almenna, kommunurnar og menta- málaráðið skulu samstarva, um ætlanin skal kunna setast í verk. Síðani skal uppskotið gjøgnum tingið og hetta verður væntandi ikki fyrr enn um heystið 2005 ella 2006. – Nógv kanningararbeiði og nógv nevndararbeiði skal gerast áðrenn ítøkiligu ætlaninar kunnu stingast út í kortið, og so skal játtan fáast úr tinginum, so hetta er ein langtíðarætlan, sigur Poul Nolsøe at enda. Í 2002 kom út eitt álit um hvat skuldi gerast við Ser- námsdepilin, og eru hesar nýggju ætlanir í tráð við hetta álitið. – Starvsfólkini her á Sernámsdeplinum eru sera glað um, at okkurt nú endiliga hendir á økinum. Vit hava verið for- sømd í áratíggjur, og tí er tað at gleð- ast um, at vit endi- liga eru sett á dags- skránna aftur. Tað sigur Eyðun Gaard, ið virkar sum skúla- leiðari á Sernáms- deplinum SERNÁMSDEPILIN Eydna Skaale Eydna@sosialurin.fo – Sjálvsagt hava vit ym- iskar holdningar til broytingina, hetta eru álvarsligar kollveltingar, talan er um. Men sum heild eru vit ógvuliga fegin um, at okkurt hend- ir á økinum. Og at tað er lagt í eina tíðarrammu. Ikki bara leys lyfti. Eyðun sigur, at tey síggja broytingarnar sum nakað positivt, og at tey ganga hesum ímóti við opnum sinni. – Tað er uppá tíðina, at alt verður lagt í fastar rammur her úti. Vit hava ligið í lógloysi í ára- tíggjur og einki er hent. Tað kann man hvørki bjóða næmingum, for- eldrum ella lærarum. Tí síggja vit hetta sum nak- að ógvuliga positivt, sig- ur hann. Hann sigur tað vera gleðiligt, at okkurt nú endilig verður gjørt av tí, sum álitið um Sernáms- depilin staðfesti í 2001. – Álitið hevði kostað sera nógv, um tað skuldi verið ført út í lívið bók- staviliga. Tað hevði nokk ikki verið møguleiki at fingið fíggjarligan upp- bakkning. Spurningurin er so, um tað verður politiskur vilji til at veita fígging til hetta nýggja uppskotið, sigur Eyðun. Hann heldur annars, at tað er sera positivt at de- centralisera skúlan, so- leiðis, at børnini kunnu fáa serhjálp so nær við heimið sum gjørligt. – Tað er ein stórur part- ur av at fáa tey integrerað í samfelagið, at tey sleppa at vera heima, heldur Eyðun. – Skipanin við at hava serstovur runt um landið, sum verða stýrdar cen- tralt er sera góð. À hend- an hátt slepst undan at nakar dettur burturímill- um í eina grázonu, sigur hann. – Men sjálvandi, hetta kostar nógvar pengar, so nú fáa vit at síggja hvussu verður, sigur Eyðun Gaard at enda. Eyðun Gaard, skúlaleiðari á Sernámsdeplinum: Endiliga hendir okkurt Sernámsdepilin umskipast Gávan frá føroyingum er handað C M Y K 14