Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mai 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 91 - 14. mai 2004 Nr. 91 - 14. mai 2004 17 Fríggjadagin eftir vígsluna hjá Fríðriki krúnprinsi og Mary Elisabeth Donaldson í Københavns Dom- kirke fer brúðarparið í hestavogni ígjøg- num Keyp-manna- havnar gøtur til Amalienborg. Øll vóna, at veðurgudar- nir verða blíðir hendan dagin, so at brúðarparið kann heilsa fólkinum í opnum hestavogni KONGALIGT BRÚDLEYP Stefan í Skorini Festligheitirnar í sambandi við kongaliga brúdleypið hava vart meira enn eina viku. Startskotið til brúd- leypið var tann 5. mai, tá tann danska verjan hevði framsýning í Keypmanna- havn fyri kongafamiljuni og almenninginum. Síðani hevur nógv virksemi verið kring kongshúsið hvønn dag við konsert, kappsigl- ing, døgurðum, veitslum og einum ótali av móttøkum. Danir vilja ikki gera tað sama mistakið sum norska kongshúsið gjørdi fyri nøkrum árum síðani, tá krúnprinsurin giftist. Norð- menn siga, at ov lítið varð gjørt burturúr brúdleyp- inum, og hetta hevði við sær, at útlendskir fjølmiðlar ikki góvu brúdleypinum nóg stóran ans. Tí hevur kongshúsið lagt tiltøkini yvir eitt longri tíðarskeið. Endabresturin verður í dag. Veðrið Veðurmenninir lova turt veður fríggjadagin seinna- part, tá hestavognurin fer úr kirkjuni. Men nýggjastu meldingarnar siga, at tað verður regn út á kvøldið. So er at vóna, at tað verður turt inntil brúðarparið aftur er komið undir tak. Fólk í túsundatali verða væntandi í gøtunum fríggjadagin, um tað er gott veður ella ikki. Tíðarætlanin sigur, at vígslan byrjar kl. 15 før- oyska tíð í Københavns Domkirke, har 800 gestir eru innbodnir. Tað er Erik Norman Svendsen, bispur, ið skal standa fyri vígsluni, og hann fer eisini at halda brúdleypstaluna. Ein tíma seinni fer brúðarparið í hestavognin, sum skal føra tey ígjøgnum gøturnar frá Dómkirkjuni, eisini kallað Vor Frue Kirke, til Amal- ienborg. Tað veldst um veðrið, hvat slag av hestavogni brúðarparið fer at koyra í. Um tað verður gott veður og turt, fer brúðarparið at koyra í einum opnum hesta- vogni av slagnum Ba- rouche. Hesin vognurin varð gjørdur Berlin í 1906. Margreta Drotning nýtti hendan sama vognin, tá hon giftist Hendriki prinsi í 1967. Um veðrið ikki er til vildar, verður koyrt í gull- vogninum, sum er lagdur við 24 karat gulli. Hesin vognurin er frá 1840. Ábyrgdarhavandi fyri trygdini hjá brúðarparinum vildi heldur, at tað koyrdi í einum afturlatnum vogni, men kongshúsið vildi held- ur hava ein opnan vogn, um tað á nakran hátt bar til. Hestavognurin við brúð- arparinum fer at koyra frá Vor Frue Kirke eftir Nørre Voldgade og H.C. Ander- sens Boulevard til Ráðhús- plássið. Síðani verður hild- ið fram omaneftir eftir Strøgnum til Kongens Ny- torv og framvið tí Konga- liga Teatrinum. Koyrt verð- ur eftir Bredgade og til Amalienborg slot. Stórt fylgi Tað verður eitt stórt fylgi, sum fer at ríða frá Dóm- kirkjuni og gjøgnum gøtur- nar. Tað verður Garderhus- regimentet, sum fer at eskortera krúnprinsin og brúðrina til Amalienborg. Tilsamans 48 menn á hest- baki fara at fylgja parinum. Kl. 16.40 fer brúðarparið at veitra til fjøldina av balkongini á palænum hjá Christiani VII, sum er ein partur av Amalienborg. Nakað seinni verður koyrt til Fredensborg, har veitsl- an skal standa. Hesuferð eru tað seksti reiðmenn úr ríðifeløgum á Norður- sælandi, sum fara at fylgja parinum á leiðini. Klokkan 20 danska tíð verður so døgurðin á Fred- ensborg slotti, har løg- maður Jóannes Eidesgaard og løgtingsformaður Ed- mund Joensen vera til staðar við frú. Brúdleypsdøgurðin verð- ur í einum 1400 fermetra stórum tjaldi, sum er sett uppí urtagarðinum aftan fyri Fredensborg, har teir 400 gestirnir skulu eta. Aftaná skal brúðarparið dansa brúðarvalsin í Kuppelsalinum, eins og bæði Joachim prinsur og Margreta drotning hava gjørt frammanundan. Møguliga fáa løgmaður og løgtingsformaðurin høvi at fáa ein dans við tí vøkru brúðrini. Øll ynskja gott veður Veðurmenninir lova turt veður fríggjadagin seinnapart, tá hestavognurin fer úr kirkjuni Serliga í Havn halda sethúsini somu sølu- prísir, sum í fjør, vísir uppgerð, sum Spari- kassin hevur gjørt SETHÚSASØLA tíðindaskriv – Tey feskastu hagtølini yvir sethúsasølur í Føroy- um vísa í stuttum, at húsa- prísirnir eru á leið á sama stigi sum somu tíð í fjør. Tað er greitt, hóast ábend- ingar og prát hava verið um búskaparliga afturgongd. – Nýggju hagtølini fevna um handilin við sethúsum í fyrsta ársfjórðingi í ár. Uppgerðin, sum Spari- kassin hevur gjørt, vísir, at sethúsaprísirnir flyta seg ikki nevnivert. Prísurin á sethúsum í høvuðsstaðnun er kvink- aður uppeftir, men broyt- ingin er lítil. Fyrsta árs- fjórðing í 2003 var miðal- prísurin á einum húsum í Havn 1.339.909 krónur, og uppgerðin fyrsta ársfjórð- ing í ár vísir, at prísurin er 1.390.231. Bæði í størri og minni bygdum er prísurin farin nakað niður. Í størri bygd- um var miðalprísurin fyri einum ári síðani 762.647 krónur, men nú er hann 558.030 krónur. Í smærri bygdum var miðalprísurin tann fyrsta ársfjórðingin í 2003 á 888.333 krónum, men fyrsta ársfjórðing í 2004 var prísurin 690.882 krónur. Sethúsahagtølini vísa eisini, at 40 hús vórðu handlað fyrsta ársfjórðing í 2004, og tað er júst hitt sama sum tilsvarandi tíðar- skeið árið fyri. Alt árið í 2003 skiftu 172 hús eigara, meðan talið fyri 2002 var 188. Tølini í uppgerðini hjá Sparikassanum umboða prísin á miðalsethúsum í fríum handli. Tey stava frá Tinglýsingini og eru við- gjørd á slíkan hátt, at tey geva eina mynd av kostn- aðinum, sum vanlig sethús verða keypt og seld fyri. Sethús halda prísirnar 1.390.231 kr. Tað er miðalprísurin fyri eini sethús í høvuðsstaðnum C M Y K 17 16