Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mai 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 91 - 14. mai 2004 Nr. 91 - 14. mai 2004 19 Seinasta leygardag savnaðust tey, sum liðug vórðu í Hoydøl- um í tí Harrans ári 1979. Einir 60 stu- dentar og HF’arar, sum fingu prógv hetta árið, vóru saman ein langan dag, sum end- aði við stórari veitslu á kostdeildini í Hoy- dølum GAMLAR GØTUR Vilmund Jacobsen, vilmund@sosialurin.fo Í fleiri ár hevur verið van- ligt at savna saman familjur við ávísum ættarbondum til stórar veitslur. Eisini hevur verið vanligt, at eitt nú skúlaflokkar ella árgangir av skúlaflokkum og konfir- mantar hittast aftur eftir 10, 15, 20, 25 – ella hvat ára- mál, nú einaferð verður hildið at vera hóskandi. Slík tiltøk eru populer, og vanligt er, at øll, sum kunnu ganga, leita saman aftur, tá ið eitt slíkt høvi býðst. Van- ligt er eisini, at fólk, sum búgva uttanlands, gera tað tey kunnu fyri at verða við, tá ið boð eru eftir teimum. Hetta eru hugnaligar løt- ur, har kenningar hittast eft- ir hesi mongu ár. Summi hava tikið drúgv- ar útbúgvingar og hava fingið týðandi størv. Onnur hava gingið í lívsins skúla, sum sjóvinnan ofta verður rópt, og uppaftur onnur hava slitist á einum flaka- virkisgólvi ella hava havt onnur fyrifallandi arbeiði, sum nú einaferð fullu teim- um í lut. Tú undrast kanska yvir, at fólk eru so lítið broytt. Persónurin, tú kendi fyri 10, 20 ella 25 árum síðan, er framvegis hin sami, hó- ast viðkomandi kanska hevur verið í mongum vási – tað veri seg sum stjóri, politikari, løgfrøðingur, virkisleiðari, sjúkrasystir, skrivstovufólk, sjómaður, vanligur arbeiðsmaður ella heimagangandi húsmóðir. Á eini slíkari veitslu eru øll eins. Eingin munur er á fólki, og spurt verður ikki eftir, hvussu høgt uppi ella hvussu langt niðri á stiga- num, tú hevur verið. Eingin er betur og eingin er verri. Tað, sum ræður um, er at hava tað hugnaligt saman og práta um tíðina, sum far- in er. Tá ið farið verður heim- aftur frá slíkum veitslum, situr tú eftir við góðum minnum um tey, sum tú komst at kenna á ungum ár- um. Liðug í ’79 Seinasta leygardag savnað- ust tey, sum liðug vórðu í Hoydølum í tí Harrans ári 1979. Einir 60 studentar og HF’arar, sum fingu prógv hetta árið, vóru saman ein langan dag, sum endaði við stórari veitslu á kostdeildini í Hoydølum. Hvør í sínum lagi skip- aðu ymisku flokkarnir leygardagin fyri einum drekkamunni tíðliga seinnapartin fyri at saman- sjóða næmingarnar aftur. Onkur flokkur var í Norð- urlandahúsinum, og onkur leitaði aðrar vegir til eitt nú hugnaligan fótbólt ella bowling. Klokkan 15 varð felags pisufundur settur í allar fagrasta veðri í Viðarlund- ini, har somu fólk, sum hildu pisurøðuna í 1979, aftur trinu fram og søgdu tað sama, sum tey søgdu fyri 25 árum síðan. Sólja í Ólavstovu helt røðuna vegna næmingar- nar. Hin røðarin var Finn- bogi Ísakson. Sólja tók afturíaftur tíð- ina, sum farin er: - Nú standa vit aftur her. 25 ár eru gingin, og fyri nógv av okkum kennist tað ikki nógv longri enn tey trý árini, sum vit gingu í Hoy- dølum. Hon segði, at hon hevði funnið fram røðuna, sum hon vegna næmingarnar helt í Viðarlundini, 21. juni 1979. - Í 1979 vóru vit so "kollektiv", at røðan varð skrivað við umboðum úr øllum trimum studenta- flokkunum. Eg fekk æruna at bera hana fram. Hetta var ikki ein løtt uppgáva. Røð- an varð skrivað sama mongun, sum hon varð hildin. Hon varð ongantíð reinskrivað. Sólja segði, at í 1979 var ein blaðmaður so fittur at biðja um røðuna. Tí komu partar av henni á prent. Hon vísti til brotið, sum stóð í myndablaðnum, Nú: "Endiliga eru vit komin á mál eftir trý stuttlig, men eisini strævin ár. Nærum hvønn einasta dag í hesum farna trý ára tíðarbili, er sami spurningur settur okk- um studentum, nevniliga: Hvat skulu tit studera eftir prógvið? Tað sýnist at vera ein almenn uppfatan, at eft- ir lokið students-ella HF- prógv, skalt tú fáa tær eina útbúgving, og síðan fáa tær eitt hvørt vællønt starv í lívinum. Gongur tað ikki, soleiðis sum fólk halda, verður hildið, at hesi árini eru burturspilt og tann fyri- munur, sum vit hava notið frá samfelagnum, er burtur- spiltur. Hetta er tó als ikki rætt. Lærdómur er lættur at bera. Árini kunnu ikki sig- ast at vera burturspilt, hóast prógvið ikki verður brúkt til eina víðari útbúgving. Prógvið gevur eina breiða almenna vitan, sum fer at koma okkum øllum til góð- ar hvønn einasta dag í lívi- num. Og Sólja helt fram – í 1979: Men forðingin fyri eini víðari útbúgving liggur alt ov oftani í teimum karak- terum, sum givnir vera. Tað er ov vánaligt, at karakterir- nir í óviðkomandi læru- greinum skulu vera avger- andi fyri, um tú kanst koma inn á útbúgving ella tann lærustovn, sum tú allarhelst kundi hugsað tær. Karak- tergevingin kann vera ógvuliga tilvildarlig og órættvís. Sum dømi kann nevnast, at um ein málslig- ur studentur fer upp í mate- matik og fær 0, vil hetta nullið antin elva til, at hann dumpar, ella at miðalkarak- terurin versnar í stóran mun - og vinkað verður farvæl til dreymaútbúgvingina. Hon segði, at her er HF- skeiðið eitt stig á røttu leið- ini viðvíkjandi próvtøku. HF-næmingarnir kunnu sleppa upp tríggjar ferðir í somu lærugrein, um úrslit- ið ikki var nøktandi fyrstu ferð. Vit hava nærum øll verið í teirri støðu, at nervarnir hava spælt okkum eitt puss, og vit knappliga einki minnast av tí pensum, sum vit væl og virðiliga hava fyrireikað okkum uppá. Her hevði tað verið gott, um vit høvdu havt møgu- leika fyri at farið uppaftur í hesum lærugreinum. Bara vitanin um, at møguleikin var til steðar, hevði kanska hjálpt uppá nervarnar", segði Sólja í Ólavstovu. Eitt vegamót Finnbogi Ísakson helt eina langa og áhugaverda talu hendan dagin fyri 25 árum síðan. Hann segði, at í lívinum hjá okkum øllum somlum eru nøkur vegamót, nakrir krossvegir, sum vit seinni líta afturá. Kanska undr- andi, kanska glað, kanska spyrjandi. Kanska siga vit, hví vit gjørdu soleiðis tá. Høvdu vit gjørt okkurt ann- að ta løtuna, hevði alt lagað seg øðrvísi. Ella kanska siga vit, at tað var gott, at vit valdu ta røttu leiðina tá – alt hevur legnast av tí besta síðani. Finnbogi vísti á, at tann dagin, vit standa við einum students-ella HF-prógvi í hondini, man ivaleyst vera ein krossvegur – eitt vega- mót hjá teimum flestu. Nú skal veljast. Tann kós, vit fóru inn á sum sjey ára gomul, er endað. Nú skulu nýggjar leiðir gangast. Hann nam eisini við sjálvan skúlan og spurdi, hví so nógv verður gjørt burtur úr týskum. "Hvat í Guðs garði skulu vit terpa týskt til – eitt mál, sum at kalla bert verður tal- að í Týsklandi? Ella franskt, sum mest verður talað í Fraklandi og lítið aðrastaðni?" Hann helt, at fyri tann skuld, at danir einaferð í tíðini hava virt seg sjálvar so lítið, at teir tosaðu franskt við frúuna og týskt við hundin, men bert danskt við tænaran, so er ikki neyðugt hjá okkum enn á døgum at hanga uppi í hesum skitna skjúrtuveli- num. Finnbogi helt fyri, at vit heldur kundu brúkt meira tíð uppá eitt nú spanskt, sum verður tosað í einum nógv størri parti heiminum. "Míni ráð til tykkara skulu vera: Fegnist um tann lærdóm, tit hava nomið hesi árini. Brúkið henda lærdóm tykkum sjálvum og samfel- agnum at gagni. Gangið ikki runt og haldið tykkum vera ov fín ella ov klók til at bretta upp um armar". Finnbogi Ísakson mælti næmingunum til at leggja nýggjar leiðir. "Takið saman hendur við arbeiðandi fjøldini í rætt- vísisstríði hennara og takið saman hendur við teimum, ið stríðast fyri frælsum Før- oyum. Fáur er betur egnað- ur til tað enn tit – tit, sum við øllum tykkara vísdómi eru næstan líka sterk sum tarvurin…" Døgurði Eftir pisufundin í Viðar- lundini, fóru allir næming- arnir ein túr oman á Verts- húsið, og klokkan 19 vórðu felagsmyndir tiknar í Hoy- dølum. Eftir myndatøkuna, var borðreitt við góðum og vælsmakkandi døgurða á kostdeildini í Hoydølum. Tá ið døgurðin var etin, varð farið ein túr yvir í skúlan at hyggja at gomlu hølunum. Her vórðu gomul minnir frískað uppaftur – ikki minst tí, at skúlin at síggja til stórt sæð er hin sami í dag, sum fyri 25 ár- um síðan. Seinni um kvøldið var dansur á kostdeildini, og mong vóru tey, sum hugn- aðu sær til langt út á morg- unin eftir. Fólk fóru glað og ríkað heimaftur. Næmingar í Hoydølum hittust aftur 25 ár seinni Eini 60 fólk, sum tóku prógv í Hoydølum í 1979, eru aftur savnaði uttanfyri skúlans gátt Sólja í Ólavstovu helt røðu vegna næmingarnar í 1979, og hon helt somu røðu aftur seinasta leygardag. Mynd: Vilmund Jacobsen Hann er altíð væl upplagdur, tá ið hann stýgur fram. Tað var hann eisini hendan dagin í Viðarlundini. Finnbogi Ísakson helt pisurøðuna fyri 25 árum síðan. Mynd: Vilmund Jacobsen Hugnaligt var at hitta gamlar kenningar. Mynd: Vilmund Jacobsen Stuttligt var at vitja innar aftur í gomlu skúlastovurnar. Mynd: Vilmund Jacobsen Veðrið var av tí besta, og fólk prátaðu og hugnaðu sær óført. Eftir pisurøðuna, vóru øll á flenniskeið undir sjálvum minnisvarðanum. Hetta var serstakliga hugnaligt. Mynd: Vilmund Jacobsen Dúgvan breyt róðrið Annað róðrið hjá Dúgvuni gekk fyri seinnapartin mikudag- in, og tað hevði við sær, at strandfaraskipið lá nakrar tímar, meðan brekið varð umvælt. Óhappið hendi á Galvi- num, men Dúgvan slapp sjálv til bryggju í Klaksvík, tí skipið hev- ur tvey róður. Avgjørt var tó at leggja skipið beinan vegin, meðan skaðin var bøttur, og hósnáttina varð skaðin so umvældur. Meðan Dúgvan lá, var bara Sam í sigling um Leir- víksfjørð, og bilrøðir- nar vóru tí langar, tá ið Dúgvan fór undir sigl- ingina aftur fyri klokk- an fimm. Í morgun hev- ur Dúgvan siglt sum vanligt. -ek Borðoyanes fekk sleip Vaktarskipið Tjaldri sleipaði í hósnáttina út- róðrarbátin Borðoya- nes, sum hevði fingið maskinbrek. Fráboðan- in kom fyri midnátt í mikukvøldið, og hós- morgunin kom Tjaldrið til Klaksvíkar við útróðrarbátinum. Borð- oyanes var staddur á Føroya Banka, tá ið maskinan gekk fyri. -ek Ringo Starr í Oasis Sonur Ringo Starr, sum var trummuspælaran í The Beatles, roynir seg nú eisini sum trummu- sláari í kendum bólki. Zak Starkey hevur fingið til uppgávu at sita handan trummur- nar í enska bólkinum Oasis, tá ið bólkurin fer at spæla á Glastenbury Festivalinum í summar. Noel Gallagher, sum er oddamaður í bólkinum, sigur, at Zak Starkey hevur spælt við Oasis í studio, og at hann er ein frálíkur tummuspælari. -ek C M Y K 19 18