fríggjadagur 14. mai 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 91 • fríggjadagur • 14. mai 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Sambært viðtøkum
felagsins hevur
Miðvágs Bóltfelag
ikki heimild til taka
seg úr samstarvinum
FS Vágar, uttan so at
hetta verður samtykt
á aðalfundi
FÓTBÓLTSSAMSTARV
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Nógv rumbul hevur verið í
Vágum, síðani tað kom
fram, at nevndin í MB
hevði avgjørt at taka seg úr
FS Vágum. Sum skilst er
stór ónøgd um hesa avgerð,
og nú er eisini komið fram,
at nevndin í MB ikki hevur
heimild til at steðga sam-
starvinum uttan eina serliga
aðalfundarsamtykt.
Í stríð við viðtøkurnar
Í viðtøkunum fyri MB
stendur, at felagið er limur í
ÍSF, FSF og FS Vágum.
Um Miðvágs Bóltfelag skal
melda seg úr einum av hes-
um felagsskapum, skal
hetta samtykjast á aðal-
fundi. Eisini stendur í við-
tøkunum, at í minsta tveir
triðingar av aðalfundinum
skulu atkvøða fyri melda
seg úr, og í minsta lagi 25
limir skulu verða til staðar
á aðalfundinum, um hann
skal verða viðtøkuførur.
Hetta merkir sostatt, at av-
gerðin hjá nevndini í MB
um at melda seg úr FS Vàg-
um er í stríð við viðtøkur
felagsins og harvið ólóglig.
Vit royndu í gjár enn eina-
ferð at fáa fatur á formann-
inum í Miðvágs Bóltfelag,
uttan at hetta tó eydnaðist
okkum.
Sum tað eisini hevur ver-
ið skrivað her í blaðnum
fyrr í vikuni, kravdi nevnd-
in í MB at fáa allar spurn-
ingarnar skrivliga, um hon
skuldi úttala seg til Sosi-
alin, og harafturat skuldi øll
nevndin í Miðvágs Bóltfel-
ag verða til staðar, tá ið
spurningarnir skuldu svar-
ast. Eitt telefaks var tískil
sent vestur við nøkrum
spurningum, men enn er
einki svar komið aftur úr
Miðvági.
Stór ónøgd millum
fólk í Miðvági
Ein av nevndarlimunum í
FS Vágum er miðvingurin
Bjarni Prior, sum eisini
hevur drúgvar royndur sum
aktivur leikari í bæði MB
og FS Vágum. Hann sigur,
at tað er stór ónøgd millum
miðvingar um avgerðina
hjá nevndini í MB. Bjarni
Prior sigur, at fleiri miðv-
ingar, millum annað hann
sjálvur, hava síðani avgerð-
in kom fram, meldað seg úr
Miðvágs
Bóltfelag,
og
fleiri eru á veg at gera tað
sama, sigur Bjarni Prior.
– Mangan hevur man
kent seg einsamallan í fel-
agsarbeiðinum í FS Vág-
um, tí ivi hevur verið um
uppbakningin til felagið,
sigur hann og leggur aftur-
at, at hetta er alt gjørt fyri
skommum síðstu dagarnar,
men nú eru øll á gosi og
stuðla FS Vágum, sigur
Bjarni Prior.
Í Vágum hevur tað eisini
vakt undran, at eingin í FS
Vágum var kunnaður um
avgerðina hjá MB, áðrenn
hon kom fram í fjølmiðlun-
um. Heldur ikki eru leikar-
arnir á felagsliðnum tiknir
við upp á ráð og hava tískil
ikki havt møguleika fyri at
greitt nevndini í MB frá
teirra sjónarmiðum.
Leikararnir stuðla FS
Vágum
Mikukvøldið hevði nevnd-
in í FS Vágum boðað leik-
arunum til fundar í Sanda-
vági, og har fekk nevndin
fyri felagsliðnum at vita, at
allir leikararnir standa aftan
fyri felagsliðið. – Tað var
eingin ivi um, at leikararnir
bakka fult upp um FS
Vágar, og skuldi felagsliðið
blivið upployst, vilja so at
siga allir leikararnir um-
boða SÍF í landskappingini,
sigur Bjarni Prior. – Spæl-
ararnir vóru á einum máli
um, at teir vilja ikki spæla
ímóti hvørjumøðrum, tí teir
vilja stilla upp sum eitt lið,
og kann tað ikki verða sum
FS Vágar, so verður tað
sum SÍF, sigur nevndarlim-
urin í FS Vágum.
Arbeitt verður við eini
loysn
Í løtuni arbeiða fólk í
Vágum við at finna eina
loysn upp á málið, og
Bjarni Prior sigur, at í FS
Vágum bíða tey eftir einum
útspæli frá MB. – Vit hava
enn ikki fingið nakað bræv
frá Miðvágs Bóltfelag um
útmeldingina, og tað haldi
eg verða rættuliga løgið,
sigur hann. Nevndin í SÍF,
sum jú er saman við MB
um felagsliðið FS Vágar,
hevði enn ikki viðgjørt
málið, tá vit tosaðu vestur
hósmorgunin, tí formaðurin
hevur verið uttanlands, men
fundur var væntandi hós-
kvøldið, har málið skuldi
umrøðast.
Sum skilst er ein loysn tó
í eygsjón, men Bjarni Prior
vil ikki koma nærri inn á,
hvat hendan loysnin gongur
út uppá. – Vit bíða fram-
vegis eftir einum útspæli
frá Miðvágs Bóltfelag, og
tað besta hevði verið, um
vit kundu funnið eina
loysn, sum allir partar eru
nøgdir við, sigur Bjarni
Prior. Hann leggur afturat,
at hann væntar ikki, at hetta
fer at ávirka avrikini úti á
vøllinum hjá felagsliðnum,
tí tað hevði verið stórt spell.
Leikararnir stuðla FS-Vágum
Enn er ógreitt, um Birgir Joensen liðskipari hjá FS-Vágum h.m. á myndini, og liðfelagar hansara sleppa at halda fram at spæla á
felagsliðnum hjá FS-Vágum
Savnsmynd
Stór ónøgd er millum
bygdarfólkið í Miðvági um
avgerðina hjá nevndini í MB
um at taka seg úr FS-Vágum
21
20
Nr. 91 - 14. mai 2004
UTTAN ÚR HEIMI
Lynndie England
kann fáa 15 ára fongs-
ul fyri myndina, sum
vísir hana við einum
irakskum fanga í
tjóðri. Verjar hennara
siga, at hon gjørdi eft-
ir boðum, og at hon
nú er vorðin synda-
bukkur
FANGAVIÐFERÐ
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Myndirnar
av
Lynndie
England og naknum iraksk-
um fangum eru farnar um
allan heimin. Á einari av
myndunum stendur hon við
einum fanga, sum liggur í
tjóðri á gólvinum.
– Hon fekk boð um at
halda tjóðrinum, og at hon
skuldi brosa, so aðrir
irakskir
fangar
kundu
sleppa at síggja myndina,
sigur verji hennara, Geor-
gio Rashadd við Washing-
ton Post. Hann heldur, at
yvirmenninir bóðu Lynndie
England halda tjóðrinum, tí
hon var kvinna, og tí at hon
var tann minsta av her-
monnunum. Endamálið var
at eyðmíkja fangarnar upp-
aftur meiri.
Sjálv hevur Lynndie Eng-
land sagt sína hugsan við
sjónvarpið KCNC.
– Tað vóru menn við
hægri tign enn eg, sum
bóðu meg halda tjóðrinum.
Teir tóku eina mynd. Eg
fekk at vita, at myndin
skuldu nýtast til at "bloyta"
aðrar fangar, og meiri veit
eg ikki um hatta, sigur hon.
Boð úr Pentagon
Janis M. Kapinski, gene-
ralur, hevði ábyrgdina av
fongslunum í Irak. Hon
hevur nú fingið eina átalu
fyri tað, sum hendi í Abu
Ghrainb-fongslinum
í
Bagdad, men tað vil hon
ikki góðtaka.
Í einari frágreiðing til
verjumálaráðið Pentagon
skrivar hon, at tað var gene-
ralurin Geoffrey Miller,
sum gav boðini um fram-
ferðina ímóti fangunum.
Miller hevði frammanund-
an verið leiðari í fangaleg-
uni í Guantanamo í Kuba,
men nú høvdu teir politisku
leiðararnir í Pentagon gjørt
av at senda hann til Irak
fyri at fáa meiri burtur úr
fangunum har, skrivar Janis
Kapinski.
Verjarnir hjá henni og
Lynndie England siga, at
málið er meiri umfatandi,
enn almenningurin hevur
fingið varhugan av, og at
tann endaliga ábyrgdin
liggur nógv longri uppi í
skipanini.
– Rumsfeld fjalir seg
aftan fyri eina bóndadóttur,
skrivar Washinton Post og
sipar við hesum til Lynndie
England.
Líka ringt í
Afghanistan
Tað er ikki bara í Irak, at
amerikanskir hermenn
gera seg inn á fólk, sum
teir taka til fanga.
Mannarættindafelagss
kapurin Human Rights
Watch sigur í einari frá-
greiðing, at framferðin er
tann sama í Afghanistan.
HRW vísir á, at fleiri
amerikanskir hermenn
hava fyrr greitt frá,
hvussu illa fangar verða
viðfarnir
í
teimum
amerikonsku fangaleg-
unum í Afghanistan, og
at minst tríggir av fang-
unum doyðu, meðan teir
sóru fangar hjá ameri-
kanska herinum har.
Serligi Afghanistan-
sendimaðurin hjá Human
Rights Watch, John Sif-
ton, sigur við tíðinda-
stovuna AP, at felags-
skapurin
hevur
fleiri
ferðir fingið at vita frá
afghanum, at amerikan-
ararnir fara illa við fang-
um har. Hann sigur, at
HRW hevur fleiri ferðir
greitt amerikonskum em-
bætismonnum frá hesum,
men at einki er hent. Nú
hevur stjórnin í Wash-
ington kortini gjørt av at
kanna skuldsetingarnar.
Hon skal ikki til
Avstralia
Seinastu dagarnar hava
bretsk bløð skrivað, at
Maxime Carr, sum varð
dømd í sambandi við
morðið á tvær smágentur
í Onglandi, skal hava
fingið loyvi at búseta seg
í Avstralia. Men tað av-
sanna avstralsku mynd-
ugleikarnir.
Sambúgvin hjá Maxi-
me Carr, Ian Huntley,
varð dømdur fyri at hava
myrt Holly Wells og
Jessicu Chapman. Rætt-
urin segði, at Maxime
Carr hevði ikki verið
uppi í sjálvum morðun-
um, men hon bleiv dømd
fyri at hava seinkað
kanningararbeiðinum hjá
løgregluni. Undir rættar-
málinum bleiv avdúkað,
at hon hevði logið fyri
løgregluni fyri at verja
sambúgvan.
Roknað verður við, at
Maxime Carr verður
latin leys um stutta tíð.
Hon er longu sloppin úr
fongslinum, men er í
húsavarðhaldi í London.
Tað er ikki alment kent,
hvar hon býr, og bretsku
fjølmiðlarnir rokna við,
at myndugleikarnir fara
at geva henni nýtt navn,
tá honum stutta tíð slepp-
ur leys.
Drápsmaður
horvin
Fyri góðum trimum árum
síðani myrdi Anibal An-
tonio dos Santos mozam-
biska tíðindamannin Car-
los Cardoso. Fyri morðið
fekk hann 28 ára fongsul,
men nú er hann brádliga
horvin úr fongslinum.
Hetta er aðru ferð, at
drápsmaðurin er flýddur.
Fyrru ferð var í septemb-
er í 2002, men í fjør varð
hann tikin í Suðurafrika
og fluttur aftur til fongsl-
ið í Mozambik. Men
sunnudagin hvarv hann
aftur. Norska Dagsavisen
skrivar, at mozambiska
løgreglan
veit
ikki,
hvussu hann er sloppin
úr tí sera væl varda
fongslinum, men onnur
hava illgruna um, at hann
fekk hjálp til at flýggja.
Carlos Cardoso bleiv
myrdur, beint eftir at
hann hevði avdúkað svik
í sambandi við eina
bankagølu, og summir
mozambiskir fjølmiðlar
hava lagt nakrar politik-
arar undir at hava goldið
dos Santos pening fyri at
myrða blaðmannin. Her-
fyri skrivaði eitt av bløð-
unum, at drápsmaðurin
var sinnaður at avdúka
sannleikan um morðið,
og fjølmiðlarnir halda, at
tað kann hava samband
við, at hann nú er horvin.
Trupulleikar við
myllum
Heimsins størsta vind-
myllulund, sum er á
Horns Rev úti fyri jútsku
vesturstrondini,
hevur
ikki virkað eftir ætlan.
JydskeVestkysten
skrivar, at ávísir tekniskir
trupulleikar hava verið
við
vindmyllunum.
Orkuveitingin frá teim-
um hevur heldur ikki
verið nóg støðug, og tí
hava eigararnir nú gjørt
av at umvæla myllurnar.
Tað fer at bera í sær, at
ein ávísur partur skal
takast úr øllum teimum
80 myllunum, og verk-
smiðjan Vestas skal so
umvæla brekið. Tað er
Vestas, sum hevur gjørt
vindmyllurnar.
Verkætlanin á Horns
Rev hevur kostað umleið
tvær milliardir krónur,
men úrslitið hevur ikki
verið nóg gott, sigur el-
felagið, sum fær streym-
in frá teimum 80 stóru
vindmyllunum.
Tann átta ára gamla
Hanan doyði, eftir ein
ein bretskur hermað-
ur hevði skotið hana.
Nú krevja foreldrini,
at hermaðurin verður
revsaður
IRAK-KRÍGGIÐ
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Bretska herleiðslan sigur,
at tann átta ára gamla
irakska smágentan Hanan
Saleh Matrud varð rakt, tá
ein
bretskur
hermaður
skjeyt eitt ávaringarskot,
men Amnesty International
heldur uppá, at hermaðurin
skjeyt hana við vilja.
– Vit krevja, at hasin her-
maðurin kemur fyri rættin,
og at hann verður dømdur,
siga foreldrini við BBC.
Hanan varð rakt av ein-
um skoti frá einum bretsk-
um hermanni har suðuri í
Irak tann 21. august í fjør.
Hon doyði dagin eftir.
Bretska herleiðslan sigur,
at talan var um eitt óhapp,
men fólk, sum vóru á stað-
num, hava greitt frá, at her-
maðurin siktaði, áðrenn
hann skjeyt.
Aftan á drápið fingu for-
eldrini eitt bræv frá bretsku
herleiðsluni. Har stóð, at
gentan var rakt í sambandi
við, at hermenninir høvdu
skotið ávaringarskot eftir
nøkrum unglingum. Eingin
umbering stóð í brævinum.
Sambært Amnesty Inter-
national er hetta tann van-
liga frágreiðingin, tá sivil-
fólk verða rakt av skotum.
Tey avvarðandi fáa lítið ella
einki at vita, og tað sindrið,
sum tey kanska fáa at vita,
er ofta skeivt.
Krevja bretskan hermann dømdan
Hon skal bøta fyri
Rumsfeld
Lynndie England avmyndað við einum irakskum fanga í tjóðri. – Eg fekk boð frá mínum
yvirmanni um at gera hatta, sigur hon
Myndir: Reuters
C
M
Y
K
20