Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mai 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 91 - 14. mai 2004 Morten Olsen, danski landsliðsvenjarin, úttók í mikudagin leikarahópin til EM- endaspælið, ið verður í Portugal seinni í summar FÓTBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Kappingin um Europa- meistaraheitið í fótbólti í Portugal nærkast alsamt, og fleiri av leikarahópunum til kappingina eru úttiknir. Fyrradagin úttók danski landsliðsvenjarin sín hóp, og neyvan mundi talan verða um nakra óvæntaða úttøku. Goymt tvey pláss Av tí at fleiri av kappingun- um í Europa ikki er liðugt spælar enn,hevur danski landsliðsvenjarin gjørt av, at tvey av plássunum í hópinum framvegis standa tóm. Tískil hevur hann fyribils bert úttikið 21 leikarar, hóast endaligi hópurin kemur at telja 23 mans. Eisini spælir tað inn, at summur av teimum leikarum, ið eru upp á tal til seinastu plássini á danska EM-liðnum, hava smærri skaðar at dragast við, og tískil verður bíðað til tess at vita, um hesir koma fyri seg. Eitt nú er høgri bakkur, Kasper Bøgelund úr hollendska PSV Eind- hoven, skaddur, og ivasamt er, um hann verður klárur til EM-endaspælið. Bert ein útileikari úr donsku kappingini Morten Olsen hevur, sum áðurnevnt, úttikið 21 leik- rar, og av teimum eru trígg- ir málverjar og 18 útileik- arar. Av teimum bert tríggir leikarar úr donsku SAS- ligaini, tveir málverjar og ein útileikari. Morten Wieghorst úr Brøndby er einasti útileikarin í hópin- um, sum til dagligt leikari í donsku SAS-ligaini. Ann- ars umboða donsku leikar- arnir so kend feløg sum Milan, Inter, Chelsea, Bo- russia Dortmund og PSV Eindhoven. EM-endaspælið í Portu- gal fer av bakkastokki 12. juni, og danir eru í bólki saman við grannunum úr Svøríki, Italia og Bulgaria. Allir tríggir føroying- arnar í Fremad Amag- er fingu spælitíð, tá ið høvuðsstaðarliðið á útivølli tapti 1-2 móti Ølstykke miku- kvøldið ÚTISETAR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað var tó einans Jann Ingi Petersen, sum var við á liðnum hjá Fremad Amager frá fyrsta bríksli. Bæði Hjalgrím Elttør og Andrew av Fløtum noyddust at taka til takkar við einum plássi á beinkinum, men teir fingu tó báðir eina fitta løtu á vøllinum. Byrjaði við buldur og brak Tað var ikki hissini byrjan, ið var upp á dystin. Longu tá ið eitt korter var farið av dystinum, hevði heimaliðið lagt seg á odda 2-1. Tað var annars liðið hjá føroying- unum, ið fekk fyrsta málið í dystinum, sum Mikkel Blavnsfeldt skoraði, longu tá ið fimm minuttir vóru leiktir. Tað gingu tó einans sjey minuttir, so høvdu vertirnir bæði javnað og lagt seg á odda. Fremad Amager royndi at trýsta fyri at fáa útjavnandi málið, og fleiri útskiftingar vóru gjørdar tíðliga í seinna hálvleiki. Jann Ingi Peter- sen var tikin út, tá ið fimm minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, og bert lítla løtu seinni vóru bæði Andrew av Fløtum og Hjalgrím Elttør sendir á vøllin í eini roynd at fáa út- javnandi málið. Tað leikaði eisini mangan hart á framman fyri málinum hjá Ølstykke, og millum annað hevði Andrew av Fløtum nakrar møguleikar at javna, men inn vildi bólturin ikki, og tí noyddist Fremad Amager enn einaferð at taka til takkar við einum ósigri á útivølli. Í dag byrjar ein stórur Special Olympics Festivalur á griksku frítíðar- oyggini Rhodos, har tríggir føroyskir íðkarar fara at taka lut ÍSB Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Komandi vikuna fara tríggjar føroyskar gentur at taka lut í stora Special Olympics Festivalinum á Rhodos. Tær tríggjar genturnar eru Durita Strøm, Rannvá Strøm og Apolonia Justesen. Allir tríggjar verða tær við í svimjikappingum, og allar skulu tær royna seg í tveimum kappingum. Til tess at fyrireika seg til stóru kappingina hava Durita, Rannvá og Apolonia vant upp til fimm ferðir um vikuna í langa tíð, og tískil skuldu tær verið rættuliga væl fyri. Í tíðindaskrivi frá ÍSB verður sagt, at stóri festi- valurin á Rhodos byggir á evnið "at læra gjøgnum ítrótt", og sagt verður, at vertstjóðin, Grikkaland, ger nógv burtur úr at upplýsa um viðurkenn- ing av tí einstaka og vin- arlag tvørtur um mørk. Okkurt um 1300 menn- ingartarnaði ítróttarfólk úr 48 lond taka lut í stóra festivalinum, og kappast verður bæði innan kurva- bólt, svimjing og súkkl- ing. Målmænd: Thomas Sørensen, Aston Villa Peter Skov-Jensen, FC Midtjylland Stephan Andersen, AB Forsvar: René Henriksen, Panathinaikos Thomas Helveg, Inter Martin Laursen, Milan Niclas Jensen, Borussia Dortmund Per Krøldrup, Udinese Brian Priske, Genk Midtbane: Thomas Gravesen, Everton Morten Wieghorst, Brøndby Daniel Jensen, Murcia Kenneth Perez, AZ Alkmaar Claus Jensen, Charlton Christian Poulsen, Schalke 04 Angreb: Jon Dahl Tomasson, Milan Jesper Grønkjær, Chelsea Ebbe Sand, Schalke 04 Peter Madsen, Bochum Martin Jørgensen, Udinese Dennis Rommedahl, PSV Eindhoven ÍSB til Rhodos Durita Strøm, ið her errin vísir fram heiðursmerkini, ið hon vann í kapping í Dublin í fjør, er ein av teimum trimum føroysku íðkarunum, sum tekur lut í stóru kappingini á Rhodos savnsmynd Enn ein ósigur til Fremad Amager Andrew av Fløtum hevði nakrar møguleikar at javna fyri Fremad Amager í dystinum móti Ølstykke, men eydnan var ikki við honum Danski EM-hópurin úttikin Danski hópurin Danski landsliðsvenjarin, Morten Olsen, hevur úttikið Thomas Gravesen h.m. til EM-endaspælið, meðan tað er lítið sannlíkt, at liðfelagin hjá Toda Jónsson, Morten Bisgaard í miðjuni, fær annað av teimum báðu seinastu plássunum í hópinum. Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 22 Nr. 91 - 14. mai 2004 23 Frítíðaravloysari til IRF í Norðoyggjum Søkt verður eftir 2 frítíðaravloysarum at byrja 7. og 28. juni. Einum avloysara til innsavning av húsar- haldsruski og einum til flutning av bingjum. Neyðugt er at hava stóra koyrikortið. Áhugað verða biðin um at ringja til tlf. 773306 og tosa við Jógvan Júst Olsen. Umsóknarfreistin er 21. mai 2004. Postboks 39 Leirvík Designerskolen pdf. Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3777 Navn: Sp/f P.S.E. Adressa: 470 Eiði Kommuna: Eiðis Kommuna Stovningardato: 26.04.2004 Viðtøkudato: 26.04.2004 Kapitalur: Kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: Kr. 80.000,00 í øðrum virðum til kurs 100. Stovnari: Petur Sofus Eidesgaard, 470 Eiði Stjórn: Petur Sofus Eidesgaard, 470 Eiði Tekningarreglur: Felagið verður bundið við undirskrift stjórans. Grannskoðari: Sp/f Revisión, v/Kaj Joensen, Stoffalág 4, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12. Fyrsta roknskaparár: 26.04.2004 - 31.12.2004 Endamál: Endamál felagsins er at reka útleiguvirksemi, handil og annað virksemi í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 12. mai 2004 Kristin Balle _______________________ SNARSKIVAN Ólavsøka pdf. Pedagogur Fyri pedagog í barnsburðarfarloyvi verður søkt eftir pedagogi til ein stovn við 30 børnum í aldrinum 3-7 ár. Starvið er 30 tímar um vikuna á einari stovu við 15 børnum.Starvið verður at seta 16. august 2004 til uml. 23.januar 2005 . Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevara- felagið. Starvið er lønt á lønarstigi 10-16. Nærri upplýsingar um starvið og stovnin fáast við at venda sær til leiðaran. Umsókn saman við avritum av prógvi og við- mælum verður at senda stovninum í seinasta lagi mánadagin 31. mai 2004. Um eingin pedagogur søkir starvið, verður hjálp- arfólk sett í starv. Barnagarðurin Vípan Vípuvegur 3 100 Tórshavn Tlf. 31 75 35 Til sølu Sera vælhildin summarhús við Limfjørðin í Danmark, stutt frá Ålborg til sølu. Tlf. 756524 Arbeiðsmenn Søkt verður eftir 2 royndum monnum at seta kant- steinar. Teir, ið settir verða koma at arbeiða í stóru útstykkingini Hoyvíkshagi Suður. Størvini verða sett skjótast gjørligt. Byggisamtakið Hoyvíkshagi Suður Við Løgmannabreyt FO-100 Tórshavn Tlf. 316084/224965 Fuglafjarðar skúli Valevnislistar Valevnislistar til skúlastýrisvalið tann 25. mai 2004 eiga at verða latnir skúlastjóranum sum skjótast og í seinasta lagi týsdagin 18. mai. Valnevndin f. Fuglafjarðar skúla Internet 23 Kursusstart 1. august 2004: Højskoleophold med liniefag: Gra›k, billedkunst, tekstil samt valgfag 10. kl. med dansk, matematik og engelsk i kombination med et designfag: Gra›k, billedkunst eller tekstil Designskolen Nykøbing F Skolen for tekstil ‡ billedkunst ‡ gra›k Neckelmannsgade 5 ‡ 4800 Nykøbing F ‡ Tlf. 5486 0553 www.designskolen.dk ‡ email info@designskolen.dk Øll søla og tiltøk, sum skulu vera á ólavsøku ella lýsast í ólavsøku- skránni í ár, skulu nýta serligt umsóknarblað, ið fæst í Snarskivuni og á heimasíðu kommununar. www.torshavn.fo Ólavsøkan 2004 Viðvíkjandi sølu og tiltøkum Freistin at flýggja inn umsóknarblaðið er sett til mánadagin 21. juni 2004 kl. 12.00. Umsóknir, sum koma inn aftan á 21. juni 2004 kl. 12.00, verða ikki viðgjørdar.