týsdagur 22. oktober 2013síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. oktober 2013 · Nr. 122
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur fótbóltur
Tróndur Arge
Bestu avrikini vóru óiva á
heimvølli móti Svøríki og
fyrri hálvleikur móti Írlandi.
Vánaligasta avrikið var í
Eysturríki, tá okkara taptu
heili 6-0. Nú ber til at taka
saman um hesa undankapp
ingina og seta landsliðið hesa
undankappingina.
Støðið er tikið í spælara
metingunum hjá Sosialinum.
Tað er ymiskt hvussu nógv
spælararnir hava spælt og
einkul avrik er ikki grundar
lag nokk til at koma á liðið,
men eitt nú avrikini hjá
Odmari Færø eru ógjørlig at
koma uttanum.
Her er ein samanumtøka
av dystunum hjá landsliðnum
í hesi undankappingini, sum
kastaði eitt einkult sig av
sær.
Týskland - Føroyar 3-0
(7. septembur 2012)
—————————————
Tíggju ár eftir minniliga
dystin í Hannover, stendur
føroyska landsliðið framm
anfyri kanska størstu upp
gávuni
nakrantíð.
Týska
landsliðið er so væl spælandi
sum kanska ongantíð áður.
Størsta ivamálið er um
Gunnar Nielsen skal byrja
ella ikki. Hann hevur ikki
spælt dyst í næstan tvey ár
vega skaða.
Lars Olsen velur at byrja
við Gunnari og tað er ein góð
loysn. Málverjin spælir ein
branddyst, men tað er ikki
nokk at steðga týsku maskin
uni, sum vinnur 3-0.
Uttanfyri vøllin vinna før
oysku áskoðararnir stórt. Teir
undirhalda og larma meiri
enn týsku áskoðararnir.
Odmar Færø og Gunnar
Nielsen fáa bestu metingina
í Sosialinum við hvør sínum
fimm stjørnum av seks.
Føroyar - Svøríki 1-2
(12. oktobur 2012)
—————————————
Zlatan, Zlatan og Zlatan. Alt
snýr seg um svensku heiims
stjørnuna, tá Svøríki vitjar
á Tórsvølli. Hann avgerð
dystin við at leggja upp til
fyrra málið og skorar sjálvur
tað seinna.
Hann eigur eisini báðar
søgurnar
í
Sosialinum.
Ein er, at hann og Fróði
Benjaminsen fara til hendurs
í hálvleikinum. Hin søgan
er, at 12 ára gamli Tórur
Rasmussen fær brøkurnar
hjá Zlatan, tá hann royndir
at spyrja um troyggjuna.
Føroyska avrikið er fram
úr gott. Vit hepni, so fingu
okkara í minsta lagi stig í
dystinum. Avgerandi løtan
er, tá Jónas Tór Næs fer at
bløða og má av vøllinum at
blíva seymaður. Í somu løtu
skoarar Svøriki.
Allir spælararnir fáa góð
ummæli, men aftur eru tað
Odmar Færø og Gunnar
Nielsen, sum fáa mest. Teir
fult hús – seks stjørnur í
part.
Føroyar – Írland 1-4
(16. oktobur 2012)
—————————————
Vónirnar eru góðar til dystin
móti Írlandi. Lars Olsen ger
fáar broytingar og tað er ikki
so løgið, tá hugsað verður
um avrikið móti Svøríki. Í
ein hálvleik spæla okkara
fult upp við Írlandi og tað
er málleyst í hálvleikinum.
Faktist hava vit bóltin meiri
enn gestirnir, sum tó skulu
vísa seta at verða betri fyri.
Í seinna hálvleiki gongur
bara lítil løta, so leggur Írland
seg á odda. Løtu seinni blívur
2-0, áðrenn Arnbjørn Hansen
tendrar ein neista, men tað
endar við vónbrotið.
Støðan blívur heili 4-1
og tað er eitt vónbrot, tá alt
kemur til alt.
Jónas Tór Næs, Hallur
Hansson og Fróði Benjamin
sen fáa allir fimm stjørnur
fyri síni avrik.
Eysturríki – Føroyar 6-0
(22. mars 2013)
—————————————
»Amatørar
uttan
geist
í
Wien«,
er
yvirskriftin
í
Ítróttarsosialinum, eftir at
føroyska liðið hevur tapt
6-0. Ongin troyst er at finna
í Eysturríki uttan at hetta
er tað vánaligasta tað kann
blíva.
Fyrireikingarnar til dystin
vóru undir alt lágmark og
fleiri spælarar vóru als ikki
í venjing. Taktiska uppleggið
er ikki gott og kostar dýrt.
Einki hongur saman á
føroyska liðnum og kjakið í
Føroyum er heitt eftir dyst
in. Í landsliðshópinum verð
ur roynt at vísa á, at slíkt
kann henda fyri ein tjóð sum
Føroyar í altjóða fótbólti.
Dysturin kemur at hanga
yvir Lars Olsen og landslið
num restina av árinum.
Allir spælararnir fáa av at
vita í spælararmetingunum.
Bara Gunnar Nielsen og
Christian L. Holst fáa tvær
stjørnur, meðan allir hinir
fáa eina.
Írland – Føroyar 3-0
(7. juni 2013)
—————————————
Robbie Keane stjelur allar
yvirskriftirnar, tá hann skor
ar hattrick. Okkara spæla
ikki nakran góðan dyst, men
Írland á útivølli er ikki nakar
lættur dystur.
Tríggjir
spælarar
fáa
debut
á
landsliðnum.
Ári
Mohr
Jónsson,
Páll
Andrasson
Klettskarð
og
Heini Vatnsdal fáa allir eld
dóp í landsliðshøpi.
Ongan av teimum skarðar
framúr í einum dysti, har
føroyska liðið leingi er trýst
langt aftur á vøllin. Serliga
Páll Klettskarð hevur tað
trupult í álopinum.
Hetta skuldi verða dyst
urin, har vit fingu vaskað
6-0 tapið av okkum, men tað
bleiv ikki heilt so, men eitt
betri avrik enn í Wien.
Gunnar Nielsen er besti
maður á føroyska liðnum við
einum 5-tali.
Svøríki – Føroyar 2-0
(11. juni 2013)
—————————————
Aftur snýr alt seg sum Zlatan
Ibrahimovic. Hann skorar
bæði málini í dystinum og
skuldi fingið reytt kort tvær
ferðir!
Vit kenna søguna og
Zlatan fekk sjálvandi einki
reytt kort, sjálvt um hann
bæði tveitt ein bólt í høvdið
á Gunnar Nielsen og langar
albogan í høvdið á Atla
Gregersen.
Støðan er 1-0, tá Svøríki
fær ein mann útvístan, men
bara minuttir seinni fær
Zlatan eina gávu av einum
brotssparkið, sum verður
umsett til mál.
Eftirspælið av dystinum
verður eitt munnligt kríggj
millum Zlatan, sum metir
at føroyskir spælarar grenja
ov illa, og føroyskar spæl
arar, sum ikki vilja hava
slíkt sitandi á sær. Símun
Samuelsen skrivar mail til
Expressen, sum verður lagt
fram í blaðnum.
Johan Troest Davidsen
spælir sín dyst landsdyst
undir Lars Olsen og verður
dagsins spælari. Hann fær
fimm stjørnur.
Kasakstan – Føroyar 2-1
(6. septembur 2013)
—————————————
Tað eru stórir trupulleikar
við at fáa Gunnar Nielsen við
til Kasakstan. Passið er blivið
vekk í postinum og tað er um
reppið, at landsliðsmálverjin
ikki sleppur inn í landið.
Tíðliga á dystardegi lend
ur Gunnar í Kasakstan og
er við í dystinum. Fróði
Benjaminsen leggur Føroyar
á odda 1-0 í fyrra hálvleiki.
Tíðliga í seinna hálvleiki
verður føroyska liðið presen
tera fyri Johnny Casanova.
Dómarin
bríkslar
púra
óskiljandi fyri brotssparki
til Kasakstan, sum teir skora
uppá. Løtu seinni skorar
Kasakstan aftur. Hesa ferð
meta fleiri føroyskir spælarar,
at talan er um rangstøðu.
Øði er til at fáa eyga á hjá
føroysku spælarunum, sum
eru vónbrotnir eftir dystin.
Málskjúttin og liðskiparin
hjá føroyska liðnum, Fróði
Benjaminsen er saman við
Gunnari Nielsen besti spæl
arar á vøllinum. Teir fáa
fimm stjørnur hvør fyri av
rikið í Astana.
Føroyar – Týskland 0-3
(9. septembur 2013)
—————————————
Týskland er á vitjan og alt er
á gosi, tí Mesut Özil er við.
Hann hevur fyri kortum skift
til Arsenal og tað hevur vakt
stóran ans millum føroyskar
Premier League fjepparar.
Føroyska liðið stendur
móti trýstinum eina løtu,
men so skorar Týskalnd eitt
býtt mál. Okkara megna ikki
at rudda vekk eftir horna
spark og Per Mertesacker
kann lættliga leggja Týskland
á odda.
Støðan er framvegis 1-0,
tá eitt stórt korter er eftir av
dystinum og føroyska liðið
byrjar at bíta frá sær. Tíverri
endar ein álopsstøða við, at
Thomas Müller blívur púra
leysur. Atli Gregersen eltur
hann og tað endar við brots
sparki og útvísting til gøtu
mannin.
Týskland vinnur 3-0 og
tað er eitt sindur óheppið, at
tað skal blíva trý mál á muni,
tí vit vóru ikki langt frá at
fáa eitt betri úrslit.
Viljormur Davidsen og Pól
Jóhannus Justinussen eru
bestu menn á føroyska lið
num. Teir fáa fimm stjørnur
í part.
Føroyar – Kasakstan 1-1
(11. oktobur 2013)
—————————————
Lars Olsen sigur á tíðinda
fundi, at næstan allir spæl
ararnir hjá Kasakstan spæla
í Russlandi. Stutt eftir gera
miðlarnir vart við, at so er
ikki. Søgan endar í donsku
miðlunum og Lars Olsen er
argur um støðuna. – Eg var
mismæltur, sigur hann við
Sosialin.
Tað gerst skjótt greitt, at
Kasakstan eru til at hava við
at gera í hesum dystinum.
Føroyska liðið er omaná og
Hallur Hansson skorar eitt
framúr mál, sum verður víst
kring allan heimin.
Føroyska liðið megnar tó
ikki at halda fast um leiðsl
una. Kasakstan javnar og før
oysku útskiftingarnar koma
ov seint.
»Sum at fáa undirbuksur í
jólagávu« skrivar Sosialurin.
Teir eru til nógva nyttu, men
ikki líka stuttligt sum at fáa
onkran stóran pakka.
Hallur Hansson verður
dagsins spælari. Umframt
at skjóta málið, so er hann
eisini miðpunktið á liðnum.
Hann fær fimm stjørnur.
Føroyar – Eysturríki 0-3
(15. oktobur 2013)
—————————————
Joseph
Hickersberger
er
aftur í Føroyum. Hann vátt
ar fyri Sosialinum, at hann
undirmetti Føroyar undan
minniliga dystinum í Lands
krona í 1990.
Eysturríki hevur ongantíð
vunnið á útivølli móti Før
oyum og tað er lagt upp til,
at føroyska liðið skal legga
trýst á Eysturríki.
Tíverri, so kemur Eystur
ríki á odda tíðliga í dystnum.
Hóast leikluturin hjá Eystur
ríki er útspældur í bólka
spælinum, so stilla teir við
sterkastu manning.
Teir spara heldur ikki
upp á krútið og vinna 3-0.
Føroyska liðið hevur nakrar
málmøguleikar, men Eystur
ríki er betra liðið og vinnur
uppiborið.
Súni Olsen spælir sín sein
asta dyst og verður kosin til
dagsins spælara við fimm
stjørnum.
Pól
Jóhannus
Justinussen fær somuleiðis
fimm stjørnur.
trondur@sosialurin.fo
HM undankappingin 2014 er av fyri okkara viðkomandi. Hetta var fyrsta undankappingin
við Lars Olsen sum venjara. Úrslitini hava verið eitt sindur misjøvn
HM undankappingin 2014