Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-22, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. oktober 2013síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 23. oktober 2013 · Nr. 122 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Talið aftanfyri spælararnar er miðaltalið av spælara­metingunum hjá teimum. Eftir hvønn dyst verður avrikið hjá hvørjum einstøkum spælara eftirmet. Tað mesta ein spælari kann fáa er eitt 6-tal, meðan tað minsta er eitt 1-tal. Gunnar Nielsen: 4.2 Hevur prógvað sítt virðið í flestu av dystunum, men hevur eisini átt sín lut í onkrum av málunum. Er einasti málverjin, sum hevur staðið millum stegurnar. Vit kunnu fegnast um, at hann ikki longur er skaddur. Næsta stigið á leiðini er at fáa fast pláss í Motherwell. Christian L. Holst: 3.3 Tað hann er í form og hevur yvirskot, so er hann eitt stig betri enn allir hinir framrættaðu spælararnir. Men hann hevur tíverri ikki spælt við yvirskoti og verið í sínum besta formi hesa undankappingina. Holst hevur nógv eftir at geva landsliðnum, vónandi finnur hann yvirskotið aftur, sum hann fyrr hevur víst. Jóan Símun Edmundsson: 3.1 Hevur torførastu arbeiðisumstøðurnar á landsliðnum sum fremsti maður. Roynist væl í uppspælinum og tá hann fær bóltin í beinini, men er ov lítið vandamikil fram eftir vøllinum. Í framtíðini má hann longur aftur á vøllin, so hann er meiri við í spælinum og lata ein áleypara um at skjóta málini. Odmar Færø: 4 Hevur bara spælt fýra dystir í hesi undankappingini, men prógvaði so sanniliga sítt virðið. Hevur ein fysikk, sum vit ikki hava sæð áður á landsliðnum. Ótrúliga óheppi, at hann er so illa skaddur. Vónandi kemur hann fyri seg til komandi undankapping. Jónas Tór Næs: 3.6 Hevur sett seg tungt á høgra bakk plássið. Spælir tá hann er tøkur og avrikini eru javnt góð. Torir at koma framvið og tað gevur liðnum fleiri møguleikar í framrættaða spælinum. Hevur havt onkran truplan dyst, sum millum annað í Kasakstan, men tryggur á høgra bakki. Hallur Hansson: 3.6 Lars Olsen hevur ikki funnið ein fastan høgra vong. Tí verður Hallur Hansson fluttur út á vongin, har hann hevur spælt onkran av dystunum. Hallur hevur svingað frá 1 í Eysturríki til 5 móti Kasakstan. Nú skal hann lúka 1 tølini og 2 tølini úr avrikunum. Viljormur Davidsen: 4.2 Hevur saman við Gunnari Nielsen tað hægsta miðaltalið. Serliga eru tað framrættaða smáspælið og burtur­ruddingarnar í evstu løtu, sum hava verið við til høga miðaltalið. Hóast hann enn manglar nakað í verjustøðu, so hevur hann vunnið sær fast pláss á vinstra bakki. Pól J. Justinussen: 3.4 Hevði eina torføra byrjan upp á undankappingina á vinstra bakki. Tað gekk illa at fáa tingini at hanga saman, men bleiv síðani fluttur upp á vongin. Her gekk væl betri og hann er nú millum mest eyðsýndu spælararnar á liðnum. Jóhan T. Davidsen: 3.8 Í harðari kapping við Rógva Baldvinsson, sum enn er í menning. Tað tók langa tíð hjá Lars Olsen at innsíggja hvat Jóhan Troest hevur at bjóða landsliðnum. Hevur spælt bæði í miðverjuni og á høgra bakki. Er tryggari í verjupartinum enn Rógvi, sum framvegis tekur ov nógvar kjansir. Súni Olsen: 3.3 Hevur nakrar dygdir, ið ongin annar hevur. Skotið og tekniskiførleikin, umframt yvirblikkið at gera røttu tingini ger, at Súni Olsen verður saknaður á landsliðnum. Hetta hevur ikki verið hansara besta undankapping. Hann hevur ikk verið í form til allar dystirnar og tvær ferður hevur hann spælt til eitt 2-tal. Besti dysturin var tann seinasti hjá honum. Fróði Benjaminsen: 3.9 Liðskiparin og stýrimaðurin á føroyska landsliðnum. Sigur ikki altíð so nógv, men gongur á odda í hvørjum nærdysti. Hevur bara tveir dystir undir 4 og tað sigur ikki so lítið um høga botnstigið hjá liðskiparanum. Eitt natúrligt væl á miðvøllinum.