hósdagur 24. oktober 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. oktober 2013 · Nr. 123
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jón Brian Hvidtfeldt
Grundgevingarnar fyri at
siga byggileiðaran fyri føroya
størstu byggiverkætlan úr
starvi vóru alt annað enn
í lagi. Tað er uppáhaldið í
drúgvari kæru, sum adv
okaturin hjá Ragnari Juul
Guttesen skrivaði Innlend
ismálaráðnum síðst í apríl
mánað.
Byggileiðarin fekk ætlan
arskriv um uppsøgn 1. feb
ruar,
og
uppsagnarmálið
hevði tí koyrt smáar tríggj
ar mánaðir, tá kæran varð
skrivað. Kæran varð í fyrsta
umfari send Landsverki til
viðmerkingar. Tað fekk eftir
øllum at døma gongd á málið,
tí stutt eftir gjørdi Landsverk
semju við byggileiðaran, sum
fekk fráfaringaravtalu á løn í
seks mánaðir, umframt 25.000
krónur til advokatútreiðsl
ur, afturfyri at fara úr sínum
starvi. Ragnar Juul Gutte
sen hevði annars sáttmála
við Landsverk fyri alt tíðar
skeiðið, meðan Marknagils
depilin verður bygdur.
Í kæruni verður víst á
fleiri viðurskifti, har tað lek
ur millum teori og praksis í
argumentatiónini hjá hesum
almenna stovni.
Almenna grundgevingin
fyri
uppsøgnini
var,
at
Landsverk hevði ikki nóg
nógvar uppgávur til Ragnar
Juul Guttesen. Eisini førdi
Landsverk fram, at tað var
ógreitt, nær og um bygging
in av Marknagilsdeplinum
fór í gongd, og nær arbeiðið
var komið somikið langt, at
tørvur fór at vera á einum
byggileiðara. So seint sum
20. mars skrivar Landsverk
í uppsagnarskrivi til Ragnar
Juul Guttesen, at løgtingið
hevur ikki givið nakra eyka
játtan til arbeiðið, og tí er
ógreitt, nær og um byggingin
fer í gongd.
Hetta er skrivað sama
dag sum løgtingið við 2. við
gerð samtykkir eina eyka
játtan á 64 milliónir krónur
til Marknagilsdepilin. Øll 31
tingfólk, sum vóru í løgting
inum henda dagin, atkvøddu
fyri eykajáttannini, sum varð
endaliga og einmælt samtykt
við 3. viðgerð tveir dagar
seinni.
Í kæruni verður eisini
víst á, at tíðarskeiðið fram
til mars næsta ár skulu
væntandi brúkast okkurt
um 100 milliónir krónur á
byggiplássinum í Marknagili.
Ein av uppgávunum hjá Rag
nari Juul Guttesen var júst at
leggja til rættis byggiplássið
og arbeiðið í Marknagili.
Somuleiðis verður í kæruni
ført fram, at í allari sparitil
gongdini hevur verið hildið
fast um, at skúladepilin skal
vera liðugur at taka í nýtslu
við skúlabyrjan á sumri 2016.
So í stóru myndini er ikki
talan um, at arbeiðið dregur
út.
Sosialurin varpaði ljós á
málið fríggjadagin í síðstu
viku, og síðani hevur málið
eisini verið umrøtt á tíðinda
portalinum in.fo. Mikukvøld
ið sendi kunningarráðgevin
hjá Landsverki út skriv til
allar fjølmiðlar, har stjórin
fyri stovnin er endurgivin
fyri at siga, stóra óvissan
um framtíðina hjá Mark
nagilsdeplinum var galdandi,
líka til 22. mars, tá løgtingið
endaliga samtykti at játta
64 milliónir krónur afturat
til vekætlanina. Í skrivinum
mikukvøldið tvíheldur Ewald
Kjølbro um, at orsøkin til
uppsøgnina av Ragnari Juul
Guttesen er, at verkætlanin
dróg út, og at grundarlagið
undir starvinum hjá byggi
leiðaranum sostatt var burt
ur.
Atfinningarnar
Skjølini í málinum vísa, at
Ragnar Juul Guttesen ong
antíð fekk nakra átalu ella
ávaring, áðrenn hann brád
liga fekk ætlanarskriv um
uppsøgn. Í kæruni til Inn
lendismálráðið
verður
tí
beinleiðis víst á, at veruliga
orsøkin er ein heilt onnur.
Ragnar Juul Guttesen byrjaði
í starvinum sum byggileiðari
fyri Marknagilsdepilin fyrst
í september í fjør, bara fáar
dagar eftir at tilboðini, sum
lógu 155 milliónir krónur
omanfyri upprunaligu verk
lagslógina, vóru latin upp.
Hansara arbeiði var tí í høv
uðsheitum at granska verk
ætlanina og finna sparingar.
Sum byggileiðari hevði
Ragnar Juul Guttesen verið
atfinningarsamur um arb
eiðið hjá Landsverki sum
byggiharri fyri stóru byggi
ætlanina í Marknagili. At
Landsverk hevur spælt sær av við øll fólkini, sum kunna geva eitt mótspæl til ráðgevar og
arbeiðstakarar, og sum kunnu fyrihalda seg kritiskt til verkætlanina. Tað er ein av niðurstøðunum
í kæru frá Ragnari Juul Guttesen, nú fyrrverandi byggileiðari fyri Marknagilsdepilin
Landsverk kip