Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. oktober 2013síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 25. oktober 2013 · Nr. 123 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt - Ja, eg havi lagt til merkis greinina í Sosialinum. Og tí havi eg biðið Landsverk um eina frágreiðing um málið. Tað sigur Bjørn Kalsø, lands­stýrismað­ ur í menta­málum, sum í síðsta enda varar av stóru byggiætlanini í Mark­ nagili. Bjørn Kalsø sigur seg einki kenna til upp­lýs­ ingarnar í greinini. Og hóast tað ikki er upp­gáv­an hjá Menta­málaráð­num at leggja seg út í smálut­ir­nar í samband við bygging­ina, so eru hesir upplýsingar av sovorðnum slag, at neyð­ ugt er við eini frágreið­ing, sigur landsstýrismaður­in eftir at hava ráðført seg við sín aðalstjóra. Fríggjadagin skrivaði Sos­i­alurin søguna um byggi­leið­ar­an Ragnar Juul Gutte­sen, sum varð upp­ sagd­ur uttan hald­góða grund­geving. Almenna grund­gev­ing­ in fyri upp­søgnini var, at Lands­verk hevði ikki nóg nógvar uppgávur til Rag­ nar Juul Guttesen. Eis­ini førdi Lands­verk fram, at tað var ógreitt, nær og um bygg­ingin av Marknagils­ depli­num fór í gongd, og nær arb­eið­ið var kom­ið somik­ið langt, at tørv­ur fór at vera á einum byggi­ leið­ara. Uppsagnarmálið fór fram, sam­stund­is sum løg­ ting­ið játt­aði 64 milli­ón­ir krónur afturat til Markna­ gilsdepilin, og samstundis sum Bjørn Kalsø setti spak­ an í Marknagil. Skjøl í málinum av­ dúka, at tá Ragnar Juul Gutte­sen byrjaði at seta spurn­ar­tekin við før­oya størstu byggi­ætlan, varð hann kiptur við eini frá­ far­ingaravtalu. Ragnar Juul Gutte­sen fekk bjóðað frá­far­ing­ar­ avtalu, eftir at advokat­ ur hansara hevði skrivað eina hvassa kæru um alt málið, ið skuldi sendast til Innlendismálaráðið, ið tá var myndugleikin oman­ fyri Landsverk. Kæran, ið er dagfest 29. apríl, varð í fyrsta umfari bara send Landsverki. Í kæruni verður ítøki­liga víst á fleiri dømi, har nú fyrrverandi byggi­leið­ar­in setir spurnartekin við verk­ ætlanina. Viðmerk­ing­arnar snúgva seg um mangl­andi ella sera vána­liga góðsku­ trygg­ing av arbeiðnum. Og har­til kennir Landsverk snøgt sagt ov lítið til sína egnu verkætlan, ljóða við­ merk­ingarnar frá byggi­ leið­ara­num. Sambært skjølunum í málinum hevur Ragnar Juul Guttesen í sínum starvi sum byggileiðari lat­ ið hesar upplýsingar víð­ari til sín leiðara, sum tá var Heini Trónd Han­sen. Heini Trónd Hansen fór sum kunnugt frá sum verk­ætlan­ar­leið­ari 3. jan­ uar. Almenning­urin fekk ikki at vita, hví hann fór úr starvi, bara níggju mán­aðir eftir at hann hevði tikið við atbjóðingini at standa fyri føroya størstu byggi­ verkætlan. Ragnar Juul Gutte­sen fekk ætlanar­skriv um uppsøgn 1. februar, tríggj­ar dagar aftaná at Lands­verk hevði sent Menta­mála­ ráð­num sítt tilmæli um, hvussu Mark­na­gils­dep­ ilin kann byggj­ast og vera liðug­ur til ásettu tíð, og fyri ein meir­kost­nað á 64 milliónir krón­ur. - Eg havi ongar við­merk­ ingar til málið, áðr­enn eg havi fingið eina frá­greiðing frá Landsverki, sig­ur Bjørn Kalsø. Landsstýrismaðurin í mentamálum vil held­ ur ikki fyrihalda seg til grundgevingina í upp­søgn­ ini. Bjørn Kalsø rokn­ar við at fáa eina frá­greið­ing frá Landsverki inn­an eina viku ella tvær. Bjørn biður um frágreiðing Lands­stýrismaðurin í menta­mál­um vil hava Lands­verk at greiða frá, hví byggi­leið­ar­ in fyri Markna­gils­depil­in varð upp­sagd­ur pir kritikarar finningarnar snúu seg mill­ um annað um tær sparingar, sum uttanhýsis ráðgevar­nir mæltu til. Sambært kæruni komu hesar atfinningar illa við hjá ráðgevunum. Og tí kom vátt í reiðrið millum byggileiðsluna við Heina Trónd Hansen og Ragnari Juul Guttesen á odda, og so útlendsku ráð­ gev­arnar hjá Landsverki. Somuleiðis hevur Rag­nar Juul Guttesen gjørt varug við manglandi góðskutrygging, ið var nærum ikki eksister­ andi. Sambært skjølunum í málinum hevur nú fyrr­ver­ andi byggi­leiðarin víst á, at tað hava við sær sera álvars­ ligar og kostnaðarmikl­ar fylgjur fyri verkætlanina, sum løgtingið hevur játtað 515 milliónir krónur til. Heini Trónd Hansen fór frá sum verkætlanarleiðari 3. januar í ár. Ragnar Juul Gutte­sen fekk ætlanarskriv um uppsøgn 1. februar. Har­ umframt vísa skjøl í málinum, at eisini aðrir lyklapersónar í byggiætlanini eru farnir frá. Í kæruni, sum er dag­fest 29. apríl, verður eisini kom­ið inn ta støðuna. Ført verð­ur fram, at Landsverk hevur spælt sær av við øll fólkini, sum kunnu geva ráðgevum og arbeiðstakarum eitt mót­ spæl, sum kunnu fyri­halda seg kritiskt til verkætlan­ina, ikki minst fyri at tryggja, at hon ikki gerst dýrari enn neyðugt fyri føroyska sam­ felagið. Í skrivinum, sum Lands­ verk sendi fjølmiðlunum miku­kvøldið, verður bara heilt stutt víst til hesar við­ merk­ingar, sum Sosialur­in fyrstu ferð skrivaði um síðsta fríggjadag. - Til hetta er at siga, at tað er heilt vanligt í stórum verk­ætlanum, at ymisk við­ urskifti ikki eru fingin heilt upp á pláss. Fyri at avdúka møgu­ligar veikleikar ella feilir í eini verkætlan, verð­ ur tí skipað fyri eini innan­ hýsis gransking, so ivasom viðurskifti kunnu rættast. Ein partur av hesum er enda­lig góðskutrygigng, sum sostatt í góðari tíð er fing­in upp á pláss, áðrenn sjálv byggingin byrjar. Hetta er liður í samlaðu tilgongd­ini til verkætlanina og heilt natúr­ ligt, skrivar Ewald Kjølbro. Í blaðnum síðsta fríggja­ dag varð stjórin fyri Lands­ verk bein­leiðis spurd­ur, um hann kann tryggja at prís­ur­ in fyri Markna­gils­dep­il­in, til­ sam­ans 515 milli­óni­r krón­ur, nú eisini fer at halda. - Vit stýra prosessini so pro­fessionelt sum tilber. Og tað gera vit vit væl sam­an­ settum sáttmálum, eftirliti og góðari leiðslu, svaraði Ewald Kjølbro. Hóast spurningurin varð end­urtikin fleiri ferðir, so fekst stjórin á Landsverki ikki siga, at hann í dag kann veita vissu fyri, at prísurin heldur. Alt skrivið, sum kunningarráðgevin hjá Ewaldi Kjølbro sendi fjølmiðlunum miku­kvøldið, kann lesast á tíðindaportalinum in.fo