Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. oktober 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 25. oktober 2013 · Nr. 123 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Rólant Waag Dam Jenis av Rana kom av álvara í andglettin aftur, eftir at hann hevði givið sína hugsan um samkynd til kennar í donsku avísini Information. Í greinini »Holdningsskred i synet på homoseksuelle på Fær­øerne«, sum er skrivað tí løgtingið í næstum skal taka støðu til, um samkynd kun­nu vígast borgarligt, er Jen­is av Rana millum annað end­ur­ giv­in fyri at siga soleiðis: »Meining Guds er, at vit, sum einstaklingar, skulu liva eitt trygt og friðarligt lív. Men ístaðin draga tey sam­kyndu eitt oyðileggjandi spor av mótloysi, drykkjuskapi, mis­ brúki, isolatión, eyðmýking og sjálvmorði eftir seg. Men tað kann ikki vera øðrvísi, tá ið mann ikki livir tað lív, man er skaptur at liva«. Umhugsa at melda Tá tað kemur til samkynd og teirra rættindi, hevur for­ mað­ur Miðfloksins altíð havt eina greiða fatan. Kortini eru tey mong, sum øtast av ógvusligu útsagnunum hjá Jenis av Rana. Millum ann­ að formaðurin í LGBT, sum er felagið hjá sam­kynd­um, tvíkyndum og trans­seksuel­ lum í Føroyum. - Vit taka kraftiga frástøðu frá slíkum útsøgnum, segði Eiler Fagraklett við in.fo í gjár. Har vísir hann eisini á, at út­søgnin hjá Jenisi av Rana bygg­ir ikki á nakra sum helst vísinda­lig prógv. Tvørturímóti heldur Eiler Fagra­klett, at útsøgnin hjá ting­manninum og formanni Mið­floksins er á markinum til at vera brot grein á 266 b í revsi­lógina. - Hann leggur ein heilan bólk í samfelagnum undir líkt og ólíkt og nú fara vit í nevnd­ini í LGBT at viðgera støðu­na og at kanna eftir, um grundarlag er fyri at mel­ da Jenis av Rana fyri brot á grein 266 b, segði Eiler Fagra­ klett við in.fo. Hann sigur víðari, at tey í nevnd­ini taka eingi óráð fyri. - Vit ráðføra okkum við yms­ar løgfrøðingar, og so møt­ast vit aftur at viðgera mál­ið, sigur Eiler Fagraklett. rolant@sosialurin.fo Langar út eftir samkyndum SAMKYND Samkynd draga eitt spor av mótloysi, drykkjuskapi og sjálvmorði eftir seg, er Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, endurgivin fyri at siga í donskum miðlum. LGBT umhugsar at melda Jenis av Rana Meining Guds er, at vit, sum einstaklingar, skulu liva eitt trygt og friðarligt lív. Men ístaðin draga tey samkyndu eitt oyðileggjandi spor av mótloysi, drykkjuskapi, misbrúki, isolatión, eyðmýking og sjálvmorði eftir seg. Men tað kann ikki vera øðrvísi, tá ið mann ikki livir tað lív, man er skaptur at liva Jenis av Rana Lat tey melda Jenis av Rana hevur sjálvur onga meining um, at hann møguliga verður meldaður. - Um tey fáa frið í sinnið av tí, so mugu tey gjarna. Men eg meti ikki, at nakað av tí, eg sendi danska journalistinum er revsivert, sigur Jenis av Rana. Sí meira á www.in.fo Jenis av Rana svaraði skriv­ liga upp á spurningarnar frá Information. Vit endur­ geva her nakað av tí, hann skrivaði. »Hagtøl, ið siga frá lívs­dygd teirra, ið liva sum homo­ sexuell, eru bæði ræðandi og syrgilig. Lív teirra, ið av Skaparanum var ætlað trygt og friðfult saman við Honum, ber eftir sær eina slóð av vónloysi, upp­ gevan og misbrúki. Sam­ mett við tey, ið liva lív sítt sambært náttúruni, er bæði misnýtslan av rús­ drekka, rúsandi evnum og sjálv­morðsroyndir í hesum bólki tvífaldað. Vónloysi ser­merk­ir hesi tøl, og tað av góð­um grundum, tað kann ikki vera ørðvísi, tá tú livir eitt lív, ið tú ikki er skaptur at liva«. »Føroyar og føroyingar hava altíð, og hetta vátta slík, ið hava valt at liva sum homo­sexuell, ferð eftir ferð, verið tolsom móti ikki bert homosexuellum, men eisi­ni øðrum, sum víkja frá. Tað, sum er broytt, er, at tosað verður meira opið um homosexualitet enn áð­ur«. »Føroyar hoyra, óivað veg­ na tað sterka andaliga grund­ar­støði, sum eyð­ kenn­ir tjòðina og fólkið, við til tann ovurhonds stóra bólk­in av londum, sum ikki ynsk­ir at broyta lòggávu land­sins, bert tí tað júst nú er politiskt korrekt. Vit ken­na okkum sum land væl saman við teimum 188 av heimsins tjòðum, sum ikki falla teim til kníggja, sum royna at hótta okkum til at gera tað ónáttúrliga náttúr­ligt og at broyta norm­ali­tetshugtakið. Tey 14 av heimsins 202 lond­ um, sum hava broytt lóg­gávu sína, hava ikki gjørt tað grundað á vit, skil, vísind ella sambart morals­k­ari sannføring, men einans vegna mangl­ andi støðufesti móti niður­ brót­andi sam­felagsligum átøku­num, sum talsfólkini fyri homosexualitets sjón­ ar­miðini fremja. Higar­til hava føroyskir polit­ikk­arar valt at fylgja leið­beining­ un­um frá orði Guds fram­ um at tekkjast monn­um, vònandi fer tað at halda fram«. Soleiðis svaraði Jenis