hósdagur 24. oktober 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. oktober 2013 · Nr. 123
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eg havi ofta hugsað um, hvat tað er, sum ger, at vit
føroyingar ofta sýnast sum eitt fólkaslag, har vit
ofta hava lyndi til at bólka alt upp eftir hvat er rætt
og skeivt.
Hasin ávísi hátturin av liva sítt lív upp á er skeivur.
Mín er rættur. Setningurin »námsfrøðingarnir – tær
vilja hava eitthvørt ella ikki góðtaka eitthvørt« er
skeivur. Spurningur verður sendur inn til Kring
varpið, og tað er næstan altíð, at dømi verða givin,
um tað sum spyrjarin heldur er skeivt málsliga.
Kann onkur siga mær, er hetta rætt ella skeivt.
Ofta siti eg eftir við kensluni av og hugsi: rætt fyri
hvønn og skeivt fyri hvønn? Skulu tað altíð vera
universellar frágreiðingar um, at okkurt er rætt og
okkurt annað er skeivt? Fyri hvønn og hvat skulu
vit brúka tað til?
Eg minnist aftur á tíðina, tá eg byrjaði á Føroya
málsdeildin fyri trimum árum síðan. Eg hugsaði tað
sama. Tað kann ikki vera rætt at siga »formaðurin,
hon stillar ikki upp aftur«, ella tað kann ikki vera
rætt, at onkur á sínari dialekt sigur, »teir hevði«.
Hetta fylgir ikki málfrøðiligu reglunum, men er tað
skeivt? Um øll í einum øki siga tað, er tað so skeivt?
Hvat er tað sum ger, at vit altíð skulu seta alt inn í
kassar?
Málið er livandi og tað førkar okkum ofta hagar,
sum mállæran ikki altíð hevur eitt svar, og tískil
ber ikki til at siga, at fólk í einum ávísum parti av
landinum tosa skeivt. Vanar broytast og tað ber ikki
til at siga, at summi fólk liva upp á tann rætt mátan,
meðan øll hini liva skeivt. Hvør er tað, sum ger av
hvat er rætt og skeivt fyri okkum øll? Tað at nakar
tekur sær rættin at definer, hvat er rætt ella skeivt,
haldi eg er skeivt.
Nær fer tað at eydnast, at fáa okkum sum fólk at
góðtaka, at alt og øll eru ikki eins? Vit skulu av
hesi orsøk ikki vera fyri vanbýti ella verða viðfarin
øðrvísi enn onnur høvdu verið viðfarin. Men
nær fara vit at síggja tað, sum nakað positivt, at
onkur tosar ikki líka, sum eg geri. Nær fer tað at
verða góðtikið millum nógv av okkum, at tað er
fantastiskt, at vera saman við fólki, sum ikki tosa
eins, síggja eins út og liva eins? Tá er tað so nógv
vit kunnu læra av hvørjum øðrum, heldur enn at
staðfesta, at tað sum tú gert, sigur ella ert, er rætt
ella skeivt. Í mun til hvat, spyrji eg so bara?
Tað hevði verið so forbiðið rotið, um øll sóu eins
út, gjørdu tað sama og tosaðu eins. Vit eiga at
virðismeta ymiskleikan og heldur vera forvitin um,
hví onkur tosar, sum tey nú einaferð gera, og hvat
tað er, sum ger, at onkur ynskir sær eitt øðrvísi lív,
enn tað, sum eg t.d. livi.
Verðin er nógv meira áhugaverd, tá vit eru forvitin
heldur enn at staðfesta hvat er rætt og skeivt. Tað
haldi eg er rætt.
Eyðgerð
Mørkøre Kruse
lesandi
EYGA
MÁLIÐ
Rætt og skeivt
– eingin
millumvegur
kjak
kjak
Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna:
post@sosialurin.fo
Hitapumpur og »seinast
syfta seiðin«
Hanus Vang
verkfrøðingur
Vit brúktu 2400 litrar av olju
árliga.
Tað gav eitt útlát av CO2 á
5,76 tons um árið.
Tað gav eisini 18.000 KWH
av upphiting og heitum
vatni.
Vit skiftu til hitapumpu
”luft til vætu”, og roknaðu
við COP-tali á 3.
Soleiðis skuldu 6000 KWH
keypast frá SEV árliga.
Tað hevur hildið heilt væl
higartil, í sjey ár.
So
er
spurningurin
hvussu nógv útlát SEV hevur
av at veita hesar 6000 KWH
til okkara.
Í meðal eru eini 60 % av
orkuni hjá SEV frá olju. Tað
gevur útlát á 2,16 tons av CO2
um árið.
So her er munagóð mink
ing!
So eru tað tey sum siga at
øll tey, ið fáa sær hitapump
ur einans flyta oljutangan
inn á Sund. At orkan til hita
pumpur einans kemur frá
olju á Sundsverkinum. Løgin
pástandur.
Um so er hvussu sær so út
við eitt nú útláti?
Jú tað verða 3,6 tons, so
sjálvt her ein munagóð mink
ing frá 5,76 tonsum.
Fíggjarliga hevur íløgan
borið seg væl.
Tann ”seinast syfti seið
urin” verður helst at fáa
SEV at hjálpa brúkarum
sum ynskja at fáa sólkykn
ur og húsamyllur at knýta í
”bassengið” sum vit øll eiga.
Jógvan Skorheim
borgarstjóri í
Klaksvíkar kommunu
Føroyar skal vera eitt fjøl
broytt oyggjasamfelag, har
fólk á øllum útbúgvingar
stigum kunnu búgva og virka
kring landið.
Seinastu
árini
hevur
høvuðsstaðarøkið drigið alt
meira til sín, og stórur partur
av almennu fyrisitingini er í
miðøkinum. Tað er sjálvandi
ein natúrlig gongd, at høv
uðsstaðurin verður sterkur,
og tað skal hann eisini vera,
men Føroyar verða ikki eitt
meira spennandi og dragandi
land, um vit savna alla umsit
ing í høvuðsstaðnum. Heldur
eiga vit at styrkja økini úti
um landið og geva fólki góðar
og fjølbroyttar møguleika at
búleikast her á landi.
Nú um dagarnar upplivdu
vit,
at
Kommunulækna
skipanin varð løgd undir
Heilsutrygd, sum heldur til
í Klaksvík. Hetta er eitt gott
dømi um, hvussu tað ber til
at sentralisera desentralt, og
eg fegnist um hesa saman
legging.
Fyri tað um tænastur ella
stovnar verða løgd saman, er
ikki neyðugt, at tað verður
gjørt soleiðis, at virksemið
verður savnað í høvuðsstað
num. Tað ber saktans til at
miðsavna fyrisiting úti um
landið, og tað áttu vit at gjørt
meira við.
Eitt dømi er ferðavinnan,
sum kundi verið miðsavnað
í Vágum, har vit framman
undan hava flogvøllin og
annað ferðavinnuvirksemi.
Eisini áttu myndugleikarnir
at sæð týdningin av at savna
umsiting, eftirlit, gransking
og útbúgving innan fiski
vinnu, í Føroya fiskivinnu
høvuðsstaði Klaksvík.
Litríkt samfelag
Uppskotið
um
tær
sjey
kommunurnar í landinum
kundi verið nýtt sum út
gangsstøði fyri at styrkja
sjey kjarnuøkið í Føroyum,
ið kundu havt ymiskar spíss
kompetansur. Við hesum
kunnu vit geva fólki møgu
leikan at velja, hvar tey vilja
búleikast.
Føroyar høvdu við hesum
blivið
eitt
fjølbroytt
og
fleksibult
samfelag,
sum
skapti hóskandi møguleikar
og avbjóðingar fyri tey, sum
búgva her á landi, og dró
størri part av okkara ungu
heimaftur eftir loknan lesnað
í útlandinum. Hví skulu vit
ikki hava møguleikan at
búgva á Skála og arbeiða
í umsiting í Klaksvík ella
Vestmanna? Og hví skulu vit
ikki kunnað búgva í Havn og
arbeiða í Vágum ella búgva
í Klaksvík og arbeiða í um
siting í Runavík?
Halda vit fram við gongd
ini, har vit sentralisera alt
meira í høvuðsstaðnum og
leggja upp til, at alt fleiri
fólk eisini skulu búgva har,
verða Føroyar við tíðini ein
litleys vøra á hillini, har hin
ar vørurnar tykjast meira
lokkandi. Lat okkum heldur
skapa
eitt
fjølbroytt
og
spennandi oyggjasamfelag,
har vit veruliga geva fólki
møguleikan at velja, hvussu
tey vilja búgva og arbeiða.
Hetta hevði gjørt Føroyar til
eitt litríkt og lokkandi sam
felag, sum kundi staðið seg
enn betri í hørðu kappingini
um fólk og vitan.
Desentral sentralisering
Vit kunnu fáa eitt gott og fjølbroytt samfelag við at sentralisera desentralt
www.gevidblod.fo
Felagið Blóðgevi
Blóðbankin á Landssjúkrahúsinum
J.C. Svabos gøta 43
100 Tórshavn
Telefon: 30 45 22
Teldupostur: bbank@lsh.fo
Blóðgevarar í Suðuroy
Rannsóknarstovan á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekka 19
800 Tvøroyri
Telefon: 34 32 70
Teldupostadressa: lab@ssh.fo
Klaksvíkar Blóðdonorlið
Rannsóknarstovan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Sniðgøta 1
700 Klaksvík
Telefon: 45 45 45
Teldupostadressa: labblod@ks.fo