Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. oktober 2013síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 25. oktober 2013 · Nr. 123 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 T að var Montgomery gene­ ralur, sum undir seinna heims­bardaga kom eftir, at í her­inum hjá honum vóru fýra sløg av offiserum, – teir gávuríki og dovnu,  – teir gávuríku og arbeiðssomu, – teir býttu og dovnu, og – teir býttu og arbeiðssomu. Brúk var fyri teimum gávuríku og dovnu í flestu leiðandi størvum. Haðani komu teir við tí víð­ skygda yvirlitinum. Eisini var brúk fyri teimum gávu­ríku og arbeiðssomu. Teir gjørdust næsta liðið og gjørdu alt tað, sum teir omanfyri ikki tímdu at gera. Teir býttu og dovnu vóru sjálvur ryggurin í allari skipanini. Teir gjørdu ongan skaða, tí teir gjørdu bara tað, sum hinir søgdu. Hinvegin, so var einki mark fyri, hvørjar ólukkur teir býttu og ar­ beiðs­somu kundu gera. Teir vóru ein vandi fyri alla skip­ anina og áttu at fáa sekkin - ong­an­ tíð ov skjótt. Tað er ikki heilt av leið at bera saman herin hjá Montgomery við politisku skipanina her hjá okkum. Hvar vit flokka hesar ymsu bólk­arnar, kunnu ymsar meiningar vera um, men eingin ivi er um, at skila­leysari framferð í føroyskum politikki, so sum vit hava sæð tað yvir várið og summarið, skulu vit leita leingi eftir. Fulltiknir spekulantar hava lokkað arbeiðssomu umboð okk­ ara úti í Tinganesi heilt á og út av eggini. Kjarrgalnir hava teir í fall­ in­um herjað á tingsins skipanir og slept øllum fólkaræðisligum manna­gongdum fyri at tæna tí óupp­lýsta pen­inga­valdinum. Herjað varð á tær mest grund­ leggjandi ásetingarnar í ting­skip­an­ ini um talufrælsi, innlit og ábyrgd. Barnalærdómurin á tingi um, at eingin skuldi standa til svars uttantings fyri tað hann segði innan­ tings, varð sópaður av borðinum, og fyri at tæna endamálinum var tað so galið, at fleiri hildu tað vera beinleiðis spennandi at ganga við hesum nýggja kjaftbandinum, teir høvdu fingið, um kinnklovarnar. Eitt var, at teir fulltiknu ætlaðu sær ognarrætt, brúkaragjøld, tagn­ ar­skyldu og milliónir úr land­sins køssum, men annað og verri var, at amatørar okkara í Nesinum runnu ørindi teirra. Meðan grammleikin liggur í náttúr­uni hjá teimum fulltiknu, var tað ræðandi at síggja, at bæði tað polit­iska og tað umsitingarliga valdið læt seg draga upp á tráð - rætti­liga ræðandi. Hesin ótespiligi vellingur varð síðani kryddaður við so nógvum lygn­um og so nógvum latíni, sum ongan­tíð fyrr. Skelkandi er at ansa eftir, at teir, sum grammastir vóru eftir vald­ inum, hava sett sær fyri at bíða eftir, at ein nevnd skal siga teimum, hvussu vindandi stórur ørskapurin hevur verið, áðrenn teir siga seg kunna taka støðu til møguligar avleiðingar. Løgtingið er ikki rætta arbeiðs­ plássið hjá so trongskygdum fólki. Eingin sum helst ivi er um, at teir útspekuleraðu spekulantarnir vistu, hvat teir gjørdu, og teir liggja framvegis framvið, meðan “okk­ ara menn” hvørki høvdu dul ella dreym fyri, hvørjum valdið teir í veruleikanum vóru stýrdir av. Tá fulltiknir proffar innan tað óupplýsta peningavaldið treða dansin saman við glaðum ama­tør­ um í Tinganesi, kann alt henda, og tað gjørdi tað so eisini í hesum føri. Hvat er ein milliard - ella tvær, ella tríggjar - millum vinir? Er tað ikki flákrandi líkamik­ið hvør eigur botnin av Skála­fjørð­in­ um? Hví kunnu útlendingar ikki fara avstað við øllum arbeiðinum og øllum vinninginum av landsins stórstu verkætlan nakrantíð? Hvat vanlukkan skulu vit hava alment innlit til? Hví skulu vanligir tingmenn vita, hvat tað teir taka støðu til? Soleiðs ljóðaðu hesir og fleiri aðrir spurningar í slóðini av álop­in­ um á aldagamla fólkaræði okkara. Júst soleiðis sum Oluf Palme orðaði seg um forfallið í fólka­ ræðinum, um teir praktisku og lítið hugsandi menninir sluppu fram at valdinum, júst soleiðis upplivdu vit hesa gongdina. Tað, sum vendi upp, vendi nið­ur, og framvegis hoyrast tey, sum við valdinum sita, ætla sær at halda fram í hesum skilaloysi, líka inn­til onk­ur í eini nevnd kann siga teim­um, at her er nakað spinnandi galið. Tíbetur fótaðu árvaknir menn úr andstøðuni seg í tøk­um tíma og fingu støðga gal­skap­in­um, áðr­enn kransakøku- og pinna­mata­her­liðini hersettu Løks­høll og har løgdu seg fram eftir grúgvu fyri tí post­ politiska lands­stýris­mann­in­um. Tað fyrsta, sum undraði mang­ an mannin, var, at uppskotið frá landsstýrismanninum ikki varð burturvíst. Í fyrsta lagi av fyri­sit­ ingini, síðani av formans­skapinum og í triðja lagi av onkrum tingfólki. Men so var ikki. Ásetingarnar í Tingskipanini um, hvørjar fíggjarligar kostn­að­ir uppskotið hevði við sær fyri før­ oyska samfelagið var løg­ting­inum óviðkomandi, søgdu teir beinleiðis. Hesum høvdu gomlu Dong­ dreing­irnir, sum høvdu skrivað upp­ skotið, betri skil fyri enn Landsverk hevði, og sjálvur bulurin undir eini ábyrgdarfullari tingviðgerð varð tí á at líta sum ein illa fløktur línu­ stamp­ur. Jú sanniliga var tað syndarligt at síggja, hvussu revarnir róku gæsnar undan sær. Annar kjaftfiskurin til okkara høga ting var, at tað skuldi lóggeva um at nokta alment innlit í størsta og kostnaðarmiklastu verkætlan í føroyskari søgu ein mansaldur fram. Sjálvandi tí, at so nógvur bruni var í ætlanini, at hon toldi ikki dag­ sins ljós. Ein triðja, skulu vit siga falløksin, var ein bót til landskassan, um ikki løgtingið veik frá sínum tíðar­ ásetingum og syrgdi fyri at av­ greiða málið, áðrenn nakar fekk um­rátt seg. Eingin ráðharri í grannalondum okkara hevði livað ein dag í sess­ inum, um hann hevði funnið upp á dult faktiskar upplýsingar, og haraftur álagt lógevandi tinginum bøtur og tagnarskyldur, um tað ikki skundaði sær at avgreiða málið. Um ein stjórnarleiðari, ið hevði ábyrgdina av einum ráðharra, sum kleyraði oman á tingsins viðtøkum, var samsekur, var stjórnarkreppa beinanvegin. Men soleiðs var tað ikki her hjá okkum, hóast vit við vissu vita, at hann, ið skal ansa eftir, at lands­ stýrismenn umsita málsøki síni á fullgóðan hátt, sjávur var partur av málinum. Her møtti ein landsstýrismaður á tingi og boðaði frá, at landskassin fekk eina mió. krónur í bót, um ikki løgtingið eftir ásettari tíð hevði samtykt eitt mál, sum tað ikki kendi, niður í lumman hjá teimum, sum høvdu skrivað honum uppskotið. Eitt uppskot, sum gav teimum ognarrættin til Skálafjørðin eina hálva øld fram, og gav út­ lendsk­um felag alt arbeiðið til eina privata verkætlan, ið kravdi almennan kostnað av tveim­um Hvalbiartunlum til íbind­ingar­vegir. Tílík framferð er ókend her á landi, og óhugsandi í grannan­lond­ um okkara. Samfelag okkara er í lóggávuni fyrireikað upp á álop og villleiðingar av hesum slagi. Í Stýrisskipanarlógini § 33, stk. 3 er ásett at: ”Løgmaður hevur eftirlit við, at hvør einstakur landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt”. Og í § 5 í lóg um ábyrgd lands­ stýris­manna er ásett at: “Løgmaður ella landsstýrismaður verður revsaður, um hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur, sum liggja á honum sambært løgtingslóg um Stýrisskipan Føroya ella lóggávuni annars ella starvsinnihaldi hans­ ara. Stk. 2. Ásetanin í stk. 1 er eis­ini galdandi, um so er, at løg­mað­ur ella landsstýrismaður gevur Løg­ tinginum skeivar ella vill­leiðandi upplýsingar, ella um hann, tá Løg­ tingið viðger eitt mál, tigur við upplýsingum, sum eru av stórum týdn­ingi fyri tingsins meting av mál­inum.” Tað verður tí løgtingið, sum hev­ ur skyldu til og noyðist at rudda upp eftir galskapinum í Tinganesi. Tað verður løgtingið, sum noyð­ ist at áseta fylgjurnar av ólógligu fyrisitingini í hesum máli. Tað verður løgtingið, sum noyð­ ist at áseta fylgjurnar av vill­leið­ andi upplýsingunum og loyni­ligu sáttmálunum í hesum máli. Tað verður løgtingið, sum noyð­ ist at áseta revsingina fyri hesi og so mong onnur viðurskifti, sum ov drúgvt er at nevna í hesum um­ farið. Vi hava hoyrt løgmann fegnast um, at sjálvt andstøðan tekur undir við honum, og tá kann sigast, at tað í minsta lagi er ein, sum einki hevur lært. Um løgtingið ikki ruddar upp í hesum máli, so er løgtingið samsekt í øllum tí hurlivasa, sum her liggur á berajóli. tíðargrein Hergeir Nielsen Fyrrverandi løgtingsmaður hjá Tjóðveldi og løgtingsformaður Tórbjørn Jacobsen Jóannes Eidesgaard Hans Pauli Strøm Hergeir Nielsen Jógvan Sundstein Edmund Joensen Tá fulltiknir spekulantar tráddu dansin saman við glaðum amatørum Fulltiknir spekulantar vendu tinginum á høvdið, tá landsstýrið kleyraði oman á teimum fremstu ásetingunum um innlit, skynsemi, umhugsni og ábyrgd, áðrenn størsta verkætlanin í søgu tingsins skuldi lumpast og lirkast ígjøgnum lóggevandi valdið