hósdagur 24. oktober 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. oktober 2013 · Nr. 123
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Í sini setanarrøðu vísti Ja
cob Vestergaard, landsstýris
maður í fiskivinnumálum á,
at nógv halda Føroyar vera
eitt - landafrøðiliga - isolerað
samfelag í útnorði við einum
stórum havøki, sum umgyrðir
okkara oyggjarnar í allar
ættir - og at hesar umstøður
eru avmarkandi fyri vøkstri
og menning.
– Men, at oyggjarnar eru
avmarkaðar orsakað av hav
inum, er ikki rætt. Havið og
tað tilfeingið, sum í havinum
er, skapar fundament fyri
einum nútímans ídnaðar
samfelag, sum - um vit skipa
okkum á rættan hátt - gevur
burðardygga menning og
vøkstur.
Landsstýrismaðurin helt
fyri, at rætta myndin av
Føroyum er, at oyggjarnar eru
plaseraðar í norðuratlantiska
miðdeplinum, sum tryggjar
grundarlagið
undir
fiski
skapi, aling og oljuvinnu,
sum byggir á lokalt tilfeingi.
- Sjálvt um tilfeingið í okkara
havøki verður sagt at vera
einstáttað, hevur ídnaðurin
í Føroyum í nýggjari tíð
prógvað, at differentiering
er ein møguleiki. Ídnaðurin
hevur staðsett sjálvstøðugar
vinnugreinar,
sum
virka
leysar av hvørji aðrari.
Jacob Vestergaard segði,
at ymisku møguleikarnir,
sum eru í vinnuni, geva sam
anlagt eitt rímiliga støðugt
grundarlag, tó at onkur
vinnugrein í skiftandi tíðum
gongur væl og onkur onnur
minni væl.
– Seinastu árini hava víst,
at hóast gongdin í ymisku
greinunum er ymisk, megnar
okkara vinnulív kortini -
samanlagt - at skapa góðar
karmar og góð úrslit.
Altjóða samstarv
Landsstýrismaðurin vísti á,
at Føroyar eru eitt land við
longum traditiónum innan
fiskiskap og fiskaframleiðslu,
og Føroyar eru kendar fyri
samstarv við lond úr flestu
heimspørtum.
– Í nýggjari tíð hava vit
bygt upp eina alivinnu, sum
er á høgum altjóða støði, og
vit hava eisini bygt upp eina
frálandavinnu.
Hann segði, at ein nútím-
ans ídnaður, sum byggir á
egin hugskot og altjóða sam
starv skal tryggja Føroyum
vøkstur, eins og hetta eis
ini skal stuðla okkara sam
starvspørtum.
Jacob Vestergaard segði,
at Faroexpo 2013 er eitt av
mongum átøkum, sum skulu
stuðla undir vøkstur og
menning í Føroyum.
Føroyar í norðuratlantiska miðdeplinum
– Føroyar eru eitt land við longum traditiónum innan fiskiskap og fiskaframleiðslu,
og Føroyar eru kendar fyri samstarv við lond úr flestu heimspørtum, segði Jacob
Vestergaard, tá hann hósmorgunin setti Faroexpo 2013 á Skála
- Í nýggjari tíð hava vit
bygt upp eina alivinnu,
sum er á høgum altjóða
støði, og vit hava eisini bygt
upp eina frálandavinnu.
Eisini Faroexpo 2013 er eitt
av mongum átøkum, sum
fremur vøkstur og menning
í Føroyum, segði Jacob
Vestergaard, tá hann setti
altjóða vinnustevnuna
Mynd: Vilmund Jacobsen
Vilmund Jacobsen
Tað er Virkisráðgevingin í
Saltangará (VRG), sum er
fyriskipari av Faroexpo og
mentanarvikuni í Runavíkar
kommunu. Tey, sum standa
aftan fyri fyrireikingarnar,
eru stjórin, Simun Hammer,
Hergeir Eldevig, samskipari
og Rannvá Troest, verk
ætlanarleiðari.
Hósmorgunin, tá Faro
expo-vinnustevnan
læt
upp á Skála, var lagið gott á
fyriskiparunum.
– Tað er ein strævin tíð
uppundir eitt so stórt tiltak,
men hetta er eisini ein spenn
andi tíð. Nú stevnan er sett,
og fundarvirksemið - ella
partneriatið - er farið í gongd,
fegnast vit um, at alt vísir seg
at rigga væl, og at fyritøkur
eru fegnar um umstøðurnar
her í høllini á Skála, siga
fyrireikararnir.
Magnus Rasmussen, borg
arstjóri í Runavíkar komm
unu, heldur, at umstøðurnar
í ítróttarhøllini á Skála, har
sjálv Faroexpo-vinnustevnan
verður hildin, eru góðar.
– Hesaferð var neyðugt at
flyta henda partin av Faro
expo yvir á Skála, nú stór
fimleikarhøll verður bygd
upp í ítróttarhøllina í Runa
vík, har stevnan hevur verið
hildin undanfarnu árini.
in.fo hitti borgarstjóran
stutt eftir setanina í ítróttar
høllini á Skála í morgun, og
hann heldur, at umstøðurnar
á Skála eru góðar.
– Soleiðis, sum eg havi
lisið stemningin í høllini í
morgun, eru fólk væl nøgd
við umstøðurnar og tær tæn
astur, sum her eru.
Tað segði Magnus Ramus
sen, tá Sosialurin hitti hann
í høllini á Skála fyrrapartin
hósdagin.
Borgarstjórin vísir á, at
hetta er níggjunda ári, at
Faroexpo og mentanarvikan
er, og hann fegnast um, at
fólk hava lagt so nógva orku
í at menna hesi tiltøk ár und
an ári.
– Tá Faroexpo byrjaði,
luttóku umleið 30 fyritøkur,
og í dag tátta tær í sjeyti, sigur
ein vælnøgdur borgarstjóri í
Runavíkar kommunu.
Úr 30 fyritøkum uppí 70
Tá Faroexpo byrjaði, luttóku umleið 30 fyritøkur, og í dag tátta tær í sjeyti