Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-24, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. oktober 2013síða 22

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 25. oktober 2013 · Nr. 123 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur ítróttur fótbóltur Hvør verður toppskjútti? Um vikuskiftið verður seinasta umfar í Effo-deildini. Fýra spælara eru um boðið at blíva toppskjúttar í 2013 Tróndur Arge Leygardagin vita vit hvør verður toppskjútti í før­oysk­ um fótbólti í 2013. Klæmint Andrasson Olsen er favo­ rittur við sínum 19 málum, men bæði Leif Niclasen og Páll Andrasson Klettskarð hava møguleikar við sínum 17 málum, meðan Finnur Justinussen við sínum 16 málum skal gerast eitt ordans hál, um hann skal gera seg galdandi. Sosialurin hevur hugt nærri at teimum fýra fram­ herj­unum, sum kappast um at gerast topskjúttar. Sosialurin hevur eisini gjørt eina meting um, hvussu stór sannlíkindini eru fyri, at hvør einstakur verður topp­ skjútti. 50% Møguleiki at blíva toppskjútti: 15% Møguleiki at blíva toppskjútti: 10% Møguleiki at blíva toppskjútti: 25% Møguleiki at blíva toppskjútti: Klæmint A. Olsen Felag: NSÍ Aldur: 23 Mál: 19 Mál pr dyst: 0,76 Minuttir pr mál: 115,6 Skorað í 11 dystum Leif Niclasen Felag: EB/Streymur Aldur: 27 Mál: 17 Mál pr dyst: 0,65 Minuttir pr mál: 133,9 Skorað í 12 dystum Páll A. Klettskarð Felag: KÍ Aldur: 23 Mál 17 Mál pr dyst: 0,65 Minuttir pr mál: 134,7 Skorað í 14 dystum Finnur Justinussen Felag: Víkingur Aldur: 24 Mál: 16 Mál pr dyst: 0,62 Minuttir pr mál: 146,3 Skorað í 13 dystum Klæmint skal í seinasta dystinum spæla móti HB, sum er FM vinnari. NSÍ stríðist fyri at vinna sær pláss í Europa League komandi kappingarár. Verjan hjá HB er tann besta í ár, men spurningurin er hvussu árvakin hon er í seinasta dystinum, nú meistaraheitið er komið í hús. Klæmint er tvey mál frammanfyri Leif og Páll, so hann er favorittur at gera toppskjútti, men tað er sannlíkt, at hann skal til at skjóta minst eitt mál fyri at halda fast í 1. plássinum. Finnur er trý mál aftanfyri og skal yvirhála tríggjar mans í seinasta svinginum. Víkingur er á útivølli móti TB, sum saman við 07 Vestur verður at síggja í 1. deild komandi ár. TB hevur annars havt ein væl betri verju enn 07 Vestur og KÍ, men til ein týdningarleysan dyst sum hendan, so er spurningurin aftur við hvørjari motivatión TB kemur at spæla? Tað tykist ósannlíkt, at Finnur kemur at skjóta fleiri mál enn eitt nú Páll í seinasta dystinum, men møguleikin er har enn. Leif hevur avloyst Arnbjørn Hansen, tá hann var skaddur. Tað hevur hann gjørt væl. Leif og EB/Streymur skulu spæla á Argjum móti AB. Tað skuldi eftir ølum at døma verið ein torførur dystur, men okkurt bendir á, at argjamenn geva fleiri av ungu spælarunum møguleikan í seinasta dystinum. AB hevur rokkið sínum málsetningi og sjeynda plássið er tryggjað. Verður dysturin á inni í Vika eitt sjálvtøkuborð, har bæði liðini spæla uttan fyrilit í verjupartinum, so er ikki óhugsandi at Leif Niclasen verður spældur upp til teir stóru møguleikarnar. Páll gjørdi í fjør eitt ordans hál og skoraði trý mál, tá hann í seinasta dyst­inum kom upp á 22 mál, og har­við skoraði líka nógv mál sum Clayton Soares. Tá var seinasti dyst­ urin móti FC Suðuroy, sum longu tá var flutt niður. Støðan í ár er ikki ólík. Mótstøðan er 07 Vestur, sum eis­ini er flutt niður. Páll er tvey mál aftan­fyri Klæmint, men tað er als ikki óhugsandi at KÍ kann fáa nógv mál í hasum dystinum. Hest verður bólturin trillaður upp á tvørs til Páll, skuldu við­spæl­arar komu í góða álops­støðu. Kann Páll endur­takað hálið frá í fjør? Als ikki ósannlíkt. Myndir: Álvur Haraldsen