Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-24, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. oktober 2013síða 23

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 25. oktober 2013 · Nr. 123 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen HB er meistari, og ÍF hevur vunn­ið silvur­krónurnar. 07­Vest­ur er flutt niður, og tað er so langt úti í teoriini, at TB skal bjar­ga sær und­an nið­ur­ flyt­ing­ini, at tað held­ur ikki í TB verð­ur rokn­að við møgu­ leik­a­num. TB heima­síðan stað­festi eftir tapið í Gunda­ dali, at avgerðin var fallin. Í morgin eigur TB heima­ vøll ímóti Víkingi. Óli Jo­ hanne­sen er tøkur aftur eftir leikbann, og hesa ferð er Poul Ingason leikbannaður. Hjá Víkingi eru Hjartvard Han­ sen og Dánjal Pauli Lervig tøkir aftur eftir leikbann. Kapp­ingarárið er liðugt hjá Filip Djordjevic, sum ímóti KÍ sá gula kortið fyri áttandu ferð í ár og tískil er leik­bannaður. Páll Guðlaugsson og Sig­ fríð­ur Clementsen fara aftur næsta ár at venja ávikavíst TB og Víking, og uppgerðin við Stórá verður fyrsta fetið í fyrireikingunum til árið, tá ið ávikavíst uppflyting og FM fara at verða málið. Í Klaksvík biður 07Vestur far­væl fyri hesa ferð. Mið­ verjin Téhé Aristide er leik­bann­aður, meðan allir klaks­vík­ingarnir eru tøkir uttan Gunnar Christiansen. 07­Vestur ætlar at biðja far­ væl við manér, og hjá KÍ hevði tað komið væl við at hild­ið tætt, eftir at kort­ slutn­ingur eina løtu í 1. hálv­ leiki í Gøtu bar greitt tap við sær fyri viku síðani, tá ið hugburðurin als ikki var góð­ur. Á Argjum fer heimaliðið at takka Sámal Erik Hentze fyri gott samstarv seinastu fýra árini. Sámal Erik Hentze fer heim um ánna at vera venj­ari hjá B36. Enn er tað ikki greitt, hvør skal hava ábyrgd­ina á Argjum. Allir AB spælararnir eru tøkir, og fleiri av teimum, sum hava bíðað nógv á beinki­num, fáa í morgin møgu­leik­an millum teir fyrstu ellivu. Hjá EB/Streymi er Arnar Dam leikbannaður. Niels Pauli Danielsen hevur verið plág­aður av knæskaða. Hesa ferð verður hann millum teir fyrstu ellivu. Meðan tað er greitt, at AB endar á sjeynda plássi, so er framvegis møgu­ leiki fyri, at EB/Streymur kann røkka fimta plássinum og harvið einum eyka heima­ dysti. Europa plássið Tað kemur sjáldan fyri, at eingin landskappingardystur verð­ur spældur í Gundadali, men soleiðis er tað hesa ferð. Meistararnir í HB skulu til Runavíkar, og B36 skal til Fugla­firðar. Merkisvert er tað, at tað er í hesum báðum dyst­unum, har meistararnir og silvurvinnararnir eru mót­støðu­lið, at tað verður av­ gjørt, um tað verður B36 ella NSÍ, sum næsta summar skal spæla europeiskan fótbólt. Føroyar eiga fýra pláss í euro­peisku kappingunum. Um­framt HB og ÍF hevur Vík­ing­ur sum steypavinnari tryggjað sær rætt at luttaka í altjóða kappingini næsta summ­ar. -Vit fara til Runavíkar at fáa gullkrónurnar og FM steypið, og sjálvandi ætla vit okkum at vinna øll stig­ ini. Tað gera vit hvørja ferð, og soleiðis verður tað eisi­ni hesa ferð, sigur FM venj­arin Oddbjørn Joensen. Hann fegnast yvir, at FM heit­ið varð tryggjað síðsta viku­ skif­ti. -Vit vónaðu, at tað bar til at fara til Runavíkar sum meist­ar­ar í staðin fyri at fara inn hagar fyri at vinna FM heitið. Fyrr í ár vunnu vit 4-0 við Løkin, men úrslitini hjá Heð­ini Askham og NSÍ siga, at vit kunnu rokna við stórari av­bjóðing, og teir hava jú bronsu­merk­ini og harvið eur­o­peiskan fótbólt at spæla fyri, sigur Oddbjørn Joensen, sum hevur allar sínar menn á manningarlistanum. Hjá NSÍ eru miðverjin Jens Joensen og sentrali mið­vall­arin Magnus Ol­sen leikbannaðir eftir ávika­ víst reytt og gult kort í 3-1 tapinum í Fugla­firði. Um­ framt at bronsu­krón­ur­nar standa upp á spæl, so verður spurn­ingurin eisini svaraður, hvør verður toppskjútti. Í tí kapp­ingini er NSÍ lið­for­mað­ u­rin Klæmint A. Olsen greið­ ur favorittur. Í síðsta minutti við Marg­ áir sunnudagin skor­aði Adeshina Lawal 2-1 sigurs­ málið fyri B36. Tað bar við sær, at árstalsfelagið und­ an síðsta umfarinum er á bronsuplássinum. Men gest­ ir­nir skulu ikki rokna við at fáa nakað, tá ið teir í morgin fara til Fuglafirðar: -Hjá okkum ræður tað um at enda kappingarárið eins væl, og tað hevur ging­ ið higartil. Vit eru nøgdir við silvurmerkini og rætt­in at spæla í Europa, men vit vóna, at endaliga støðu­talv­ an fer at siga, at vit vun­nu næst­fremsta plássið sann­før­ andi, sigur ÍF venjarin Al­bert Ellefsen, sum harmast um, at vongverjin í vinstru, Jan Ó. Ellingsgaard, og topp­skjútt­in, Clayton Soares, eru so mikið skaddir, at teir ikki verða førir fyri at spæla í morg­in. Nógvu tær seinastu ferð­ ir­nar hevur Øssur Dalbúð ar­beitt nógv í verjupartinum. Hó­ast tað megnaði hann í 3-1 sigri­num ímóti NSÍ at skora tvey tey fyrstu málini. Hesa ferð verður hann fremsti mað­ur í staðin fyri Clayton Soa­res. Í Streymnesi síðsta sun­ nu­dag vóru Súni Olsen og Gilli Sørensen vongverjar hjá B36. Felags fyri hesar báð­ ar er, at teir í morgin fara at um­boða B36 fyri síðstu ferð – í hvussu so er í hesum um­ fari­num. Tað verður neyvan á vongverjunum, at teir verða at síggja í morgin. Fyri viku síðani vóru bæði Høgni Eyst­ur­oy og Símun Joensen leik­bann­aði­r. Nú eru teir tøk­ ir aftur. ítróttur fótbóltur Europavegurin er trongur hjá B36 og NSÍ Bæði Oddbjørn Joensen og Albert Ellefsen vænta, at gull og silvurvinnararnir orduliga fara at spíla seg út ímóti europeisku kandidatunum í NSÍ og B36 Effodeildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 HB 26 16 6 4 66 30 +36 54 2 ÍF 26 14 7 5 54 45 +9 49 3 B36 26 11 10 5 45 34 +11 43 4 NSÍ 26 12 6 8 50 45 +5 42 5 Víkingur 26 12 4 10 40 41 -1 40 6 EB/Streymur 26 11 5 10 52 36 +16 38 7 AB 26 9 4 13 36 45 -9 3 8 KÍ 26 5 10 11 47 54 -7 25 9 TB 26 5 7 14 26 47 -21 22 10 07 Vestur 26 3 5 18 24 63 -39 14