Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-24, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. oktober 2013síða 38

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 123 · 25. oktober 2013 10 VIKUSKIFTI Vín Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Soleiðis sigur annar av høvuðs­tænar­ unum á Hotel Føroyum, Gunnar Sørensen, tá vit spyrja hann, hvørji ráð hann hevur til fólk, sum ivast í, hvat slag av víni tey skulu velja sær til ein betri bita. – Tað ber sjálvandi illa til at koma við nøkrum alvitandi sannleika, tí hesin finst ikki, tá tú skalt velja vín. Men ein góð ábending fæst aloftast við at hyggja at víninum, og ert tú í iva, so brúka tað leiðbeining, sum tú fært í Rúsuni. Merkingin av ymsu vín­ unum er vorðin heilt góð, og eisini eru starvsfólkini røsk at veita góð ráð, um tú ivast, sigur Gunnar. Litir fylgjast Tá hann tosar um litir á víni, so vísir hann eisini á, at tað ræður um at finna eina góða javnvág millum vínið og matin, soleiðis at hesi stuðla upp­ undir hvørt annað heldur enn at domi­ nera. – Skalt tú eitt nú hava okkurt ljóst kjøt av kálva ella kanska grísi, so skalt tú gjarna velja onkra lætta reyðvín, og er talan hinvegin um búff ella vilt kjøt, so eru hyggjuráðini aloftast at velja onkra fløsku við kraftigum reyðum liti. – Onnur hyggja kanska meira eftir drúvuslagnum, og kennir tú hesi væl, so er tað ein góður máti at velja uppá. Eitt nú er Cabernet Sauvignon aloftast frálík til ein góðan búff, meðan ein pinot noir hinvegin er góð, um tú skalt hava svínakjøt. – Samstundis skalt tú eisini hava í huga, hvussu tú kryddar matin. Tað kann væl vera, at tú hevur okkurt lætt kálva­kjøt, men er hetta væl kryddað, so er gott at velja eitt vínslag, sum eisini er væl kryddað. Aftur ræður tað um at finna røttu javnvágina millum matin og vínið, sigur Gunnar. Er talan um hvíttvín, so eru á leið somu tummilfingrareglur galdandi, sigur Gunnar. – Er talan um feitan fisk – t.d. laks ella kalva – so syrg fyri, at tú hevur eina hvítvín við sýru. Kanska eina hálvturra fløsku av slagnum, og tá verður liturin ofta yvir móti tí gula. Er talan hinvegin um dampa toskaflak ella annan lættan fisk, so finn eina fløsku, sum er so klár sum gjørligt. Aftur her skal tó eisini minnast til, at kryddið spælir nógv inn, so um tú kryddar matin nógv, so skal víniði ikki vera alt ov lætt. Hitin nógv at siga Aloftast er tað so, at fólk velja hvítt til fisk og reytt til kjøt, men tað kemur eis­ ini fyri, at tú kanst ivast, hvat av hesum tú skalt brúka. – Her ber væl til at nýta hitan á vín­inum til at fáa rætta smakkin fram, sigur Gunnar. – Taka vit t.d. feitan fisk, so ber eis­ ini til at velja eina lætta reyðvín, sum tú kølir, áðrenn tú etur. Tað er tó vert at hava í huga, at tað eru ikki øll sløg av reyðvíni, sum egna seg til hetta. Og hevur tú nú kortini valt eina fløsku av hvít­um víni kortini, so skal hendan ikki køl­ast ov nógv, um talan er um feitan fisk. – Hetta eru so bara nakrar leiðreglur. Men í høvuðsheitum kann sigast, at liturin á víninum eigur at fylgjast saman við, hvussu kraftigan mat talan er um. Og ert tú á markinum millum eina turra fløsku av hvítvíni ella eina lætta reyðvín, so ber væl til at nýta hitan til at finna røttu javnvágina. – Men enn einaferð. Ert tú í iva, so les kunningina, sum er á hillunum í Rúsuni, og spyr endiliga eisini starvs­ fólkini, sum fegin leiðbeina tær, sigur Gunnar Sørensen. er góð rættiskeið Myrkt reyðvín til myrkt kjøt, og klárt hvíttvín til soltnan fisk. Litir og matur fylgjast aloftast, tá tú skalt finna røttu javnvágina millum vín og mat Liturin mynd: Álvur Haraldsen