hósdagur 24. oktober 2013síða 37
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 123 · 25. oktober 2013
9
VIKUSKIFTI
Fyri hálvum øðrum ári síðani var havnamaðurin Sveinur
Gaard Olsen ein av stjørnunum í donsku X Factor
sangkappingini. Sveinur vann seg fram í finaluna
í kappingini, har hann annars hevði leiklutin sum
tann eitt sindur forherðaði rocksangarin.
Í tíðini eftir X Factor spældi Sveinur nógv
í Danmark. Hann hevði framførslur til smærri
og størri tiltøk, og hann fór eisini í studio
at gera fløgu, sum kom út í fjørsummar.
Seinastu mánaðirnar hevur verið meira friðarligt um Svein,
men hann fæst framvegis við tónleik – umframt at hann eisini
hevur havt onkrar minni modelluppgávur. Seinastu tíðina hevur
hann serliga havt aukustiskar framførslur til ymisk tiltøk.
Nýggir sangir
Ætlanin er, at Sveinur skal geva
nýtt tilfar út komandi ár.
- Í løtuni skrivi eg nýggjar sangir og
royni at finna mítt egna sound. Eg
vil gjarna etablera meg sum artist
og sangara, og eg havi funn
ið mær ein fasta manning til
bólkin hjá mær. Tað er helvt um
helvt føroyingar og danskarar,
sigur Sveinur Gaard Olsen.
- Eg kundi hugsað mær at
givið eina single ella eina EP
út komandi ár, og eg vóni eisini
at sleppa meira út at spæla
næsta summar, sigur hann.
Sveinur arbeiðir við sangum
og ljóðinum, hann vil hava í
sínum tónleiki, og stílurin var
ikki langt frá tí, sum hann
longu hevur verið frammi við.
- Tónleikurin hevur fingið
íblástur frá 80’ara elektro
punkrock. Nýggju sangirnir
verða eitt sindur í stíl við
sangin ”Fly with both feet
on the ground”, sum eg
skrivaði saman við Sør
en Balsner úr Carpark
North, sigur hann.
Sveinur hongur í
Stórar kenslur og ræðulig søga
Sheikha keypir list fyri milliardir
Óli skivar um træskipasmíð
X Factor er lagt aftur
um, og Sveinur Gaard
Olsen arbeiðir við
sínum egna ljóði
til nýggja útgávu
mynd: Sebastian Niepoort
Eftir nøkrum fáum ættarliðum
eru nógv fólk Qatar farin frá
at verða eitt land við fátækum
perlufiksarum til at verða eitt
av heimsins ríkastu londum.
Orsøkin eru ovurhonds stór
gassfelt í landinum.
Og har ov mikið av pengum
er, eru eisini fólk, sum hava hug
at brúka nógvar pengar. Ein
teirra er 30 ára gamla Sheikha
al-Mayassa Al-Thani, sum verður
roknað sum listadrotning í Qatar.
Hon brúkar á hvørjum ári fleiri
milliardir krónur upp á list, og
hon hevur í grundini endavent al
tjóða listaumhvørvinum. Sheika
hevur seinastu árini keypt einstøk
verk fyri upp í 1,4 milliard krónur
– tað lat hon fyri málningin “Kort
spælararnir” hjá Paul Cézanne.
Tað verður sagt, at Sheikha
á hvørjum ári brúkar eina milli
ard krónur til at keypa list
fyri – tað svarar til á leið hálva
sættu milliard krónur.
Sheikha, sum er gift og eigur
trý børn, læst politisk vísindi og
list á Duke University í USA, og
seinni læs hon víðari
á Columbia Univeristy.
Henni dámar væl
at mála og hevur
ein gløðandi áhuga
fyri altjóða – eisini
vesturlendskari – list.
Kanska skuldi
onkur víst henni
fuglarnar hjá
Tróndi Patursson.
Nýggja fløgan hjá Hamferð fær besta
skoðsmál frá føroyskum ummælara
- Hetta er ein
framúrskarandi góð
fløga, og ein, ið allir
rokkelskarar kunnu
njóta, um teir geva
sær stundir og umstøður
at seta seg niður og lurta,
gjarna við tekstinum í hondini.
Tað sigur Niels Uni Dam,
sum ummældi nýggju útgávuna
hjá rockbólkinum Hamferð,
í útvarpssendingini Brunsj í
vikuni. Útgávan Evst fær besta
skoðsmál frá Niels Una Dam.
- Hetta er eitt stórt verk, ið
onkursvegna minnir meg um at
lurta eftir einari opera. Her eru
stórar kenslur og ein ræðulig søga,
alt væl undirbygt at sera tungum
og ógvisligum tónleiki, sigur
Niels Uni Dam í sínum ummæli.
Tá ið
50-tons
arin Jøkul í
1978 fór av
bakkastokki á
Grótrætt norðan
fyri Klaksvík, var samstund
is liðugt at smíða træskip í
Føroyum. Motorbátaøldin
tekur við, og nógvir mot
orbátar verða smíðaðir.
Í bókini “Siglandi arvurin
– søgan um føroyskt
træskipasmíð”, sum inniheldur
nógvar myndir myndir og skipa
tekningar, greiðir Óli Olsen,
fyrrverandi sjómansskúlalærari,
frá føroyskum træskipasmíði frá
elstu tíð til okkara dagar, og í
bókini er listi við um
leið 250 motorbátum
smíðaðum í tíðar
skeiðnum 1900-1940.
Í partinum ”Skipa
tekningar” finnast
tekningar av mot
orbátum og skip
um. Nevnast kunnu
eitt nú Eli og Bragi,
sum Lias í Rættará
smíðaði ávikavist í
1901 og 1917.
Bókin verður løgd fram á
tiltaki í Ósáskúlanum í Klaksvík
mikukvøldið kl. 19.30.