Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-24, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. oktober 2013síða 36

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 123 · 25. oktober 2013 8 VIKUSKIFTI LURTA LES & UPPLIV lagt til rættis: Eyðun Klakstein Eg eri Malala Tað má verða pláss fyri idealismu Jústinus Eidesgaard hugleiðir um at flyta heim til Føroya at búgva 9. oktober í fjør var 15 ára gamla Malala Yousafzai á veg heim úr skúla í Swat Valley har norðuri í Pakistan. Skúlabussurin varð steðg­aður av talibanum, sum komu upp í bussin og skutu Malala í høvd­ið og nakkan. Tað var eitt und­ur, at Malala yvirlivdi álopið, og eftir viðgerð á sjúkrahúsi í Pakistan og síðani í Birmingham í Onglandi kom hon fyri seg aftur. Malala hevði sett seg upp í móti Taleban, sum hevði noktað ungum gentum at ganga í skúla. Hon hevði í bloggi víst á týdningin, at kvinnur eisini fingu útbúgving, og hetta toldu ráðandi menninir ikki. Tí var eitt Talaiban harkalið sent at beina fyri Malala. Men nú er søgan um Malala blivin ein ímynd av stríðnum hjá gentum og kvinnum fyri rætt­ inum at útbúgva seg, og 16 ára gamla Malala er blivin ein al­heims fyrimynd. Hon mótmælti frið­arliga, stóð fast við sítt og gjørdist yngsta fólki, sum nakrantíð hevur verið í uppskoti til Nobel Friðarheiðurslønina. Nú hava Christina Lamb og Mal­ala saman skriva søguna um Mal­ala, og tað er ein hugtakandi og inspirerandi bók, sum vísur á møgu­leikan hjá tí einstaka at ávirka og broyta heimin. Journalistur Jústinus Eidesgaard hugleiðir á facebook um, hví hann í 1982 flutti heimaftur til Føroya at búgva, hóast hann kundi havt leitað sær eftir spenn­andi starvsmøguleikum, liv­andi stór­býar­ um­hvørvi og hægri løn uttanlands: - Í 1982 flutti eg heim aftur til Før­oyar eftir lokna út­búgv­ ing. Hetta var ikki ein spurningur fyri meg, um eg nú misti umhvørvið í Danmark, cafeir, barrir etc. Eg hoyrdi heima í Føroyum og tað var heldur ikki uppi at venda, um tað var eitt Kánans land, eg flutti aftur til. Eg hoyrdi heima í Føroyum, her vóru míni kæru, og her var eg myndaður sum persónur, og her vildi eg gera mun. - At flyta heim til ein fátækan blaðheim, var kanska ikki tað mest lokkandi, um tú hugsar í krónum og oyrum, men tað var nakað heilt annað, ið dró. Bondini til mínar landsmenn, mína familju, mítt mál og alt tað deiliga í hesum landi. Um tú ikki elskar Føroyar við øllum regninum og tí neiliga, sum eisini finst her, eins og alla aðrastaðni í heiminum, tá er tú ikki verd­igur at búgva her. - Tað kann ikki bara vera ein spur­ ningur um, hvat sam­felag­ið hevur at bjóða tær, tað má eisini vera ein spurningur um, hvat tú vil skapa í landinum, tú vil búgva. Hvat hevur tú at bjóða Før­oyum, eig­ur at liggja fremri enn, hvat Før­oyar hava at bjóða tær. Eg kundi allarhelst verið betri fyri mat­erielt, um eg í 1982 valdi ann­að heimland enn Føroyar, ella um eg valdi aðra yrkis­leið, men spurningurin er, um eg hev­ði verið lukkuligari, skrivar Júst­inus Eides­gaard og leggur afturat: - Tað má for fanin eisini vera eitt sindur av plássi fyri idealismu í 21. øld. LES - Eg kundi hugsað mær at givið eina single ella eina EP út komandi ár, og eg vóni eisini at sleppa meira út at spæla næsta summar, sigur Sveinur Gaard Olsen Mynd: DR