Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-24, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. oktober 2013síða 35

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 123 · 25. oktober 2013 7 VIKUSKIFTI Hvat starv hevur tú? Eg eri morgunvertur á Rás2 Hvat er tað besta við starvinum? Tað besta við starvinum er tann góða atmosferan í Miðlahúsinum, og at eg møti nýggjum fólki hvønn dag. Hvat stressar teg? Eg haldi ikki at, eg blívi stressað av nøkrum. Jú kanska um okur skulu hava eina framførslu og ikki hava havt nóg nógvar venjingar. Hvat ger teg í góðum lag? Eg eri altíð í góðum lag, eri sera positiv av lyndi og gleðist yvir at síggja at fólk, sum kanska hava havt tað trupult, nú hava fingið tað betur . Hvat gert tú í frítíðini? Eg havi tvey deilig børn, sum mær dámar væl at spæla og hugna mær við, so nógv av mínari frítíð fer við at vera saman við teimum. Hvussu nógv fyllir tónleikurin? Í summar havi eg ikki havt so nógv at gera, og tað er eisini fínasta slag. Nú í vetur eri eg umbiðin til fleiri tiltøk, so tað gleði eg meg nógv til, men eg syngi ella tralli alla tíðina okkurt, og so venja okur einaferð um vikuna. So tónleikurin fyllur eitt sindur. Hvat er besta tónleika uppliving tú hevur havt? At standa við míni egnu fløgu í hondini, tað var fantastiskt. Men um tað ikki telur við, so vil eg siga, at tað var á Summarfestivalinum 2013. Tá spældi eg á stóra palli, tað var ótrúliga stuttligt. Eg væntaði mær, at tað fóru at vera nøkur fá folk sum komu at lurta, men eg bleiv tikin á bóli. Tað komu nógv, nógv fleiri enn eg hevði roknað við. Hevur tú áhuga fyri ítrótti? Eg má viðganga, at eg eri ikki so ítróttaáhuga í løtuni, hyggi av og á í sjónvarpi tá Liverpool ella Manchester United spæla, avtí at onkur í húsinum heldur við teimum. Sjálvandi hyggi eg eisini tá okkara egna landslið spælir. Sjálv havi eg spælt bæði fótbólt og flogbólt sum ung, men eftir at børnini komu, valdi eg prioritera ítróttin frá. Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir? Mær dámar allan tónleik, men lurti fyri tað mesta eftir country, tað passar best til mítt temprament, haldi eg. Fyri tíðina lurti eg nógv eftir George Jones og Buck Owens. Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum? Eg hyggi ikki nógv eftir sjónvarpi, men eitt, sum mær og børnunum dáma væl at hyggja at, er Extrem Home Makeover. Hvussu eru tínir matvanar? Uha! Eg eri eitt lítið sindur kræsin, leggi ikki so nógv í fisk ella birkis á rundstykkunum. Men annars so royni eg at eta allan mat. Hvat er tín lívrættur? Mín lívrættur er seyðar­ høvd, tvøst og turr­ur fiskur við eplum og eitt sindur av smør, tað smakkar. Er tú til hundar ella kettur? Eg eri meira til hundar, haldi kettur eru oftani so lumskar og óútrokniligar og so klóra tær so illa eisini. Hetta at lúgva fyri hvørjum manni og, skal eg skunda mær at leggja afturat fyri ikki at verða kærd­ur fyri at gera manna­mun mf/kf, og fyri hvørjari kvinnu og fyri Gudi og Gudrúnu, er vorðin ein keði­ligur ósiður. Hann søm­ir seg ikki í einum fólka­ræði, tey kalla. Ikki væl dámdur ósiður heldur hjá teimum, sum logið verður fyri. Tey, sum lúgva, leggja har­ aftur­ímóti einki í tað. Og øll lúgva, summi nógv og illa, onnur eitt sind­ur minni og so hava vit all­ar tær hvítu lygnirnar. Summi lúgva við vilja. Onnur vita ikki, at tey lúgva, tí tey end­ ur­taka slíkt, sum onnur hava sagt. Íslendingar hava eina sterka verju móti tí. Tey siga, tá tey siga frá onkrum, tey hava frætt, og sum tey innast inni ivast er álít­andi, at tey selja tað ikki fyri meira enn tey keyptu tað fyri, siga tey. Ein hvít lygn er ein lygn, sum ong­um ger nakað ilt. Halda tey, sum brúka hvítar lygnir, sak­leysar lygnir, neyð­lygnir, fyri at verja seg fyri ella sleppa sær und­an onkrum. Men tá amerikanski forset­in sigur ósatt, er tað ein svørt lygn. Ein góð lygn sigur meira enn túsund orð. Skrivaði seinast, at 90 prosent av øllum, sum er sagt, skrivað og so framvegis, eisini tað ósagda, er loyniligt og dult. Okkurt í trún­aði, tað mesta ikki so frægt sum tað. Átta prosent av teimum tíggju, sum so eru eftir, eru lygn. Øll lúgva. Tað verður eisini logið í tí skrubbuhøga tingi. Lygn rímar við tign. Og tað er ikki nakað neyðrím. Men tá øll lugva, ber illa til at finn­ast at øðrum fyri at lúgva. Lygn hevur y, tí orðið er skilt við logn. Tað ber til at leggja nið­ ur stormar við einari væl vald­ari lygn. Lúgva, skrøgga, pella, reypa. Orðini eru nógv, okkurt meira diplom­atiskt, penari, fittari, enn hini. Riggar betur á bonaðu gólv­ unum. Eitt frábrigdi, ein bastardur, gjørd­ur uttangarðs, er at villleiða. Eitt er at villleiða tað skrubbu­ høga ting. Men at villleiða eina heila tjóð, 70.000 fólk í nógvum lond­um, er nógv verri. Geva fólki falsk­ar vónir. Tað gera millum annað lands­ liðs­venjarin og hansara menn. Teir proklam­era fyri, fyri, hvønn dyst, at teir fara at vinna, í ring­ asta føri verður javnleikur. Og so kemur, hvørja ferð, sama flosk­la­røð­in av fót­bólts­orð­ um. Bólturin er rundur (nú eru teir farn­ir at spæla við bleyt­um bólt­um, pumpa luft í teir for tram­in, 11 móti 11 til onkur fær reytt kort, ella sær reytt og so sær reytt eftir tað. Hví ikki? Fólkið, fjøldin, vil hava und­ir­hald. Tað siga allar kann­ingar, sum eg ikki havi sæð. Nú grenja teir um í øðrum lond­um, sum eisini skulu spæla um HM í onkrum oyði­mark­ar­ landi, at har er alt ov heitt at sparka bólt. Tað er so eingin trupulleiki hjá okkara landsliði. Teir eru so vanir við at fara í eldin. Eitt stig er eitt stig á rættari leið. Og, gloymið ikki tað av­ger­ andi poengið, eitt stig er dupult so nógv sum einki stig, úrtøkan er 100 prosent. Hvat merkir CIP, spurdi onk­ur nú ein tunnilsdagin undir neysta­ vegginum. Tað visti eingin nakað um. Men ein helt seg vita, at C stend­ ur fyri Cover, kanska CIP merkir Cover in Páll. Nei, hatta er bara eitt git. Tað kostar einki at fáa før­oy­ ing­ar heim aftur at vera í staðin fyri at venda, søgdu teir, tá fíggj­ar­lógin, ársins fyrsta jólabók/ gáva, kom nýprentað ein súrligan mána­morgun. Tað kostar einki, men kortini hava vit ikki ráð. Og sum Fred, sáli, sang, áðr­ enn hann fór hiðani sjálvandi: “We want to break fee.” Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 Evi Tausen lagt til rættis: Leo Poulsen At standa við míni egnu fløgu í hondini var fantastiskt Tað sigur Evi Tausen, sum heldur, at hon altíð er í góðum lag, og ikki letur seg stressa av nøkrum. Henna dámar allan tónleik, men lurtar mest eftir Country, og so hevur hon tvey deilig børn, sum henni dámar væl at spæla og hugna sær saman við Tignarlygn