hósdagur 24. oktober 2013síða 34
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 123 · 25. oktober 2013
6
VIKUSKIFTI
- Har eru kanska 60 sangir, sum eg
ongantíð fari at brúka. Kanska fara
teir til onkran annan, kanska fara teir
ongastaðni. Men eg haldi, at tað er um
ráðandi at skriva. Tá steðgirnir verða
ov langir, so er tað trupult at koma í
gongd aftur.
- Alt er persónligt, sum eg skrivi.
Mær dámar best at skriva til mín sjálvs
og út frá mær sjálvari. Um onkur so
heldur, at tað brúkast til okkurt annað,
so er tað bara gott. Eg skrivi út frá tí,
sum eg kenni og frá fólki, sum eg kenni.
Kenslur, hugløg og upplivingar í sam
band við alt frá trupulleikum í einum
bólki til ein film, eg havi sæð. Tað er
best, tá tað er persónligt, og eg havi
trupult við at skriva til onnur, heldur
Greta, sum sigur seg skriva allastaðni
og allatíðina.
- Eg arbeiði upp á so sera ymsar
mátar. Viðhvørt vakni eg mitt um
náttina og má skriva niður. Aðrar tíðir
seti eg ein heilan dag av, har eg siti við
klaverið ella havi gittaran. Men ofta má
eg hava hava nøkur orð at fara í gongd
við, og so kemur alt í senn. Eg skrivi
allastaðni. Tað kann vera, tá eg siti í
bussinum ella eri í haganum. Í Liver
pool er ikki so lætt at fara í hagan, so
tá var tað ofta, at eg sat á vesinum, lá
í baðikarinum ella sat á einum bonki
og skrivaði.
- Trý ára gomul hoyrdi eg violin
tónleik í útvarpinum. Mær dámdi so
væl ljóðið. Leingi helt eg, at tað var eitt
blásiljóðføri, so eg gjørdist eitt sindur
kedd, tá eg so slapp at royna tað og
fann út av, hvat tað var. Men eg elski
violinina og streingjatónleik sum heild,
fortelur Greta, sum framvegis spælir
violin og eisini onnur ljóðføri.
- Eg spæli altíð á klaver ella gittar, tá
eg geri tónleik. Eg dugi nøkunlunda at
spæla, men ikki nóg væl til at framføra
við tí. Tað er nokk so frustrerandi og tí
fari eg at ganga til gittarundirvísing nú,
sigur hon lítillátin.
Byrjaði 18 ára gomul
Hóast Greta altíð hevur havt ljóðføri
rundan um seg, so var hon 18 ára gom
ul, tá hon sang fyrstu ferð. Hetta var
saman við einum írskum bólki í Singa
por í samband við, at hon flutti til Før
oya. Í Føroyum hevði Greta sína fyrstu
framførslu í Cleopatra.
- Tað var til eitt karaokekvøld, har
ein bólkur hjá Arnold Ludvig spældi
undir hjá teimum, sum høvdu hug at
syngja. Men tey skuldi brúka onkran
at framføra við bólkinum, áðrenn fólk
tordu at koma á pallin. Tað tordi eg als
ikki, so teir máttu spyrja fleiri ferðir,
áðrenn eg játtaði.
- Eg havi altíð hugsað, at í Føroyum
syngja øll. Eg elski felagssang, men eg
havi ongantíð hildið, at eg kann verða
sangari. Tað hevur einans verið ein
dreymur, sigur Greta, sum altso hevur
lagt rødd til eitt lag, sum varð tilnevnt
eina Grammy.
- Nú eri eg eisini við í einum kóri,
sum eitur Kata, ið framførir bulgarskan
fólkatónleik. Har eru Unn Patursson,
Eyð Berghamar Jacobsen, Guðrið Hans
dóttir, Arnfríð Lützen og so kom eg upp
í fyri trimum vikum síðani. Tað er sera
stuttligt, ikki minst tí, at eg vanliga bara
arbeiði saman við mannfólki. Vit skulu
hava onkra konsert seinni í ár. Eg havi
ikki tosað um tað, tí vit hava einki vant
enn, men nú gleði eg sera nógv.
Nógvar óvissur
Við jøvnum millumbili hoyra vit um
føroyskar tónleikarar, sum skulu fáa
ein stóran sáttmála ella gera týdningar
mikla avtalu, men so hoyrist einki aftur
og alt fór í ommu sína. Greta ger sum
heild ikki nógvan háva úr sær sjálvari.
Hon kennir alt til, at hoyra eina rúgvu
og so einki hoyra aftur. Tí fortelur hon
sjáldan nakað, áðrenn alt er upp á pláss.
Júst sum við kórinum Kata.
- Eg tori ongantíð at siga nakað,
áðrenn alt er heilt vist. Tað er altíð ein
rúgva í gongd, men av øllum tí, sum
kann henda, eru tað kanska bara 20
prosent, sum veruliga hendir. My Love,
sum Cher syngur nú, er eitt gott dømi
um tað. Har spurdi ein annar bólkur,
um tey kundu brúka sangin. Men av
onkrari orsøk, so bleiv tað ikki til nak
að. Nakrar mánaðir seinni spyrja tey
frá Cher, um hon kann syngja sangin,
fortelur Greta.
Mongu bóltarnir
Soleiðis greiðir Greta frá um seg sjálva
og sorgblíða tónleikin, sum hon hevur
gjørt. Tónleikur og ein rødd, sum nak
rir av heimsins mest viðurkendu tón
leikarum hava tikið til sín.
Meðan hesir sangir, sum Greta hev
ur gjørt ella lagt rødd til, verða spældir
á alskyns tónleikarásum og klubbum
kring knøttin, drekkur Greta Typhoo
te og arbeiðir við nýggjum tilfari í
Miðvági. Hon roynir at fáa eitt lag út
um mánaðin, og arbeiðir við eini fløgu
útgávu. Greta er so smátt eisini farin at
fyrireika eina akustiska konsert, sum
hon skal hava í Norðurlandahúsinum
í desember, har Heðin Ziska Davidsen
fer at spæla gittar saman við henni.
Hon fer eisini at venja við kórinum
Kata, kunngera okkurt sjónbandalagi
og senda sín egna tónleik út til fólk í
tónleikavinnuni.
Hesi tingini torir Greta at fortelja.
Hvørjar aðrar og hvussu nógvar bóltar,
hon annars hevur í luftini, kunnu vit
bara gita um. Tí sum hon sjálv sigur,
so sigur hon ongantíð nakað, áðrenn
hon við vissu veit veit, at tað verður
til nakað.
Fakta
Greta Svabo Bech er 25 ára gomul og
býr í Miðvági saman við bretska sjeik
inum Fred Ruddick. Hon er útbúgvin
bachelor í tónleiki og master í heims
speki frá lærdum háskúla í Liverpool.
Foreldrini eru Anna Maria Svabo Jørgen
sen úr Miðvági og Tummas Bech úr Vest
manna. Tey búgva í Týsklandi, meðan
systurin Katrin Svabo Bech býr í Føroyum
eins og Greta.
Greta Svabo Bech og sjeikurin Fred Ruddick eiga eini hús
í Miðvági, har tey íløtuni byggja eitt studio í kjallaranum.
Fred er eisini tónleikari og framleiðir allan tónleikin hjá Gretu
myndir: Álvur Haraldsen