Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-24, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. oktober 2013síða 42

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 123 · 25. oktober 2013 14 VIKUSKIFTI Siðsøga við Óla Jacobsen So nógv merkti før­oysk­ ur fiskur í Bretlandi undir krígnum Hetta er seinasti partur í hesi røðini um sambandið millum Føroyar og Skotland. Hetta er sjálvsagt ikki øll søgan, men hon gevur so eina ábending um, at sambandið hevur verið meira enn vit dagliga hugsa um Ferðin við 62oN endaði í Aberdeen. Tað er ikki minst fiskivinnuøkið, sum hevur merkt sam­ bandið millum Føroyar og Aberdeen. Í mong ár dúvaðu vit uppá fjarfiski­skap, meðan útlendskir trolarar í stórum tali veiddu und­ir Føroyum. Ikki minst vóru tað trolarar úr Aberdeen. Fyrst í 1970-árunum kom tað vestmenn­ ing­um til hugs, at tá ið tað kundi bera til hjá fiskimonnum úr Aberdeen at veiða und­ir Føroyum, so mátti tað eisini borið til hjá før­ oy­ingum at fiska undir Føroyum við sama slagi av trolarum. Tískil bílegði p/f Vestur í Vestmanna tveir trol­arar júst av sama slag, sum aberdeen­ar­ar nýttu undir Føroyum. Hesir vóru Norðfinn­ur og Vestfinnur. Hetta var byrjanin til kanska ta størstu koll­velting, sum er sæð í føroyskari fiski­vinnu, nevni­liga tann stóra ísfiskatrolaraflotan við fylgjandi bygging av flakavirkjum um alt land­ið. At vit skjótt fingu onnur modell av trol­arum er ein onnur søga. Fyrst í 1970-unum fingu vit eisini ein stór­ an flota av ídnaðarfiskskipum. Men nak­að inn í 70-ini gjørdist ein slík marknaðar­kreppa, at henda veiða lønti seg ikki. Tá fóru nógv av hesum skipum at fiska tosk og hýsu und­ ir Føroyum. Men trupulleikin var tann, at føroysku skipararnir kendu ikki botnin á okkara egnu leiðum. Tískil mátti farast til Aberdeen at “læna” skiparar, sum kundu leggja okkara skiparum lag á. Alt hetta er sum so søga, men ein søga, sum hevur ávirkað okkara samfelag heilt nógv. Í hesi seinastu greinini í hesi røð skal Sofus Poul­sen aftur fáa orðið, har hann greiðir frá síni tíð á umboðsstovuni í Aberdeen. Sofus Poulsen: Loðsarnar rendu "Sjúrðarberg" uppá land Í desember mánaði í 1948 var “Sjúrðarberg” við Kaj Johannesen sum skipara á veg til Grimsby við góðum 4.000 kassum av toski eystanífrá. "Selberg", seinni "Mai", lá inni í Aber­deen um hetta mundi. Eg hevði fing­ið at vita, at “Sjúrðarberg” slapp ikki framat at landa í Grimsby. Eg kallaði so á “Sjúrðar­berg” frá "Selberg". Eg segði við Kaj, at hann mátti koma til Aberdeen, tí tað var fult í Grimsby. So var avtalað, at vit skuldu tosa saman aft­ur dagin eftir á middegi aftan á søluna á fiska­mark­naðinum. Eg fór so oman á “Sel­ berg” um middags­tíð dagin eftir og kallaði á “Sjúrðarberg” á fiskabylgjuni. Kaj svar­aði, men eg hoyrdi hann sera illa. Eg segði, at eg skilti, at hann ikki kundi klára markn­aðin. Jú, so var, segði Kaj. Støðan var tá tann, at hann stóð fastur á klettunum í Noregi. Loðsarnir høvdu siglt hann á land við 13 míla ferð. "Sjúrðarberg" kom kortini til Aberdeen, har teir landaðu fiskin. Hann fekk yvir 12.000 pund fyri góðar 4000 kassar, kass­in var um 50 kg. Og so mátti teir fara til Leith, har trol­arin skuldi gerast aftur. Hann hevði skrætt einar 30 føtur av kjølinum. Tíbetur fóru skott­ini framman millum lastina ikki. Men sjógv­ur kom heilt upp í yvirkoyggjurnar hjá monn­ unum í lugarinum. Føroyskur fiskur munaði væl undir krígnum Sigast kann, at var tað ikki fyri okkara skip, so hevði verið lítið av fiski um vetrarnar und­ir kríg­num. Tað var altíð mangul. Tað var heilt vanligt, at 7-10.000 kassar vórðu landaðir um dagin. Tað var ein øgiligur fiskur, sum kom hig­ ar, og eg havi roknað út, at vit landaðu und­ir kríg­num tað, sum svaraði til 1,5 mill. "fish og chips" um vikuna. Og í nøgd var tað í miðal øll krígs­árini 8.000 kassar um vikuna. Tá fiskimarkið varð flutt út á 12 fjórð­ing­ar í 1964, kom eitt sindur av roki í, og vit fingu eina kvotu ásetta fyri, hvussu nógv vit kundu landa. Eg haldi, at tað var 175.000 pund ster­ ling um ársfjórðingin. Tað bar ikki til at flyta kvotu millum ársfjórðingarnar. Línu­bátarnir "Hans O. Højgaard" og "Gull­ finnur" vóru um hetta mundið komnir inn at landa. Tá ið "Hans Olivur" hevði 250 kass­ar og "Gullfinnur" 350 kassar eftir, nú er stopp, kvotan er uppi! Báðir skipararnir vóru í øð­ ini. Teir sýttu at flyta bátarnar. Men her var eingin bøn. Sleipibátar komu seinnapartin at toga teir burtur frá fiska­marknaðinum. Og endin var, at teir máttu blaka fiskin fyri borð. Hetta kom sum rímiligt er illa við. Men hetta gjørdi eisini, at keyparar­nir vóru í øðini, tí teir vildu fegnir hava fisk­in. Hetta gjørdi so sítt til, at flakavinnan í Før­ oy­um fór rættiliga at mennast. Men sigast kann, at "utak er verdens løn", og orðini hjá Churchill um, at føroyingar ikki skuldu vera gloymdir, vóru skjótt gloymd. Annars sá eg Churchill. Tá eg hevði ver­ ið her í eina viku varð Churchill útnevnd­ ur til heiðursborgara í Aberdeen. Tað vóru í tús­undavís av fólki í Union Street. Eg og John, bróður, vóru eisini har. Og tá kem­ur Churchill koyrandi í opnum bili beint fram­ við okkum. Hetta var nú stuttligt at uppliva, tá havt verður í huga, hvussu stóran leiklut Churc­hill hevði havt - eisini í okkara tilveru í Føroyum. Føroysku konurnar í Onglandi komu væl fyri Eg havi eisini havt nógv samband við tær før­oysku konurnar, sum komu higar aftaná krígg­ið. Eitt av ørind­um teirra kundi vera at fáa ferða­møguleika heim við onk­rum fiski­ skipi, sum var og landaði. Hetta var nú ikki alt­íð so stuttligar ferðir, tí skipini vóru jú rættu­liga sjóverkslig. Sigast kann eisini, at tey flestu av hesum hjún­arløgum hildu, hóast konurnar komu til heilt aðrar umstøður, enn tær vóru vanar við. Dóttir Louis Apol, Johanna, var ein teirra. Hon giftist við Harry Wilson, hvørs søga fyrr er umrødd í Miðvikuni, sum saman við FF- blað­num hevur havt fleiri frásagnir um hes­ar konur. Miðvikan hjá Óla, fær nú heitið Siðsøga... Føroyar - Skotland 6. partur Gomul mynd úr Aberdeen Hoyvík í Aberdeen við roktúri av flatfiski undan Íslandi