hósdagur 24. oktober 2013síða 43
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 123 · 25. oktober 2013
15
VIKUSKIFTI
Eitt annað dømi um ferðaumstøðurnar tá,
er tá ið sangkórið í Ebenezer fór til Aberdeen
við sluppini "Føroyingur" í 1948.
Koyggjur vóru gjørdar í lastini, har kórið
búði tey tvey samdøgrini ferðin tók. Slíkt hev
ði ikki so mikið sum komið uppá tal í dag!
Syrgilig vanlukka
Ein syrgilig hending fór fram í 1951 við
"Tróndi í Gøtu". Tað lógu fleiri trolarar uttan
á hvørjum øðrum í Aberdeen. Benny Hansen
hjá Marsannu og Langa Petur Hans í Norðra
gøtu, Benny var systkinabarn pápa mín, fór
í land saman við hinum av manningini. Av
lúnningini á einum trolara leyp hann yvir
á tað, sum hann helt vera lastalúkuna. Men
her var eingin lúka, bara ein presending, sum
lá útyvir, har lúkan skuldi verið. Hann datt
niður í lastina og kom illa til skaða. Benny
varð lagdur á sjúkrahús í Aberdeen. Men
tíverri fekk hann lungnabruna og doyði.
Heima sat einkjan, Frida, við 7 børnum, tað
minsta tvey ára gamalt.
Men Frida var eitt jarn og øll børnini komu
væl undan.
Tá "Gullborg" gekk burtur í 1971
Ein av luttakarunum á ferðini var Niels Jac
ob Nielsen av Strondum. Hann hevði eitt ser
ligt samband við Sofus. Hetta var í sambandi
við eina heilt serligan hending, nevniliga tá
ið Gullborg, sum Niels Jacob átti og førdi
gekk burtur í 1971, og tað var um reppið, at
teir komu undan.
Vanlukkan hendi uml. 60 fj. sunnanfyri
Hetland eina viku fyri jól. Tá teir vórðu bjarg
aðir, høvdu teir verið í einum gummibjarg
ingarflaka í 27 tímar, og vóru teir koppaðir
tríggjar ferðir. Fyrstu ferð fóru teir úr flaka
num fyri at fáa hann aftur á "rættkjøl". Men
hetta orkaðu teir ikki at gera báðar teir næstu
ferðirnar hann koppaði. Teir fingu kastað seg
við brotunum, so hann fór runt aftur. Sam
røður vóru í fjølmidlunum við Niels Jacob
um hendingina
Tað var yngsti maður umborð á "Morn
ing Star", 18 ára gamli Samuel Simpson, sum
hevði róðurtørn, sum sá gummiflakan. Hann
rópti á skiparan, sum sjálvandi vendi og fór
at taka teir upp. Teir á flakanum høvdu sæð
fleiri skip og sent neyðrakettir, men eingin
hevði sæð teir, fyrrenn hesin ungi maðurin á
"Morning Star" sá teir, og glaðir vóru okkara
menn at síggja bjargingarmenn sínar.
So merkiligt kann tað vera. Samuel gekk
sjálvur seinni burtur við skipi.
Eg fór norður til Peterhead tað kvøldið,
teir komu inn hagar. Hevði fyrr havt sam
band við Niels Jacob frá Lerwick. Hann hevði
avtalað við meg, áðrenn teir fóru út at fiska
tað vikuskiftið, at hann skuldi ringja til mín
mánamorgunin kl. 11, tí hann skuldi koma til
Aberdeen eftir eykalutum, áðrenn teir fóru
heim at halda jól.
Og sjálvandi var eg bilsin at hoyra Wick
Radio kl. 12.15 siga, at hann hevði eina sam
røðu til mín frá "Morning Star". So hoyri
eg røddina á Niels Jacob aftanfyri hann og
spurdi, um hann tosaði gjøgnum føroyska
skipið "Morning Star", tí sendarin hjá hon
um var í ólagi. "Nei", svarar Niels Jacob, "eg
eri umborð á skotska trolbátinum "Morning
Star". "Gullborg" sakk eftir 90 sekundum fyri
27 tímum síðani."
Veðrið var framvegis ringt, 18 metur/sek
und, og óvist var nær teir komu til Peterhead.
Hann bað meg boða pápa sínum, Jógvani, frá
hesum. Eg visti, at "Polarfarið" lá í Lerwick.
Eg fekk fatur á skiparan, Ernst Kass, og spurdi,
um hann vildi bíða eftir manningini á "Gull
borg", sum skuldi koma til Hetlands við flog
fari skjótast gjørligt. Jú, tað var gaman í.
"Morning Star" kom ikki til Peterhead fyrr
enn um kl. 2 um náttina, og har var fitt av
fólki komið oman á keiuna, eisini ein radio
maður frá BBC. Lækni var har, sum skuldi
kanna menninar, tí hann meinti ikki, at teir
fóru at kunna fara heim beinanvegin, tá teir
høvdu verið so leingi í hesum kalda gummi
flakanum - vátir og kaldir og uttan mat og
drekka. Men tá ið "Morning Star" kemur til
bryggju, síggja vit, at gummiflakin liggur
á dekkinum. Bert Niels Jacob hevði band
agu um aðra hondina, hinir tyktust at vera
óskaddir. Læknin fór so umborð, og allir fingu
grønt ljós at sleppa heim. Niels Jacob heldur,
at tað var nógv føroysku undirklæðunum fyri
at takka, at teir vóru so væl fyri.
Eg fekk teir so niðan á Sjómansheimið, har
teir kundu fáa brúsubað og turr klæðir at fara
í. Síðani fingu teir nátturða, tá var klokkan trý
um náttina. Ein klædnahandil lat eisini upp,
so teir allir kundu keypa sær nýggj klæðir.
Seinni lat eisini ein skógvahandil upp, so teir
eisini kundu keypa sær nýggjar skógvar. Eg
segði við mannin, sum átti handilin, at tað
var "pent" gjørt av honum at koma oman at
lata handilin upp kl. 4 á morgni. Hann svaraði
mær, at hann hevði sjálvur verið sjómaður,
og at tað var honum ein gleði at kunna verða
okkara sjómonnum til hjálpar. Síðan fóru
vit allir í einum stórum Rolls Royce taxabili
til Aberdeen.
Fleiri høvdu hug at spyrja um hesa hend
ing, men eg segði, at teir skuldu út í lufthavn
ina beinanvegin fyri at sleppa við flogfarinum
til Hetlands, tí "Polarfarið" lá í Lerwick og
bíðaði eftir teimum. Hann fekk bert spurt
Niels Jacob, hvussu teir sluppu í gummi
bjargingarflakan av bátadekkinum. Jú, teir
sluppu beint av bátadekkinum í bjargingar
flakan, sum fleyt har.
Heimferðin gekk sum ætlað, og teir fingu
jólini heima saman við sínum kæru, men
allar jólagávurnar fóru tíverri til botns við
"Gullborg".
Í 2003 komu Niels Jacob og konan niður
til Skotlands, og hevði eg fyrireikað møti við
Harald Napier, skiparan á Morning Star, og
konuna við ein døgurða á einum hotelli, har
teir báðir fingu høvi at tosa saman um hesa
hending. Napier er seinni deyður av eini
ferðsluvanlukku.
Ein øðrvísi ferð
Tað er ikki so løgið um Niels Jacob og Sofus
høvdu okkurt at práta um, nú teir hittust
aftur.
Hetta kann eisini vera eitt høvi at takka
Sofus fyri alt tað, sum hann hevur gjørt fyri
okkara samfelag í so mong ár. Tað var ikki tað
mál, hann ikki kundi loysa, og hann hevur
ongantíð borið seg undan, sjálvt ikki nú, hann
er farin væl framvið tey 80 árini.
Hetta var ein eitt sindur øðrvísi frásøgn
frá eini eitt sindur øðrvísari ferð, sum kanska
hevur fingið eitt sindur av søguni um sam
bandið millum Føroyar og Skotland undan
kavi. Eg vil fegin takka øllum ferðaliðnum
fyri nakrar ógloymandi dagar.
Komandi partur:
Komandi fríggjadagur er minningardagur teirra sjólátnu.
Í hesum sambandi verður greitt frá vanlukkuna við Kalli av
Syðradali K fyri 50 árum síðani, sum kostaði trimum monnum lívið.
Her er KÍ komið til Aberdeen í 1954. Á myndini eru: Fremst f.v.:
Mourits Martin Jacobsen, Zacharias Barber Lydersen, Erik
Peter Vágsgarð, Julius Biskupstø. Annað rað: Frimann Bald
vinsson, John Reid Bjartalíð, Helgo Finn Larsen Triðja rað:
Karl Monrad Joensen, Hans Andreas Jacobsen, Karl Andor
Isaksen. Aftast: Eilev Joensen og Bergur Eliassen
Tað er ikki altíð, at almenn
ferðing hevur verið so glæsilig,
sum hjá Lars Løkke Rasmussen!
Her er Kristian Djurhuus, løg-
maður, á veg heim við Grunningi
eftir vitjan í Aberdeen í 1952
Gullborg var ein “typiskur” Aberdeen trolari, sum í
hópatali royndu undir Føroyum, og sum eisini vóru
fyrimynd fyri teir fyrstu føroysku ísfiskatrol
ararnar, sum vóru bygdir til endamálið.
Her hittast Niels Jacob, skiparin
á Gullborg, og Harald Napier,
skiparin á Morning Star,
sum bjargaði teimum.