Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-24, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. oktober 2013síða 44

‹ fyrra síða allar 44 síður

Tekstur á síðuni

nr. 123 · 25. oktober 2013 Stendur so illa til? Landsliðið havt sína seinastu venjing Fsf.fo Hálvur sýnsmaður Akstovan fekk játtan til ein sýnsmann afturat, so at teir nú eru fýra og ein hálvur sýnsmaður. in.fo Skal helst verða ”virði” Føroyingar blaka virki fyri milliardir í havið in.fo Ruddið forsíðuna! 1118 kamelar settu heimsmet VP.fo Mugu vera troytt nú! Hava blást horn í 80 ár in.fo Har krevst eingin golfvøllur! ÍSF-forsetin vil í Kirkjuráðið in.fo Í ranga strúpan Dansa eftir farnari stórtíð Leygarkvøldið verður Musical Dance Night í Havn. Tá fer háaktuelli og orkufulli hittbólkurin Flamma við gesta­sang­ ar­um at spæla til dans, har reyði tráðurin verður tónleikurin í kendum sangleikum og dansifilmum sum Grease, Saturday Night Fever, Mamma Mia, Dirty Dancing og Fame. Musical Dance Night Ítróttarhøllin á Hálsi í Havn Leygarkvøldið 26/10 kl. 23.00 Oskar og ljósa­reyða kvinnan Oskar er 10 ára gamal og hevur krabbamein. Hann ger sær tankar um, hvussu ein skal liva lívið og læra at verða lívslistafólk. Hetta er kjarnin í sjónleikinum Oskar og ljósareyða kvinnan, sum verður spældur í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið. Leikurin er skrivaður av franska heimsspekinginum og dramatikaranum, EricEmmanuel Schmitt. Danska sjónleikarinnan, Pia Rosenbaum, framførir leikin. Oskar og ljósareyða kvinnan Norðurlandahúsið í Havn Leygarkvøldið 26/10 kl. 19.30 Hornorkestur heldur 80 ára dag Í sambandi við at tað eru 80 ár síðan Hornorkestur Frelsunarhersins varð sett á stovn, verður skipað fyri kon­sert sunnudagin við horntónleiki og sangi. Manskór úr Ebenezer, undir leiðslu av Eli Smith, kemur eisini at syngja hetta kvøldið. Frelsunarherurin byrjaði virksemi í Havn í 1924 og longu 9 ár seinni, í 1933, varð horn­ork­est­ rið stovnað. Dagligur leiðari fyri hornorkestrið er Finngerð Djurhuus Olsen, sum hevur havt leiðsluna um hendi síðan 1992, tá hon tók við eftir Kalla Olsen. Orkestrið telur í dag 18 spælarar. Í sambandi við há­tíð­ar­hald­ið, fær orkestrið vitjan av navnframum dirigenti úr Noregi, Espen Ødegaard, sum kemur at stjórna orkestrinum Hornorkestur Frelsunarhersins 80 ár Frelsunarherurin í Havn Sunnudagin 27/10 kl. 18.00 Kvøldseta um seyð og seyðahald Fríggjakvøldið verður kvøldseta í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har tosað verður um seyð og seyðahald. Teir, sum siga frá, eru: Mikael Johan Heinesen, Toftir. Rasmus Glyvradal, Glyvrar. Jákup Hansen, Søldarfjørður. Asbjørn Berthelsen, Fuglafjørður. Hetta er á 4. sinni, at henda kvøldseta verður hildin. Kvøldseta um seyð og seyðahald Mentanarhúsið í Fuglafirði Fríggjakvøldið 25/10 kl. 19.00  baksíðan... lagt til rættis: Eyðun Klakstein - Tað eru ov fá ummæli av føroyskari list! Hetta verður javnan ført fram, eisini millum listafólk, men tað vil siga, bara inntil tey fáa eitt negativt um­ mæli. Tá er tað brádliga ikki um­ mæl­arar, sum tróta, nei, tá er tað kompetentar ummælarar, sum okkum vantar í Føroyum. Kinna Poulsen, listfrøðingur og ummælari - Heilsurákið er blivið hysteriskt. Góð ráð eru fín, men tað merkist meira sum ein hamari í høvdið, tá ið myndugleikar og fólk siga okkum, hvat vit skulu eta, og hvussu nógv vit skulu røra okkum. Hvør skal bestemma, hvat vit øll skulu gera? Hilmar Jan Hansen Jødi vitjar kring landið Jeffrey Bernstein vaks upp í einum jødiskum umhvørvi í Brooklyn í New York, og hann hevur virkað millum ortodoksar jødar í Amerika, Moskva, India og Sentral Asia. Komandi dagarnar vitjar hann í Føroyum og greiðir frá sínum arbeiði millum kristin og jødar kring heimin. Jeffrey Bernstein verður at hoyra í Havn, Gøtu, Skálabotni, Fuglafirði, Søldafirði, Vági, Sandavági og á Tvøroyri. Joey Moe vitjar í Havn Danski poppsangarin Joey Moe verður fríggjakvøldið at hoyra á palli í Havn. Joey Moe fer at halda til í Klubbagarðinum og verður at hoyra bæði í Rex og á Luux. Joey hevur júst givið nýggjan tónleik og framførlurnar í Havn verða kallaðar útgávukonsertir. Joey Moe Rex & Luux Fríggjakvøldið 25/10