mánadagur 28. oktober 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. oktober 2013 · Nr. 124
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
Ein stórur flytibilur stóð í
túninum við garðin í Fámará,
tá Sosialurin vitjaði har leyg
ardagin seinnapartin, tá bú
fólkini á garðinum seinastu
næstan fýra árini, hjúnini
Rakul og Johan Dalsagaard,
saman við Rúna Jacobsen,
fluttu seinastu ognarlutirnar
úr Fámará.
Inn í húsinum var kaldligt
og myrkt. Eingin streymur
hevur verið seinstu mánað
irnar, tí tey, ið varðað hava
av garðinum, kliptu streymin
fyri nøkrum mánaðum síðani
í eini roynd at fáa hjúnini at
flyta av garðinum.
– Ja, ein dagin undraðust
vit á, at eingin streymur var.
Vit ringdu til SEV at boða frá
breki og spurdu, um vit møg
uliga høvdu gloymt at gold
ið rokningina. Men har var
hvørki brek ella gáloysni.
Streymurin var tikin, og
seinni komu fólk frá SEV at
taka málaran niður eisini,
greiðir Jóhan Dalsgaard frá.
Kortini hava tey havt
ljós, tí Johan fekk riggað eitt
streymagregat til, so ljóst aft
ur var undir lonini.
Hóast tað var kalt á garð
inum leygardagin, tá Sosial
urin vitjaði, so kendist hitin í
køkinum úr kolkomfýrinum,
sum var tað einasta sum fløv
aði garðin hendan seinasta
seinnapartin hjá nú fyrrver
andi búfólkunum í Fámará.
Nógv fólk – bæði fremm
and ferðafólk og føroyingar
við – hava leitað sær til Fám
ará hesa tíðina, Rakul og Joh
an Dalsgaard hava búleikast
har. Soleiðis var eisini leyg
ardagin, tá nakrar av hond
bóltsgentunum hjá H71 úr
Hoyvík høvdu leitað sær av
Vágseiði vesturum til Fám
ará. Umframt Sosialin, so
var eisini ein sjónvarpsmað
ur, sum tók upp seinastu tím
arnar hjá teimum í Fámará.
Hetta verður ein dokument
arur, sum helst verður at
síggja í sjónvarpi í næstum.
Seinasta konsertin
í Fámará
At Johan Dalsagaard er tikin
úr leikum sum undirhaldari,
tað er tað eingin, sum ivast í.
Og hann dugdi eisini at vinna
tokka hjá »ferðafólkunum« í
Fámará leygardagin. Og tað
tók honum bara lítla løtu at
skipa fyri eini intermistisk
ari konsert, sum hann kall
aði »seinasta konsertin í
Fámará«.
Hóast klaverið var farið
inn í flytibilin, so var tað
eingin trupulleiki, tí Johan
settist bara við klaverið inni í
vørublinum í túninum í Fám
ará og treiv í sangin hjá John
Mogensen, »Karl og Ann
Katrin'«, sum er um danska
parið, sum eisini mátti flyta
ímóti sínum vilja.
Tá
Sosialurin
fór
úr
Fámará stutt eftir klokkan
fýra seinnapartin leygardagin
var so gott sum klárt hjá nú
fyrrverandi búfólkunum at
fara.
– Nú bíða vit bara eftir
bátinum. Vit høvdu ætlað at
brúkt eina viku at gera okk
um liðug, men tað gera vit
ikki. Nú ræður bara um at
koma avstað sum skjótast.
Vit tíma slett ikki at vera
her nú, tá vit vita, at vit ikki
sleppa at vera verandi her,
segði Rakul Dalsgaard
Tey fóru norður til Havn
ar við Smyrli kokkan 18:30
leygarkvøldið – á síni sein
astu ferð úr Fámará.
Fluttu úr Fámará leygardagin
Nú er aftur manntómt í Fámará, eftir at hjúnini Rakul og Johan Dalsgaard leyg
ardagin endaliga fluttu av garðinum saman við Rúna Jacobsen
Búfólkini í Fámará seinastu árini, Rúni Jacobsen og hjúnini Rakul og Johan Dalsgaard
Tað skuldi ikki undr
að meg, at kriminal
politiið kemur, tá eg fari
at seta niður radisur har