mánadagur 28. oktober 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. oktober 2013 · Nr. 124
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Heilsan til abba á 105 ára degnum
Í dag 28. oktobur verður The
odor Thomassen í Sørvági
105 ár. Hann er elst av 8
systkjum. Pápan misti hann
longu sum sum 25 ára gamal,
meðan teir vóru saman undir
Íslandi til fiskiskap. Longu tá
mátti hann taka við ábyrgd
og hjálpa mammuni við øll
um, sum hoyrir einum húsar
haldi til. Hann er elsta fólk í
Føroyum, men hóast hendan
høga aldur, so eru tað bert
6 ár síðani at hann gavst at
arbeiða.
Abbi hevur balst á sjónum
stóran part av lívinum, og
hevur róð út líka til hann
bleiv 99 ár. Tá vóru eyguni
vorðin so vánalig, at hann
hevði trupult við at síggja
Vágalandið og Mykines, so
hann bleiv noyddur at gevast
við at rógva út. Um eyguni
ikki vóru farin at bila, so
hevði hann nokk hildið áfram
til hann bleiv 100 ár. Hettar,
at ein maður drívur fiskaríð
einsamallur sum 99 ára gam
al, er heilt óhoyrt og er uttan
iva heimsmet. Tað eru nógv
ár síðani at abbi kom í tí før
oysku rekord bókina, sum
elsti útrórðarmaður í Før
oyum nakrantíð.
Annars hevur abbi fingist
við eitt sindur av hvørjum.
Hann hevur siglt við slupp,
havt handil og stoypt nógv
hús. Men tað sum hann hevur
fingist mest við og er mest
kendur fyri, er útróðurin.
Abbi byrjaði sum smá
drongur at rógva út og hevur
havt fleiri bátar. Tann sein
asta bátin fekk hann sær, tá
hann var 70 ára gamal. Hesin
báturin var eitt sindur størri
enn tann gamli báturin, sum
kallaðist fyri “Sjuss”. Um tað
var fyri at fáa meira fisk, at
bátanavnið bleiv forandrað
frá “Sjuss” til “Foss” skal vera
ósagt. Onkur helt, at tað var
nakað seint at byggja sær
nýggjan bát, tá man var bliv
in 70 ár, men teir fóru skeivir.
”Fossur” var ein fínur bátur,
sum abbi brúkti rættuliga
nógv, líka til hann bleiv 99
ár, tá hann seldi bátin og fór
upp á pensión.
Abbi hevur ofta fingið
væl av fiski. Tann eina dagin
tá hann var um 85 ára gamal,
fiskaði hann uppí bátin úti á
grunninum, og varð noyddur
at rýma til hús, tí alt dekkið
var fult av fiski.
Tað er eisini sera áhuga
vert at sita og práta við abba
um leyst og fast. Hann minn
ist 1. Heimsbardaga, sum um
tað var í gjár, og kann fortelja
niður í detaljur um ymiskar
hendingar, sum hann hevur
upplivað fyri 90 árum síð
ani.
Tá sjónvarpið var og vitj
aði hann seinast fyri einum
ári síðani, spurdu teir hann,
hvat hann fekk tíðina at
ganga við meðan hann lá í
songini. Hann svaraði stutt
og greitt, at hann róði út all
an dagin – í tonkunum. Hann
fylgir eisini sera væl við hvat
bátarnir fiska og veit, hvussu
nógv teir flestu hava fingið.
Onkuntíð biður hann dóttr
ina fara inn á internetið og
fortelja sær, hvussu nógv
bátarnir í Sørvági avreiddu.
Tá eg havi verið á floti,
so vil hann ikki bara hava
at vita, hvussu nógv veiðan
var. Hann vil eisini hava at
vita, hvar man fekk fiskin,
hvussu slagið var, um hann
var rak ella feitur, hvussu
rákið var og hvat dýpið var o.
s. v. Alt hettar liggur hann so
og spekulerar yvir.
Abba hevur altíð dámt
væl at roynt eftir seiði. Meg
minnist serliga væl hesi
stillu heystarkvøldini, tá vit
báðir dyrgdu eftir seiði, og
síðani settu okkum at kryvja
til langt út á kvøldið. Tá lið
ugt var at kryvja, varð eg al
tíð sendur til grannarnar við
einari stórari spann av seiði
til hvørt hús. Tað vóru grann
arnir sera takksamir fyri.
Tað er ikki altíð so lætt hjá
abba at fylgja við tí níggju
tøknini. Tað er framvegis ein
gáta fyri hann, hvussu man
kann sita í Sørvági við einari
tráðleysari telefon, og fáa
gekkahjólið í Kringvarpinum
í Havn at mala við at trýsta á
ein knøtt, og so aftur at fáa
gekkahjólið at steðga, við
at trýsta á ein annan knøtt.
Men tað er ikki alt, sum er so
lætt at skilja.
Annars so hevur tað ikki
altíð verið so lætt at for
syrgja 10 børnum við einari
lítlari inntøku. Abbi hevur
ongantíð átt so frægt sum
ein bøkk av jørð, og hevur liv
að av tí, sum havið hevur giv
ið. Fiskurin, grindin og fugl
urin hevur verið álitið. Hann
hevur fortalt, at tey til tíðir
ótu grind og spik fleiri fer
um vikuna, tá eingin fiskur
var at fáa. Tað hevði verið
áhugavert at fingið at vitað,
hvussu nógv tons av grind
og spiki, abbi hevur etið hesi
105 árini. Hann hevði neyvan
verið eitt gott dømi at brúkt
hjá teimum granskarum, sum
pástanda, hvussu skaðiligt
tað er at eta grind og spik.
Sum sagt, so fingu abbi
og omma 10 børn. 5 dreingir
og 5 gentur, har øll uttan
tann eina dótturin búgva í
Vágunum. Abbi misti konuna
í 1987, og hevur búð einsa
mallur líka til hann bleiv
100 ár. Tá flutti hann inn
til dóttrina Elisu, har hann
framvegis býr. Har kemur
nógv fólk á gátt fyri at fáa
eitt prát við abba, sum fylgir
væl við øllum sum gongur
fyri seg í samfelagnum. Tá
tíðindini eru í útvarpinum,
lurtar hann við andakt og
skal hava alt við.
Vónandi fært tú ein góðan
dag saman við familju, vinum
og kenningum.
Heilsan
Finn
Umborð á Robert Mærsk
Bíleggið kalendaran nú
og sendið hann út í heimin
Tel. 341800
Johanna Vang · johanna@sos.fo
Ann Christiansen · ann@sos.fo
2014