mánadagur 28. oktober 2013síða 9
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 28. oktober 2013 · Nr. 124
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Ingolf S. Olsen
Í ár sluppu línuskipini á
Flemish Cap í staðin fyri
sum í fjør at fáa eginkvotur
av makreli at selja víðari. So
statt vórðu línumenninir væl
kyrraðir, áðrenn landsstýris
maðurin í fiskivinnumálum
21. mai gav leyst at fiska
makrel, og sum heild hevur
ikki verið sami goragangur –
hvørki í vinnuni ella politiskt
– um makrelbýtið í ár, sum
tað hevur verið hini árini,
síðani makrelævintýrið av
álvara byrjaði fyri fýra árum
síðani.
Onkur skipabólkur hevur
tó kent seg fyri vanbýti, eitt
nú garnaskipini, tí tey kundu
ikki fiska tillutaða makrel-
kvotupartin við teirra reið
skapi, og tá talan er um
felagskvotu, ber heldur ikki
til at selja kvotuna.
Men annars hava atfinn
ingarnar meira snúð seg um
vánaligu prísirnar og skerdu
møguleikarnar at sleppa av
við fiskin á feltinum sum av
leiðing av sildaboykottinum
hjá ES heldur enn um innan
hýsis býtið her heima.
Batnað sam
ráðingarstøða
- Eg haldi, at vinnan sum
heild er nøgd, og eftirsum
bæði makrelstríðið og silda
stríðið enn eru óloyst, hevur
tað eisini stóran týdning, at
vit klára at fiska tað, sum vit
áseta okkum av kvotu. At vit
hava víst, at vit klára at fiska
so nógv í okkara egna sjógvi
setir okkum í eina betri støðu
við samráðingarborðið, sig
ur Herálvur Joensen, stjóri
í Føroya Reiðarafelag, sum
júst er afturkomin úr Lon
don, har hann hevur lut
tikið í samráðingunum um
makrelbýtið næsta ár.
Onki
endaligt
úrslit
spurdist burtur úr hesum
samráðingarumfarinum,
men tó at kortini verða hild
in tætt at kroppinum, so er
greitt, at bjartskygnið hjá
føroysku sendinevndini nú
er væl størri, enn tað hevur
verið í fleiri ár. Og samráð
ingarnar verða upp-aftur
tiknar um nakrar vikur.
Herálvur
Joensen
er
tó varin við at koma við
góðum ráðum og hevur onga
viðmerking til avgjørda krav
ið hjá Jacob Vestergaard um,
at Føroyar skulu hava umleið
15 prosent av allari strandar
landakvotuni.
Men
hinvegin
heldur
stjórin í Reiðarafelagnum, at
tað var rætt av landsstýris
manninum einsæris at áseta
okkum stóru kvotuna í ár,
sjálvt um hetta elvdi til stóra
øsing í ES og Noregi.
Nógv sild uppi í
- Tað ræður um at kenna
sína vitjunartíð. Eg haldi, at
flest øll í vinnuni eru samd
um, at tað var rætt at áseta
okkum so stóra makrel
kvotu. Kanska eru øll tó
ikki eins samd, tá tað kemur
til sildina, men eg gangi
út frá, at vit eisini klára
at fiska ta kvotuna upp, tí
besta sildatíðin er beint fyri
framman, sigur Herálvur
Joensen og leggur afturat.
- Ósemjan, sum er um
sildakvotuna, snýr seg tó um,
nær rætta løtan er at spæla
við vøddunum og ikki um,
hvørt vit hava rætt til meira
sild, enn gamla strandar
landaavtalan gav okkum. Eg
haldi, at øll eru samd um, at
tann kvotan var ov lítil. Og
aktørarnir í vinnuni – eisini
teir, ið verða harðast raktir
av boykottinum – vita, at
tað kann vera ringt at fiska
makrelin reint. Tí hevði váðin
fyri, at vit ikki megnaðu at
fiska markelkvotuna, verið
stórur, um vit ikki eisini øktu
sildakvotuna.
Stjórin í Reiðarafelagnum
heldur, at støðan til føroysku
makrelkvotuna er broytt í
ES.
- Føroyar standa ikki long
ur so einsamallar í makrel
málinum. Vit síggja, at aðrir
partar, kanska serliga ES,
tykjast sinnaðir at flyta seg
og ásanna, at Føroyar eiga
rætt til størri kvotu. Vit hava
víst, at nógv er til av makreli
í føroyskum sjógvi. Tað er tað
týdningarmesta. Vanliga er
eisini lættari at geva frá sær,
tá nógv er til. Og allir partar
eru nú samdir um, at tað er
heilt nógv til av makreli, sum
nógv økta ICES-tilmælið eisi
ni vísir. Eisini duga tey flestu
at síggja, at vit mugu fáa eina
semju aftur um makrelbýtið,
sigur Herálvur Joensen.
Vilji til semju
Jógvan Jespersen, stjóri í
Felagnum
Nótaskip,
tók
eisini lut i samráðingunum
í London 23. og 24. oktober.
Hann hevur onga almenna
meining um, hvussu stórt
politiskt trýst Føroyar eiga at
leggja á hini strandarlondini
í
makrelsamráðingunum
hesaferð, men eisini hann
heldur, at hýrurin er nógv
broyttur til tað betra und-ir
samráðingunum nú saman
borið við undanfarin ár.
- Eg havi ongantíð merkt
so stóran vilja til at røkka
eini semju sum hesaferð, sig-
ur hann.
Hann fegnast eisini um,
at stóra makrelkvotan í ár at
kalla er fingin til høldar.
- Vit síggja eisini eina sera
spennandi gongd við støðugt
longri háárstíð fyri makrelin.
Í 2010 endaði fiskiskapurin
10. September, í 2011 endaði
hann 23. September, í fjør
um hesa tíðina, og í ár er
kvotan uppfiskað, men nú
er knappliga ov mikið til
av stórum makreli í okkara
sjógvi, sum ikki er í norskum
sjógvi.
Annað umfarið í samráð
ingunum um makrelbýtið
næsta ár var í London
mikudagin og hósdagin
í seinastu viku. Fyrsti
fundurin var ein meira
óformligur fundur, sum
nýggja makrel-strandar
landið Ísland hevði boðið
til tíðliga í september.
Hóast føroysku lut
takararnir allir lata væl
at samráðingarandanum
í London, so vórðu stóru
spurningarnir – sum alt
í veruleikanum snýr seg
um – ásetingin av saml
aðu strandarlandakvotu
ni fyri 2014 og býtið av
henni útsett til eitt nýtt
samráðingarumfar, sum
ætlandi skal verða síðst í
november.
ICES í gávuhýri
ICES hevur mælt til at
hækka samlaðu kvotu
na, TAC’ið, við 64 pro
sentum næsta ár í mun
til tilmælið í ár, sum var
542.000 tons. Sostatt mæl
ir ICES til at fiska 890.000
tons av makreli næsta ár.
Føroyskur
samráð
ingarleiðari
er
Herluf
Sigvaldsson, sum eisini
stendur á odda fyri seks
mannastóra samráðing
artoyminum,
ið
Jacob
Vestergaard, landsstýris
maður í fiskivinnumálum
setti á stovn seint í sum
mar. Umframt samráð
ingartoymið er føroyska
sendinevndin sett saman
av umboðum fyri føroys
ku sendistovuna í Lon
don, Føroya Reiðarafelag
og Felagið Nótaskip.
Makrel-strandarlond
ini eru Føroyar, ES, Ísland
og Noreg. Grønland og
Rusland eru við sum eyg
leiðarar.
Veruligar
samráð
ingar síðst
í november
Reiðarar stíga
varisliga
Hvørki stjórin í Reiðarafelagnum ella stjórin í felagnum Nótaskip
vilja geva landsstýrismanninum í fiskivinnumálum góð ráð
um, hvussu treiskan teir halda hann eiga at verða í dystinum
um makrelbýtið næsta ár. Men teir halda, at hann gjørdi rætt,
tá hann einsæris tillutaði Føroyum stóru kvotuna í ár
- Eg havi ongantíð merkt so stóran vilja til at
røkka eini semju sum hesaferð, sigur Jógvan
Jespersen, stjóri í Felagnum Nótaskip
- Tað ræður um at kenna sína vitjunartíð. Eg
haldi, at flest øll í vinnuni eru samd um, at tað var
rætt at áseta okkum so stóra makrelkvotu, sigur
Herálvur Joensen, stjóri í Reiðarafelagnum