mánadagur 28. oktober 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. oktober 2013 · Nr. 124
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Ingolf S. Olsen
Tað er ikki alt gull, ið glitrar,
sigur orðatakið, og tey orðini
má Jacob Pauli Hammer,
reiðari
á
partrolarunum
Steintór og Niels Paula í
Hvalba, sanna, nú makrel-
háárstíðin er av.
- Nei, tað kann ikki sigast
annað, enn at makrelfiski
skapurin gjørdist eitt stórt
skuffilsi hjá okkum. Vit
høvdu vónir um at fiska
makrel og sild fyri einar 20
milliónir krónur, men tað
bleiv bara 10-11 milliónir, sig
ur hann.
Jacob Pauli Hammer er
sjálvur er skipari á Steintór,
sum hann reiðir út og eisini
eigur saman við fleiri øðrum.
Hann er eisini reiðari á Niels
Paula, sum tó hevur aðrar
eigarar. Teir eru nú til upsa
fiskiskap.
Sildaboykottið hjá ES og
góði makrelfiskiskapurin í
Grønlandi eru óbeinleiðis
orsøkirnar til, at makrelhá
árstíðin hepnaðist so illa hjá
hvalbiartrolarunum.
Móttøkuskip svíktu
- Vit hildu okkum hava gjørt
góðar avtalur við tvey mót
tøkuskip, eitt russiskt og
eitt kinesiskt, men tey svík
tu okkum bæði tvey. Kines
arnir komu ikki til tíðina, tí
teir tóku ímóti í Grønlandi,
og tað mundi lukkast so
mikið væl, at teir ikki hildu
seg hava skund. Tá teir so
endiliga komu, stungu teir
av aftur uttan at gera fullan
túr. Russarin kom til tíðina,
hann kom síðst í juni, men
hann fór, áðrenn hann skul
di. Hvørgin teirra helt avtalu
na, vit høvdu gjørt við teir
um prís, greiðir Jacob Pauli
Hammer frá.
Serliga sildin fekk sera
vánaligan prís.
- Tann eina túrin kostaði
tað okkum pengar at sleppa
av við veiðuna, tí vit fingu
bara 75 oyru kilo fyri hana,
og avreiðingargjaldið var
eina krónu kilo. Tað var sild
in, sum var so vánalig, og tað
bar ikki til at fiska makrelin
reint, greiðir Jacob Pauli
Hammer frá.
Tóku sjálvir fiskin
Tá bæði móttøkuskipini vóru
farin, fóru Steintór og Niels
Pauli sjálvir at føra makrelin
og sildina til lands í kørum.
Teir seldu til Fiskavirkið í
Hvalba og til Varðan Pelagic
á Tvøroyri. Tað riggaði væl
við góðskuni, sum bleiv heilt
góð tá, og prísurin varð eisini
í lagi, men skipini eru ikki
riggað til uppsjóvarfiskiskap.
-
Uppsjóvartrolini
eru
ógvuliga stór í mun til botn
trolini, vit fiska upsa við, og
vit hava ongar netatrumlur.
Tí var tað torført og nógv
baks av at taka inn. Tað bar
heldur ikki til at koyra so
nógv í kørini, tí gjørd vit tað,
bleiv góðskan verri, greiðir
Jacob Pauli Hammer frá.
Partrolaraflotin
hevði
rætt at fiska til samans
24.000 tons av makreli og
13000 tons av sild. Talan var
um felagskvotu við hámarki,
har hvørt skipið í mesta lagi
kundi fiska 10 prosent.
Og
hóast
mótgangin
eydnaðist tað Steintór og
Niels Paula at fiska teirra
part av makrelkvotuni, með
an nakað av sild var eftir.
Umhugsa íløgur
Jacob Pauli Hammer sigur,
at royndirnar í ár gera, at
tað ikki verður so lokkandi
at royna sama leist við mót
tøkuskipum næsta ár.
- Vit umhugsa sjálvandi
alla tíðina, hvussu og hvat
vit skulu gera, og annaðhvørt
mugu vit royna at gera betri
avtalur næsta ár, ella gera
íløgur í tangar og netatruml
ur, so tað fer at bera betri til
at fiska sjálvir. Alt ber til,
men í báðum førum hevur
tað stóran týdning fyri okk
um, at vit í góðari tíð fáa at
vita, hvat og hvussu nógv vit
sleppa at fiska, leggur hann
dent á.
Makrel-vónbrot í Hvalba
Reiðarin á hvalbiartrolarunum Steintór og Niels Paula
hevði vónað at fiska makrel og sild fyri 20 milliónir
krónur í summar, men úrslitið bleiv bara helvtin av tí
Steintór og Niels Pauli megnaðu hóast mótgangin at fiska tey 4.800 tonsini av makreli, sum tey bæði skipini áttu til samans. Í morgun komu
teir inn av upsatúri. Teir hava roynt í eina viku, fyrst í kantinum á Føroya Banka og síðani í vestara kanti á Munkagrunninum. Fiskiskapurin
hevur verið misjavnur. Skipini komu inn eitt sindur fyrr enn ætlað, tí ein maður umborð á Niels Paula hevði meitt sær fótin
Jacob Pauli Hammer, skipari á Steintór og nú reiðari á báðum skipunum, hevur verið við
Steintór, síðani hann varð bygdur fyri 28 árum síðani – tey fyrstu trý árini sum stýrimaður,
síðani sum skipari upp á skift við Mikkjal Hammer. Síðani Jacob Pauli eisini er vorðin
reiðari á Niels Paula er Elnar Holm í Porkeri eisini farin at sigla sum skipari á Steintór
Uppsjóvartrolini eru risastór,
men Steintór og Niels Pauli
hava ongar netatrumlur.
Tað er ein trupulleiki, tá
teir sjálvir skulu taka
inn. Tí umhugsa teir at
gera íløgu í netatrumlur
og møguliga eisini
kølitangar, tí teir kunnu
ikki fylla so nógv í kørini