mánadagur 28. oktober 2013síða 7
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Fríggjadagur 28. oktober 2013 · Nr. 124
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Ingolf S. Olsen
Møguleikarnir at fáa økt
føroyska partin av makrel
kvotuni í semju við hini
strandarlondini
er
helst
betri, nú ICES hevur mælt til
at økja samlaðu kvotuna, so
nevnda TAC’ið, næsta ár upp
í 890.000 tons – 64 prosent
meira enn tey 542.000 tons
ini, sum mælt var til í ár.
Tað væntar Jacob Vester
gaard, landsstýrismaður í
fiskivinnumálum, og hann
ætlar heldur ikki at slaka
føroysku krøvini.
Rætt til 15 prosent
- Vit skulu hava okkurt sum
líkist 15 prosent av samlaðu
kvotuni. Tað hava vit hildið
leingi, og aftur í ár er tað væl
og virðiliga prógvað, at vit
hava rætt til ein so stóran
part, slær hann fast.
Fyrr hevur landsstýris
maðurin sagt, at vit skulu
hava 15 prosent, um vit kun
nu fiska makrelin frítt, og 23
prosent, um alt skal fiskast í
føroyskum sjógvi.
Men soleiðis tosar hann
ikki longur.
- Um vit fáa eina semju,
og tað vilja vit hava, er tað
jú ikki relevant at tosa um,
at vit skulu fiska alt í heima
sjógvi. Tí seta vit eitt krav og
blanda ikki onnur tøl upp í
tað, sigur Jacob Vestergaard.
Landsstýrismaðurin fæst
ikki at siga neyvari, hvussu
elastiskt kravið er, men skal
tað líkjast 15 prosentum, ber
valla til at verja eina semju
um nakað tal niðanfyri 14
prosent.
Tí er eisini greitt, at hóast
hýrurin var betri enn í fleiri
ár á samráðingarumfarinum,
sum júst hevur verið í Lon
don, so verður orrustan hørð.
Leysatíðindi øsa
Øði
er
nevniliga
longu
spunnin í skotar og írar, sum
hava frætt um, at ES ætlar at
slaka mótvegis føroysku og
íslendsku krøvunum.
Tíðindini, sum norska
fiskivinnublaðið
Fiskaren
hevur borið fram, eru als
ikki váttað, men siga, at
Maria Damanaki, fiskivinnu
kommiserurin hjá ES, skal
hava boðið íslendingum 11,9
prosent av samlaðu kvotuni
næsta ár og føroyingum 12
prosent.
Jacob Vestergaard sigur,
at hann absolutt onki tilboð
hevur fingið.
- Eg havi bara sæð hatta í
Fiskaren. Eg veit ikki, um ES
hevur havt sersamráðingar
við Ísland, sum jú er spild
urnýtt sum makrel-strand
arland, men eg havi ilt við at
trúgva, at ES-kommiserurin
fer at koma við slíkum út
talilsum, meðan konkretar
samráðingar fara fram, sigur
hann.
Minni til Ísland
Og um tíðindini skuldu veri
sonn, so fær eitt tilboð um
12 prosent til Føroyar og 11,9
til Ísland durafjórðingin frá
føroyska fiskimálaráðharra
num – bæði tí at 12 prosent er
alt ov lítið – tað líkist ikki 15
prosentum – og tí íslendska
talið liggur alt ov tætt upp at
tí føroyska.
Fyri Jacob Vestergaard
hevur tað nevniliga stóran
týdning,
at
Ísland
fær
væl minni prosentpart av
makrelkvotuni enn Føroyar.
- Vit byrjaðu okkara stríð
á einum støði, sum æt 5-6
prosent, meðan íslendingar
byrjaðu á null. Tí kunnu vit
als ikki góðtaka, at teir, sum
akkurát eru komnir inn um
gáttina, beinanvegin skulu
hava somu tilluting sum vit.
Tað er eisini púra greitt, at
ikki nær mámind so nógvur
makrelur er í íslendskum
sjógvi sum í føroyskum, sigur
hann.
Spurdur, um hann ikki
óttast at verða tikin illa upp í
Íslandi fyri hesa støðu, sigur
fiskimálaráðharrin.
- Tað er bláoygt at halda,
at íslendingar hugsa so nógv
um brøðralag, tá teir royna at
fáa sín part av makrelinum.
Men vit hava ikki meira brúk
fyri eini avtalu um makrel
enn hini strandarlondini, so
hví skuldu vit lagt okkum
fløt? Ein nýggj strandar
landaavtala um makrelbýtið
skal avspegla veruleikan, tað
má verða eitt ófrávíkiligt
krav.
Fiskimálaráðharrin
heldur fast um krav
Vandi er fyri, at Jacob Vestergaard skal stríðast á tveimum hermótum, nú strandarlondini
royna at finna semju um makrelbýtið næsta ár. Hann krevur “okkurt sum líkist 15 prosent” í
okkara part og samstundis, at Føroyar fáa munandi størri part av samlaðu kvotuni enn Ísland
Uppsjóvarskipini hava brent í
stóran makrel, okkurt um 500
gramm í meðal, eystanfyri.
Hetta er tann støddin, sum
japanar vilja hava og rinda
nógv fyri, men næstan ongin
kvota er eftir at fiska hann
við. At fara út um sjálvásettu
kvotuna í ár og fiska av
kvotuni fyri næsta ár heldur
fiskimálaráðharrin ikki vera
ráðiligt í verandi støðu, tó at
tað er vanligt, tá umstøðurnar
annars eisini eru vanligar