mánadagur 28. oktober 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. oktober 2013 · Nr. 124
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Ingolf S. Olsen
Jacob Vestergaard (F), lands
stýrismaður í fiskivinnumál
um fegnast og kann anda
lættan, nú bert fá tons eru
eftir av sjálvtillutaðu føroys
ku makrelkvotuni fyri 2013.
- Málið í ár var fyrst og
fremst at fáa fiskað kvotuna
upp, og tað er eydnast til
fulnar, so eg kann ikki annað
enn vera fegin um tað, sigur
Jacob Vestergaard.
Í morgun vóru bert 1589
tons eftir at fiska hjá før
oysku skipunum. Føroyska
heildarkvotan er sløk 126.000
tons í ár, og av hesi kunnu
føroyskt skrásett skip fiska
111.000 tons, meðan restin
verður
latin
útlendskum
skipum í býti við annan fisk.
Men umframt tey 111.000
tonsini vóru sløk 33.000 tons
eftir frá í fjør, sum vórðu løgd
omaná kvotuna í ár, soleiðis
at samlaða veiðinøgdin av
makreli í ár er 144.000 tons
hjá teimum føroysku skip
unum.
Broytt strategi
- í fjør var málið at fáa sum
mest burtur úr hvørjum kilo
av makreli og kanska eisini
finna út av, hvør skipabólk
ur best megnaði at útnytta
kvotuna. Tað hevði við sær,
at kvotan ikki varð upp
fiskað. Tá vóru vit eisini
langt frá at fáa tað inn í av
reiðingargjøldum, sum vit
høvdu væntað og eisini ásett
í fíggjarlógini. Men í ár hava
vit avlop á tí salduni, stað
festir landsstýrismaðurin í
fiskivinnumálum.
Bert slakar 18 milliónir
krónur komu inn í avreið
ingargjøldum í fjør, meðan
tað í fíggjarlógini varð rokn
að við 70 milliónum krón
um. Longu nú, áðrenn liðugt
er fiskað, eru slakar 126
milliónir krónur komnar inn
í avreiðingargjøldum, meðan
fíggjarlógin sigur 107 millión
ir krónur.
Avreiðingargjøldini
eru
fyri bæði makrel og sild.
Landsstýrismaðurin dylir
tó ikki, at tað fyri hann hevur
havt nógv størri týdning at
fáa tonsini upp úr sjónum
enn at fáa málið um avkast
til landskassan at halda.
Væl skipað vinna
- Sjálvandi er tað gott, tá
alt gongur upp í eina hægri
eind, sum tað hevur gjørt
í ár, men júst nú hevur tað
so ógvuliga nógv at siga fyri
okkara samráðingarstøðu, at
vit kunnu prógva, at vit meg
na at fiska ta kvotu, vit hava
ásett. Og tað hava vit prógv
að væl og virðiliga. Haraftur
at er makrelurin í stóran
mun virkaður á føroyskum
virkjum og umborð á før
oyskum skipum.
- Vinnan hevur dugað
ómetaliga væl at skipa seg.
Tey stóru uppsjóvarskipini
hava fylt upp í eitt skip á
gangin, so tey hava kunnað
siglt í pendulfarti inn at lan-
da við so feskum fiski sum
møguligt. Nú standa vit við tí
luksustrupulleikanum, at vit
kanska hava fiskað ov skjótt,
tí nú, tá kvotan er at kalla
uppi, hava skipini rakt við
stóran makrel langt inni á
føroyskum sjóøki eystanfyri.
Hetta er tann makrelurin,
sum japanar vilja gjalda nógv
fyri, men tað gerst so ikki við,
sigur Jacob Vestergaard.
Onki a konto-fiskarí
Vanligt er annars, at strand
arlondini leggja upp fyri og
loyva sær annaðhvørt at
fiska nøkur prosent niður
fyri av kvotuni næsta ár, ella
øvugt, flyta ófiskaða kvotu
tvørtur um ársskifti, sum
Føroyar gjørdu við ófiskaðu
kvotuna í fjør.
- Vanliga hevði onki for
gjørt verið í at gjørt so, men
sum støðan er júst nú, hevði
tað helst verið eitt óheppið
signal at sent. Vit stremba
eftir at fáa eina avtalu um
makrelin aftur, og við tí í
huga hevði tað verið rættiliga
tápuligt, um vit nú fóru at
fiska meira enn ta nøgdina,
sum so stór øsing longu hev
ur verið um, staðfestir Jacob
Vestergaard.
Jacob Vestergaard:
Vit rukku málinum
Alt riggaði ikki so væl á feltinum, og ES-boykottið órógvaði, men landsstýrismaðurin í
fiskivinnumálum er kortini sera væl nøgdur við makrelháárstíðina. Málið var at klára fiska
sjálvtillutaðu kvotuna, tað eyndaðist, og inntøkusíðan hjá landinum helt eisini
Fakta:
Soleiðis sær avgjalds-saldan út fyri
uppsjóvarfiskiskapin, nú makrelkvotan er
um at vera fiskað, og tilsvarandi støðan, tá
makrelháarstíðin var av í fjør:
Avgjøld higartil 2013: 120,8 millionir krónur
Inntøka, ásett í fíggjarlógini fyri 2013: 107 milliónir
krónur
Avlop: 3 prosent
Avgjøld 2012: 17,9 milliónir krónur
Inntøka, ásett í fíggjarlógini fyri 2012: 70 milliónir
krónur
Avlop: - 74 prosent
Avreiðingar, makrelur og norðhavssild
Makrelur og norðhavssild 2013
Dagført 22. oktober 2013
Makrelur
Norðhavssild
Varðin Pelagic
37157
17583
Vestmanna Seafood
1695
229
PP Faroe Pelagic
36506
17149
Útlendsk móttøkuskip
15648
6016
Havsbrún
22294
24969
Føroyskir frystitrolarar
29230
12133
Til samans
142530
78079
Samlaða kvotan hjá føroysku skipunum at fiska í ár er
sløk 143.795 tons av makreli og 105.230 tons av sild.
Eftir at fiska eru 1589 tons av makreli og 22.902 tons
av sild.
- Skerda marknaðaratgongdin orsaka av ES-boykottinum hevur ávirkað prísin niðureftir,
og eisini er lutfalsliga meira farið til ídna í ár, serliga sildin, men annars hoyri eg
ógviliga fáar atfinningarsamar røddir um handfaringina av makrelfiskiskapinum
í ár, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum